hósdagur 25. januar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 25. januar 2001
19
18
Nr. 17 - 25. januar 2001
Føroya
Tele og
málið
A. Guttormur
Djurhuus
Nú ein dagin kom
mær fyri eygað tilboð
til føroyskt viðskifta-
fólk, frá Føroya Tele,
um
telefonútgerð,
skrivað á donskum.
Sjálvandi gjørdist eg
bilsin og ringdi til
viðkomandi,
sum
skrivað hevði tilboð-
ið og spurdi um tað
var vanligt at sam-
skifta við viðskifta-
fólkini á donskum og
fekk til svar at tað var
tað »og jeg håber at
du kan leve med
det«. Tað helt eg ikki
at eg kundi.
Seinni læs eg til-
boðið nærri og sá tá
at eg var farin skeiv-
ur. Tað var ikki skriv-
að á donskum, men á
einum blandingsmáli
av donskum og før-
oyskum. Ófatiligt at
ein av Føroya størstu
fyritøkum, ein fyri-
tøka sum heldur seg
at vera fyrimyndar-
lig, virðir kundan so
lágt. Óprofessionelt
og háandi!
Betur skiljandi er
at telegrammóttøkan
hjá somu fyritøku er
mannað við fólki
sum ikki dugur at
skriva føroyskt. Við
tað at viðskiftafólkið,
sum ringir inn tele-
grammið, noyðist at
stava seg ígjøgnum
tekstin, um móttak-
arin skal fáa tað í
lesiligum líki, gerst
avgreiðslutíðin drúgv
og kostnaðurin har-
eftir
høgur.
Ein
munagóð hjálp til
umsetningin hjá Før-
oya Tele.
VIÐMERKINGAR
Sveinur Tróndarson
So upprann dagurin, tá ið
ein kritisk oddagrein kom á
prent um Javnaðarflokkin
uttan at flokkurin hevði
havt høvi til at sensurerað
tekstin áðrenn. Og hóast
tónin í hesi oddagrein var
speiskur, so misti Hans
Pauli strøm ondina av orð-
unum, sum helst hava svið-
ið meira enn gott er.
Hans Pauli Strøm, eg
síggi, at tú er farin at geva
ilt av tær nú ein atfinning-
arsom oddagrein er komin
á prent um Javnaðarflokk-
in, uttan at tit í flokkinum
eru sloppin at góðtaka tað,
sum í henni stendur áðrenn
hon var prentað. Tað má av
sonnum eisini vera ein
løgin kensla hjá tykkum, tí,
satt at siga, hava tað ikki
verið nógvar oddagreinar,
sum hava funnist at Javn-
aðarflokkinum
seinastu
tvey árini.
Kortini undrar tað meg
sera nógv, at tú, sum ert
fólkavaldur, loypir framav
soleiðis í einum lesara-
brævi. Tú krevur saklig
argument, tá onkur dittar
sær at finnast at flokkinum,
sum tit elska hægri enn
tykkara egna land, men tú
leggur sjálvur ikki í at
brúka saklig argument,
hvørki tá ið tú skrivar ella
tá ið tú tosar.
Lesarabrævið hjá tær er
øll ein útspilling og ákoyr-
ing av teimum, sum hava
víst dirvið til at siga sína
hjartans meining um flokk
tykkara. At oddagreinin so
er sett saman í einum
speiskum tóna, tað skilir
ein so svartskygdur maður,
sum tú, ikki. Tað er greitt.
Men hetta við at leypa
framav, tað er kanska
nakað, sum liggur til tín,
Hans Pauli. Gamaní gera
vit tað øll viðhvørt, men eg
hugsi um ein serligan dag í
fjør. Tað er líkasum lættari,
bara at spilla tann, sum
skrivar, út, heldur enn at
vera konstruktivur. Soleiðis
minnist eg teg eisini, tá tú
ringdi út á Sosialin, har eg
arbeiddi um tað mundi. Tú
var so dansandi óður um
eina grein, sum eg hevði
skrivað í sambandi við eina
veljarakanning í apríl í fjør,
tí orðini eg hevði brúkt
vóru ikki nóg positiv um
Javnaðarflokkin í tínum
eygum, og so fekk eg so av
at vita frá tingmanninum,
sum ikki hevði dirvið til at
møta upp á skrivstovuni.
