hósdagur 25. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 25. januar 2001
17
16
Nr. 17 - 25. januar 2001
Karl E. Andreasen,
skrivar:
Nú fer túsundárahaldið at
vera liðugt, og vit hava
minst tað, sum hendi fyri
túsund árum síðan, tá ið
kristindómurin varð boðað-
ur her á landi, hvar okkara
forfedrar tóku við kristnari
trúgv. Og nú vit eru komin
inn í atventina, hvar vit um
nakrar fáar dagar skulu
minnast ta stórhending fyri
2000 árum síðan, tá ið Jes-
us frelsari okkara varð
føddur niðri í Bethlehem
reivaður og lagdur í eina
krubbu, tí ikki var rúm fyri
honum í herberginum. Til
tross fyri, at hann gjørdist
okkum eitt stórmenni við at
útvinna okkum frelsuverkið
á Golgata. Tá var eitt ljós
tendrað, so vit menniskjur
kundu finna aftur, tí øll
vóru vit vilst sum seyðir.
Mítt størsta og fyrsta
minni stendur sólklárt fyri
mær enn. Tá ið míni kæru
trúgvandi og gudsóttandi
foreldur, sum royndu at vra
trúgv ímóti tí lyfti tey
høvdu givið, at vísa okkum
børnum á vegin, sum førdi
heim til himmals. Eg hugi
eisini við gleði til tey sjey
árini, sum eg gekk í mín
barnaskúla, har eg var fegin
um at fáa ein góðan lærara í
kristni. Hesin lærari gekk
høgt upp í hetta fak, og eg
skilti eisini at lærarin og
míni foreldur gingu hond í
hond inn fyri, at vit skuldu
duga tær leksiur, sum vit
fingu fyri frá honum. Men
tó ikki so at skilja, at hinar
leksiurnar
ikki
eisini
skuldu gerast til lítar. Meg
minnist eisini tað góða
samband, sum var ímillum
skúla og kirkju, hvørs
bygningar vóru vígdir til
Gud Faðir, Guds Son og
Guds Heilaga Anda, hvar
presturin var kirkjunar hirði
í meinigheitini og lærarar-
nir høvdu til uppgávu at
læra okkum børnini, tað
okkara forfedrar mettu um
skúlaverkið, sum jú var for-
garðurin inn til halgidómin.
Mær hugar eisini okkara
skúlastjóra sita á orgul-
beinkinum í kirkjuni til
reiðar at spæla, tá ið kirkju-
klokkan kimaði til barna-
dóp, ringdi til gudstænastu
sunnu- og halgidarar, kim-
aði til hjúnarvígslu og
ringdi, tá ið sagt varð far-
væl fyri seinastu ferð við
ein av okkara bygdafólk-
um.
Hetta tíðarskeiðið var
mær víst at fáa tað álit at
skaffa luft til orglið. Tað ar-
beiði var tá kallað at vera
traðkari. Enn síggi eg fyri
mær stongina, sum ferðað-
ist upp og niður við teimum
trimum merkjunum á, tí
hetta arbeiðið skuldi gerast
samvitskufult. Sum eg ofta
stóð aftan fyri orglið sá eg
mangan mín lærara í kristni
koma upp á loftið. Hann
hevði altíð nakrar sang-
fuglar við, kvinnur og
menn. Tá ið tey byrjaðu at
syngja var sálmasangurin
væl samansjóðaður, saman
við teim mongu, sum sótu
niðri í kirkjuni, sum vóru
komin at lýða á tað, sum
presturin hevði at siga
teimum, ella tá ið deknurin
las lestur.
Meg minnist við gleði
tíðina sum lá fyri framman,
tá ið eg skuldi fáa prestsins
hond á høvdið, tí eg sum
ungur hevði gjørt av at fara
til skips og hetta eydnaðist
mær eisini at fara avstað
sum fimtan ára gamal. Har
kom eg at verða ímillum
gudsóttandi menn.
Hvørt leygarkvøld á mid-
nátt var reint dekk. Tá var
hvílidagur og hildið heil-
agt. Eftir góða hvíld saml-
aðust vit sum heima til
gudstænastu, har sálma-
sangur ljóðaði og ein av
manningini las lestur. Um
kvøldið var møti hildið við
innleiðingi og vitnisburði.
Tann almenna hugsanin
umborð var, at vit mistu
einki, við at halda heilagt
og hvíla sunnu- og halgi-
dagar.
Hetta var eisini sett í
samband við orðini úr
halgubók, hvar tað verður
sagt: „Søkið fyrst Guds ríki
og rættvísi hansara, so skal
alt annað verða givið tykk-
um“.
