Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 25. januar 2001 7 6 Nr. 17 - 25. januar 2001 – Tað er heilt burtur- við, at Maskinmeist- arafelagið hevur kravt 40% í lønarhækking til teir, sum skulu sigla við Brimli. Vit hava kravt ímillum 7,65 og 25,1% og tað er ikki órímiligt, sigur Maskinmeistara- felagið SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen – Tá ið Fíggjarmálastýrið ferð eftir ferð kunngerð, at vit hava kravt 40% í lønar- hækking, er tað heilt burt- urvið. Tað sigur Føroya Maskinmeistarafelag í eini viðmerking til støðuna nú í tólvta tíma, áðrenn málið um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, verður lagt fyri tingið. Maskinmeistarafelagið sigur, at tað hevur frá fyrsta degi lagt dent á, at talan er um samráðingar um eitt nýtt skip hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. – Viðvíkjandi maskinút- gerð, er Brimil soleiðis út- gjørdur, at eftir manningar- lógini verða munandi størri útbúgvingar- og førleika- krøv sett til maskinmenni- nar umborð á honum, enn tað verða sett til maskin- menninar á nøkrum øðrum skipi, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur, ella nakrantíð hevur havt. – Eins og í øllum øðrum yrkjum, eigur hetta økta krav í sjálvum sær at føra eina hægri løn við sær. – Afturat hesum hava vit víst á, at lønarlagið hjá maskinmonnunum, sum sigla við Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni, er alt ov lágt afturímóti tí, sum maskinmeistarar fáa í løn øðrum vinnum bæði her heima og uttanlands, sigur Maksinmeistarafelagið. Felagið sigur, at eftir sátt- málunum, sum nú eru, fáa maskinmenninir eina byrj- unarløn løn, sum er úr 18.840 krónum til tann lægstlønta, upp í 20.811 krónur til tann hægst lønta. – Hetta er, sum sagt, løn- in til teir, sum eru við skip- um, har krøvini til maskin- menninar eru linari enn til teir, sum skulu sigla við Brimli. – Tað seinasta uppskotið frá Maskinmeistarafelag- num er, at tann lægstløni skal fáa 20.268 krónur í løn um mánaðin og at tann hægst lønti skal fáa 26.043 krónur í løn um mánaðin. Hetta er ein lønarhækk- ing uppá ávikavist umleið 7,6 % til tann lægst lønta og uml 25,1 % fyri tann hægst lønta. Maskinmeistarafelagið sigur, at hetta kann tykjast eitt sindur ógvusligt. – Men orsøkin er júst tann, at fyri at kunna røkja maskinrúmið umborð á Brimli, verða krøv sett um munandi hægri útbúgving- ar- og førleika enn til hini skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. – Til at at lúka treytirnar, sum skulu lúkast fyri at kunna sigla við Brimli, krevst tvey ára longri skúlagongd, umframt 2 mánaðar maskintænasta. – Verður hetta tikið við í metingina, er als ikki talan um nakað órímiligt krav, sigur Maskinmeistarafelag- ið. Heilt burturvið at vit hava kravt 40% í lønarhækking Tað, sum vit hava kravt, er rímiligt, tí krøvini til maskinmeistararnir umborð á Brimli eru nógv størri, enn krøvini til meistararnir á Tjaldrinum, sigur Maskinmeistarafelagið Andstøðan sleppur neyvan í gjøgnum løgtingið við einum uppskotið um at varðveita rentustuð- ulin á 48 prosentum. Samgongan tekur ikki undir við málinum RENTUSTUÐUL Magnus Dam Tey, sum hava rentuút- reiðslur av sethúsalánum, mugu leggja eitt sindur meira til síðis til rentu- útreiðslurnar í ár. Stuðulin lækkaði 1. januar úr 48 nið- ur í 44% av rentuútreiðsl- unum. Stendur tað til andstøð- una í løgtinginum skal hendan lækkingin setast úr gildi og stuðulin varðveitast uppi á 48%. Andstøðan legði fyri jól fram eitt uppskot, sum mælir til at at seta úr gildi lækkingina. Orsøkin er, at rentan á sethúsalánum er hækkað nógv seinastu tíðina, og tað er sostatt vorðið dýrari at sita í egnum húsum. Uppskotið hjá andstøð- uni miðaði eftir at steðga tí stigvísu lækkingini av stuð- ulinum, sum byrjaði 1. januar og heldur fram til 1. januar 2003, tá ið stuðulin er komin