hósdagur 25. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 17 - 25. januar 2001
Elly, í familjuhøpi oftast
bert nevnd Elly-omman,
andaðist týskvøldið 16.
januar
aftaná
stutta
sjúkralegu. Ikki tí, árini
vóru mong, og hon
hevði
frammanundan
havt ymist strik, ernaðist
aftur so hvørt, men at
enda beið so ikki bøtur.
Og sum eg segði við
læknan andlátskvøldið,
at hon annars var eitt so
hendinga raskt, lívshug-
að og birgt fólk, so segði
hann einki vera at gera,
hóast tey royndu.
Tað er verðsins gongd,
at fólk leggja árarnar inn
fyrr ella seinni og ikki
minst í framkomnum
aldri, men hjá avvarandi
er tað ofta óvæntað, og
tíðliga, tí at vit ikki vilja
síggja í eyguni, at árini
kortini eru vorðin so
mong. Og í Elly-omm-
usa føri er tað ikki so
løgið, so hugfarslig hon
var sjálvt á gamalsaldri.
Henni untist í allari
giftuni at vera heima at
ansa manni og børnum
og síðani ommubørnum
og gjørdi alt við áhuga,
hegni og til lítar, ar-
beiðssom og hartil fitt í
hondunum.
Hjá
okkum,
sum
komu inn í hennara lív,
var hon altíð blíð og
fyrikomandi og ótrúliga
hjálpsom. Og nú á henn-
ara deyðslegu saknaði
eg at síggja hennara
troyttu og slitnu hendur,
sum
gjøgnum
árini
høvdu dugnað so mong-
um í familjuni við mál-
tíðum og pløggum ella
drekkamunnum afturvið
avsvalandi, vinsomum
og
skemtingarsomum
práti og brosum, ikki
upp á hennara treytir,
men upp á okkara treytir
í tí og tí løtuni.
Elly var til tað seinasta
klár og við uppá tað. Tað
gjørdi, at hon var huga-
lig at vera saman við,
bæði hjá okkum til-
komnu og ikki minst
teimum yngru í familj-
uni, sum eins og eisini
fremmandabørnini kring
summarhúsið forguðaðu
hana, tann tíð tað var, tá
tað stóð upp á pannu-
kakur í langum banum.
Sjálvur minnist eg
bara gott um hesa gomlu
og nú í mínum føri farnu
vermóður, og minnist
meg ikki tvørt orð hava
verið okkara millum.
Mannalív sínamillum
snýr seg m.a. um sam-
skifti, um lívið her á fold
saman við hvørjum øðr-
um upp á gott og ónt. Og
í so máta hevur lívið
saman við Elly verið
yvirhøvur ómakaleyst
og positivt, tí at hon
sjálv hevur verið so
positiv, forstandandi og
lívsjáttandi.
Og
hjá
børnum og ommubørn-
um hevur hon verið ein
fongur at fara á gátt hjá,
tí hon hevur verið so
opin, blíð og fyrikom-
andi og kravlítil at vera
hjá.
Nú Elly umsíðir, troytt
og mett av døgum hevur
fingið frið aftan á eitt
langt lív sum familju-
menniskja, rennur mær
til hugs, at tá eg aftur-
komin í heimið týsnátt-
ina fór inn í hennara
køksskáp
og
skuldi
turka mær um hendurnar
kom eg í fløkju við ál-
manakkan hjá henni, har
deyðsdagin tann 16.01
stóð skrivað skriftorð-
heilsanin: »Tann, ið trýr
á Sonin hevur ævigt
lív«. Og lat tað so vera
okkara alra heilsan til
Elly-ommuna
handan
evstu sýn og teimum
nærmastu til troyst og
ugga.
Friður verið við minn-
inum um Elly-ommuna.
Vit á
Ternuryggi
Minningarorð um
Ellu Djurhuus
fødd Dam úr Havn
deyð 16.01.2001, 82 ára gomul
VIÐMERKINGAR
Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður
Í umrøðuni, sum higartil
hevur verið av uppskotin-
um til nýggja lóg um barns-
burðarskipan, hevur mest
verið gjørt burtur úr tveim-
um av teim óhepnu avleið-
ingunum, nevnliga: dupult-
gjaldið hjá almennu starvs-
fólkunum, og útihýsingin
av heimaarbeiðandi.