Eftir at hava verið heima
um summarið og lagt fisk
upp, so var farið aftur til
Grønlands, tá kundu vit á
heystardegi koma aftur við
fullum skipi, umframt at
hava lagt fleiri hundrað
skippund upp á land í
Grønlandi.
Sum árini gingu og eg
gjørdist valbarur, varð eg
valdur í kirkjuráðið. Tað
var áhugavert at koma sam-
an við teim gomlu, sum all-
ir vístu seg at vera tilkomn-
ir menn, sum løgdu fundin í
Guds almáttshond. Tí nú
galt tað guddommiligheiti-
na, sum skuldi røðast um.
Eg gjørdist ikki sørt bilsin,
tá ið teir vístu mær tað álit
at gerast formaður í kirkju-
ráðnum. Eg kom tí at hava
tætt samstarv við sóknar-
prestin og próstin Jákup
Dahl. Hesin sami próstur,
sum skrivaði søgu í kirkju
okkara við at vinna okkum
móðurmálinum
pláss
í
kirkjum okkara. Seinni um-
setti hann bíbilbók okkara
til móðurmálið, sum nú
eingin ivi er um, er okkara
tjóðarmál.
Tí gjørdist eisini lættari
at skilja skriftirnar.
Millum próst og prestin
N. J. Rasmussen var sera
gott samstarv, tað var tí á-
hugavert at vera saman við
teimum.
Ikki liggur fyri at leggja
pennin uttan at nevna tann
triðja prestin eftir seinna
veraldarbardaga F. Busch
hjálparprest. Sum menn-
iskja var hann ein edilingur,
og var hann tað ikki minni
sum prestur. Ynskiligt var,
at hann hevði betri talugáv-
ur, men ávísar orsøkir vóru
fyri tí, sum eg ikki skal
koma inn á, men hann sá
eina stóra uppgávu í, sum
prestur at virka ímillum
okkara ungdóm, sum hann
eisini gjørdi trúliga. Hann
vitjaði eisini tey gomlu,
sjúku og handikappaðu,
sum sótu heima og ikki
høvdu umstøður at koma í
kirkju.
Á sjúkrahúsinum vitjaði
hann ofta og títt fyri at bera
eina heilsan frá okkara
frelsara Jesus Kristus.
Millum hesar omanfyri-
nevndu Guds tænastumenn
var sera gott samstarv.
Tað var eisini orsøkin til,
at okkara kirkja sum var
bygd í 1866 og útbygd í
1930 árunum. Men kortini
var tað mangan hugstoytt at
síggja, at mong vóru tey,
sum fóru heim vegna pláss-
trot. Men tá fingu vit tað
hugskot at spyrja okkara
prestar um at hava tvær
Gudstænastur sunnu- og
halgidagar, eina fyrrapart
og eina seinnapart. Tað
gjørdu prestarnir við gleði.
Nevndu
prestar
vóru
eisini trúgvir at koma til
møtir í KFUM&K, hóast
teir hvørki vóru bidnir at
byrjað ella endað møti.
Ofta løgdu teir sín vitnis-
burð av á møtunum. Var
bønarmøti boygdu teir knø
saman við okkum.
Her kundi mangt annað
verið at fest á blað.
Annars vil eg til seinast
ynskja føroya fólki eini
gleðilig jól og eitt av Harra-
num vælsignað nýttár, við
bøn um at Guds Heilagi
Andi má fáa gott rásarrúm í
kirkju okkara og í øllum
trúgvandi samkomum.
Nøkur sólrík minnir
Í sambandi við 1000 ára haldi fyri kristniboðanini í Føroyum,
hevur Karl E. Andreasen skrivað hesar hugleiðingar
- aftaná 23 ára starv
1. apríl 1932 varð hin 23
ára gamli Niels Jensen Ras-
mussen settur sum prestur í
Norðuroya vestara presta-
gjaldi har hann hevur røkt
prestastarv inntil seinasta
sunnudag, tað var 2. ok-
tober 1955 - ella sløk 24 ár.
