hósdagur 25. januar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroyingar hava fyrr
verið til morgunbøn-
arhald saman við
amerikanska forset-
anum og Olaf Olsen,
sum saman við kon-
uni fer til Washington
í morgin hevur verið
tríggjar ferðir áður á
slíkum bønarhaldi.
Men hann kemur tó
ikki at hitta forsetan
persónliga. Forsetin
er saman við 4000
øðrum til hetta bøn-
arhald og tað eru
bara statsleiðarar,
sum hitta forsetan
persónliga.
BØNARHALD
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Í næstum hittast 4000 fólk í
Washington til eitt bønar-
hald og aftaná verður mor-
gunmatur. Høvuðsgesturin
á hesum børnamøti er
amerikanski forsetin Georg
Bush yngri. Og fýra føroy-
ingar luttaka eisini á hesum
bønarhaldi. Teir eru Olaf
Olsen og frú og Jákup
Jacobsen.
–
Stutt
eftir
seinna
heimsbardaga tóku amerik-
anskir senatorar og kongr-
esslimir seg saman og fóru
at skipa fyri bønarhaldi.
Teir hittust einaferð um
mánaðin og hava hildið
hendan sið síðan. Nakað
seinni fóru teir eisini at
bjóða øðrum við og síðan
er hetta tiltak ment, soleiðis
at tað í dag er víða um. Sið-
urin er tikin upp aðrastaðni,
fyrst í USA og síðan í øðr-
um londum og nú koma
menn, sum hava ávirkan í
lokalsamfelagnum, saman í
mongum londum til slíkar
bønarfundir einaferð um
mánaðin. Í 1953 var amer-
ikanski forsetin Eisenho-
wer boðin og síðan hevur
forsetin luttikið á hvørjum
ári, undantikið eitt, tá sit-
andi forsetin var sjúkur.
sigur Olaf Olsen, reiðari.
– Tað einasta sum krevst
til hesar fundir er, at luttak-
ararnir koma saman í navni
Jesu Kristst og at teir hava
ávirkan á tað samfelag teir
liva í, sigur Olaf Olsen.
Sundstein hitti
forsetan.
Meðan Jógvan Sundstein
var løgmaður, luttók hann á
einum slíkum bønarmøti í
Washington og tá hitti hann
forsetan. Olaf Olsen hevur
verið tríggjar ferðir á hesun
morgunfundi. Hann hevur
verið í sama rúmi sum pápi
nýggja forsetan, Georg
Bush, tvær reisur saman
við Clinton og nú saman
við Bush, yngra.
Olaf sigur, at fyrrverandi
amerikanski varaforsetin
James Baker var høvuðstal-
ari einaferð og hesuferð var
ætlanin, at Billy Graham
skuldi vera høvuðstalari.
Men hann er gamal og
veikur nú og hann hevur
heilsað og givið avboð.
Til morgunmatar saman við
amerikanska forsetanum
Góvu byggiloyvi til
nýtt kryvjivirki
Á býráðsfundi í
Klaksvík týskvøldið
samtykti býráðið at
lata prinsipielt
byggiloyvi til nýtt
krivjivirki
KLAKSVÍK
Eyðun Klakstein
Feløgini Faroe Salmon og
East Salmon ætla at
byggja nýtt stórt kryvji-
virkið á vestara kaiøkið í
Klaksvík.
Kryvjivirkið skal betra
um umstøðurnar at slakta
laksin, sum feløgini ala í
Norðoyggjum, og virkið
verður heilar 2100 fer-
metrar stórt.
Málið var til viðgerðar
á býráðsfundi í Klaksvík
týskvøldið, og býráðið
samtykti, at prinsipielt
byggilovyi verður latið til
at byggja virkið.
Tað er við at gerast
trongligt á vestara havna-
øki í Klaksvík, og býráðið
hevur tí kravt, at nýggja
kryvjivirkið verður bygt
10 metrar longri suðuri,
enn ætlanin upprunaliga
var.
Feløgini, sum skulu
byggja virkið, eru eisini
spurd, um tey kunnu
byggja minni virkið, men
tað kunna tey ikki. Tí
verður virkið í uppruna-
ligu støddini, men teinur-
in frá Roykivirkinum og
til nýggja virkið verður
styttri enn ætlanin var.
Løgmaður ásannar, at
landsstýrið má koma
í tingið við einum
uppskoti til fólka-
atkvøðuna um sjálv-
stýrisleistin innan ein
mánað. Men sam-
stundis viðurkennir
hann, at landsstýrið
ikki hevur nakað
uppskot klárt og at
viðgerðin dregur út
FÓLKAATKVØÐAN
John Johannessen
Finnbogi Ísakson, løgtings-
formaður, segði við Sjón-
varpið týsdagin, at eitt lóg-
aruppskot um fólkaatkvøð-
una helst skal koma fyri
løgtingið í næstu viku, um
ætlanin er at halda hana í
apríl.
