Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 232 - 30. november 2006 ] KÍ hevur gjørt avtalu við Trygva Mortensen um, at hann skal venja 1. deildarliðið hjá felagnum Fótbóltur tíðindaskriv KÍ styrkir sær nú um ven­ja­ra­hóp­in við enn ein­um dugnaligum og royndum venjara. Tað er runavíkingurin Tryg­ vi Mortensen, sum næs­ ta kapp ingarár skal ha­va ábyrgdina av 1. deild­ar­lið­ num hjá KÍ. KÍ hevur lagt eina nýggja æt­lan fyri arbeiðið við teim­ um ungu spælarunum í felagnum, og í hesum sam­ ban­ di fær 1. deildarliðið ein av­ gera­ndi leiklut. Frammanundan er tað greitt, at Tony Paris verður ven­ja­ri hjá Formulaliðnum, og har verður Eyðun Klak­ stein hjálpa rvenjari. Pætur Cle­ment­sen er settur sum ung­dóms­ven­jari. - Vit halda okkum hava fing­ið ein sera sterkan ven­ ja­ra­hóp við dugnaligum og roynd­um venjarum, sum ko­ma at samstarva um teir vaksnu spælararnar í felagnum, sigur John Wil­l­ i­am Joensen, ábyrgdarfólk fyri fótbólt í KÍ. - Vit leggja stóran dent á at menna okkara egnu spæl­ ar­a r, og miðvísa arb­eið­ið við teimum ungu spæl­a­r­un­ um heldur fram og verður styrkt enn meira næsta ár, sig­ur hann Trygvi Mortensen er 39 ára gamal, og hann hev­ur hægstu ven­ja­ra­út­búg­ving­ ina. Trygvi hevur í fleiri umførum verið venjari hjá besta liðnum hjá NSÍ, og hann hevur eisini vant EB/ Streym og B68. Fríggjadagin 2. desember kl. 9.30 verður sáttmálin millum KÍ og Trygva Morten­sen undirskrivaður í Café KÍ, og tá eru fólk væl­ kom­in at verða til staðar og at heilsa upp á nýggja ven­ja­r­an. Endabrakið í talvkappingini fyri børn og ung verður leygardagin í Argja Skúla. Kappingin er skipað í aldursbólkum og telvað verður um 5 FM-heiti. Og um luttøku í NM- kappingini Talv tíðindaskriv Umframt serliga spenningin um, hvør vinnur FM-heit­ini, er somuleiðis sera stór­ur spenningur um, hvør vinn­ ur sær luttøkurætt til Norð­ ur­lend­ska meis­ta­ra­heit­ið í tal­ vi sum verður í Íslandi í fe­b­ru­ar mánað 2007. Nr. 1 og 2 í hvørjum aldursbólki lut­ta­ka. Kapp ingin er árliga hæd­da­r­punk­tið hjá ungu tel­ var­ un­um tí telvað verður ei­si­ni fyri møguleikanum - í ungum aldri - at sleppa uttan­ lands at telva ímóti javn­al­drum úr hinum Norð­ ur­lond­un­um. Tilsvarandi kapp ingar eru í hinum Norðurlondunum og senda hesi eins og Føroyar 10 teirra bestu telvarar til NM. Føroyar hava luttikið í NM fyri ung í nógv ár, men hetta er 5. árið upp í slag, at Føroyar luttekur við fullari mann­ing og sum kunnugt hep­nað­ ist Helga Dam Ziska á fyrsta sinni - í Finlandi í februar mánað 2006 - at vin­na Føroyum NM gull í ald­ur­s­bólk­inu­­m 14-16 ár. Undankapp ingar hava ver­ ið í Vestmanna og Klaksvík og 8 teir stinnastu telvararnir í hvørjum aldursbólki lut­t­a­ ka í finaluni. Un­dan­ kapp ­ ing­ar­nar bera boð um eina ó­van­ liga spennandi FM fin­alu og FM/NM stríðið sýn­ist víðopið í flestu ald­ urs­bólk­un­um. Hóast 16 ára gamli Helgi Dam Ziska hevur møguleika fyri, aftur í ár, at luttaka í U16 bólkinum, hevur hann valt at royna seg í U20 bólk­in­um. Hetta boðar frá huga­lig­um sjálvsáliti hjá stór­tal­ en­t­­in­um