Hetta má sigast at vera
trúgv tænasta í sama starvi
á sama staði. Hetta hevur
heldur einki lættført starv
verið. Tað hevur ikki einans
verið at leita úr prestagarð-
inum niðan í Klaksvíkar
kirkju, alt annað, tí ikki
hevur hann havt minni enn
4 kirkjur (Mikladal, Húsar,
Kunoy og Árnafjørð) uttan
fyri Klaksvík at røkt. Men
bygdirnar í kallinum eru
fleiri enn so, og Rasmussen
hevur heldur ikki verið ó-
vanligur gestur á Trølla-
nesi, Syðradali, Haralds-
sundi, Ánunum og úti á
Oyri. Men tíðum hevur
kallið verið størri enn so, tí
ikki so sjáldan hevur hitt
eystara
prestagjaldið
í
Norðoyum ligið í presta-
loysi, serliga tá ið presta-
skifti hava farið fram. Tá
hevur hann eisini røkt
kirkjurnar
á
Viðareiði,
Hvannasundi,
Svínoy,
Kirkju og
Hattarvík. At hann eisini
hevur vunnið sær vinir á
hesum støðum, skilja vit
best av teimum áheitanum,
ið komnar eru frá hesum
kirkjuliðnum - eisini tey
vildu fegin sum so oftani
áður komið saman við hon-
um í gudshúsinum, árrenn
hann flytur til Danmarkar,
men ov knøpp varð tíðin til,
at hetta fekst í lag.
Men skilnaðarheilsaninar
verða ikki minni hjartaligar
og takksamar fyri tað.
Spjaddar liggja Norð-
oyggjarnar, 6 í tali, og fleiri
bygdir á flestu oyggjum.
Skal ein ferðast oyggjanna
millum, má ein fara um
harðastu streymafirðir og
verstu
landoddar.
Tað
krevst tí ikki so lítið av
manni, ið skal røkja presta-
starv í so mongum fjar-
skotnum bygdum. Men
Rasmussen hevur átt allan
tann djarvleika og eldhug,
ið tørvur er á.
Altíð hevur hann verið til
reiðar, og altíð hevur hann
gjørt sína skyldu uttan so,
at tær máttmiklu natúr-
krefturnar hava forða, hvat
stundum hendir her á landi.
Tá ið hann fyri stuttum
kundi halda silvurbrúdleyp,
tóku „fleiri vinir“ soleiðis
til orða um hann í hesum
blaði: „Prestur er – tað er
ikki ov nógv sagt – ógvu-
liga væl dámdur maður. Tað
hevur ikki verið so lætt at
vera prestur í eini bygd, har
stór brøðra-mein-ig-heit er,
men hann, við sínum sera
fólkaligu gávum hevur
dugað avbera væl at um-
gingist hesa meinigheit, og
mong av teimum eru eisini
komin at halda av honum.
Prestur hevur verið tænari í
orðsins
rætta
týdningi;
hann hevur altíð verið vill-
igur til kirkjuligar hand-
lingar – hann hevur ong-
antíð umborið seg við at
sagt: „eg havi ikki tíð í dag,
steðga til sunnudagin.“ Nei,
gerandis
sum
heilagt,
morgun ella kvøld, uttan
mun hevur hann staðið til
reiðar í sínum embæti.“
Og í heiminum! Hvat
følir ein seg væl at støkka
inn á gólvið hjá honum, har
er hann húsbóndi við lít,
skemtingarsamur og prát-
ingarríkur, ella frúan, við
kaffimunninum,
jú,
so
sanniliga er har hugni, har
kennir ein seg ikki til
„ovurs“.
Tað, sum einamest hevur
sermerkt Rasmussen, eru
hansara frálíku evni at
minnast aftur tey fólk, ið
hann einaferð hevur hitt.
Ikki minst hetta hevur alt
fram hitt mikla fólkalyndið,
sum hann gjøgnum árini
hevur
vunnið
millum
manna. - Rasmussen hevur
verið prestur í orðsins rætta
týdningi; hann hevur sera
góðar gávur sum talari, og
uppaftur hin vegin – hann
kennur øll síni sóknarbørn
og meir afturat, veit at
navngeva tey øll, ja kennir
enntá børnini av fólkaslag-
num. Tað verður ikki bert á
prædikustólinum,
men
eisini á gøtunum og í bygd-
alívinum, at Rasmussen
verður saknaður; tí alla-
staðni hevur hesin fryntligi
maður skapað hugna og
virðing um seg. Hansara
blídni og menniskjaliga
framferð hevur verið so
fyrimyndalig,
at
leingi
verður at leita eftir manni,
sum í so ríkt mát hevur
fingið hesar ríku gávur í
kjøtið bornar. Ikki minst
hetta verður at halda minn-
ið um hann livandi manna
millum.
