hósdagur 25. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Náttúrufriðingarnevn
din hevur tikið av-
gerð um, at økið inni í
Sandvíkum skal
friðast. Hetta varð
gjørt eftir at feløg og
privatpersónar høvdu
sent nevndini um-
sókn um at friða økið.
Tórshavnar býráð
hevði annars samtykt
at lata ítróttinum
økið, men hetta
verður væntandi av
ongum
FRIÐING
Stefan í Skorini
Mikið kjak hevur verið um
hetta økið inni í Sand-
víkum. Býráðið hevur havt
ætlanir um at nýta økið til
ítróttarvirksemi,
meðan
onnur fólk hava heitt á
Náttúrufriðingarnevndina
um at friða økið.
Nevndin hevur nú tikið
støðu. Hon mælir til, at hes-
in vakri blettur skal friðast.
Fólk
kunnu
tó
skjóta
avgerðina hjá Náttúrufrið-
ingarnevndini inn fyri Yvir-
friðingarnevndina
innan
fýra vikur. Væntandi er tó,
at Yvirfriðingarnevndin fer
at taka somu støðu og friða
økið, men hetta er tó ikki
heilt greitt enn.
Ber av í vakurleika
Nevndin hevur fleiri grund-
gevingar fyri, at økið verð-
ur friðað.
Hon sigur í grundgeving-
ini:
»Nevnda økið ber av í
vakurleika, liggur væl fyri
og hevur sereyðkennir í
landslagnum, plantugróðri
og
djóralívi,
líkasum
nevndin eisini er av tí
áskoðan, at økið hevur stór-
an týdning fyri fólk og fæ.
Eisini metir nevndin, at tað,
ið laðað er, hevur stóran
týdning«
Úrskurðurin hjá Náttúru-
friðingarnevndini er, at
økið í Sandvíkum – frá
Sandvíkarryssu og inn á
Kallanes, frá sjóvarmálan-
um og niðan til landsvegin
– verður at friða.
Nevndin hevur fingið
umsóknina
frá
Hanusi
Vang, fyrrverandi bónda í
Hoyvík, Føroya Náttúru- og
Umhvørvisverndarfelagi
og øðrum áhugaðum.
Hesi vóru fyri jól á fundi
við Náttúrufriðingarnevnd-
ini, har tey vístu á, hví tey
meta, at hetta økið skal
friðast.
Á seinasta býráðsfundi
hjá fráfarna býráði, ið var
fyri jól, samtykti tað at lata
800.000 krónur til at keypa
hetta økið frá Jarðarráð-
num. Uppskotið var sam-
tykt við tólv atkvøðum fyri
og einari ímóti. Bara Páll
Petersen atkvøddi ímóti.
Býráðið hevði ætlanir um
at nýta hetta økið til ítrótt,
og ætlanin var, at felagið
Byrsumúli skuldi fáa økið
at skjóta á.
Gamalt mál
Hetta málið hevur verið til
viðgerðar í ymsum stovn-
um í fleiri ár. Í 1996 sam-
tykti býráðið av broyta
býarskipanina, og tað hevði
við sær, at økið í Sandvík-
um skuldi nýtast til skjót-
ing. Landsstýrið staðfesti í
1998 hesa avgerðina hjá
býráðnum.
Í 1997 varð umsókn
fyrstu ferð send friðingar-
nevndini um at friða økið,
og nú hevur henda nevnd
tikið ta avgerð, at økið skal
friðast.
Økið í Sandvíkum friðað
Býráðið hevði játtað 800.000 krónur til at keypa hetta økið frá Jarðarráðnum, men nú hevur Náttúrufriðingarnevndin gjørt av,
at hetta økið skal hava frið
Mynd: Álvur Haraldsen
Vegna illveðrið sein-
astu dagarnar hevur
størsti parturin av
føroyska flotanum
ligið við bryggju.
