Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 25. januar 2001 13 12 Nr. 17 - 25. januar 2001 Vit vilja vera gjøgnumskygdir Gomlu føroysku eyðkennini lítilátni og afturhaldsemi finnur tú ikki hjá telefelagnum Alnót – nýggja fyritøkan, ið ger seg til reiðar at traðka inn á nýggja fjarskiftismarknaðin, har einkarættur higartil hevur sett dagsskránna. Men hóast trúgvin á egnan førleika er sterk, so undirmetir Alnót ikki ta kapping, sum kann væntast frá Føroya Tele. FJARSKIFTISKAPPING Rúnar Reistrup Millum larmandi rundsagir og arbeiðandi handverkarar á loftinum í fyrrverandi IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, fyrireikar telefelag- ið Alnót eina innrás á før- oyska fjarskiftismarknaðin. Í tí einasta liðugt innrætt- aða rúminum stendur eitt nútímans opið kontórlands- lag við eini tíggju stólum, ið allir eru tómir. Her er út- sýnið ígjøgnum panorama- vindeyguni niður á Hoy- víksvegin, og herfrá skal nýggja fyritøkan stýrast inn í nýliga avmonopoliseraðu fjarskiftisvinnuna. Tveir av monnunum, ið hava ábyrgdina av, at kósin hjá fyritøkuni verður sett og hildin, eru Bjarni A. Bjarnason, stjóri, og Rani Nolsøe, menningarstjóri. Og hóast hvørki hølir ella teknisk útgerð eru klár enn, hava teir longu bundið slipsaknútin og eru møttir til arbeiðis hjá fyritøkuni í eina tíð nú. Teir eru teir ein- astu, sum eru í bygningin- um hendan dagin, hóast sjey fólk nú eru á lønarlist- anum hjá Alnót. Hini starvsfólkini øll eru ann- aðhvørt uttanlands á skeið ella á fundi uttan fyri húsið. Vit vilja vera kendir – Eg tók við starvinum í fjør heyst og síðan tá hevur gongd verið á, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri. Hini starvsfólkini eru komin so líðandi, og nú er fyritøkan fullmannað. – Higartil hevur arbeiðið hjá okkum verið at funnið tey røttu fólkini til fyritøk- una og at bygt organisatión- ina upp, samstundis sum vit hava fingið avtalur í lag við allar partarnar, ið eru inv- olveraðir her í byrjunarar- beiðinum, sigur stjórin. Nú er grundstamman í organisatiónini fingin upp á pláss, og hugsjónin handan fyritøkuna snøggað til og sett í gongd. Hendan hug- sjón sæst millum annað aft- ur á fysisku kørmunum. – Eitt av teimum málun- um, ið vit hava sett okkum er, at fólk skulu kenna okk- um. Viðskiftafólkini skulu vita hvørji vit eru, og hvar tey hava okkum. Millum annað tí hava vit valt at inn- rættað arbeiðsplássið so- leiðis sum vit hava, sigur Hálvttriðja ár eftir at nýggj løgtingslóg um fjarskifti kom í gildi, og minni enn tvey ár eftir at einkarætturin á fjarskiftis- økinum reelt var avtikin og fjarskiftisloyvir út- bjóðað, stevna tvær kapit- alsterkar fyritøkur út á føroyska fjarskiftismarkn- aðin, har fyrrverandi Tele- fonverkið, sum í sam- bandi við avmonopoliser- ingina er blivið umskipað til almenna partafelagið Føroya Tele, hevur gjørt seg til reiðar til kapping- ina. Onkrar smærri fyritøk- ur eru farnar at bjóða ser- ligar fjarskiftistænastur út, men enn bíðar markn- aðurin eftir teimum tveimum nýggju tung- vektarunum í vinnuni. Annar teirra, TeleF, er so smátt farin undir at bjóða tænastur fram, og hin, Alnót, er á veg. Á hesum síðum royna vit at kanna hvat er í væntu á fjarskiftisøkinum við at hyggja at aðrari av fyri- tøkunum, Alnót, ið sigur seg ætla at byrja við ein- um braki. Fjarskifti á vegamóti Bjarni A. Bjarnason, stjóri, í opna kontórlandslagnum í nýbygdu hølunum hjá