Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2006 7 tíðindi Cloer kaffimaskina Svørt / rustfrítt stál Heldur kaffi heitt Kompakt design Glaskanna til 12 koppar einans 398 remington hárklippari Keramik klippari – skal ikki oljerast Nógv eyka tilhoyr Verður latið í aluminium kufferti einans 498 Dyson dustsúgvari Ongantíð aftur nýtist tú at skifta posa. Missur onga súgvukraft tá tú sýgur. Gummibeløgd hjól. Teleskop rør einans 2.998 PhiliPs hárklippari Rustfrítt stálblað. Nógv eyka tilhoyr. Lætt vekt design. einans 248 Beurer pulsur Kann vísa minsta og hægsta puls. Kaloriuforbrenning. Stoppur. einans 398 Á Hjalla · Tel 31 54 15 Jólagávuhugskot frá Damor Einasta privata flogfelag í Føroyum gevst nú við virksemi sínum. Eftir fleiri royndir at útvega felagnum nýggjan kapital, steðfestir nevndin í FaroeJet, at grundarlag er ikki fyri at halda fram við flogvirkseminum Tíðindaskriv FaroeJet, sum er einasta privata flogfelag í Føroyum, gevst nú við virksemi sínum. Hetta hevur nevndin í felagnum tikið avgerð um. Seinastu tíðina hevur felagið arbeitt við at útvega nýggjan kapital fyri at kunna halda fram við flúgvingini. Royndirnar at útvega neyðuga kapitalin hava ikki hepnast, og tí er ikki fíggjarligt grundarlag fyri at at halda fram við virkseminum. Avgerðin hjá nevndini ber ívið sær, at felagið fer í gjaldsteðg mánadagin 18. desember. Hetta gevur felagnum neyðuga friðin til at avviklað felagið á skipaðan hátt til fyrimuns fyri allar partar. Miðað verður fram ímóti, at veitarar fáa sín ágóða dekkaðan. Arbeitt verður nú við at fáa alla størri skyld­ur, so sum leasing og við­líka­ haldsavtalur, avgreiddar og avviklaðar við minst møgu­ ligum tapi fyri allar partar. Starvsfólkini í FaroeJet hava í morgun fingið boðini um støðuna og avgerðina hjá nevndini. Eisini hava tey fingið neyðuga kunn­ing um, hvussu teirra starvsviðurskifti verða frameftir. Nevnd og stjórn harmast um avgerðina, sum er tikin, men fíggjarligi veruleikin gevur ikki felagnum aðrar møguleikar. FaroeJet hevur eina røð av sera dugnaligum starvsfólkum, og leiðslan takkar teimum fyri tað góða arbeiðið, tey øll hava gjørt fyri felagið. FaroeJet varð stovnað 20. desember 2005, og eftir eitt ár í vinnu er greitt, at peningurin í felagnum er brúktur. Tað er beinleiðis orsøkin til, at felagið er farið í gjaldssteðg. Felagið hevur áður víst á, at tann órímiliga kappingarstøðan á føroyska loftferðsluøkinum hevur kostað felagnum nógvan pening og nú at enda eisini tilverugrundarlagið. Avtala er gjørd við Atlantic Airways um flutning av ferðafólkum, sum hava keypt ferðaseðil við FaroeJet. Blíðar heilsanir Knút Lutzen, nevndarformaður og Jóhann E. Simonsen, stjóri Faroe Jet fer í gjaldsteðg Eitt ár varð nýggjasta flogfelagnum í flot­ anum lagað. Eftir fleiri royndir at út­vega felagnum nýggj­an kapital, stað­festir nevndin í FaroeJet, at grundar­lag er ikki fyri at halda fram við virk­ seminum Flogferðsla Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Felagið varð sett á stovn 20. desember 2005, og nú eitt ár seinni, er greitt, at pen­ ingurin er brúktur. Roynd­ir­ nar at fáa meira kapital hava ikki eydnast og felagið fer í gjaldsteðg 1. januar. Sambært tíðinda­skriv­in­ um, sum felagið sendi út um middagsleitið í dag, hava starvsfólkini í morgun fingið boðini um støðuna og avgerðina hjá nevndini. Eisini hava tey fingið kunn­ ing um, hvussu teirra starvs­ viðurskifti verða frameftir. – Nevnd og stjórn harmast um avgerðina, sum er tikin, men fíggjarligi veruleikin gevur ikki felagnum aðrar møguleikar, sigur felagið í tíðindaskrivinum. Fyrsti túrurin hjá FaroeJet var 15. mai 2006. 