Tað sama hendi tá ið
makkarin hjá tær, Hendrik
Old, ringdi um eina aðra
grein, sum bara slapp í
Internet Sosialin. Hon varð
skrivað í sambandi við ein
politiskan landsfund, men
evnið var av slíkum slagi, at
blaðstjórin tordi ikki at
koyra hana í. Greinin snúði
seg um, at Tjóðveldis-
flokkurin hevði fíggjarligt
avlop í 1999 ... Tónalagið
hjá honum var ikki tað
sama, men endamálið var.
At leggja politiskt trýst á
tey, sum skrivaðu fyri
blaðið.
Tað er kanska soleiðis, tú
vilt hava bløðini skrivaði,
Hans Pauli. Lata politisku
flokkarnar sleppa at avgera,
hvat tað er, sum sleppur í,
hvussu tað verður skrivað
og serliga hvør ið skrivar
tað. Er tað ikki soleiðis tað
er á Sosialinum í løtuni?
Javnaðarfólk
sleppa
at
rættlesa greinar, har teir eru
uppií, men tað er ikki altíð,
at fólk úr hinum flokkunum
sleppa tað. Verri enn so.
Besta dømið um tað er tá
Tórbjørn Jacobsen dumm-
aði seg. Rætningslinjurnar
eru ymiskar har úti, tá tað
snýr seg um javnaðarfólk
og tá tað snýr seg um
onnur. Og so kann alt tos
um sakliga viðgerð vera
líkamikið.
Nei, góði Hans Pauli,
hatta er ikki vegurin fram.
Ver glaður fyri, at onkur
tímir at siga sína hjartans
hugsan um tað tit javnaðar-
menn havast at. Latið
miðlarnar sleppa at arbeiða
uttan at tú, skalt koma við
gori og galli hvørja ferð
onkur er, sum ikki er heilt
samdur við tær. Vit hava
loyvið til at hava eina aðra
hugsan enn tú, og vit hava
eisini loyvið til at fáa nakað
frá hondini sjálvt um tú ikki
tímir at hjálpa til.
Tú átti heldur at lagt á
annan bógv og verið meira
positivur. Trúgv upp á egin
evnir og okkara við. Eg
trúgvi ikki, at veljarar tínir í
Norðstreymoy hava valt teg
inn á ting fyri at siga,
hvussu lítið vit nytta. Tá var
sjálvt Pauli Ellefsen betur.
Hann segði so hóast alt á
sinni, at vit megna bert vit
vilja. Hjá tær er tað eftir
øllum at døma soleiðis, at
vit megna um Nyrup vil.
So var tað eitt afturat.
Seinastu knøppu trý árini
hava tú og hinir javnaðar-
menninir gjørt tykkum
ómak, hvørja ferð tit hava
tosað um fólk sum taka
undir við fullveldi. Tit kalla
okkum fanatikarar og ann-
að gott, sum ikki er serliga
væl argumenterað og nú ert
tú eisini farin at tosa um
woodo.
Eg taki undir við full-
veldisætlanini hjá lands-
stýrinum, men tað ger meg
als ikki til fanatikara av
nøkrum slagi. Einastu fa-
natikararnar, eg síggi, eru
teir, sum av øllum alvi berj-
ast ímóti, at vit føroyingar
hava rætt til at ráða í egnum
húsi. So einfalt er tað.
Henda rætt vilja danir ikki
geva okkum, ja, nú vilja teir
heldur ikki siga, um teir í
heila tikið vilja góðtaka
føroyskt ynski um full-
veldið, tá ið tað kemur. Tá
haldi eg, at sjálvt teir mest
svartskygdu - og har meti
eg teg, sum ein av teimum
svartastu - áttu at fingið
eyguni upp fyri tí, sum
stjórnin í Keypmannahavn
hevst at. Teir arbeiða ikki
fyri títt og okkara besta.
Teir arbeiða bara fyri
donskum áhugamálum.
