mánadagur 18. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2006
7
tíðindi
Cloer
kaffimaskina
Svørt / rustfrítt stál
Heldur kaffi heitt
Kompakt design
Glaskanna til 12 koppar
einans 398
remington
hárklippari
Keramik klippari
– skal ikki oljerast
Nógv eyka tilhoyr
Verður latið í
aluminium kufferti
einans 498
Dyson
dustsúgvari
Ongantíð aftur nýtist tú at
skifta posa. Missur onga
súgvukraft tá tú sýgur.
Gummibeløgd hjól.
Teleskop rør
einans 2.998
PhiliPs
hárklippari
Rustfrítt stálblað.
Nógv eyka tilhoyr.
Lætt vekt design.
einans 248
Beurer pulsur
Kann vísa minsta og hægsta
puls. Kaloriuforbrenning.
Stoppur.
einans 398
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
Einasta privata
flogfelag í Føroyum
gevst nú við virksemi
sínum. Eftir fleiri
royndir at útvega
felagnum nýggjan
kapital, steðfestir
nevndin í FaroeJet,
at grundarlag er ikki
fyri at halda fram við
flogvirkseminum
Tíðindaskriv
FaroeJet, sum er einasta
privata flogfelag í Føroyum,
gevst nú við virksemi sínum.
Hetta hevur nevndin í
felagnum tikið avgerð um.
Seinastu tíðina hevur
felagið arbeitt við at útvega
nýggjan kapital fyri at
kunna halda fram við
flúgvingini. Royndirnar at
útvega neyðuga kapitalin
hava ikki hepnast, og tí er
ikki fíggjarligt grundarlag
fyri at at halda fram við
virkseminum.
Avgerðin hjá nevndini
ber ívið sær, at felagið fer
í gjaldsteðg mánadagin
18. desember. Hetta gevur
felagnum neyðuga friðin
til at avviklað felagið á
skipaðan hátt til fyrimuns
fyri allar partar. Miðað
verður fram ímóti, at veitarar
fáa sín ágóða dekkaðan.
Arbeitt verður nú við
at fáa alla størri skyldur,
so sum leasing og viðlíka
haldsavtalur, avgreiddar og
avviklaðar við minst møgu
ligum tapi fyri allar partar.
Starvsfólkini í FaroeJet
hava í morgun fingið boðini
um støðuna og avgerðina
hjá nevndini. Eisini hava tey
fingið neyðuga kunning um,
hvussu teirra starvsviðurskifti
verða frameftir.
Nevnd og stjórn harmast
um avgerðina, sum er tikin,
men fíggjarligi veruleikin
gevur ikki felagnum aðrar
møguleikar. FaroeJet hevur
eina røð av sera dugnaligum
starvsfólkum, og leiðslan
takkar teimum fyri tað góða
arbeiðið, tey øll hava gjørt
fyri felagið.
FaroeJet varð stovnað
20. desember 2005, og eftir
eitt ár í vinnu er greitt, at
peningurin í felagnum er
brúktur. Tað er beinleiðis
orsøkin til, at felagið er farið
í gjaldssteðg. Felagið hevur
áður víst á, at tann órímiliga
kappingarstøðan á føroyska
loftferðsluøkinum hevur
kostað felagnum nógvan
pening og nú at enda eisini
tilverugrundarlagið.
Avtala er gjørd við Atlantic
Airways um flutning av
ferðafólkum, sum hava keypt
ferðaseðil við FaroeJet.
Blíðar heilsanir
Knút Lutzen,
nevndarformaður
og Jóhann E. Simonsen,
stjóri
Faroe Jet fer í gjaldsteðg
Eitt ár varð nýggjasta
flogfelagnum í flot
anum lagað. Eftir
fleiri royndir at útvega
felagnum nýggjan
kapital, staðfestir
nevndin í FaroeJet, at
grundarlag er ikki fyri
at halda fram við virk
seminum
Flogferðsla
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Felagið varð sett á stovn 20.
desember 2005, og nú eitt
ár seinni, er greitt, at pen
ingurin er brúktur. Royndir
nar at fáa meira kapital hava
ikki eydnast og felagið fer í
gjaldsteðg 1. januar.
Sambært tíðindaskrivin
um, sum felagið sendi út
um middagsleitið í dag,
hava starvsfólkini í morgun
fingið boðini um støðuna
og avgerðina hjá nevndini.