Eg haldi tó at tað eru
onnur viðurskifti í lógar-
uppskotinum, sum tað er av
minst líka stórum ella størri
týdningi at rætta. Fyrst og
fremst:
• Útrokningargrundarlagið
er til ógagns fyri tímalønt
og onnur láglønt,
• Lágmark eigur at setast
fyri útgjaldinum, og
• Tað eigur at vera ein al-
menn
arbeiðsgevara-
fíggjað skipan.
Útrokningar-
grundarlagið
Eftir §12 í uppskotinum
skal grundarlagið fyri út-
rokningini av barnsburðar-
peninginum vera miðal A-
inntøkan teir 12 seinastu
mánaðirnar undan barns-
burðarfráveruni.
Serliga
fyri tímaløntu og lágløntu
arbeiðskvinnurnar,
sum
hava størsta tørvin á eini
nýggjari barnsburðarskip-
an, hevur hetta óhepnar
avleiðingar. Tær hava ikki
einans ta lægstu lønina,
men ofta eisini sera óstøð-
ugt arbeiði. Hjá nógvum
teirra er mangan, at tey ikki
fáa fulla arbeiðsviku, tíans-
heldur at tey fáa fulla ar-
beiðsmánað. Ein og hvør
dugir at skilja, at skal út-
gjaldið roknast eftir miðal-
inntøkuni fyri teir síðstu 12
mánaðirnar, so kann verða
ein veldugur munur á
barnsburðarpeninginum
hjá tí ófaklærda arbeiðs-
fólkinum og teimum í
góðum, føstum starvið.
Tí má útrokningargrund-
arlagið broytast, so sum
eisini Føroya Arbeiðarafel-
ag vísir á í sínum viðmerk-
ingum til uppskotið, »so-
leiðis at lógin fyrst og
fremst verður ein bati fyri
vanliga ófaklærda arbeiðs-
fólkið, tí tað er her tørvurin
fyri eini dagførdari skipan
er størstur«. Og tað eru
nógvir mátar at broyta
útrokningargrundarlagið
eftir hesum. T.d. sum fleiri
av feløgunum skjóta upp, at
útgjaldið
verður
eftir
starvssetanini: ert tú í full-
tíðarstarvi, fært tú fullan
dekning, ert tú í parttíðar-
starvi, fært tú samsvarandi
partvísan dekning.
Lágmark á barns-
burðarpeningi
Eftir
lógaruppskotinum
kann barnsburðarpeningur-
in ganga líka niður í tað,
sum svarar til eina arbeiðs-
viku upp á 4 tímar. Til
teirra sum eru niðanfyri,
verður onki útgoldið. Men
hetta markið, sum er uppá
10% av eini arbeiðaraløn,
er púra burturvið. Hvat er
meiningin við einum end-
urgjaldi niður móti 350 kr
um vikuna?
Nei, her eigur, sum ávíst
av fleiri av feløgunum, at
ásetast eitt sømiligt lág-
mark, sum barnsburðar-
gjaldið ikki skal fara
niðurum. Hesa minstuupp-
hæddina skulu øll í hvussu
so er fáa, uttan mun til inn-
tøku.
Ein bólkur við 12 fakfel-
øgum grundgevur væl fyri
hesum í sínum viðmerking-
um:
»Aðalendamálið eigur at
vera, at skapa familjum,
sum sum fáa børn ella ætt-
leiða børn, rímiligar fíggj-
arligar umstøður, tí hetta er
ein av fyritreytunum fyri, at
nýføddu børn okkara og tey
børn, sum vera ættleidd, fáa
eina góða byrjan í lívinum.
Tí meta vit, at lágmark
eigur at verða sett í sjálva
lógina, soleiðis at skaptar
verða
best
møguligar
rammur fyri tær familjur,
sum hava ábyrgdina av
teimum nýføddu børnun-
um.«
Ein almenn arbeiðs-
gevarafíggjað skipan
Higartil hava vit havt eina
skipan á almenna arbeiðs-
marknaðinum, har arbeiðs-
gevarin
hevur
goldið
starvsfólkunum fulla løn í
barnsburðarfarloyvi. Henda
skipan hevur virkað væl við
at hesir arbeiðsgevarar hava
goldið í ein grunn, sum
javnaði útreiðslurnar teirra
millum. Á privata arbeiðs-
marknaðinum hevur lands-
kassin gjørt tað møguligt
hjá løntakarum at fáa eitt
avmarkað endurgjald eftir
dagpeningalógini.