Alnót Mynd: Jens Kr. Vang Rani Nolsøe, og greiðir frá, at rúmið, ið vit standa í, bæði er móttøka av við- skiftafólki, stjórakontór og alt, sum harímillum liggur. Øll sita kring eitt stórt borð í opna kontórlandslagnum. Hugsjónin er, at soleiðis kunnu viðskiftafólkini síggja beint ígjøgnum fyri- tøkuna, eins og starvsfólk- ini í øllum teimum ymisku funktiónunum verða noydd at síggja vitjandi kundan í eyguni, um so hesin kemur fyri at bíleggja internethald ella vísa sína nøgd ella ónøgd. Við høvdinum fyrst – Hetta rúmið hevur ein glasvegg vendandi út ímóti einum av mest trafikeraðu vegunum í Havn, og tey, sum koyra framvið, síggja beint inn til okkum. Vit goyma okkum ikki. Vit vilja vera kendir. Tað skal vera ein av okkara styrkj- um. Øll vita hvat Føroya Tele er, men eingin sær inn í fyritøkuna. Hon er ikki gjøgnumskygd, og tí kenna fólk hana heldur ikki, sigur Rani Nolsøe og fjalir so- leiðis heldur ikki tann hátt- in, sum Alnót hyggur at før- oyska fjarskiftismarknaðin- um. – Okkara kappingarneyti er Føroya Tele. Okkara mál er at gerast eitt nátúrligt alt- ernativ til Føroya Tele, og vit ætla okkum ikki at sníkja okkum inn frá síðu- linjuni. Vit fara út við full- ari styrki, tá vit einaferð eru klárir, leggur Bjarni A. Bjarnason uppí. Bara pláss fyri tveimum Stjórin leggur ikki fingr- arnar ímillum, tá hann metir um ta kapping, sum Alnót ætlar sær út í. – Eftir mínari meting er bara pláss fyri tveimum stórum veitarum á markn- aðinum. Tað fer altíð at vera pláss fyri fleiri smærri veitarum, ið spesialisera seg innan okkurt serligt slag av tænastu. Men tað kunnu ikki vera fleiri veruliga kappingarførir veitarar. At Alnót verður annar av hesum veitarunum tykjast stjórin og menningarstjórin ikki nakrantíð at hava ivast í. – Hendan fyritøkan hevur nógvan kapital aftanfyri seg og fólkini, ið manna hana, arbeiða topp profess- ionelt. Vit fara ongan veg út á marknaðin, fyrr enn vit eru hundrað prosent klárir, og tá vit koma á marknaðin, so fer tað at merkjast. Hetta er ikki nøkur kjallarafyri- tøka, sigur Rani Nolsøe, ið millum annað hevur sum arbeiðsøki at marknaðar- føra fyritøkuna. Byrjaði í smáum Smápartafelagið Alnót varð sett á stovn av KT-fyritøk- uni VIT í 1999 við tí eina endamáli at veita bíligari og betri internetsamband enn Føroya Tele, sum fram til 15. mars hetta árið hevði havt einakarætt at veita fjarskiftistænastur í Føroy- um. Men áhugin fyri at seta pengar í nýggju vinnuna var stórur, og 14. juni í fjør varð Alnót umskipað til eitt partafelag við 10 millión- um í eginpeningi og væl størri ambitiónum enn bert at veita internetsamband. Høvuðsíleggjarar vóru Framtaksgrunnur Føroya, Kaupthing og Tallaton Hol- ding. Nú kom gulleggið í fjarskiftisvinnum aðra- staðni í heiminum, fartele- foni, eisini á dagsskránna. Í heyst bjóðaði Vinnu- málastýrið fyritøkum at søkja um sokallað kon- cessión, ella loyvi, at veita fartelefontænastur og mill- um jól og nýggjár fekk Al- nót hesa koncessión og har- við eisini grønt ljós at fara undir eitt miðvíst arbeiði fram ímóti at gerast veitari av bæði fastnet- og fartele- fontænastum. Koma fram í apríl Fastnettænastur, so sum vanligt telefoni og internet, ætlar Alnót at bjóða fram við at leiga seg inn á kervið hjá Føroya Tele. Hinvegin arbeiðir fyritøkan við at seta egið fartelefonkervi upp. Tíðartlanin hjá Alnót sig- ur, at í apríl mánaði fer fyri- tøkan at bjóða tænastu