Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 232 - 30. november 2006 tíðindi Petur Jacob Sig­ vard­sen hevur fest siðsøguna innan torvmentanina á blað við umfatandi bókaverki, sum hann hevur arbeitt við í meira enn 24 ár BÓKAÚTGÁVA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Petur Jacob Sigvardsen hev­ ur givið út eitt bókaverk sum kallast ”Torvið í Før­ oy­um”. Talan er um eitt bókaverk í fimm bindum. Petur Jacob hevur arbeitt við hesum evninum síðani ´81 og ´82, tá ið hann skriv­aði eina ritgerð til ein eina ritgerðakapping, sum Fróðskaparsetur Føroya skipaði fyri. Í fororðunum ásannar Pet­ ur Jacob, at torvmentanin hoyrir fortíðini til. Tað nýggja ættarliðið kennir als ikki til torv, og tey, sum hava uppliva at fara eftir torvið, fækkast í tali. Fyri at varðveitta søguna og sið­søguna í hesum ment­ anar­arvinum, hevur hann tí skrivað hetta verk. Tilfarið í bókini er bygt á samrøður við heimildarfólk. Við hesum roynir hann at lýsa torvarbeiðið í øllum bygdunum kring landið. Í gjár var móttøka í Miðla­ húsinum, har ið Petur Jacob greiddi frá arbeiðnum at gera bókina. - Tað var ein hugnalig løta, sigur Petur Jacob Sig­ vardsen, sum fegnast um tey uppmøttu. Bókaverk um torvsøgu føroyinga Petur Jacob Sigvardsen greiddi frá arbeiðnum at skriva bókina á móttøku í Miðlahúsinum í gjár Fólk lurtaðu við áhuga, tá ið Petur Jacob greiddi frá Í annaðkvøld verður eitt tiltak í Rex, har ið tónleikur og fyrilestrar verða á skránni. Fyriskipari er ungdómsbólkurin Eldhugaður Ung­dómur, sum arbeiðir fyri at fáa kynsligan samleika skoytan uppí grein 266b REVSILÓGIN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ungdómsbólkurin ”Eldhug­aður ungdómur” skipar fyri tiltaki í morgin í Rex. Talan er um eitt pro-samkynd tiltak. Bólkurin, sum skipar fyri, er mannaður við ungum eldhugaðum fólkum, sum vilja markera seg. - Ungdómurin hevur ikki marker­að seg nóg væl, men tað ynskja vit at gera við hesum tiltak­ inum. Vit hava prentað nakrar t-skjúrtur, sum lýsa okkara boð­ skap. Vit ynskja at vera positiv og at framhevja kærleikan. Kjakið hevur mangan ver­ið sera negativt, og tey sam­kyndu hava verið sam­ an­­borin við mangt og hvat ótespi­ ligt, siga tey. Í Rex í morgin verða ymiskir persónar, sum koma at hava orðið. Talan er um væl lærd fólk, sum øll eru fyri at skoyta kynsligan samleika upp í grein 266b. Eis­ ini verður nógvur tónleikur á skránni. - Øll fólkini, sum luttaka í annaðkvøld, eru pro-samkynd, siga tey ungu. Aftaná fyrilestrarnar verður ein stuðulskonsert. Eitt møguligt yvirskot fer til Friðarbogan. Hetta verður ikki síðsta tiltak, sum Eldhugaður Ungdómur skip­ ar fyri. - Vit ætla okkum at skipa fyri onkrum øðrum tiltøkum, áðrenn uppskotið um lógarbroytingina fer til 2. viðgerð. Vit fara at gera átøk heilt til 3. viðgerð, tá ið broytingin vónandi verð­ur samtykt, siga tey. Tey hava ymisk hugskot men vilja ikki siga meira, áðrenn tað er vorðið meira ítøkiligt. Tey leggja dent á, at tey vilja leggja dent á tað positiva og kærleikan í einum kjaki, sum mangan hevur verið sera negativt. Kærleikin í hásætið Fimm eldhugaðir ungdómar. Fremst frá vinstru: Sjúrður Zachariassen, Nanna Jürgens og Tróndur Høgnason. Aftast frá vinstru: Birgith Lassen og Barbara Laetitia Méresse Mynd: Jens Kr. Vang