Lítið hevði borið til at
skriva stórvegis um Ras-
mussen uttan at nevnt konu
hansara, Petru; tí neyvan
vildi tað verið manni gjør-
ligt at útint dygdargerning
uttan ein hollan stuðul í tí
hjúnarliga
samlívinum.
Hollari stuðul kundi hann
neyvan havt fingið enn
hana, ið staðið hevur við lið
hansara
gjøgnum
hesi
mongu yrkis-ár.
Prestur og prestafrúan,
sum tey vanliga verða
nevnd her í bygdini, eru
javngomul; bæði fødd í
1906. Prestur er føddur
24/1-1906 í Suðurjútlandi,
bóndasonur; tey vóru 10
systkin, 7 brøður og 3
systrar. Frú Rasmussen er
fødd 27/7-1906 í Rituvík,
dóttur til skipseigara D. P.
Højgaard; eisini tey vóru
10 systkin, 6 brøður og 4
systrar.
Tey eiga 2 dreingir og
eina gentu. Rasmussen,
prestur, fekk tíðliga hug til
bókina. 22. januar 1929 tók
hann gudfrøðisprógv, tað
vil siga 2 dagar áðrenn
hann fylti 23 ár. Hann má
hava verið yngsti prestlærdi
maður í Danmark.
Sama árið 31/5-1929
kom hann til Havnar at
verða prestur. Har var hann
so til 1. apríl í 32; tá kom
hann til okkara, og hevur
sostatt sitið her sum prestur
í gott og væl 23 ár. Petra
Højgaard er sum áður sagt
úr Rituvík, hon hevur verið
lærarinna, tók prógv 1926
bert 20 ára gomul – eisini
ung lærarinna. Tey giftust
29/5-1930, høvdu silvur-
brúdleyp hvítusunnudag í
ár.
Prestur hevur havt nógv
álitisstørv. 1. apríl 1932
kom hann í skúlanevndina.
Hevur sitið har alla tíðina
mest sum formaður. Hann
varð ein av høvuðsmonnu-
num fyri at fáa í lag Klaks-
víkar millum- og realskúla;
somuleiðis tekniska skúlan.
Tað er eingin ivi um at
hann hevur gjørt eitt stórt
arbeið fyri skúlan í Klaks-
vík. Tað kann eisini nevn-
ast, at hann umframt hevur
sitið í skúlanevndum bæði
fyri Mikladals, Trøllanesar,
Húsar, Syðradals, Kunoyar,
Haraldsunds og Árnafjarð-
ar skúlar.
Í 1930 var hann við til at
stovna barnaheimið í Vest-
manna sum nú er flutt til
Havnar. Hann hevur sitið í
nevndini øll árini, sum for-
maður í 20 ár. Eisini hevur
hann verið við til at fingið í
lag tann barnagarð, ið verð-
ur verunleiki í Klaksvík.
Tann 1. januar 1935 var
prestur við at stovna Fær-
øernes Fortsættelses Syge-
kasse, alla tíðina hevur
hann sitið í hesu nevnd frá
1. januar 1944 sum næst-
formaður og 1. Januar 1944
bleiv prestur blaðstjóri av
Færøernes Kirketidende.
Í hansara prestatíð er eis-
ini kirkjan í Árnafirði bygd
og eingin er ivin um, at
hann má hava stuðlað til
hesa bygging. Hann man ó-
ivað hava glett seg saman
við árnfirðingum tá ið
kirkjan 10. oktober 1937
varð vígd.
Í 1941 vóru bæði tvey við
at stovnað KFUM og K her
í Klaksvík.
Frá 30. august er hann
vorðin settur sum sóknar-
prestur hjá týska kirkjulið-
num í Haderslev. Hann
verður innsettur í starvið
16. oktober. Hann fer eins-
amallur við „Trondhjem“
fríggjadagin. Konan og
sonurin ið heima er fara
ætlandi við Tjaldrinum tá
tað kemur aftur úr Grøn-
landi.
Eitt talandi dømi um at
presthjúnini eru væl umtókt
vóru tey 1000 fjarritini, ið
tey fingu á silvurbrúdleyps-
degnum.
Nú skilnaðarstundin er
komin okkum til handa,
fara vit at bera fram okkara
dýrmettu tøkk fyri hesi ríku
og sælu ár, ið tað untist
okkum at hava hesi frægu,
avhildnu og hábornu prest-
afólk okkara millum. Ein
einsamøll tøkk er so fá-
tækslig, men á hesum sinni
fylkjast túsundir norðoy-
ingar í hjartaligari og kensl-
ubornari tøkk, samstundis
sum teir við miklari virðing
bera fram teirra bestu fagn-
aðarkvøðu og ynski um
góða eydnu og Guds sign-
ing í nýggja starvinum.
