hósdagur 25. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 25. januar 2001
9
8
Nr. 17 - 25. januar 2001
Vit eiga at selja okk-
ara vitan heldur enn
at lata aðrar fáa hana
fyri einki, sigur stjór-
in á Skipasmiðjuni á
Skála. Hann sipar til,
at vit kunnu útflyta
okkara vitan um
skipasmíð fyri pengar
SKIPASMÍÐ
Edvard Joensen
Føroyingar eru væl fyri, tá
vit tosa um at smíða skip.
Vit klára at útvikla øll skip
minst líka væl sum aðrir, og
tí eiga vit at fáa inntøku úr,
sigur Jón Danielsen, stjori á
Skipasmiðjuni á Skála.
Hann heldur tað vera
púra skeivt at fara aðra-
staðni við allari teirri vitan,
føroyingar gjøgnum fleiri
ættarlið hava bygt upp um,
hvussu eitt fiskiskip roynist
best.
Her hugsar hann um, at
menn tosa um at fara út í
heim at smíða skip. Biðið
verður um eitt skip, og so
verður sagt, hvussu vit vilja
hava tað. Men tað er ikki
altíð, at tann útlendska
skipasmiðjan veit heilt
nágreiniliga, hvussu allir
partar um borð samstarva
best.
– Tað vita vit hinvegin á
føroysku skipasmiðjunum,
sigur stjórin á Skipasmiðj-
uni á Skála. Hann vísir á, at
júst skip, sum smíðað eru í
Føroyum, hava víst seg at
royndt mest effektiv undir
Føroyum. Bæði til fiski-
skap og ikki minst sum
arbeiðspláss.
Føroyskir fiskimenn hava
gjøgnum fleiri ættarlið
útviklað hesi skipini og
hava borið sínar royndir
víðari. Hesum hava teir,
sum teknað skip í Føroyum
tikið við og hava gjørt
skipini eftir hareftir Tey
lúka tí tey krøv og ynski,
fiskimaðurin setir til tey.
Har flýtur alt saman í eina
heild.
Mótvegis hesum hava vit
skip, sum eru umbiðin utt-
anlands. Tey verða teknað
og gjørd liðug av fólki, sum
hava heilt aðrar traditiónir
innan fiskiskap, enn vit
hava.
Tað er rætt, ásannar Jón
Danielsen, at vit hava av-
markaða nøgd av arbeiðs-
megi til at gera alt tað, vit
kundu hugsað okkum.
Men tað er heldur iki har
vit skulu kappast, sigur
hann. Tað er í lagi at lata
aðrar gera eitt nú skrokk-
arnar, sum vit hava sæt tað
við millum øðrum Teistan-
um.
Men tað, sum er áhuga-
vert í hesum sambandinum
er, at vit hava útviklað skip,
sum vit saktans kundu selt
uttanlands eisini. Vit skulu
satsa upp á teir partarnar,
sum ikki krevja so nóv fólk.
Eina teknistovu, sum kann
tekna skipið. Fáa spaniólar
ella polakkar at sveisa.
Gera liðugt heima hjá okk-
um sjálvum og so selja
aftur.
Fyri ikki at tala um at
gera okkara egnu skip. Før-
oyski fiskiflotin verður
tvingaður til útskifting heilt
skjótt. Og tað er ikki nóg
gott, um alt hetta arbeiðið
skal gerast uttanlands, tá vit
saktans kunnu gera tað her
hjá okkum sjálvum.
At tað er so nógv bíligari
uttanlands, er hann ikki
bara samdur í. Hann nevnir
dømi, har skip er smíðað í
Føroyum og klárar seg fínt,
meðan onnur, av somu
stødd, sum eru innflutt, eru
farin av knóranum.
Kanska júst tí, at tey hava
havt ábøtur fyri neyðini.
Hava mist tíð, har tað før-
oyska hevur verið effektiv-
ari bæði til fiskiskap og
landing.
Eitt nú nevnir hann eitt
trolarapar, sum smíðað er
her heima, sum siglir at
kalla í pendulferð út og inn.