Hetta ávirkar ikki
prísin munandi, men
trýstir hann nakað
niður, tí allir hava
verið inni og landa í
senn, heldur reiðari
FISKIVINNA
Stefan í Skorini
Illveður hevur verið um
havið um Føroyar seinastu
dagarnar, og hetta hevur
forðað fleiri fiskiførum í at
fara til fiskiskap. Tey liggja
ístaðin bundin við bryggju,
og manningin kann taka
sær av løttum. Veðrið hevur
eisini verið so ringt, at
Norrøna avlýsti túrin til
Hanstholm mánadagin, tí
tað hevði ikki borið til at
komið aftur til ásettu tíðina.
Eingir av partrolarunum
hava verið til fiskiskap
seinastu dagarnar, og smá-
bátarnir liggja eisini allir
sum ein. Sama skilið er hjá
djúpvatnstrolarunum, sum
ikki fiska nakað hesar dag-
arnar. Teir flestu línubátar-
nir landaðu beint áðrenn
illveðrið og fóru ikki út-
aftur beinanvegin. Um nak-
ar er úti, so liggja teir óivað
bakk.
Reiðararar, halda tó ikki,
at hetta hevur ávirkað prís-
irnar í so stóran mun, sum
man kanska kundi vænta,
men tó sæst tað aftur á
prísinum.
Av tí at nógvir bátar vóru
inni og landaðu í senn,
trýsti tað tó prísin nakað
niður, tí útboðið vaks.
Upsa- og toskaprísurin er
fallin nakað seinastu tíðina,
men tað er tó ikki orsakað
av illveðrinum.
Annars er at frætta, at
prísurin sum heild hevur
verið ómetaliga góður sein-
asta hálva árið, og beint fyri
jól var hann náddur so langt
upp, at hann sjáldan hevur
verið hægri. Nú er prísurin
tó dalaður nakað aftur.
Tað er væntandi, at flestu
bátarnir leggja frá landi
aftur í dag, hósdagin. Veð-
urfrøðingarnir
siga,
at
fríggjadagin verður veður
aftur at fiska, tí tá makar
hann vindin munandi. Bát-
arnir fara út nakað áðrenn,
so teir eru tilreiðar, tá lík-
indini batna.
Flotin liggur
Nr. 17 - 25. januar 2001
5
4
Nr. 17 - 25. januar 2001
– Vit eiga heldur at
syrgja fyri at fáa, sum
mest burturúr teim-
um íløgum, sum
verða gjørdar í Føroy-
um, sigur av landsins
størstu alarum
ALING
Áki Bertholdsen
– Tað er skeivt at seta av-
markingar í verk fyri,
hvussu vit skulu arbeiða í
alivinnuni í Føroyum.
Tað heldur Frímund
Hansen, sum er ein av
oddamonnunum í einum av
risanum í føroysku alivinn-
uni, Vestsalmon.
Hann sigur, at hann er
ikki samdur í, at tað er rætt
at seta lógir í gildið, sum
avmarka møguleikarnar hjá
teimum, sum eru í ali-
vinnuni, at arbeiða frítt.
Hann sipar til regluna
um, at útlendingar mugu
ikki eiga meiri enn 33% av
einum føroyskum alivirki.
Og hann sipar til ætlaðu
regluna um, at onki einstakt
felag má eiga meiri enn 10-
20% av samlaðu alivinnuni.
– Vit eiga ikki at seta
slíkar avmarkingar í gildið,
tí tær tæna ongum enda-
máli, sigur hann.
– Vit eiga heldur at fáa
sum mest burturúr teimum
íløgum, sum verða gjørdar í
Føroyum
– Vansarnir við at seta
slíkar reglar í gildið eru
nógv størri enn fyrimunir-
nir, sigur Frímund Hansen.
Við hesum váttar hann
sostatt, at tað eru fyrimunir
við at áseta slíkar reglar.
– Fyrimunurin kann vera,
at fáa útlendingar so stórt
vald, so at teir kunnu stýra
av føroysku alingina uttan-
lands, kunnu teir minka um
alingina í Føroyum, um teir
síggja sær onkran fyrimun
burturúr tí, eitt nú fyri at
fremja virksemið í øðrum
alivirkjum, sum teir hava
aðrastaðni.