Nú skulu hesar skipanir
takast av, landskassin verð-
ur partvíst sleptur undan
sínum skyldum, og við
nýggju skipanini, sum skal
fevna um allan arbeiðs-
marknaðin, skulu løntakar-
ar nú inn at gjalda aðra
helvtina av einum eyka-
skatti upp á 0,50%, og ar-
beiðsgevarar sleppa við at
gjalda hina helvtina.
Tað rætta hevði í staðin
verið, at tann almenna
barnsburðarskipanin varð
víðkað til allan arbeiðs-
marknaðin, so at skyldan til
at gjalda varð verandi har,
hon eigur at vera: nevnliga
hjá
arbeiðsgevarunum,
teim almennu og teim priv-
atu, sum tóku á seg at
gjalda tey 0,50% av øllum
útgoldnum lønum í ein fel-
ags barnsburðargrunn, og
harvið javnaðu útreiðslur-
nar sínámillum.
Ein stigvís longing av
farloyvisskeiðinum
Tað eru onnur viðurskifti í
uppskotinum, sum eisini ivi
kann vera um – m.a. er
neyvan rætt at umsitingin
av
barnsburðarskipanini
skal leggjast til ALS, sum
heldur fult og heilt eigur at
røkja sína uppgávu sum
trygging hjá teim arbeiðs-
leysu og meira aktivur ar-
beiðsávísingarstovnur.
Ein meira positiv broyt-
ing kundi verið, at møgu-
leiki varð fyri at longja tíð-
arskeiðið í barnsburðar-
skipanini út um tær 24 vik-
urnar í uppskotinum. Tað
hevði verið eitt týdningar-
mikið
familjupolitiskt
framstig, um farloyvistíðin
eftir nøkrum árum kundi
verið longd, fyrst úr 24 upp
í 36 vikur, og síðani úr 36
upp í 48 vikur.
Atfinningarnar kunnu
gera uppskotið betri
Sum ávíst omanfyri er tað
ikki tann samhaldsfasta
hugsjónin, sum eyðkennir
uppskotið til nýggja barns-
burðarskipan. Tað er serliga
hetta sum fakfeløgini hefta
seg við í teirra atfinning-
um. T.d. taka tey 12 fakfel-
øgini (m.a. Starvsmanna-
felagið, Skipara- og Navi-
gatørfelagið, Pedagogfelag-
ið,
Sjúkrasystrafelagið,
Lærarafelagið o.s.v.) so-
leiðis til í sínum viðmerk-
ingum:
»Umframt onnur lógar-
uppskot, sum verandi sam-
gonga hevur gjørt, eru fel-
øgini samd um, at rákið í
førda politikkinum tykist at
vera, at alsamt fleiri av
teimum
uppgávum
og
skyldum, sum tað almenna
hevur havt, skulu leggjast
út á borgararnar sjálvar, við
tí avleiðing at samhalds-
festið í samfelag okkara al-
samt verður máað burtur,
við teimum óhepnu avleið-
ingum hetta kann fáa, ikki
minst fyri tey, ið framman-
undan eru verst fyri í sam-
felag okkara.«
Tað nýtist ikki at ganga
so. Teir flestu flokkarnar á
tingi vístu á fleiri ymisk
viðurskifti í hesum lógar-
uppskoti, sum kundi gera
tað betri. Og við eini góðari
nevndarviðgerð kann tað
avgjørt gerast eitt stórt ar-
beiðsmarknaðar-, sosial-,
familju- og javnstøðupolit-
iskt framstig. So at vit við
nýggju lógini fáa eina
barnsburðarskipan,
sum
tekur allan arbeiðsmarkn-
aðin við – tvs. at tímalønt,
ófaklærd og onnur á privata
arbeiðsmarknaðinum
nú
fáa sjálvsøgd rættindi, sum
higartil hava verið eitt
privilegium hjá almennum
starvsfólkum.