Tað tekur onga tíð at landa
og gera klárt og fáa tey tí
fleiri dagar, enn onnur.
Júst her koma tær ára-
longu royndirnar, okkara
fiskimenn hava savnað, til
góðar, vísir Jón Danielsen,
stjóri á Skipasmiðjuni á
Skála, á.
Teistin verður liðugur
til ásetta tíð. 17 mars
fer hann royndartúr
og 29. mars verður
hann handaður
Strandferðsluni, sigur
stjórin á Skipasmiðj-
uni á Skála
SKIPASMÍÐ
Edvard Joensen
Nýggja
Sandoyarferjan,
Teistin, verður latin Strand-
faraskipum Landsins tann
29. mars, sigur Jón Daniel-
sen, stjóri á Skipasmiðjuni
á Skála.
Tað eru átta vikur síðan,
Teistin kom á Skála. Og um
átta vikur verður hann
liðugur, sigur Jón Daniel-
sen. Hann er sannførdur
um, at tíð fer at halda.
Tað verður arbeitt dúg-
liga umborð á Teistanum.
Eini 60-70 mans arbeiða
tólv tímar dagliga upp á
skipið. Hetta er ikki bara
fólk frá skipasmiðjuni, men
eisini undirveitarar, sum
skipasmiðjan hevur fleiri
av.
Arbeiðið gongur væl, og
eitt nú eru skrúvurnar ísett-
ar og forbundnar. Maskin-
urnar eru setir í, og lensi-
skipanin er liðug.
Til dømis ger Byggiser-
vice á Skála alla aptering-
ina umborð. El-Service ger
tað elektriska og Oilwind í
Miðvági ger hydraulikkin.
Í hesum sambandi nevnir
Jón Danielsen, at Oilewind
ger annað enn at installera
hydraulikkin. Teir hava til
dømis gjørt øll spølini
sjálvir í Miðvági.
Demich í Havn hevur
ventilatiónsarbeiðið um-
borð, og Radioservice í
Havn fer at seta nautisku
útgerðina í skipið.
Soleiðis gevur Teistin
eina rúgvu av arbeiði, eisini
aðrastaðni enn á Skála,
vísir Jón Danielsen á.
Sjálv letur Skipasmiðjan
eitt nú maskinur og skrúvu-
greiðir. Skrúvurnar á Teist-
anum eru nakað fyri seg.
Tær virka ikki bara sum
skrúvur, uttan eisini sum
róður á skipinum. Teistin
hevur nevniliga einki róður.
Men skrúvurnar, sum eru
tvær í tali, kunnu snarast
360 stig, og verða brúktar
at stýra við. Eisini er Teistin
útgjørdur við stórar bóg-
skrúvu, sum hevur 850 HK.
So um tað skuldi gjørst
neyðugt, kann skipið sigla
við síðuni til. Tríggjar
høvuðsmaskinur eru, sum
tilsamans hava eina megi
upp á 1.700 HK.
Tað verður arbeitt alla-
staðni á skipinum sam-
stundis. Teir skera og sveisa
niðri í skipinum. Isolera í
miðuni og seta plátur upp á
brúnni.
Onkur heldur kanska, at
skipið fer at sigla nógv
skjótari enn Tróndur, Men
so verður ikki, sigur Jon
Danielsen. Tíðin um Skop-
unarfjørð verður tann sama
sum nú. Tí Tróndur gongur
í grundini rættiliga skjótt.
Men munur verður á við-
urskiftunum umborð, sigur
hann. Tað verður sum dagur
og nátt.
Tríggjar salongir verða
umborð, og tær fara at
kunna hýsa 330 ferðafólk-
um um summarið og nøkr-
um færri um veturin. Tvær
eru á millumdekkinum all-
an veg fram við síðuni hvør
sínu megin. Og ein er á
ovara
dekkinum
undir
brúnni. Lyfta er av bildekk-
inum og allan veg upp, so
fólk, sum ikki eru so væl til
beins, kunnu koma upp
tann vegin.
Bildekkið verður eisini
nógv størri, enn sandoying-
ar eru vanir við, sum er.