inn- an vanligt telefoni og upp- ringt internetsamband, og einaferð í summar verður latið upp fyri GSM tænast- um um egið kervi. Restin av ætlanini, so sum hvat slag av tænastum talan verður um og til hvønn prís, verður hildin tætt inn at kroppinum, tí teir ætla ikki at geva kapp- ingarneytanum betri møgu- leika at fyrireika seg, enn hann longu hevur. Tí at kappingin verður hørð og at nógv stendur upp á spæl, hevur Alnót ein greiðan varhuga av. – Vit fara ikki at sleppa at vassa inn og útkonkurera Føroya Tele. Føroya Tele hevur havt góða tíð at um- stilla seg, og hon hevur eitt fartelefonkervi, sum longu hevur forrentað seg og nú bara kastar av sær. Vit koma hinvegin inn á marknaðin við einari stórari nýggjari íløgu, sum vit skulu hava inn aftur, sigur menningarstjórin, meðan hann kritar banan upp. Harumframt hevur Før- oya Tele eina eginogn, sum fær partapeningin í Alnót at líkjast einari barnauppspar- ing. Men hinvegin kann nýggjur partapeningur til eina og hvørja tíð skjótast inn i Alnót, meðan Føroya Tele sum alment partafelag bert kann fíggja nýíløgur við verandi eginognini ella ígjøgnum banka. Gera kundan til vinnara Júst hvat fer at henda tann dagin, tá Alnót kunngerð hvørjar tænastur fyritøkan fer at veita og til hvørjar prísir, eru teir báðir menn- inir á 1. hædd á Óðinshædd rættiliga spentir uppá. – Eitt vita vit fer at henda, og tað er, at kundin gerst vinnari. Vit gera kundan til vinnara við at bjóða betri tænastu til lægri prísir. Føroya Tele fer at svara aftur við at lækka sín- ar prísir, tí tað hava teir ráð til. So mikið vita vit. Og møguliga fara teir eisini veita eina frægari tænastu, enn ta verandi. So uttan mun til hvat annars hendir, so gerst kundin vinnari. Vit mugu so bara vóna, at kundin eisini letur okkum gerast vinnarar so at vit ikki líða somu lagnu sum Trygd gjørdi, tá tryggingareinka- rætturin varð avtikin í síni tíð, sigur Rani Nolsøe. Hann sipar her til gongd- ina á føroyska tryggingar- marknaðinum, har nýggja fyritøkan á marknaðinum, Trygd, bjóðaði lægri prísir, men ikki fekk viðskiftafólk hareftir, tí Tryggingarfelag- ið Føroyar beinanvegin lækkaði sínar prísir og megnaði at halda sínum viðskiftafólkum. – Tað sama kann í teorini henda okkum, men vit velja at trúgva at vit kunnu bjóða eina tænastu, sum kundin ikki fær aðrastaðni og har- við sleppa at gerast vinnar- ar saman við kundunum, sigur Rani Nolsøe. – Hendir tað at Føroya Tele megnar at halda upp á kundarnar og vit mugu gevast, so kunnu vit øll vera vís í, at prísirnir so fara at hækka aftur. Einkarættur er gagnligur í summum periodum, men millum annað tøkniliga menningin innan fjarskifti hevur havt við sær, at tíðin fyri langari tíð síðan fór frá einkarætti á føroyska fjarskiftisøkinum, leggur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í telefelagnum Alnót afturat. »Tey, sum koyra framvið, síggja beint inn til okkum. Vit goyma okkum ikki. Vit vilja vera kendir« »Vit ætla okkum ikki at sníkja okkum inn frá síðulinjuni. Vit fara út við fullari styrki, tá vit einaferð eru klárir« »Tá vit koma á marknaðin, so fer tað at merkjast. Hetta er ikki nøkur kjallarafyritøka« »Vit gera kundan til vinnara við at bjóða betri tænastu til lægri prísir. Vit mugu so bara vóna, at kundin eisini letur okkum gerast vinnarar« Rani Nolsøe, menningar- stjóri, skal millum annað standa fyri marknaðar- føringini av nýggju fjarskiftisfyritøkuni