Barnsburðarskipanin má
betrast fyri tey lágløntu
Lesið
-tað
loysir
seg
Tað er ikki sørt, at
donsku miðlarnir
gera nógv burtur úr
føroyska landsliðs-
málverjanum, nú
sáttmáli hansara við
Herfølge er um at
renna út
YRKISFÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
- Nei í løtuni er einki so-
leiðis ávegis.
Nakað soleiðis svarar
føroyski landsliðsmálverj-
in, Jákup Mikkelsen, tá vit
mikumorgunin spurdu, um
nakað nýtt var hent við
framtíðarstøðu hansara.
Síðani hann fyri viku
síðani setti seg sjálvan á
sølulistan hjá Herfølge,
hava donsku fjølmiðlarnir
gjørt nógv burtur úr mál-
verjanum, og bæði í bløð-
um, á alnetinum og týs-
kvøldið í sjónvarpinum
hevur verið roynt at fingið
viðmerkingar frá honum.
Millum annað varð nógv
gjørt burtur úr einum
møguligum skifti til FCK,
eftir at hann í svari til
heimasíðuna, FCK-online,
segði, at tað hevði hann av-
gjørt verið áhugaður í, um
teir komu við einum til-
boði.
Hugsar seg um
Sum sagt, so hevði Jákup
eingi nýggj boð at bera
okkum
mikumorgunin.
Hann greiðir frá, at hann
var á fundi við leiðsluna í
Herfølge mánakvøldið, har
hann fekk eitt uppskot um
nýggjan sáttmála.
– Eg segði við teir, at eg
gjarna vildi hava nakrar
dagar at umhugsa tilboðið,
og vit gjørdu so av, at vit
skulu hittast aftur hós-
kvøldið.
Um tilboð aðrastaðni frá,
sigur Jákup, at har hevur so
einki ítøkiligt verið á
skránni enn. Spurdur um
nakri sonevndir følarar
hava verið, svarar hann, at
okkurt smávegis hevur
verið, men at einki víðari er
hent við hesum enn.
Annars vísur Jákup á, at
umframt sáttmálan hjá sær
eru eisini fleiri aðrir leik-
arasáttmálar í felagnum,
sum ganga út hetta kapp-
ingarárið. Hann vildi tó
ikki siga nakað um, hvørt
hetta kundi ávirka støðu-
takan hansara.
Kanska heim
Annars tykist tað serliga
vera útmeldingin hjá Jákupi
um, at hann møguliga fer
heim aftur til Klaksvíkar at
spæla, sum tykist hava
skapt áhuga í donsku miðl-
unum.
Týskvøldið sást føroy-
ingurin tosa við sjónvarps-
liðið hjá danska TV3, har
hann greiddi donsku hyggj-
arunum frá, at tað væl
kundi vera, at hann fór
heim aftur til Føroya.
– Verður tað soleiðis, so
fari eg at halda fram í nøkur
ár sum áhugaleikari, segði
Jákup við sjónvarpsstøðina,
og legði afturat, at møgu-
leikarnir fyri hesum í løtuni
vóru fifty-fifty.
Fleiri av spælarunum,
sum í aðru viku fara
til Svøríkis við
landsliðnum, eru
skrásettir í øðrum
feløgum enn teimum,
sum teir fara at
umboða í hesum
kappingarárinum
LANDSLIÐ
Jóannes Hansen
Listin við teimum átjan
landsliðsspælarunum, sum
fyrst í aðru viku skulu til
Svøríkis at standa í and-
glettinum, líkist sær sjálv-
um. Talan er so at siga bara
um tordenskjoldssoldátar.
Føroyska ferðalagið fer úr
Føroyum mánadagin 29.
januar. Ferðast verður um-
vegis
Keypmannahavn.
Dysturin ímóti Svøríki
verður spældur mikudagin
31. januar klokkan 18.00.
Hann verður spældur í
innandura høll í Växjö.