Hinvegin heldur hann, at
tað kunnu vera fleiri fyri-
munir við at fáa útlendingar
upp í alivinnuna.
Hann vísir m.a. á, at tann,
sum setir pening í alivinn-
una, setir ógvuliga nógvan
pening í vága, tí alivinnnan
bindur nógvan pening.
– Og eru útlendingar
uppi í, taka teir eisini sín
part av váganum og sostatt
eru tað fleiri um at bera
vágan.
Hann heldur ikki, at nak-
að hald er í óttanum um, at
útlendsk luttøka í føroysku
alivinnuni eisini førir við
sær, at yvirskotið fer av
landinum.
–Tað fara at ganga nógv
Harrans ár, áðrenn nakað
yvirskot fer av landinum, tí
tað hevur ongin ráð til, sum
er. Alt yvirskotið, sum tað
er,verður tvørturímóti brúkt
til íløgur fyri at menna
alingina enn meiri, tvs, til
íløgur í útgerð og í fisk o.a.
So eg kenni onki til, at nak-
að yvirskot fer av landin-
um. Og skuldi nakað yvir-
skot verið at sent av landin-
um, verður tað væl og
virðiliga skattað í Føroyum,
áðrenn tað fer nakran veg.
Kunnu læra
Frímund Hansen vísir eisini
á, at hóast føroyingar eru
blivnir dugnaligir at ala, er
tað framvegis ein hópur,
sum vit vit útlendignar
kunnu læra okkum á yms-
um økjum.
– Føroyingar duga væl at
fáa framleiðslukostnaðin
niður á sjálvum alivirkjun-
um. Men, hvat marknaðin-
um viðvíkur, kunnu útlend-
ingar læra okkum ein hóp.
Eitt nú kunnu teir læra
okkum ein hóp um at finna
nýggjar marknaðir.
– Somuleiðis kunnu teir
læra okkum ein hóp um,
hvussu vit fáa fatur á sum
mest av tí peningi, sum
liggur
ímillum
sjálvan
framleiðslukostnaðin
og
tað, sum laksurin kostar í
kølidiskunum í handlunum
runt um. – Har er ein stórur
munur í peningi og tað,
sum vit mugu miðja eftir,
er, at fáa sum mest av tí
prísmuninum at verða ver-
andi í Føroyum, sigur Frí-
mund Hansen.
Føroyska alivirkið,
Vestsalmon, kannar
nú møguleikarnar
fyri at fara undir
aling í Íslandi. Kemur
tað so langt, fara vit
at byrja varisliga,
sigur Frímund
Hansen
VINNULÍV
Áki Bertholdsen
Tað eru ikki bara útlending-
ar, sum eru áhugaðir í at
sleppa uppí alivinnuna í
Føroyum. Tað gongur eisini
hinvegin, tí nú eru føroy-
ingar eisini blivnir áhugaðir
fyri at fara undir aling utt-
anlands.
Tað er ein av allarstørstu
alivirkjunum í Føroyum,
Vestsalmon, sum nú er far-
ið at kanna møguleikarnar
at fara undir aling uttan-
lands.
Vestsalmon hevur fyri-
bils vent eyguni ímóti Ís-
landi og er farið at kanna
møguleikarnar
fyri
at
sleppa upp í alivinnuna í
grannalandinum fyri vest-
an.
Frímund
Hansen
á
Vestsalmon váttar, at teir
eru farnir at hyggja út um
landoddarnar og at Ísland
er tað landið, sum teir í
fyrstu syftu hugsa um.
Men hann leggur dent á,
at fyribils er alt á kanning-
arstøði og at enn er onki
avgjørt.
Hann sigur, at umboð
fyri Vestsalmon hava verið
eina kanningarferð í Ís-
landi, har teir hava hugt at
umstøðunum.
