hósdagur 25. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 25. januar 2001
11
10
Nr. 17 - 25. januar 2001
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
Norðoyggjar
Vilja tygum við í
Í býin - hvønn hósdag
Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so
fyllið út henda lepan og sendið hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Mat-
seðilin
Hósdagin 25. jan.:
Fiskafrikadellur
Fríggjadagin 26. jan.:
Høsnarungalør
Leygardagin 27. jan.:
Oksasteik
Mánadagin 29. jan.:
Kjøtfrikadellur
Týsdagin 30. jan.:
Revelsbein
Mikudagin 31. jan.:
Hakkibúffur
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Kaggin
ÓLAVUR
ÓLAVUR
ØSTER
ØSTER
BAND
BAND
ÓLAVUR
ØSTER
BAND
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja-og
leygarkvøldið
spæla
Sunnudagin
verður
bingo
Sosialurin - 311820
Lesið
Sosialin
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
Lesið
-tað loysir seg
VIÐMERKINGAR
Ein sera
dugnaligur
og arbeiðs-
samur
lækni
Vit røktarstarvsfólk á
Føðideildini á Lands-
sjúkrahúsinum
vilja
hervið harðliga mót-
mæla grein í Sosialin-
um tann 18. januar
2001, har greitt verður
frá, at Ulrike Steuer-
wald, barnalækni er
meldað til fútan.
Lesarin,
ið
ikki
kennir Ulrike Steuer-
wald, fær tað fatan,
aftaná at hava lisið
hesa grein, at her er
talan um ein lækna,
sum hevur framt brots-
verk og eisini snýtt
føroyingar.
Vit, sum hava arbeitt
saman
við
Ulrike,
kenna hana sum ein
sera dugnaligan og
arbeiðsaman lækna.
Vit á Føðideildini
hava altíð havt sera
gott samstarv við okk-
ara barnalæknar og
Ulrike var onki undan-
tak. Tá hon kom, vóru
møguleikarnir
fyri
undirvísing av okkum
starvsfólki nógv batn-
aðir, tí nú vóru tey
tveir
barnalæknar.
Hetta gekk Ulrike sera
høgt uppí og vit eru
sera takksom fyri tann
nógva lærdóm, ið hon
gav okkum til frama
fyri nýføðingarnar og
foreldur teirra.
Vónandi fer oman-
fyri nevnda ógvuliga
einsíðuga grein ikki at
oyðileggja hugin hjá
Ulrike
Steuerwald,
barnalækna, framhald-
andi at koma til Før-
oya at arbeiða.
Tórshavn, 19. jan.2001
Sólfríða Helmsdal,
sjúkrasystir
Laila Dam Frandsen,
sjúkrasystir
Eyð í Funningsstovu,
sjúkrasystir
Lilian Dam,
sjúkrasystir
Kristina Poulsen,
sjúkrasystir
Turið Heinesen,
sjúkrasystir
Ása Isaksen,
sjúkrasystir
Nanna Kallsberg,
sjúkrasystir
Mirjam Carlsen,
sjúkrasystir
Anna K. Laursen,
sjúkrahjálpari
Meta Palle,
sjúkrahjálpari
Ester Sørensen,
sjúkrasystir
Jóannes Jacobsen
Avmarking á, hvussu
nógv ein einstøk fyritøka
kann eiga av føroysku
alivinnuni, er beinleiðis
skaðilig fyri framleiðsl-
una í vinnuni og í besta
føri óviðkomandi fyri
føroyska brúkaran. Tí er
byrjandi kappbjóðingin
um at seta so lágt hægsta
mark sum gjørligt fyri,
hvussu nógv aliloyvir ein
fyritøka kann hava, ikki
heppin vinnupolitikkur.
Føroyski brúarin
líkaglaður
Í løtuni
verður
dúgliga
kjakast um, hvussu stóran
part av føroysku alivinnuni
ein fyritøka skal hava loyvi
til at eiga. Landsstýrismað-
urin í vinnumálum, og onn-
ur við, siga seg vera bangin
fyri, at ein einstøk fyritøka
skal fáa monopolstøðu í ali-
vinnuni. Málið er sera aktu-
elt, tí ein fyritøka er í løtuni
sera aktiv á marknaðinum
og roynir at keypa seg inn í
fleiri alivirkir. Hetta hevur
ført til eina byrjandi kapp-
ing millum politikararnar,
um hvør kann mæla til
lægsta markið fyri, hvussu
nógv ein fyritøka kann eiga
av føroysku aliloyvunum.
Einki mark er í løtuni, men
landsstýrismaðurin vil hava
eitt mark uppá 20%, og nú
eru røddir frammi um, at
markið skal vera 10%. Alt
hetta fyri at sleppa undan,
at nøkur fyritøka fær mono-
polstøðu sjálvandi.