29. august kom sonevnda Sóljuskipanin í gildi, og tá segði Jóhan Simonsen, stjóri, at FaroeJet er komið fyri at vera. 31. august svaraði Atlantic Airways aftur við einari avsláttarskipan, sum meira ella minni tók beinini undan henni hjá FaroeJet. Felagið hevur fleiri ferðir víst á fíggjarligu trong­ støðuna, eitt nú 8. september, tá kunngjørt varð, at fíggjar­ liga grundarlagið hjá fel­ agn­um var ov veikt og at minni enn annaðhvørt setur í flogfarinum var selt. Missa peningin Upprunaligi partapeningurin í faroe Jet var 10.5 mió. kr., men áðrenn felagið fór á flog, var hann hækkaður uppí 25 milliónur. Størstu parta­ eigararnar eru Safari Trans­ port og Norð­oya Sparikassi við 2,5 milli­ón­um í part. Vatn­soyrar Snikk­aravirkið við 1,25 mill­i­ónum og JK Íbúðir við einari millión. Restin av partapeninginum er spjadd­ur út á 900 smærri partaeigarar. Faroe Jet gevst Vit koma ongantíð í monopolstøðu aftur, tí tað eru altíð onnur, sum eru til reiðar at koma inn á marknaðin, um vit ikki bjóða bestu sømdirnar, sigur Magni Arge, í Atlantic Flogferðsla Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo – Faroe Jet hevur gjørt av at fara í gjaldsteðg og hetta kunnu vit bara taka til eftirtektar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, nú FaroeJet gevst. – Vit vóru boðin á fund við FaroeJet fríggjadagin, og har komu vit ásamt um, at taka um endan, bæði viðvíkjandi ferðafólkum, sum hava bílagt og goldið ferðaseðil til jóla og viðvíkjandi flogfarinum, sum vit yvirtaka. So nú royna vit at medvirka til eina virðiliga loysn, sigur Magni Arge, sum eisini sigur seg harmast vegna tey, sum hava sett pening í felagið og vegna starvsfólkini, ið nú eru søgd úr starvi. – Men hetta ger ikki, at vit koma aftur í eina mono­ polstøðu, tí vit eru alla tíðina í kapping við onnur, sum standa til reiðar at koma inn á marknaðin, um vit ikki virða marknaðartreytirnar, sigur Magni Arge, sum staði­ liga undirstrikar, at prísirnir ikki fóru ikki upp, tá felagið var einsamalt fyri knøppum ári síðani. Spurdur, um hann hevur nakra frágreiðing um, hví FaroeJet ikki hóraði undan, sigur Magni Arge, at hann í og fyri seg ikki hevur hug til at greiða frá sínari hugsan, men at hann gav felagnum eini góð ráð, tá tað var stovnað. – Tá segði eg í sjón­varp­ inum, at eitthvørt felag má vinna pening. Um tú brúkar av stovnsfænum, verður tað ikki tú, men onnur, sum stýra virkseminum, sigur hann. Og hann skoytir uppí, at tað altíð verður tungt at fáa virksemið at løna seg, tí marknaðurin er so lítil í Føroyum, og tí er neyðugt at fáa inntøkur aðrar vegir eisini. Spurdur, um starvsfólkini, sum nú eru søgd úr starvi hjá FaroeJet kunnu fáa arbeiðið hjá Atlantic, sigur Magni Arge, at øll eru vælkomin at senda teimum eina umsókn. – So mugu vit taka tað upp tá, sigur hann, og vísir eisini á, at ongar ætlanir í løtuni eru um at avtaka Súluskipanina, nú felagið aftur er einsamalt á Føroyaleiðini. Eru altíð í kapping