Teistin
kann
taka
33
persónbilar ella 2 trailarar
og 12 persónbilar. Skipið
fer at hava hillar, sum verða
loraðar niður á dekkið.
Bilarnir verða koyrdir inn á
tær, og so verður alt hivað
uppaftur, áðrenn bilar síðan
verða settir inn á sjálvt
høvuðsdekkið. Tá trailarar
eru við, fer ikki at bera til at
brúka hillaranar.
Skeivt at geva vitan burtur
Teistin til tíðina
Føroyingar klára minst líka væl sum aðrir at smíða okkara
egnu skip, sigur Jón Danielsen, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála
Mynd: Edvard Joensen
Joan Mikkelsen og Elinborg Joensen, høgrumegin, praktikantar á Sosialinum, tosa við Suna Justinussen, sum arbeiðir umborð á
Teistanum
Mynd: Edvard Joensen
– Tað er ein fortreyt
fyri øllum uppgávum,
vit skulu umsita, at
neyðugur serkunn-
leiki er til staðar.
Hóast kommunurnar
í Norðoyggjum ikki
eru lagdar saman,
síggi eg allar Norð-
oyggjar sum eitt øki
fyri at kunna út-
byggja økið og seta
fólk til uppgávurnar,
sigur Eyðgunn
Samuelsen, forkvinna
í sosialu nevnd í
Klaksvíkar býráð
YVIRTØKA
Turið Kjølbro
– Størsta avbjóðingin kom-
andi fýra árini meti eg vera,
at almanna- og eldraøkið
skulu
leggjast
út
til
kommunurnar at umsita,
sigur Eyðgunn Samuelsen,
forkvinna í sosialu nevnd í
Klaksvíkar býráð.
Nýggja forkvinnan metir,
at tað er ógvuliga umráð-
andi, at hesi øki verða løgd
út, og at býtið av uppgávum
millum land og kommunur
yvirhøvur verður greiðari
enn tað er í løtuni.
– Men peningur má
sjálvsagt fylgja við. Vit
síggja í fíggjarlógini fyri
2001, at kommunurnar nú
skulu gjalda útreiðslunar
sum landið higartil hevur
borið av Nainu, fríplássum
og øðrum, uttan at komm-
unurnar eru eftirspurdar.
Soleiðis eiga yvirtøkurnar
ikki at verða framdar, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Brynja seg út
Sosiala deild í Klaksvíkar
býráð er munandi útbygd.
Leiðari er settur seinasta
heyst eins og samskipari, ið
tekur sær av barnaansingar-
økinum burturav.
– Deildin er útbygd við tí
fyri eyga, at vit brynja okk-
um út at taka ímóti fleiri
uppgávum á sosiala økin-
um. Hinvegin eigur landið
ikki at kroysta uppgávur
yvir okkum, uttan ávaring
og uttan at pengar fylgja
við. Politiskt er tað ógvu-
liga týdningarmikið, at ser-
kunnleiki verður uppbygd-
ur úti í økinum. Hóast
kommunurnar í Norðoyggj-
um ikki eru lagdar saman,
síggi eg allar Norðoyggjar
sum eitt øki fyri at kunna
útbyggja økið og seta fólk
til uppgávurnar. Saknur
hevur leingi verið á psyko-
logi til barnaverndina og
aðrar stovnar. Og eru allar
Norðoyggjarnar ikki eitt
stórt øki, er ikki orka til at
seta nóg mikið av fólki. Eitt
samstarv av einum ella
øðrum slag má vera, har
Klaksvíkin
kann
bjóða
nakrar tænastur út til hinar
kommunurnar í økinum. Eg
ímyndi mær, at fáa vit
fakfólk av ymiskum slagi,
kunnu tey brúkast í einum
breiðari høpi, til dømis á
skúlunum. Tað loysir seg
ikki í so máta at miðsavna
alt í Havn, tí tað er ov langt
burturi.