Nú verður so eisini tosað
um at seta í verk eina anti-
trust lóg í Føroyum. Sipað
verður her til amerikansku
antitrust lógina (The Sher-
man Act), sum var sett í
gildi fyri at verja ameri-
kanska brúkaran móti, at
monopolfyritøkur skuldu
stinga seg upp. Tá tosað
verður um eina føroyska
antitrust lóg, má metast, at
henda skal virka fyri sama
endamáli, altso verja før-
oyska brúkaran móti mono-
polfyritøkum.
Men eingin mótsetningur
er millum alivinnuna og
føroyska brúkaran. Hvussu
stóran part ein einstøk fyri-
tøka eigur av føroysku ali-
vinnuni kann vera full-
komiliga líkamikið fyri før-
oyska brúkaran. Tað, sum
hevur týdning fyri føroyska
brúkaran, er um tær fyri-
tøkur, ið eru á tí marknað-
inum, har hann keypur
sínar vørur, hava monopol-
støðu ella ikki. Tað hevur til
dømis stóran týdning, um
tað eru nógvar ella fáar
bilasølur
í Føroyum,
tí
hevði ein bilasøla monopol,
hevði hon kunnað sett sínar
prísir munandi upp, til
skaða fyri føroyska brúkar-
an.
Men um alivinnan ella
fiskivinnan hava monopol-
støðu á heimsmarknaðinum
kann vera eitt feitt fyri før-
oyska brúkaran, tí føroy-
ingar eru ikki brúkarar, tað
vil
siga
keyparar,
av
alifiski. Vit selja alifisk. Tí
skulu vit heldur virka fyri,
at
brúksrætturin
til
føroysku firðirnar verður
brúktur til at fáa so sterka
støðu á heimsmarknaðinum
sum gjørligt. Ber til at
brúka føroysku firðirnar til
at fáa monopolstøðu á
heimsmarknaðinum, hvat
ikki er sannlíkt, so ongantíð
betur – sjálvsagt ikki fyri
keyparalondini, men fyri
okkum.
Um alivinnan í Føroyum
hevur monopolstøðu ella er
partur av fyritøkum, ið
hava
monopolstøðu,
á
heimsmarknaðinum, er ikki
okkara trupulleiki, men
trupulleikin hjá teimum, ið
keypa fiskin frá okkum.
Fyri tað, at amerikanski
brúkarin møguliga noyðist
at gjalda ovurprís fyri laks
á matstovunum í New York,
nýtast okkara politikarar
ikki at missa svøvnin.
Tvørturímóti kann tað
verða ein fyrimunur fyri
føroyska brúkaran, um ali-
vinnan í Føroyum er eitt
monopol ella partur av ein-
um monopoli á heims-
marknaðinum fyri alifisk.
Hevur tann, sum brúkar
føroysku firðirnar til aling,
monopolstøðu har hann
selur sín fisk, forvinnur
hann meira, enn um hann
hevði verið í harðari kapp-
ing á marknaðinum. Og
hugsa vit okkum, at lands-
stýrið krevur leigu fyri
brúksrættin til alifirðirnar,
vil hann tí eisini gjalda
meira, enn ein, sum ikki
hevur monopolstøðu. Hesir
pengar kunnu so fara í Bú-
skapargrunnin saman við
møguligu oljupengunum
ella fíggja ein skattalætta.
Tá verður monopolstøðan
til beinleiðis gagn fyri før-
oyska brúkaran.
Skaðiligt fyri
framleiðsluna
Tí fara politikarnir skeivir,
tá teir av øllum alvi royna
at forða samanleggingum í
alivinnuni, og hvat verri er,
tað
skapar
óneyðugar
trupulleikar. Avmarking á
talið av aliloyvum, ið tann
einstaka alifyritøkan kann
hava, er beinleiðis skaðilig
fyri framleiðsluna í vinn-
uni. Eru eindirnar ov smá-
ar, ber til dømis til at geva
einum fjørði eitt hvíldar-
skeið av og á, so hesin kann
koma fyri seg aftur, sum
talan annars hevur verið
um. Eisini verður truplari at
minka
rakstrarkostnaðin
sum mest, tí møguleikarnir
fyri samskipan av ymsum
pørtum av rakstrinum verða
avmarkaðir. Av tí sama
kann kappingarførið hjá
alivinnuni gerast verri.