Jan Müller,
blaðstjóri
Lat meg fyrst siga, at eg
ætli mær ikki út í nakað
alment orðaskifti við eitt av
fyrrverandi starvsfólkunum
á Sosialinum um innan-
hýsis viðurskifti á arbeiðs-
plássinum.
Kann tó siga so mikið, at
tað er gera órætt móti blað-
fólkunum, tá tað verður
sagt, at bara javnaðarfólk
sleppa at rættlesa greinar,
har tey eru uppií, og at tað
er ikki altíð, at fólk úr
hinum flokkunum sleppa
tað, og tá sagt verður, at
rætningslinjurnar eru ym-
iskar har úti, tá tað snýr seg
um javnaðarfólk og um
onnur.
Er hetta ikki at stinga
sínar gomlu starvsfelagar í
bakið! Ynskja fólk, sum
blaðið ger samrøðu við, og
gera tey vart við hetta, at
fáa síni úttalilsi til rætt-
lestur, so fer neyvan nakað
blaðfólk á Sosialinum at
nokta teimum tað ella at
gera mun á fólki. Eg veit
ikki hvørjum endamáli slík
skuldseting móti sínum
gomlu starvsfeløgum tæn-
ir! Hvat málinum um Tór-
bjørn Jacobsen viðvíkur, so
skal fyrst sigast, at Sveinur
Tróndarson arbeiddi ikki á
blaðnum um tað mundið,
so hann veit ikki, hvat
veruliga hendi. Og tað, sum
hendi, var m.a., at maðurin
eftir at hava fingið at vita,
at úttalilsini kundu fáa
avleiðingar fyri hann, vildi
hava tey broytt. Men tá varð
eingin vegur aftur, tí grein-
in var farin víðari í fram-
leiðslumylluna. Tá var ov
seint at biðja um rættlestur.
Sveinur
Tróndarson,
fyrrv. blaðmaður á Sosial-
inum, hevur so valt at fara
út alment og leggja eftir
leiðsluni á blaðnum og
fyrrverandi starvsfeløgum
sínum. Tað verður hann
um. Hetta er tó eitt sjáld-
samt og álvarsligt stig at
taka. Tað er óvirðiligt.
Hóast ongar avtalur finnast
um tagnarskyldu, er tað tó
ikki góður siður, tá man er
farin av einum arbeiðs-
plássi, ikki at blanda innan-
hýsis viðurskifti haðani
uppí eitt alment politiskt
orðaskifti!
Tað vilja altíð vera viður-
skifti
á
einum
arbeiðsplássi, sum ymsar
meiningar eru um, og tað
kunnu vera ymiskar um-
støður, sum gera seg gald-
andi í ymiskum málum. At
undirritaði verður lagdur
undir ikki at tora at taka
upp ávíst tilfar frá umrødda
blaðmanni haldi eg er ein
grov og mannminkandi
skuldseting. Og so er hon
ósonn eisini. Men tað má
eg so bara liva við. Eg ætli
mær nevniliga ikki at fara
út í tjak um slíkt, hóast tað
finnast aðrar útleggingar av
hesum. Slíkt tjak kann so
bara enda við, at tað stend-
ur orð móti orði.
Eg haldi annars, at tað er
synd og spell fyri grein-
skrivaran sjálvan, at hann
skal hava tikið hetta lítið
virðiliga stigið at »heingja
út« sítt gamla arbeiðspláss,
eftir at hann sjálvur hevur
sagt seg úr starvi her. At
taka einstakar hendingar frá
síni tíð á blaðnum fram og
brúka tær í einum politisk-
um orðaskifti móti blaðum
og starvsfólkunum her er
illoyalt. Tað er eisini unfair,
tí viðkomandi veit, at eing-
in arbeiðsgevari vil fara út
alment at tjakast um innan-
hýsis viðurskifti á arbeiðs-
plássinum.
At Anita á Fríðríksmørk
sum virkin politikari fer út
alment og finst at blaðnum
er hennara fulli rættur. Tað
er ein partur av demokra-
tiinum. Vit kunnu vera
samd ella ósamd við hana,
men ikki kemst uttan um, at
hon brúkar bara sín demo-
kratiska rætt. Hon ger sínar
metingar og niðurstøður út
frá tí, sum hon sum po-
litiskur eygleiðari heldur
seg síggja og skilja. Harfyri
er tó ikki sagt, at hennara
niðurstøður eru beinar.