Fleiri vinir
Sosialurin mikudagin 5. oktober 1955
N. J. Rasmussen, prestur, fer úr Klaksvík fríggjadagin
Á skilnaðarstund Rasmussens prests vil kirkjuliðið í
Klaksvík frambera honum sína hjartans tøkk fyri tey ár,
Gud unti honum at starvast okkara millum.
Sløk 24 ár eru farin, síðani Rasmussen kom til okkara,
og mangt er broytt í hesi ár; men sama gleðiboðskap
hevur hann boðað ár eftir ár. Altíð var boðskapurin
merktur av kærleika, veking og trúfesti. Hann hevur
sostatt staðið sum ein sannur Harrans tænari – altíð
fúsur til verka,
Bæði í gleði og sorg.
Prestagerning sín hevur hann røkt so væl, at ringt
verður at fáa mann í mans stað, sum menniskja finst
valla ein slíkur maður sum Rasmussen, altíð líka við øll,
stór og smá. Okkara ynski er nú tygum fara frá okkum,
at hin altvaldandi Gud má styrkja tygum, konu tygara og
børn og geva tykkum nógv góð arbeiðsár í tí kalli,
tygum fara til á heimlandi tygara, so tygum verða til
signing fyri tað kirkjulið, tygum koma til - eins væl og
tygum hava verið fyri okkara.
Til síðst heilsa vit tygum, harra Rasmussen, frú og
børnum við tí gamla føroyska orðinum: Jesus fylgi
tykkum.
Klaksvík, á mikkjalsmessu 1955
Fyri kirkjuliðið
Karl Andreassen.
Kirkjuliðið í Mikladals sókn vil á hnda hátt siga
okkara kæra presti, N. J. Rasmussen, nú skilnaðar-
stundin er komin, stóra tøkk fyri ta longu tíð, hann
dvaldist her hjá okkum.
Somuleiðis ynskja vit honum alt gott í hansara
framtíðar stað.
Hjartaliga verðið tygum, Rasmussen, kona og børn,
heilsað við ynskjum um, at Gud má vælsigna tykkum nú
og í allari framtíð.
Í ávikum góður,
Altíð fróur,
hugar væl;
ikki tað grettir,
setti ongan eftir.
Kirkjuliðsráðið í Mikladali.
Okkara
bestu
kvøðu
senda
vit
tygum
á
skilnaðarstundini.
Mætur maður hevur verið! Prestur av Guðs náði, vin-
sælur við øll, bæði stór og smá, innan og uttan kirkjudyr.
Vit ynskja, at tygum, kona tygara og børn mega fáa
eina eydnuríka framtíð við Guds signing.
Guds friður og signing á skilnarstund
Kunoyar kirkjulið sendir.
Í minni okkara verið tú,
so leingi Kunoyggin stendur.
Kunoy, 30. sept. 1955.
Kirkjuliðráð1ið.
Eina hjartans tøkk veita vit tær, N. J. Rasmussen
presti, fyri ta tíð, tú hevur verið her, og fyri ta
hjartaligheit og bróðursinni, tú hevur víst móti okkum
bæði í sorg og gleði.
Fyri meinigheitina.
Meinigheitráðsins vegna
Johs. Fr. Joensen
Húsar.
Nú Rasmussen prestur er farin frá okkum, loyva vit okk-
um her at bera honum fram tøkk okkara fyri tey ár, hann
arbeiddi her okkara millum.
Um hann kann verða sagt, at hann var ein orðsins
tænari í røttum týdningi, og hevði fingið tey evni og tær
gávur, sum skuldu til fyri at bera fram orðið.
Meinigheitsráðið og við tí allir íbúgvar í Árnafirði,
takka honum fyri trúfastan gerning tey ár, hann arbeiddi
her; ikki bert sum prestur, men eisini sum menniskja:
blídligur og fryntligur við øll, sum hann kom á tal við,
yngri sum eldri.
Saknur verður í tygum. Men, sum orðatakið sigur;
maður kemur í manns stað. Latum okkum vóna tað; men
vøkkult verður her at fáa eins góðan mann aftur.
Vit ynskja tygum og konu tygara mangar góðar dagar
á tí nýggja staði, har tit nú taka bústað, og ynskja, at
Harrans signing má fylgja tykkum.
Enn einaferð takk.
Árnafjørð, 29. sept. 1955
Meinigheitsráðið.
Kirkjuliðini heilsaðu eisini presti