niður í 40% av rentuútreiðslunum. Uppskotið hevur verið til viðgerðar í fíggjarnevndini, og í gjár legði nevndin fram álit í málinum. Og eftir álit- inum at døma, verður upp- skotið felt, tá ið tingmenn fara at atkvøða við aðru viðgerð. Samgonguumboð- ini í nevndini taka nevniliga ikki undir við uppskotinum og mæla løginginum til at vraka tað. Trýstir prísirnar upp Umboðini grundgeva ikki fyri sínum sjónarmiðum, men tá ið 1. viðgerð var av uppskotinum, gjørdi Sámal Petur í Grund úr Sjálv- stýrisflokkinum greitt, at hann ikki tók undir við uppskotinum, tí tað er eitt nú rentustuðulin, sum hev- ur elvt til, at sethúsa- prísirnir eru so høgir í dag. Stuðulin trýstir prísirnar upp, vildi tingmaðurin millum annað vera við. Sámal Petur í Grund vísti eisini á, at uppskotið fer at tyngja um útreiðslurnar hjá kommununum, tí tær skulu sambært uppskotinum gjalda 15% av rentustuðl- inum í staðin fyri 13% sum í dag. Um tað eru hesi sjónarmiðini, sum hava fingið samgonguumboðini til at mæla frá uppskotin- um, er ikki greitt. Undir 1. viðgerðini gjørdi Óli Breckmann kort- ini greitt, at hann tekur undir við uppskotinum. Um aðrir samgongutingmenn hava somu støðu, fæst at vita, tá ið uppskotið kemur til aðru viðgerð, men líkt er til, at samgongan eins og í øðrum málum stendur sam- an um at vraka uppskotið. Umboðini hjá Javnaðar- flokkinum og Sambands- flokkinum, sum løgdu upp- skotið fram, mæla løgting- inum til at samtykkja uppskotið. Sambært upp- skotsstillarunum fer tað at kosta millum 500 og 1000 krónur meira um mánaðin hjá einari familju at gjalda sethúsalánini, um rentu- stuðulin fer niður í 44%, nú rentan samstundis er hækkað nógv. Sethúsaeig- arar kunnu sostatt byrja longu nú at leggja nakrar hundrað krónur afturat út- reiðslusíðuni hvønn mánað. Rentustuðulin lækkar Sethúsaeigarar mugu brynja seg til at gjalda meira í rentu- útreiðslum í ár og komandi ár. Rentustuðulin lækkaði 1. januar úr 48 niður í 44% Í apríl verður farið undir arbeiðið at byggja um telefon- verksbygningin og tinghúsið innan. Ætlanin er, at bygn- ingarnir við árslok saman skulu mynda eitt nýtt føroyskt tinghús UMBYGGING John Johannessen Gongst sum ætlað, hava føroyingar eitt nýtt tinghús á Vaglinum í Havn í desem- ber í ár. Í apríl verður farið undir arbeiðið at inrætta tinghús- ið av nýggjum, umbyggja telefonverksbygningin og knýta báðar bygningarnar saman til eitt nýtt tinghús. Løgtingsskrivstovan hev- ur í lýsingum í bløðunum heitt á áhugaðir arbeiðstak- arar, um senda inn upplýs- ingar, so Løgtingsskriv- stovan saman við Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen, arkitekti, og Karl Jacob Danielsen, byggifrøðingi, kunnu gera av, hvørjir ar- beiðstakarar eru egnaðir til at bjóða upp á arbeiðið. Boðið út í tveimum Arbeiðið at gera nýggja tinghúsið verður boðið út sum tvær sjálvstøðugar verkætlanir. Onnur fevnir um at umbyggja telefon- verksbygningin og knýta hann saman við verandi tinghúsi. Hin fevnir um at innrætta verandi tinghús av nýggjum. Verkætlanin at byggja um telefonverksbygningin er í trimum pørtum. Fyrst skal telefonhústornið takast nið- ur. Síðani skal sjálvur høv- uðsbygningurin leingjast við nýggjum trapputorni. Í triðja lagi skal ein tilbygn- ingur gerast í trimum hæddum í leingjan av høv- uðsbygninginum. Og at enda skal ein glasgongd gerast millum nýggja til- bygningin og sjálvt ting- húsið. Ætlanin er, at farast skal undir hetta arbeiðið fyrst í apríl í ár, og meiningin er, at tað skal vera liðugt fyrst í desember. Verkætlanin at byggja um verandi tinghús innan er eisini ein stór verkætlan. Tinghúsið skal fullkomiliga gerast av nýggjum innan. Húsið skal hava ein nýggj- an tingsal, sum við áhoyr- araplássum og pressubás- um fyllir alt húsið. Opið skal vera upp í tróðri, men kortini skal ein plattur ger- ast oman fyri salin til press- una. Arbeiðið at byggja um tinghúsið skal eftir ætlan byrja í apríl og vera liðugt fyrst í november. 