Men at eitt fyrrverandi
starvsfólk á Sosialinum
tekur sær rætt til at fara út
alment við innanhýsis við-
urskiftum frá síni tíð á
blaðnum - og entá í einum
máli, sum einki beinleiðis
hevur við Sosialin at gera -
nevniliga eitt orðaskifti
millum ein tingmann og
blaðstjóran á einum øðrum
blað - átti ikki at verið
grundarlag fyri einum álopi
á hvørki leiðslu ella starvs-
fólk á Sosialinum. Eg kann
tí ikki við mín besta vilja
skilja, at hetta fyrrverandi
starvsfólk kann bera seg
soleiðis at móti sínum fyrr-
verandi
kollegum
og
arbeiðsgevara.
Eg fari at heita á teg,
Sveinur Tróndarson, um at
geva
starvsfólkunum
á
Sosialinum arbeiðsfrið. Tú
veit sjálvur, hvussu nógv
arbeiði liggur á blaðfólki,
ið skulu skriva bløð fimm
ferðir um vikuna. Fyri tað
um avgerðir, sum eru tiknar
á blaðnum, ikki hóva tær,
so hevur tú ongan rætt til at
fara soleiðis við tínum
fyrrverandi arbeiðsplássi.
Undirritaði ætlar sær ikki
út í eitt alment orðaskifti
við fyrrverandi starvsfólk
um innanhýsis viðurskifti á
arbeiðsplássinum og fari eg
tí heldur ikki at svara aftur,
um Sveinur Tróndarson
kortini fer at halda fram við
álopum sínum.
Ósensurerað oddagrein
Ein óvirðilig gerð
Leder for filetav-
delingen
Da vår nåværende avdelingsleder skal over i ny
jobb i bedriften søker vi leder for filetavdelingen.
Avdelingslederen har det daglige ansvar for
produkt og produksjonsprosessen i avdelingen.
Avdelingen har 90 ansatte og avdelingslederen
har det daglige personalansvar. Evne og interesse
for å lede og motivere vil derfor bli vektlagt
Avdelingslederen inngår i bedriftens ledergruppe
og rapporterer til produksjonsleder som har der
overordna driftsansvar.
Vi søker først og fremst etter en person som har
evne og kunnskap i forhold til å lede porduksjon.
Der er en fordel med kjennskap til fiskeindustri,
men vi oppfordrer også personer som ikke har
bakgrunn fra fiskerinæringen til å søke.
Lønn etter avtale. Vi er behjelpelige med å skaffe
bolig.Bedriften har egen pensjonsforsikring.
Kontakt
produksjonsleder
Øyvind
Bolle
tlf.
78983431/ 97706861 for nærmere information.
Søknad
med
CV
og
attester
sendes
til
Havprodukter AS,pb.B,9990 BÅTSFJORD innen 11.
februar.
Havprodukter AS er en del av konsernet Nordic Sea
Holding AS.Havprodukter AS er lokaliseret til Båtsfjord i
Finnmark, Norge og har 150 ansatte. Vi producerer
konsumprodukter og videreforedlede produkter av
hvitfisk for eksport. Bedriften er organiseret i 5
avdelinger,
brygge,
teknisk,
filet,
ferdigvare
og
administrasjon
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Peugeot 306 XL,1,4 Atlantis 5/H
Árg.: 1995
KM.: 66.529
Eyka útgerð: Airbag,5 gear,met.lakk.
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
tlf.345600 - lokal 728
fax nr.345607
at hitta millum kl.10.00 og 12.00
RIMMAR
RIMMAR ÚTS
TSØLA
LA
RIMMAR ÚTSØLA
Eisini hava vit nógv góð tilboð
av meturvørum og restum
Kom inn á gólvið
og ger kvettið
Stoffalág 41 • 100 Tórshavn • Tel. 314979
byrjar fríggjadagin 26. jan. kl. 10.00
Sosialurin - 311820
÷20% ÷30% ÷50%
m.a. tær vælumtóktu strekk
buksurnar v/strípum ÷20% og 30%