Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 232 - 30. november 2006 Um ikki Javnaðarflokk­ urin tekur seg saman í sam­gong­uni viðvíkjandi saman­legging av komm­ unum og at leggja út til kommunur, eigur hann at gevast við at tosa um eina visjón 2015, hvat kommunum viðvíkir Seinasta mánakvøld var Heðin Zachariasen í áhuga­ verdari samrøðu við Boga Godtfred í Sjónvarpi Føroya um kommunubygnaðin í Før­oyum. Satt at siga, frøddist eg um greiðu útmeldingina hjá Heðini um, at um ikki kommunur verða lagdar saman frívilliga, at tær so verða lagdar saman við lóg innan 2012. Heðin veit hvat hann tosar um, hann hevur verið íðin framsøgumaður fyri at fáa bygdirnar saman í Sunda kommunu, sum tykist at hava hepnast avbera væl. Eg fegnist um, at vit eru alt fleiri við til at manna bátin við hesi broyting. Jacob Vestergaard var síð­ ani gestur týskvøldið. Hann sigur, at tær skulu leggjast saman frívilliga, men helt tó fyri, at tíðarbilið hjá Heðini vera ov langt til 2012. Hetta kann tykjast sum eitt paradoks, men hóast tað, er málið nú komið hagar, sum eg fleiri ferðir havi tilmælt og at hetta má gerast skjótt, tí kommunurnar úti í landinum fúna sum er, og tær vikna alt skjótari burtur í einki, meðan høv­ uðsstaðurin dregur bæði fólk í bestu árum og allan pening til sín so mikið skjótt, at Tórshavnar Kommuna ídag næstan kann hava somu upphæddir til íløgur sum landsíløgur, meðan restin av landinum svevur omaná samanleggingum og útjavnan av skattakrón­ un­um. Samgongan hevur ein trupulleika Sjálvur havi eg ferð eftir ferð bæði frá tingsins røðarapalli og í fjølmiðlunum gjørt vart við vandamálið, sum nú fer fram, at politikarar – bæði kommunu og løg­ tings-politikarar - ikki vilja síggja hetta deyðans álvars­ semi í eyguni. Samgongan hevur eisini ein stóran trupulleika hvat hesum viðvíkir. Tað er Javn­ aðar-flokkurin, sum nú og tá leggur seg tvøran, tí einki skal henda og lat meg siga tað einaferð enn, tað ber ikki til at leggja partar út til onkrar kommunur og síðani restin sentralt stýrt. Hetta er kostnaðrmikið, fløkt og verður bara gjørt fyri “at gera okkurt”. Javn­ aðarflokkurin má taka seg saman, so samgongan skal fáa nakað av skafti. Heðin Zachariasen hevur púra rætt, men skoðbráðið er ov langt. Latið okkum halda fast við, at kommunur sum ikki hava lagt saman innan 2009, verða lagdar saman við lóg í millumbilinum millum 2009 og 2012. Um ikki, Javnarflokkurin tekur seg saman, eigur løg­ maður og hansara fylgi at halda uppat at tosa um eina Visjón 2015, hvat komm­ unum viðvíkir, og heldur halda áfram við søguligu fyrilestrunum um Føroyar undir fríum handli eftir 1856. Púra rætt Heðin løgtingsmaður Jógvan við Keldu Jústinus Leivsson Eidesgaard Andrias í Tarti var 50 ár, tá íð eg varð føddur í 1957. Nú eri eg sjálvur komin inn í mítt hálvtrýssinstjúgunda ár, og fyri mær hevur Andrias altíð verið gamal. Hann brendi seg ikki fastan í mína tilvitsku fyrr enn hann var um 60 ár. Tá gjørdist hann egn­ ingarformaður í bygdini, gjørdist heimamaður og á tann hátt komu vit at síggja hann dagliga. 100 ár er ein øgiligur aldur í Oyndarfirði. Ongin veit um at siga, at nakar annar enn Andrias hevur livað so leingi í Oyndarfirði. Tað er ein søga um ein andøvsmann, sum skuldi vera 103, men ikki ber til at skjalprógva hetta í søgu­bókunum. Tað eru nøkur, sum eru farin upp um tey hálvfems, millum annað langomma mín Anna í Hoygarðshúsi, hon gjørdist 96. Seinastu árini sat hon uppi á Marknagili, barndómsheiminum hjá mær og stýrdi allari bygdini, starblind. Tað plagdi pápi at fortelja frá. Andrias hevur livað í 100 ár og hann hevði longu livað eitt langt lív áðrenn eg nakrantíð varð føddur, eitt lív við smáligum korum, hørðum arbeiði, forelskilsi, vónbrotum, fíggjarligum bak­køstum, gleði og sorg. Hann var ein royndur mað­ ur, tá ið mítt hjarta fór at banka og enn nú 50 ár seinni er heilin klárur. Hann er andsøgnin til at eitt lætt sinni gevur eitt langt lív. Skal tú lýsa sinnið á Andriasi, so er hann vanliga tann meira álvarsami og ofta hevur hann stúrt, stúrt í ólukkumát og málað svart. Tað er tann døkka síðan og hendan hevur eisini eina ljósa mótsíðu, og hjá Andriasti vísir henda ljósa síða seg í ovfarakæti. Tá ið Andrias er í góðum lang, so sæst og hoyrist tað, tá ið hann er í minni góðum lag, so sæst tað sanniliga eisini. Bygdin hevur andað kyk í spenningi seinastu dag­ ar­nar. Heilsustøðan