Landið í sjey
Tað er ikki nærri viðgjørt í
sosialu nevnd enn, men
Eyðgunn Samuelsen metir,
at útlit eru fyri, at lýst
verður
eftir
psykologi
skjótt. Rættiliga fitt av
peningi verður á hvørjum
ári brúkt til at keypa psyko-
log til ymsu málini.
– Barnaverndin hevur
avgjørt tørv á psykologi, og
tað loysir seg uppá allar
mátar at hava ein psykolog
í starvi burturav á staðnum.
Tá eigur orka eisini at vera
til fyribyrgandi arbeiði.
Men áðrenn vit koma so
langt, mugu vit fyrst vita,
hvat hendir við barna-
verndunum, sigur hon.
Her sipar hon til frágreið-
ingina, sum er gjørd um
barnaverndirnar, har sagt
verður, at ein høvuðsbarna-
vernd skal vera í Havn við
neyðuga førleikanum til at
taka sær av teim tungu
málunum.
– Tað eru vit ógvuliga
nógv ímóti. Tað er rætt, at
barnaverndirnar eru ov
smáar og ov nógvar. Ein
gongd leið er, at landið
verður býtt í sjey til dømis,
har ein barnavernd er í
hvørjum. Verður alt mið-
savnað í Havn, er einki
nærdemokrati og eingin
serkunnleiki verður úti um
landið. Í grundini er tað ein
fortreyt fyri øllum øðrum
uppgávum, vit skulu røkja
og umsita, at neyðugur
serkunnleiki er til staðar.
Málið er at umsita so
nógvar uppgávur sum til
ber sjálv, og ikki minst, at
uppgávubýtið verður væl
greiðari enn tað er í dag.
Barnaansingin er eitt gott
dømi, sum vísir, at tað ber
væl til at yvirtaka, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Ein grunn
til allan
arbeiðs-
marknaðin
Turið Kjølbro
Í grein í týsdagsblað-
num um fyrstu við-
gerð av lógarupp-
skotinum um nýggja
barsilsskipan, varð
Finnur
Helmsdal,
løgtingslimur
fyri
Tjóðveldisflokkin,
siteraður fyri at hava
sagt, at rættast hevði
verið, at verandi bar-
silsgrunnur
verður
varðveittur, meðan
ein
annar
verður
stovnaður fyri restina
av arbeiðsmarknað-
inum. Hetta er ikki
rætt.
- Tá eg í framsøgu-
røðuni nevndi, at
tveir grunnar skulu
stovnar heldur enn
ein, var tí eg siteraði
endan á notati, har
Tummas Magnussen
skjýtur upp, at av tí,
at so nógv hesum
víðvíkjandi er ógreitt
ella fløkt hjá tí al-
menna, nevnir hann
møguleikan at varð-
veita almenna grunn-
in og at seta annan
grunn á stovn, sum
skal vera fyri restina
av arbeiðsmarknað-
inum, sigur Finnur
Helmsdal.
Í sambandi við, at
landsstýrið
legið
málið um barsils-
grunn fram, hevur
nógv tos verið um
eitt ávíst notat frá
28.11.2000,
sum
Tummas Magnussen,
stjóri á Lønardeildini
í Fíggjarmálastýrin-
um hevur skrivað.
Fyrsta
gloymdi
landsstýrið at senda
tinginum notatið, síð-
ani fekk tað fylgju av
einum øðrum notati
úr sama stýri, sum
varð skrivað júst ein
mánað seinni.
– Og sama hvat
Tummas Magnussen
ella onnur í Fíggjar-
málastýrinum halda
um tey 0,8 prosent-
ini, kann notatið frá
28.11. væl og viði-
liga tulkast sum at
fakfeløgini hava rætt,
sigur Finnur Helms-
dal.
Vit
biðja
Finn
Helmsdal og lesarar
okkara halda okkum
til góðar fyri mis-
takið.
Brynja seg út til
uppgávurnar
- Vit eru nógv ímóti, at ein høvuðsbarnavernd verður í Havn, sum skal taka sær av teim tungu málunum. Tá er einki
nærdemokrati og eingin serkunnleiki úti um landið, sigur Eyðgunn Samulsen, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð
Mynd: Álvur Haraldsen