Løgtingsformaðurin
heldur nevniliga, eins og
formenninir fyri andstøðu-
flokkarnir hava ført fram,
at Føroya fólk má fáa minst
tríggjar mánaðir til at fyri-
reika seg til eina so týðandi
fólkaatkvøðu.
Løgmaður ætlar fram-
vegis at halda fólkaatkvøð-
una í apríl, men hann torir
ikki at lova, at nakað upp-
skot kemur fyri løgtingið í
næstu viku. Heldur ikki tor-
ir hann at geva nakað boð
uppá, nær eitt slíkt uppskot
kemur fyri tingið. Orsøkin
er, at landsstýrið rætt og
slætt ikki er liðugt at fyri-
reika sjálvstýrisleistin.
Ósemja møgulig orsøk
Sjónvarpið gitti í tíðinda-
sendingini týskvøldið, at
orsøkin til, at einki ná-
greiniligt enn fyriliggur í
sjálvstýrismálinum
er
ósemja í samgonguni.
Hesi tíðindi kann løg-
maður hvørki avsanna ella
váttað.
– Vit viðgera framvegis
hetta málið í Tinganesi, og
fyrr enn vit eru lidnir við
viðgerðina, kann eg ikki
staðfesta um vit eru samdir
ella ósamdir. Viðgerðin,
sum nú er í gongd vil av-
dúka, um vit eru samd ella
ósamd, ella um vit finna
fram til eina semju ella vit
ikki gera tað. Hetta er
ómøguligt hjá mær at svara
uppá í dag, sigur løgmaður.
Torskilt mál
Løgmaður sigur seg skilja,
at føroyingar kenna seg
ørkymlaðar, tá landsstýrið
meldar út, at fólkaatkvøða
skal vera í apríl Men at
landsstýrið samstundis ikki
hevur nakað meira ítøkiligt
at leggja fyri fólkið, enn
tíðindaskrivið frá ørðum
november 2000. Hetta var
tíðindaskrivið, sum avdúk-
aði nýggja sjálvstýrisætlan-
ina í stuttum.
– Fólk eru altíð ørkyml-
að, tá tey ikki fáa at vita ná-
greiniliga, hvat hendir.
Men tað er nú einaferð so-
leiðis, at hetta er eitt
ógvuliga stórt og torskilt
mál, bæði politiskt og løg-
frøðisliga, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg ásann-
ar, at nógv er, sum enn ikki
er fingið upp á pláss í hes-
um máli. Tí heldur hann, at
vit mugu lata sjálvstýris-
spurningin taka ta tíð, hann
tekur.
– Tað hevði verið meira
ørkymlandi fyri Føroya
fólk, um vit meldaðu eitt út
í dag og annað í morgin.
Tað er tað, sum vit royna at
sleppa undan við at siga, at
vit nágreiniliga skulu siga
fólkinum, hvat ætlanin heilt
snýr seg um, tá vit eru
lidnir við hana, sigur An-
finn Kallsberg, løgmaður.
Óverulig ætlan
Føroya fólk er kortini ør-
kymlað, og tolið er við at
ganga undan hjá andstøðu-
flokkunum. Teir vita ikki,
hvat ætlanin í veruleikan-
um snýr seg um, og heldur
ikki hava teir fingið at vita,
hvussu nógvan pening, teir
fáa játtaðan til at kunna
fólkið undan fólkaatkvøð-
uni, og um nøkur tíð verður
til tess. Landsstýrið ætlar
nevniliga
framvegis
at
halda fólkaatkvøðu í apríl,
og 25. apríl hevur verið
nevndur, sum tann stóri
dagurin.
Hóast andstøðan kallar
ætlanina óveruliga, heldur
løgmaður, at vit enn skulu
hava gott mót.
– Lat okkum nú síggja,
um tað verður órealistiskt
at halda fólkaatkvøðuna í
apríl. Hetta er enn mál-
setningurin hjá landsstýr-
inum. Tað kunnu vera so
nógv ting, sum spæla inn á
vegnum,
sigur
Anfinn
Kallsberg, løgmaður.