og Helgi er iva­leyst eisini stórfavorittur at vinna FM í hesum bólk­ in­um. Samstundis opnar val hansara dyrnar upp fyri øð­rum evnaríkum telvarum, sum harvið hava betri møgu­ leika at kvalifisera seg til NM í U16-bólkinum. Ser­liga spennandi verð­ur leygardagin, um Dan­ marks­ meis­­ta­­r­in frá 2006, Her­ borg Han­ sen, sum fyr­sti kvin­nu­li­gi telvarin nak­ ran­ tíð, megnar at kvalifisera seg til NM. Finalubólkarnir A-bólkur - U20 ár 1 Helgi Dam Ziska, Tórshavn 2 Jón Gregersen, Sandavágur 3 (ongin undankapp ing - Opin tilmelding) B-bólkur - U16 ár: 1 Herborg Hansen, Klaksvík 2 Rógvi Dragaberg, Klaksvík 3 Bogi H. Eliasen, Klaksvík 4 Margar Berg, Tórshavn 5 Reidar Egilsnes, Vestmanna 6 Borgar J. Stórá, Vestmanna 7 Jóhan R. Mortensen, Oyri 8 Vagnur Dam, Oyri C-bólkur - U14 ár: 1 Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur 2 Heiðrikkur Tindskarð Jacobsen, Tórshavn 3 Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn 4 Rúni Vørmadal, Vestmanna D-bólkur - U12 ár: 1 Jóhann Vørmadal, Vestmanna 2 Einar Gregersen, Klaksvík 3 Jógvan Emil Joensen, Vestmanna 4 Eydna J. Andreasen, Tórshavn 5 Johan Hentze, Oyri 6 Sára T. Olsen, Tórshavn 7 Bárður J. Stórá, Vestmanna 8 Martin Skúvádal, Vestmanna E-bólkur - U10 ár: 1 Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur 2 Heðin Gregersen, Klaksvík 3 Rúni Tindskarð Jacobsen, Tórshavn 4 Janus Egilstoft Nielsen, Sandavágur 5 Alfred Olsen, Vestmanna 6 Julian Gregersen, Klaksvík 7 Rúni í Lon, Tórshavn 8 Dánjal K. Hansen, Tórshavn Tevez skal venja í Brasil-troyggju Tá West Ham um vikuskiftið spældi móti Sheffield United, varð Carlos Tevez í øðini um, at hann varð skiftur út. Somikið illur var hann, at hann helt beina leið av leikvøllinum, og tað dámdi venjaranum lítið, sum vera man. Tevez var tó skjótur at biðja um umbering. Longu sama kvøld segði hann seg angra atburðin, og tað blíðkaði venjaran Alan Pardew nakað. Hesin gjørdi tí av, at liðfelagarnir skuldu gera av, hvør revsingin til Tevez skuldi verða, og nú er hamarin fallin. Og hann er fallin hart. Sum argentinskur landsliðsspælari hevur Tevez sjálvandi Brasil sum ævigan arvafígginda. Men komandi tvær vikurnar skal hann bera brasilska landsliðsbúnan undir hvørjari venjing. Hartil skal hann rinda £1.000 til vælgerandi endamál. Trygvi Mortensen til KÍ Við Trygva Mortensen afturat Tony Paris, Eyðun Klakstein og Pætur Clementsen metir KÍ seg hava ein sterkan venjarahóp, sigur felagið í tíðindaskrivi FM-finalurnar verða leygardagin Herborg Hansen hevur møguleika at gerast fyrsti kvinnuligi telvarin, sum vinnur seg fram til NM- kappingina. Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Neistin 5 3 - 1 - 1 123 103 20 7 2 Stjørnan 4 3 - 0 - 1 87 75 12 6 3 VB 5 3 - 0 - 2 112 117 -5 6 4 StÍF 5 1 - 1 - 3 108 120 -12 3 5 Kyndil 5 0 - 2 - 3 108 123 -15 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 7 5 - 1 - 1 200 184 16 11 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 227 199 28 10 3 StÍF 7 3 - 3 - 1 192 192 0 9 4 KÍF 7 2 - 1 - 4 185 193 -8 5 5 Kyndil 7 2 - 0 - 5 196 205 -9 4 6 H71 7 1 - 1 - 5 183 210 -27 3