Pól Thorsteinsson er við
aftur, eftir at leikbannið frá
Kekkia dystinum í fyrra-
árið helt honum burtur í
fjør (og fer at halda honum
uttanfyri í Luksemburg í
mars). Merkisvert er tað, at
Christian Høgni Jacobsen
nú hevur vunnið sær pláss
ímillum teir fyrstu átjan.
Hann er einasti maður í
átjan manna hópinum, sum
enn ikki hevur spælt á
landsliðnum.
Í fyrsta umfari hevur
Allan Simonsen sent boð
eftir hesum spælarunum:
Fróði Benjaminsen, Hans
Fróði Hansen og Øssur
Hansen úr B68. Jóhannis
Joensen og Allan Mørkøre
úr HB, Rógvi Jacobsen, KÍ
og Christian Høgni Jacob-
sen úr NSÍ. Hinir ellivu
spælararnir eru – sambært
kunngjørda
listanum
–
skrásettir í útlendskum
feløgum. Teir eru Uni Arge,
Akranes, Sámal Joensen,
Jens Martin Knudsen og
John Petersen, Leiftur, Pól
Thorsteinsson, Valur, Juli-
an
Johnsson
og
Kurt
Mørkøre, Sogndal, Óli
Johannesen, Hvidovre, Jo-
han B. Hansen, OB, Jákup
Mikkelsen, Herfølge, og
Todi Jónsson, FCK.
Tað er longu nú greitt, at
í hvussu so er eitt avboð
verður. Talan er um Julian
Johnsson, sum sunnudagin
breyt beinið. Ivaleyst verð-
ur fyrsti eykamaðurin og
aðrir eykamenn, um onkr-
um av hinum fer at berast
frá, funnin millum teir
spælararnar, sum vóru á
venjingarleguni á Svanga-
skarði næstsíðsta viku-
skifti, og sum eisini eru
úttiknir til venjingarleguna,
sum ætlanin er at hava í
Gundadali annað viku-
skifti. Teir spælararnir eru
Magnus Poulsen og Arn-
bjørn Danielsen, B68, Ják-
up á Borg, B36, Tór–Ingar
Akselsen,
FS
Vágar,
Andrew av Fløtum, HB og
Heðin á Lakjuni, KÍ.
Jan C. Dam varð upp-
runaliga úttikin til venj-
ingarleguna, sum fyrr í
mánaðinum var á Svanga-
skarði. Hann gav avboð, tí
hann er í starvsvenjing í
Danmark.
Ikki dagførdir
Tvey nøvn, sum mest sum
hvørja ferð hava verið á
landsliðslistanum
síðani
1994, eru ikki við hesa
ferð. Talan er um liðfor-
mannin Jens Kristian Han-
sen og um Henning Jarn-
skor. Jens Kristian Hansen
er plágaður av skaða í fót-
inum, tí er hann ikki
úttikin. At Henning Jarn-
skor ikki er á listanum hava
vit ikki aðra frágreiðing
uppá, enn at landsliðs-
venjarin ikki ætlar at brúka
hann.
Onkur heldur ivaleyst, at
tað hevði verið upplagt, at
venjarin valdi Súna Olsen,
sum er yrkisspælari í
Hollandi, og sum verður
roknaður at vera upplagt
framtíðar evni til lands-
liðið, men tað hevur Allan
Simonsen ikki gjørt.
Annars er tað sjónskt, at
tað gongur illa at fáa
skrásett flytingar millum
feløgini. Tað sigst vera
greitt, at Rógvi Jacobsen
skal spæla við HB og at
Heðin á Lakjuni skal spæla
við B36. Báðir standa at
umboða
KÍ.
Arnbjørn
Danielsen skal spæla við
B36, men hann stendur
framvegis at umboða B68.
NSÍ hevur gjørt avtalu
við Jens Martin Knudsen,
men sambært FSF yvirlit-
inum er spæliloyvið hjá
honum í Leiftri. Pól Thor-
steinsson hevur sagt, at
hann fer ikki aftur til Val,
men spæliloyvið hjá hon-
um er framvegis í Reykja-
vík. Nógv prát er um,
hvussu tað verður við
Sámali Joensen og John
Petersen. Vit kunnu stað-
festa, at spæliloyvið hjá
teimum báðum framvegis
er á Ólafsfirði.