Eisini hava tey fingið kunn
ing um, hvussu teirra starvs
viðurskifti verða frameftir.
– Nevnd og stjórn harmast
um avgerðina, sum er tikin,
men fíggjarligi veruleikin
gevur ikki felagnum aðrar
møguleikar, sigur felagið í
tíðindaskrivinum.
Fyrsti túrurin hjá FaroeJet
var 15. mai 2006. 29. august
kom sonevnda Sóljuskipanin
í gildi, og tá segði Jóhan
Simonsen, stjóri, at FaroeJet
er komið fyri at vera.
31. august svaraði Atlantic
Airways aftur við einari
avsláttarskipan, sum meira
ella minni tók beinini undan
henni hjá FaroeJet.
Felagið hevur fleiri ferðir
víst á fíggjarligu trong
støðuna, eitt nú 8. september,
tá kunngjørt varð, at fíggjar
liga grundarlagið hjá fel
agnum var ov veikt og at
minni enn annaðhvørt setur
í flogfarinum var selt.
Missa peningin
Upprunaligi partapeningurin
í faroe Jet var 10.5 mió. kr.,
men áðrenn felagið fór á
flog, var hann hækkaður uppí
25 milliónur. Størstu parta
eigararnar eru Safari Trans
port og Norðoya Sparikassi
við 2,5 milliónum í part.
Vatnsoyrar Snikkaravirkið
við 1,25 milliónum og JK
Íbúðir við einari millión.
Restin av partapeninginum
er spjaddur út á 900 smærri
partaeigarar.
Faroe Jet gevst
Vit koma ongantíð
í monopolstøðu
aftur, tí tað eru altíð
onnur, sum eru til
reiðar at koma inn
á marknaðin, um
vit ikki bjóða bestu
sømdirnar, sigur
Magni Arge, í Atlantic
Flogferðsla
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
– Faroe Jet hevur gjørt
av at fara í gjaldsteðg og
hetta kunnu vit bara taka til
eftirtektar, sigur Magni Arge,
stjóri í Atlantic Airways, nú
FaroeJet gevst.
– Vit vóru boðin á fund við
FaroeJet fríggjadagin, og har
komu vit ásamt um, at taka
um endan, bæði viðvíkjandi
ferðafólkum, sum hava bílagt
og goldið ferðaseðil til jóla
og viðvíkjandi flogfarinum,
sum vit yvirtaka. So nú
royna vit at medvirka til eina
virðiliga loysn, sigur Magni
Arge, sum eisini sigur seg
harmast vegna tey, sum hava
sett pening í felagið og vegna
starvsfólkini, ið nú eru søgd
úr starvi.
– Men hetta ger ikki, at
vit koma aftur í eina mono
polstøðu, tí vit eru alla tíðina
í kapping við onnur, sum
standa til reiðar at koma inn
á marknaðin, um vit ikki
virða marknaðartreytirnar,
sigur Magni Arge, sum staði
liga undirstrikar, at prísirnir
ikki fóru ikki upp, tá felagið
var einsamalt fyri knøppum
ári síðani.
Spurdur, um hann hevur
nakra frágreiðing um, hví
FaroeJet ikki hóraði undan,
sigur Magni Arge, at hann í
og fyri seg ikki hevur hug til at
greiða frá sínari hugsan, men
at hann gav felagnum eini góð
ráð, tá tað var stovnað.
– Tá segði eg í sjónvarp
inum, at eitthvørt felag má
vinna pening. Um tú brúkar
av stovnsfænum, verður tað
ikki tú, men onnur, sum
stýra virkseminum, sigur
hann. Og hann skoytir uppí,
at tað altíð verður tungt at
fáa virksemið at løna seg,
tí marknaðurin er so lítil í
Føroyum, og tí er neyðugt
at fáa inntøkur aðrar vegir
eisini.
Spurdur, um starvsfólkini,
sum nú eru søgd úr starvi hjá
FaroeJet kunnu fáa arbeiðið
hjá Atlantic, sigur Magni
Arge, at øll eru vælkomin at
senda teimum eina umsókn.
– So mugu vit taka tað upp
tá, sigur hann, og vísir eisini
á, at ongar ætlanir í løtuni eru
um at avtaka Súluskipanina,
nú felagið aftur er einsamalt
á Føroyaleiðini.
Eru altíð í kapping