Fyri tær fyritøkur, ið
selja vørur og tænastur til
alivinnuna, hevur tað lítlan
ella ongan týdning, um ali-
vinnan er miðsavnað ella
ikki. Føroyska alivinnan er
bert ein partur av virkis-
økinum hjá teim flestu av
hesum fyritøkum, og tær
kunnu tí ikki pressast til at
arbeiða fyri alivinnuna til
undir marknaðarprís. Og er
alivinnan ein stórur partur
av virkisøkinum, ber til at
keypa seg inn í vinnuna fyri
at hava ávirkan, sum til
dømis
Havsbrún
hevur
gjørt. Tí er eingin orsøk til
at áseta avmarkingar í ali-
vinnuni fyri at verja undir-
leverandørarnar.
Halda politikararnir, at
strategisk hugsan hjá eini
stórari alifyritøku er ein
vandi fyri aliframleiðsluna
í Føroyum, kann ásetast í
sáttmálanum um brúksrætt-
indi til ein fjørð, at fram-
leiðsla er ein treyt – tó má
hædd takast fyri oman fyri
nevndu hvíldarskeiðum. Tá
hevur fyritøkan ikki møgu-
leika fyri fyrst at keypa eitt
aliloyvi í Føroyum og síðan
ikki brúka tað, til dømis
fyri at minka um útboðið á
heimsmarknaðinum og har-
við økja prísin. Soleiðis ber
til at tryggja, at um ein út-
lendsk fyritøka til dømis,
sum møguliga hevur fleiri
aliloyvir í Føroyum um
hendi, niðurleggur fram-
leiðsluna av strategiskum
ávum, so kunnu myndug-
leikarnir staðfesta, at sátt-
málatreytirnar ikki eru
hildnar, og at brúksrættind-
ini tí verða tikin frá fyri-
tøkuni og latin ella leigað
út til onkran annan. Ein slík
treyt hevði ikki forðað fyri
effektivitetsfremjandi sam-
anleggingum og hevði helst
eisini verið betur móttikin
av útlendskum íleggjarum
enn ein avmarking á tal á
aliloyvum og ognarparti í
alifyritøkum.
Um føroyska alivinnan
verður miðsavnað hjá nøkr-
um fáum fyritøkum, er tað
tí, at hesar fyritøkur eru tær
effektivastu og kunnu bjóða
núverandi eigarum eitt
størri
nútíðarvirði
fyri
teirra fyritøku, enn teir
vænta sjálvir at kunna for-
vinna í framtíðini. Verða
forðingar settar fyri slíkum
handlum, kostar tað í effek-
tiviteti, og tað er skaðiligt
fyri allar partar: fyri núver-
andi eigarar av fyritøkuni,
tí teir ikki hava møguleika
at selja sína fyritøku til
hægsta prís; fyri teir, sum
vilja keypa, tí teir ikki
sleppa at brúka øll síni evni
til virðisskapan; og fyri
samfelagið, sum ikki fær
gagnið av einari vinnu, sum
verður rikin so effektivt
sum gjørligt. Stutt sagt
merkja avmarkingarnar, at
forðað verður fyri, at ali-
vinnan sleppur at tillaga
seg soleiðis, at mest effek-
tivu framleiðararnir sleppa
framat, og tað er altíð
skaðiligt. Tí eiga politikar-
arnir ikki at leggja seg útí,
hvussu stóran part av ali-
virkseminum
einstakar
fyritøkur eiga, og um tær
eru á útlendskum ella før-
oyskum hondum.
Hinvegin skulu politikar-
arnir syrgja fyri, at landið
fær marknaðarprís frá alar-
unum fyri brúksrættin til
alifirðirnar. Í Noreg er ætl-
anin at selja alifirðir. Í Før-
oyum selja vit ikki ognar-
rættin til alifirðirnar, men
lata brúksrættin fyri 12 ár í
senn. Hesin brúksrætturin
verður latin ókeypis í
løtuni. Men júst sum fólk
gjalda leigu fyri brúksrætt-
in til eina íbúð, gjalda alar-
ar, sum nú koma inn í vinn-
una, leigu fyri brúksrættin
til firðirnar. Tá ein alifyri-
tøka verður seld í dag, er
ein stórur partur av sølu-
virðinum brúksrætturin til
firðirnar. Tann skuldarbind-
ing, sum fer fram fyri at
fíggja hendan partin av
keypinum, svarar til kapi-
talisering av leiguni. Seljar-
in, sum hevur fingið brúks-
rættin til fjørðin fyri einki
frá landinum, fær peningin.
Men landið eigur firðirnar,
og tað eigur at fáa leigu-
peningin fyri alifirðirnar.
Tí skal landið selja, ikki
geva burtur, brúksrættin til
ein fjør á uppboði hvørt 12.
ár, tá loyvið gongur út og
fellur aftur til landið. Um
keyparin er føroyingur ella
útlendingur, og um hann
hevur fleiri onnur loyvir, er
óviðkomandi.
Alivinnan og antitrust
Savnsmynd