Hans Fróði Hansen og
Óli Johannesen hava skift
felag, síðani landsdystin í
Sveis. Í yvirlitinum hjá
FSF sæst, at spæliloyvini
eru flutt frá Sogndal og til
B68 og frá AGF og til
Hvidovre.
Nr. 17 • hósdagur • 25. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Stórur áhugi fyri Jákupi
Ágrýtni miðvall-
arin skal ganga við
gipsi næstu seks
vikurnar og verður
tískil ikki við í
landsliðsferðalagn
um til Svøríkis í
komandi viku
LANDSLIÐ
Jóannes Hansen
Listin við spælarunum,
sum í komandi viku
skulu við landsliðnum
til Svøríkis, er almanna-
kunngjørdur.
Millum
sjálvskrivaðu nøvnini er
Julian Johnsson. Men
Julian
fer
ikki
við
landsliðnum til Svøríkis,
og tað er møguleiki fyri,
at hann heldur ikki verð-
ur tøkur, tá landsliðið
seinnapartin av mars
mánað skal spæla HM
undankappingardystir í
Luksemburg og Russ-
landi.
Julian hevur brotið
beinið. Mánadagin varð
hann gipsaður, og boðini
frá læknanum vóru, at
gipsið ikki fer av aftur
fyrrenn um seks vikur.
Tað vil við øðrum orð-
um siga, at sjøtul gott og
væl verður sett á mars
mánað, áðrenn Julian
Johnsson aftur kann fara
undir venjingina.
Sunnudagin
spældi
Sogndal venjingardyst á
útivølli ímóti Brann.
Dysturin varð spældur í
Vestlandshallen. Tá eitt
korter var farið, lá Julian
á graslíkinum. Tað tókt-
ist sum um hann hevði
pínu, men hann treisk-
aðist, reisti seg aftur og
var við allar 90 minutt-
irnar.
Pínan hvarv ikki, og
eftir røntgenkanningar
mánadagin
staðfesti
læknin, at eitt bein í
øðrum fótinum var brot-
ið, og at tað fór at verða
neyðugt við seks vikum
í gipsi.
– Tað er sera harmu-
ligt, at vit hava mist ein
av
týdningarmiklastu
spælarunum. Vit fyri-
reika okkum til nýggja
kappingarárið í tippulig-
uni, og tað kemur illa
við, at ein av monnun-
um, sum hevur royndir
av at spæla í bestu deild-
ini, nú er settur uttanfyri
í so langa tíð, sigur Tor-
bjørn Glommes, sum er
venjari í Sogndal.
Ikki nóg búnir
Ve n j i n g a r d y s t u r i n
sunnudagin vísti, at enn
restar tað nógv í hjá
Sogndal, áðrenn teir eru
nóg væl fyri at standa
seg í bestu deildini. Úr-
slitið var 6–2 til Brann,
men tað var ikki fyrrenn
síðsta korterið, at tað
skrædnaði.
Sogndal var tvær ferð-
ir á odda. Kurt Hegge-
stad skoraði bæði mál-
ini. Tað er ikki føroyski
máltjóvurin í Sogndal,
Kurt Mørkøre, sum hev-
ur skift eftirnavn. Talan
er um norskan U–18
landsliðsspælara, sum
teir í Sogndal rokna
nógv við.
Venjarin hevur hesa
frágreiðingina til, at
góða gongdin fyrstu 75
minuttirnar sunnudagin
endaði við stórtapi:
– Vit eru ikki nóg
búnir til at spæla í tippu-
liguni. Tað gekk væl
størsta partin av tíðini,
men so var tað týðuligt,
at okkara spælarar vóru
troyttir. Teir hugsaðu
ikki nóg klárt síðstu
løtuna. Mistøkini vóru
fleiri, og teir í Brann
sektaðu tey eirindar-
leyst, sigur Torbjørn
Glommes, sum kortini
sigur seg vóna, at nógva
og miðvísa venjingin fer
at at síggjast aftur seinni
í ár.
Næsti venjingardyst-
urin hjá Sogndal verður
sunnudagin 11. februar.
Hann verður á heima-
vølli í Sognhallen og
mótstøðuliðið
verður
Ålesund.
Julian hevur
brotið beinið
Tað gongur seint at
skifta felag