Fólkaatkvøða í leysum lofti
Nr. 17 - 25. januar 2001
3
2
Nr. 17 - 25. januar 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Lítið men
stóran týdning
Nú almenna tjakið rúm-
ar stórmál sum framtíð-
arstøðu Føroya, stjørnu-
krígsætlanir, veðurlags-
broytingar osfr., man
slíkt sum nyttan og brúk
av endurskini helst ikki
verða tað, sum kemur
okkum til hugs í fyrstu
atløgu. Men hóast lítið í
vavi so hevur nettupp
hesin luturin ótrúliga
stórt virði. Tá hugsað
verður um einstaka
mannalívið.
Sjónvarpið hevði eftir
okkara tykki eina rætti-
liga sigandi og positiva
søgu í Degi og Viku týs-
kvøldið. Ein søga, sum
ikki eigur at fara aftur
um, uttan at hon hevur
givið okkum øllum nak-
að at hugsa um.
Søgan snúði seg um
nakað so einfalt sum at
brúka endurskin. Hon
snúði seg um stóra
vandan hjá gongufólki í
ferðsluni hesa myrku
ársins tíð. Hon snúði
seg um, hvussu ein-
staklingar, sum hava sítt
arbeiði í ferðsluni,
kunnu vera við til at
betra um ferðslument-
anina og í síðsta enda at
bjarga mannalívum.
Eini hjún í Eystur-
oynni, sum bæði eru
bussførarar og harvið
kenna teir mongu vand-
ar, ið alla tíðina lúra í
ferðsluni, hava av sínum
eintingum átikið sær av
útvega endurskin og lata
teimum bussferðandi
tey. Út frá royndum sín-
um sum bussførarar vita
tey, hvussu ómetaliga
stóran týdning eitt so
lítið ting sum endurskin
kann hava fyri nakað so
stórt sum eitt mannalív.
Er myrkt í veðrinum,
regnar og eru fólk til
gongu og í svørtum
klæðum, ja so eru hesi
at meta sum potentiell
ferðsluoffur. Hvussu
nógvir bilførarar tað
verið seg í arbeiði ella í
privatkoyring hava ikki
einaferð ella fleiri ferðir
verið líka við at koyra
eitt av hesum “svørtu”
fólkunum yvir!
Ráðið fyri Ferðslu-
trygd hevur oftani skip-
að fyri tiltøkum til
frama fyri nýtslu av
endurskini. Men tað er
ikki lætt at venja fólk til
at brúka endurskin, tá
tey ikki eru von við tað.
Í veruleikanum er brúk
fyri eini ella aðrari hug-
burðsbroyting, har fólk
veruliga geva sær far
um teir vandar, sum alla
tíðina lúra í ferðsluni.
Hava vit sum foreldur t.
d. ikki skyldu til at
hugsa um okkara børn
eins og okkum sjálvi!
Tað er einki minni enn
ein mirakkul, at so “fá-
ar” veruligar vanlukkur
hava staðist av, at fólk
ikki brúka endurskin.
Frálíka tiltakið hjá
bussførarahjúnunum í
Eysturoynni átti at fing-
ið onnur at rakna við. Ja
tað átti at fingið Ráðið
fyri Ferðslutrygd at tik-
ið hetta upp og givið tí
1. prioritet. Nú tá tú
ikki kann tvinga fólk til
at brúka endurskin átti
man at umhugsað aðrar
alternativar loysnir sum
hana í Eysturoynni.
Til hjúnini í Eystur-
oynni kunnu vit bert
siga: -Gott í tykkum.
Haldið fram og fáið
tykkara kollegar aðra-
staðni í landinum at
gera sum tit. Til Ferðsl-
utrygd: -Útvegið fleiri
endurskin og latið tey
verða tøk á almennum
plássum sum eitt nú í
bussunum. Og til SvF: -
Slíkar sólskinssøgur
fløva í øllum tí annars
negativa tíðindameldri-
num, sum tíanverri eis-
ini er ein partur av ger-
andisdegnum.
Sosialurin
DAGSINS MEINING
Petur Waagstein farin
20. januar frættu vit deyðs-
boðini av Peter Waagstein,
yvirlækna, sum gjørdist 88
ára gamal. Hann varð fødd-
ur 7. desember 1912. For-
eldur hansara vóru Sanna,
f. Dahl úr Vági og Jógvan
Waagstein,
lærarin
úr
Klaksvík, megnar tóna-
skaldið – og organistur við
Havnar Kirkju í eitt manna-
minni.
Peter
Waagstein
tók
læknaprógv í Keypmanna-
havn og virkaði síðan sum
lækni undir krígnum og var
á Maribo Sjúkrahúsi, tá
hann í 1948 tók við starvi
sum einsamallur lækni í
Ilulisana, í tí víða lækna-
døminum norðuri í ísinum í
Jakobshavn. Hann hevði
bundið seg at vera har í eitt
ár, men tey blivu 9. Har
vóru tey øll árini eftirhond-
ini vóru børnini fimm, tá
hann tók við starvinum
sum yvirlækni á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi í 1958. Í 1978
fluttu tey aftur til Danmark-
ar og búði á ellisárunum í
Værløse. Konan Lisbeth
doyði fyri nøkrum árum
síðani, og nú leygardagin
verður Peter Waagstein
jarðaður frá Værløse kirkju.