Fyribils er tað Seyðis-
fjørður, sum teir eru mest
áhugaðir í.
– Har er ferðasambandi í
lagi við tað, at Norrøna
siglur hagar, so tað er nær-
liggjandi at kanna møgu-
leikarnar har fyrst. Men
sjálvandi eru eisini aðrir
møguleikar, sigur Frímund
Hansen.
Men hann sigur, at enn er
langt eftir á mál, áðrenn
nøkur aling verður tikin
upp, um tað yvirhøvur
kemur so langt.
– Tað eru nógvir spurn-
ingar eftir at loysa. Vit
kenna ikki íslendska lógar-
verkið á økinum. Eitt nú
vita vit ikki, um teir hava
avmarkingar fyri útlendsk-
ari luttøku í alivinnuni, eins
og føroyingar hava, ella
ikki. Og eru slíkar reglur,
vita vit ikki, hvussu strang-
ar tær eru. Vit vita heldur
ikki, hvussu umstøðurnar
eru við algum, ella við
rekandi ísi, o.s.fr.
– Vit vita heldur ikki,
hvussu
er
vorðið
við
smolti.
Hann sigur, at kemur tað
so langt, skuldu teir helst
kunna fingið smolt úr
Íslandi fyri at sleppa undan
vandanum fyri at draga
óynsktar sjúkur til Íslands
við smoltum uttaneftir.
– Men vit vita heldur
ikki, um tað yvirhøvur ber
til at fáa smolt úr Íslandi.
Hann vísir eisini á, um-
støðurnar at ala eru øðrvísi
í Íslandi enn tær eru í Før-
oyum. Eitt nú er sjógvurin
kaldari. Alingin, sum hevur
verið har yviri, hevur ikki
gingið so vælø So alt í alt
eru tað nógvir spurningar at
kanna til botns, áðrenn
nøkur aling kemur uppá tal.
Annars heldur hann, at
onnur viðurskifti eru í lagi
á Seyðisfjørðinum, eitt nú
landslag, dýpdir, ferðasam-
band o.s.fr.
Byrja varisliga
Norska blaðið Fiskaren
endurgav nú um dagarnar
íslendskt sjónvarp fyri at
siga, at ætlanin var var gera
eina alistøð í Seyðisfirði,
har tað skulu alast ímillum
4.000 og 8.000 tons av laksi
um árið.
– Tað er onki hald í tí
hesum tíðindunum. Kemur
tað so langt, at vit taka
aling upp í Íslandi, verður
tað byrjað við størsta var-
semi, sigur Frímund Han-
sen.
Hóast hann er varin, dylir
hann ikki fyri, at hetta
kundi verið ein møguleiki
at ment og styrkt Vestsal-
mon og at givið virkinum
eitt bein afturat at staði á.
– Tað skerst ikki burtur,
at møguleikarnir í Føroyum
eru avmarkaðir. Fyri tað
fyrsta er landið so lítið, at
tað er mark fyri, hvussu
nógvari aling tað er pláss
fyri. Samstundis hevur løg-
tingið avmarkað møguleik-
arnar hjá alivirkjum at
menna seg. Hann hugsar
m.a. um regluna um, at
útlendingar kunnu ikki eiga
meiri enn 33% av einum
føroyskum alivirki. Hann
hugsar eisini um regluna
um regluna, sum ætlanin er
at seta í verk, um, at onki
einstakt virki kann ikki eiga
meiri enn 20% av samlaðu
alingini í Føroyum.
Føroyska alivirki, Vest-
salmon, hugsar nú um at
sleppa upp í aling uttan-
lands. Fyribils hava teir sett
kikaran á Ísland, har teir
hava hugt eftir umstøðunum
á Seyðisfirði
Tað fer onki yvirskot
av landinum enn á sinni
– Tað er skeivt at seta mark fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga av føroyskari aling, sigur
ein av allarstørstu alarum í Føroyum
Hyggja at alimøguleikum í Íslandi