22,4 milliónir Á fíggjarlógini fyri í ár eru settar 22,4 milliónir av til nýggja tinghúsið. Men hendan kemur at hava við sær sparingar í framtíðini. Tí tá nýggja og stóra ting- húsið er liðugt, er ikki longur neyðugt at leiga gomlu Dimmu í Erling Jalsgøtu 6 til Løgtings- skrivstovuna. Ætlanin er nevniliga, at alt tingarbeið- ið skal vera savnað í nýggja løgtingshúsinum. Meðan umbygt verður fer løgtingið at halda til í Út- varpshøllini, eins og tað gjørdi, tá tinghúsið í fjør varð umvælt uttan. Fáa nýtt tinghús í desember Ting- og landsstýrismanningin savnað uttan fyri tinghúsið beint eftir fyrsta tingfundin, eftir at tinghúsið var liðugt umvælt uttan. Í desember kann manningin savnast í einum heilt nýggjum tinghúsi, sum verandi tinghús er partur av Mynd: Jens Kristian Vang Løgtingið samtykti týsdagin, at øll føroysk lóggáva skal galda út til 12 fjórð- ingar úr Føroyum í staðin fyri tríggjar sum nú. Orðaskiftið týsdagin snúði seg bert um sjálvt orðið sjóumveldi SJÓUMVELDI Magnus Dam Tá ið Poul Watson vitjaði í summar helt hann seg aloft- ast meira enn tríggjar fjórð- ingar úr landi. Har kundi eingin gera honum nakað, tí har er vanlig føroysk lóg- gáva ikki galdandi. Hann kom kortini inn um við- hvørt, og fyri hetta var hann seinni dømdur í Føroya Rætti, tí hann hevði fingið greið boð um at halda seg meira enn tríggjar fjórðing- ar úr Føroyum. Kemur Poul Watson til Føroya eina aðru ferð, so er ikki nóg mikið hjá honum at halda seg tríggjar fjórð- ingar úr landi. Tá skal hann heilt út á 12 fjórðingar, um hann vil hava frið fyri før- oysku løgregluni. Løgtingið samtykti týs- dagin, at vanlig føroysk lóggáva skal galda út á 12 fjórðingar. Fyri at brúka orðingina hjá meirilutanum í løgtingum, so er sjóum- veldismarkið víðkað úr trimum út á 12 fjórðingar. Avleiðingarnar av at víðka sjálvt markið, fingu kortini ikki nógvar viðmerkingar, tá ið løgtingið viðgjørdi uppskotið við aðru viðgerð týsdagin. Stríð um orð Tingmenn høvdu orðið 24 ferðir undir viðgerðini, og at kalla hvørja ferð snúði orðaskiftið seg um eitt broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlands- nevndini. Meirilutin vildi strika orðið sjóumveldi og brúka orðið sjóøki í staðin. Sambært meirilutanum er orðið sjóumveldi eitt ókent orð í føroyska málinum, meðan orðið, sum altíð hevur verið brúkt í hesum sambandi, er sjóøki. Teir mæltu tí løgtinginum til at broyta orðingina í lógini. Hetta elvdi til rættiliga drúgvt kjak, sum helst ørkymlaði tingmenn, meira enn gott er. Landsstýrið, sum átti lóg- aruppskotið, og ávísir ting- menn hildu uppá sítt, með- an aðrir tingmenn hildu uppá sítt. Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg greiddu frá, at munur er á teimum báðum orðunum, og at tað rættara orðið er sjóumveldi. Høgni Hoydal segði, at eitt umveldi er eitt myndug- leikaøki – tað vil siga eitt rættarligt hugtak, meðan orðið øki bert er eitt landa- frøðiligt hugtak. Og hesi sjónarmiðini vóru eisini tey, sum vunnu frama. 15 atkvøður vóru fyri broyt- ingaruppskotinum um orð- ið sjóøki, meðan 15 vóru ímóti. Sostatt fall uppskot- ið. Hetta ber í sær, at før- oyska sjóumveldismarkið nú er 12 fjórðingar, og innanfyri hetta er øll vanlig føroysk lóggáva galdandi. Hitt markið, sum føroying- ar ofta hoyra umrøtt er fiskimarkið, og tað er fram- vegis 200 fjórðingar úr landi. Myndatekstur: Næstu ferð, Poul Watson kemur til Føroya, noyðist hann at halda seg 12 fjórðingar úr landi, skal hann ikki verða tikin. Sjóumveldið verður nú víðkað frá trimum út á 12 fjórðingar Sjóumveldið út á 12 fjórðingar Næstu ferð, Poul Watson kemur til Føroya, noyðist hann at halda seg 12 fjórðingar úr landi, skal hann ikki verða tikin. Sjóumveldið verður nú víðkað frá trimum út á 12 fjórðingar