Í 1959 gav Peter Waag-
stein út bókini »Ilulisana
Nokarsok«, har hann sigur
frá árunum í Grønlandi og
viðurskiftunum sum einsa-
mallur lækni og lýsir væl
frá um vinfólk, hann vann
sær har. Tað hendi eisini
teimum, at lítli sonurin
varð álopin av hundunum,
men tað eydnaðist at bjarga
honum undan óhugnaligu
hendingini, sum av og á
kann vera beiski veruleikin
hjá teimum, sum búleikast
har norðuri í ísinum. Og í
1989 kom bókin »Klaksvig
kalder«, her sigur Peter
Waagstein frá barnaárunum
í Havn, lestrarárunum í
Keypmannahavn og áru-
num í Klaksvík, um broyt-
ingartíðina, »hvor Færøer-
ne forvandledes fra et fors-
ømt og afsidesliggende
samfund til en moderne
fiskerination med et ud-
viklet sundhedssystem«.
Hann skrivaði eisini av
og á greinar í »Ugeskrift
for læger«, og fyri nøkrum
árum síðani stóð grein í tíð-
arritinum »Ciba Symposiu-
m« við heitinum »A Doctor
in the Arctic Circle«.
Ellisárini búðu hjúnini
Waagstein í Værløse. Petur
vitjaði heim á klettarnar av
og á og trúgvur var hann
móti frændum sínum alla
sína tíð – og nú hann er
farin er Mia Waagstein
Johansen einasta, sum eftir
er av systkinaflokkinum hjá
gamla Waagstein.
jl
Óli P 65
Í gjár fylti teknarin hjá Sos-
ialinum, Óli Petersen 65 ár.
Og tey sum eru komin so
langt í hesi grein hava
longu hug at smílast, tí Óli
er eitt 65 ára gamalt dømi
um, at so at siga alt í lívi-
num hevur eina stuttliga
síðu, hava vit eitt opið sinni
og vilja vit síggja tað stutt-
liga í øllum lutum. Tað er
eisini nakað stuttligt við
teimum
mest
keðiligu
menniskjunum, vit kenna,
teimum í okkar eygum,
røttu lívsfornoktarunum og
Óli er meistarin at tekna
hesar skuggasíður, so tær
náa okkara smílibondum.
Um vit ímynda okkum, at
øll fólk í samfelagnum
vóru eins, øll fóru upp um
somu tíð, røktu sínar skyld-
ur,
guldu
rokningarnar
rættstundis, bóru seg rætt at
í hvørjari einastu støðu tey
komu í. Um øll høvdu
somu meiningar, talaðu við
eini tungu og bara vóru
mynsturborgarar. Á hvat
lívið hevði verið keðiligt.
Var alt soleiðis, so áttu vit
ongan Óla og so hevði Óli
helst gingið heilt anonymur
onkunstaðni innan Klakk í
Klaksvík, har hann var
borin í heim í 1936, tá
heimurin var ein heilt annar
enn i dag, tó menniskjan er
tann sama.
Óli hevur næstan profet-
isk evnir og hann sær nógv
meira enn vit onnur, ella
hann sær ørvísi enn vit
onnur. Hann sær tað stutt-
liga, er satirikari um ein
háls, og er ein meistari at
síggja avleiðingarnar av tí
sum hendir í samfelagnum,
ikki bara í reinum bakklók-
skapi, tí hann hevur profet-
isk evnir.
Krevja vit av teknara-
num, at hann skal vera ó-
heftur, so køva vit hann
beinanvegin. Og hvat er
sannleikin, hetta er ein av
teimum heilt stóru filosof-
isku spurningunum. Kendi
heimsspekingurin Imanuel
Kant, sáli, hevur eitt boð.
Hann sigur: “Tú kann ikki
skilja sannleikan sum hann
er, tú kann bara skilja hann
soleiðis sum hann vísir seg
fyri tær sjálvum.”
Tillukku við degnum og
má tað komandi árini eydn-
ast tær at ganda nógvar
spannir av krunkasvørtum
tusjblekki um til svalandi
og forfrískandi smíl í okk-
ara gerandisdegi, sum akk-
urát nú er fyltur av irriter-
andi dýggjvátari gráari
eysturætt.
Jústinus
NØVN Í VIKUNI