hjá Andriasi hevur verið upp at venda, har tveir oynd­ firðingar hittast. Hon var eisini frammi fyrr í vikuni inn í handlinum hjá Eivind. Yngsti sonur Andrias, Hallur greiddi frá, at pápin hevði fingið eitt dánilsi fyri nøkrum døgum síðani, so spentur var hann til dagin. Vanliga stúranin sæst eisini aftur í yngsta soninum. Eg spurdi hann nú ein dagin, um hann roknaði við at gerast eins gamal og pápin. Nei, tað hevði hann ongar vónir um. “Eg skal lata væl at, um eg gerist 50,” legði hann stutt aftur at. Mítt ættalið av sama kyni minnist serliga Andriast sum tann einaráðandi egn­ ing­ar­formannin á útróð­ rarbátinum Nósa, sum róði á Norðhavið frá einaferð í seinnu helvt av seksti­ árunum og fram til seinast í áttatiárunum tá hann sakk útfyri Gjógv, menninir bjarg­aðust. Andrias var góð fyrimynd fyri okkum ungu. Altíð var hann fyrstur til arbeiðis og altíð var hann seinastur av dekkinum. Hann var øgi­liga fongglaður. Kom báturin aftur at landi við góðum fongi, so var lagið óført, fingu hinir bátarnir eitt sindur meira, so var tað ein avbjóðing hjá honum. Hann var ein fyrimynd í egningarskúrinum í Prest­ fjósi, og síðan seinni inn í Víkum. Onki gart, líka mikið um hann stríddist við hartfrystar makrelar, bleyt­an høggslokk ella sátur av fløktum línum. Hann steðgaði ongantíð á, ar­beiddi seg spakuliga fram­eftir, og eg haldi, at hann uttan at vita tað sjálvur vakti okkara evni at vera ærukærir, nakað sum er galdandi í øllum lív­sins viðurskiftum. At vera ærukærir snýkir seg inn í øll mannsverk hjá ein­ um stórum parti av fólk­ ini. Tað hevur eisini nakað við æru, hvussu tú handfer ein stamp, hvussu tú skriva eina bók, hvussu tú fyllir eina last, hvussu tú fer und­ir eitt hvørt arbeiði. Við sínum áhaldni lærdi Andriast okkum tá ungu í Oyndarfirði, hvussu stóran týdning tað hevur at vera ærukærur. Ongin hevur lært meg so nógv um politikk sum júst Andrias í Tarti. Her­ við sigi eg ikki, at eg eri samdur við honum, og tað er eisini fullkomiliga óáhugavert. Andrias hevur lært meg um politikk, tí hann er sannførdur tjóð­ veldismaður og tað er ikki pátikið. Tað eru nøkur heilt fá fólk, sum hava eina slíka sannføring, og sum at heilum hjarta trúgva á politisku stevnuskránna hjá flokkinum. Hendan sann­ føring er ikki arv­að frá forfedrunum, so­leið­is sum vanligt er í Oynd­­arfirði og serliga inn­an sambands­ vongin. Nógvir sam­bands­ menn í Oynd­arfirði eru bara sambandsmenn, tí foreldrini vóru tað. Teir hava slett ikki nakra sjálvstøðuga politiska støðu, men eina adopteraða frá undarfarnum ættarliðum. Andriasa klettafasta polit­ iska sannføring er meitlað inn í hansara tilvitsku, at órætti, av mótgongd, av fíggjarligum bakkøstum, sum í hansara hugaheimi stava frá arvaðum aftur­ haldni, dygt stuðlað av móðir­landinum Danmark. Hann hevur onga sum helst virð­ing fyri monnum sum íklæða seg arvaðar polit­ iskar hugsjónir og hann trýr bert á egnan mátt og megi, eisini í dag, nú hann er fyltur 100 ár. Tað er stuttligt at sita her í morgun og skriva um Andrias, tí eg haldi so nógv av hesum samansetta manni. Heilsanin er skrivað í huganum dagarnar framm­ anundan, og nú verður hon fest við svørtum stavum niður á hvítt pappír. Og hetta er ein nokk so góð lýsing av Andriast, sum í hvussu er politiskt hevur lýst lívið svart og hvítt. Antin ella. Meðan undanfarna full­­veldissamgonga sat við róðrið lýsti vónin úr ellis­­merkta andlitinum á Andriasi. Hann trúði virku­ liga at nú fór tað endiliga at eydnast at taka loysing, sum fyri hann er einasta virðiliga framtíð føroyinga. Men so kom sambandið út aftur í Tinganes ílætið sambands og javnaðarbúna og vónin brast aftur. Spyr tú hann í dag, so trýr hann framvegis, at einaferð fara Føroyar at gerast frælsar. Seinasta mannsverk Andriasar var at hjálpa systir­dóttrini Freydis Poul­sen at gera bókina úr Oyndarfjarðar søgu. Her hevur Andriast gjørt eitt megnarverk, hvørs týdn­ ing hann neppa sjálvur er tilvitaður um. Hendan bókin styðjar undir sam­ leikan hjá hvørjum einasta oyndfirðingi og góða minni hjá Andriasti hevur so stór­ an týdning í hesi bók, at tað ikki kann skrivast í orðum. Vit eru ein heil bygd, sum takka tær fyri títt avrik í hesi bók. Hjartaliga tillukku við degnum. Tjóðveldismaður fyllir hundrað Pápin, Mikkjal í Tarti, uttan fyri barnaheimið hjá Andriasi, sum nú er avtoftað, men sum ætlanin er at byggja uppaftur Andrias í Tarti