Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 244 - 18. desember 2006 tíðindi Landsstýrið fer at taka upp samráðingar við kommunurnar um ein samlaðan útreiðslukarm og um nýggjar roknskaparreglur. Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Bárður Nielsen, lands­stýr­ ismaður i fíggjarmálum og Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður í inn­lend­ ismálum halda, at tíðin nú er búgvin til at fáa tamarhald á útreiðslunum hjá kommunum, umframt at seta í gildi nýggjar rokn­ skaparreglur, fyri á tann hátt at fáa meira gjøgnum­ skygni í fíggjarviðurskiftini hjá komm­unum. – Seinnu árini hava komm­unurnar í Føroyum økt sínar útreiðslur í stór­ um. Samstundis er greitt, at alt fleiri almennar upp­ gávur skulu leggjast til komm­unurnar at umsita, og tí fáa tær støðugt størri týdning og ávirkan bú­skaparliga, siga teir báðir í tíðindaskrivi. Teir greiða víðari frá, at hin samlaði almenni sektor­ ur­in hevur ábyrgdina av at tálma sveiggini í bú­skapinum, og tí fer land­s­stýrið komandi ár at samráðast við komm­un­ urnar um at fáa í lag ein samlaðan útreiðslukarm. Stórur kommunalur vøkstur Longu nú er greitt, at komm­unalu útreiðslurnar vaksa nógv skjótari enn útreiðslurnar hjá landinum. Í ár hava kommunurn­ar væntandi ein vøkstur í útreiðslunum á í minsta lagi 12 prosent, meðan vøkstur­ in hjá landinum liggur niðri á trimum prosentum, verð­ ur sagt í tíðindaskrivinum. Hagtøl vísa harumframt, at kommunurnar síðani 2002 hava økt sínar útreiðsl­ ur við 7,9 prosentum ár­liga. Saman um tikið fara kommunurnar at standa fyri 23,7 prosentum av øll­um teimum almennu út­reiðslunum í ár. Henda gongd er ein av orsøkunum til, at landsstýrismaður­ in í fíggjarmálum og lands­­stýrismaðurin í inn­ lend­ismálum longu nú heita á allar kommunur í landinum um at tálma út­reiðsluvøksturin komandi ár. – Tað liggur á bæði landi og kommunum sum almennir myndugleikar at tálma sveiggini í bú­skapinum. Tí mugu vit ansa væl eftir, at vit ikki eru við til at seta ov nógva ferð á. Landið roynir at halda aftur, og kommunurnar mugu eisini gera sítt, siga landsstýrismenninir í fíggjarmálum og inn­ lendismálum, sum á hvør sín hátt varða av kommun­ ala sektorinum. Nýggjar roknskaparreglur Landsstýrismennin­ir ásanna, at tørvur er á størri gjøgnumskygni og innliti í fíggjarviðurskiftini í kommunala geiranum. – Í løtuni verður arbeitt við at gera nýggjar rokn­ skaparreglur fyri komm­un­ urnar í Føroyum. Hetta vil skapa størri gjøgnum­skygni til fyrimun fyri bæði land og komm­unur og samstundis hava stóran týdning tá samráðast skal um útreiðslu­karm siga Bárður Nielsen, landsstýrismaður i fíggjarmálum og Jacob Vestergaard, lands­stýr­is­ maður í inn­lendis­málum. Vilja tálma kommunalu útreiðslurnar Jólakonsert mikukvøldið kl. 20 í Havnar kirkju Kristiliga Sangkórið og Kórið hjá Jóhan úr Eysturoynni syngja jólaløg í Dómkirkjuni mikukvøldið 20. desember kl. 20. Meira enn hálva øld hevur Kristiliga Sangkórið havt sum traditión at syngja jólasangir og –sálmar í Havnar kirkju stutt fyri jól. Hetta verður eisini í ár, hesaferð saman við Kórinum hjá Jóhan úr Eysturoynni. Kórini bæði syngja hvør sær og saman, jólaløg úr ymsum londum. Konsertin tekur ein tíma. Sangløta í Siloa Sangbólkurin Salt og Siloakórið fara mikukvøldið at syngja í Siloa í Fuglafirði. Nógvu tey seinastu árini hevur Siloakórið skipað fyri sangløtu ein av døgunum upp undir jól. Soleiðis verður eisini í ár. Sangløtan verður í Siloa nú mikukvøldið klokkan 20. Umframt Siloakórið fer sangbólkurin Salt at syngja. Kórið og sangbólkurin eiga umleið hvør sína helvt av skránni. Eisini fer Bárður á Lakjuni at syngja og spæla tvey løg. Salt syngur síni eyðkendu a capella løg. Hjá Siloakórinum eru tað fleiri, sum spæla undir: Martin Simonsen á urgu, Jóhannus Simonsen klaver, David Simonsen bass, Bárður á Lakjuni floytu og Jóhan á Lakjuni trummur. Eftir sangløtuna verður bjóðað til ein drekkamunn í Siloa. Heldur enn at leggja so harðliga eftir kommunum áttu landsstýrismenninir at brúkt nøkur av sínum egnum vápn­um, um teir veruliga vilja tálma bú­skaparligu gongd­ini, sigur Rósa Samuelsen, for­kvinna í Føroya Kommunufelag Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hava ákærurnar skolað niður yvir kommunurnar, tí hesar eru farnar undir eitt ósunt og skilaleyst íløguvirksemi, sum tikið hevur verið til. Skotið verður upp, at landsstýrið í størri mun skal inn at stýra kommununum. Hetta hevur fingið ilt í Føroya Kommunufelag, sum nú talar at og heitir á landsstýrismenninir um at hyggja at sínum egnu møguleikum at tálma búskapargongdini, heldur enn at ákæra kommunurnar fyri vanrøkt. – Vit røkja bara okkara skyldur út frá givnum kørmum, sigur Rósa Samuelsen. Og hon vísir á, at um hugt verður nærri at, hvar íløgurnar fella, so er tó trupult at síggja, hví hesar íløgur ikki skulu gerast. – Íløguvirksemið í eini kommunu er í nógv størri mun tengt at búskaparvøkstrinum, enn íløguvirksemið hjá land­ in­um er. Kommunurnar virka innanfyri teir karmar, hægstu myndugleikar lands­ins hava stungið út í kortið. Hvørki meira ella minni. Tí tykist løgið, at lands­stýrismaðurin við fleiri leggja so harðliga eftir kommununum, sig­ ur forkvinnan í Føroya Kommunufelag. Menna samfelagið Hon heldur tað vera trupult at síggja, hví íløg­urnar ikki skulu gerast. – Vit hava eitt upp­gávu­ býti, ið ásetur okk­ara uppgávur. Eitt nú inn­an barnaansing, skúla­út­ bygg­ing, útstykking og vegagerð, bróðurparturin á eldraøkinum og útbyggingar av kloakkskipanum og vatnveiting, sigur Rósa Samuelsen. Og hon stað­ festir, at hetta eru øki, ið komandi árini fara at fylla meginpartin av íløgunum hjá kommununum. – So ella so eru tær allar við at menna samfelagið og skapa fortreytir fyri, at føroyska samfelagið framyvir kann mennast og hava ein vøkstur bú­skaparliga eins væl og trivnaðarliga, og fleiri teirra eru beinleiðis avleiddar av lógarásettum krøvum, sigur hon og tekur eitt nú Leirvík fram sum dømi. – Skal Leirvík til dømis siga nei til økta eftir­spurningin, eftir at Norðoyartunnilin er latin upp? Og skal Gøta siga nei takk til eina handilsmið­ støð, ið kemur at geva fleiri enn 100 arbeiðspláss í kommununi? Við einum slíkum hugburði hevði øll menning í kommununum og harvið eisini landinum steðgað upp, sigur hon. Vendið skjútsinum Og Rósa Samuelsen heitir á landsstýrismenn­in­ar um, heldur enn at leggja so harðliga eftir kommunum, at brúkt nøkur av sínum egnum vápnum, um teir veruliga vilja tálma gongdini. Hon reksar upp øki, sum landið heldur átti at savnað seg um. Eitt nú at tað framvegis verður latin rentustuðul til øll sethúsalán (ið bert hækka og hækka), hóast hetta hevur eina beinleiðis ávirkan á kostnaðarstøðið. At handverkarar uttanlands framvegis fáa sersømdir, hóast hendur mangla til arbeiðis í Føroyum. At skattalætti verður latin, hóast allar búskaparligar teoriir meta skattalætta í góðum tíðum sum eina óneyðuga stimbran av búskapinum. At byggingar og útbyggingar av ikki færri enn fimm av átta miðnámsskúlum eru settar í gongd, hóast tørvur er á handverkarum. At í Løgtingið í tíðarskeiðinum 2006-2008 hevur samtykt at brúka 51 milliónir til útbyggingar á eldraøkinum og at hetta helst gevur útbyggingar fyri væl oman fyri 200 milliónir samanlagt. – Landið roynir at halda aftur, og kommunurnar mugu eisini gera sítt, siga Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard, landsstýrismenn í ávikavist fíggjar – og innlendismálum Landsstýrið skal sópa fyri egnum durum Rósa Samuelsen reksar upp øki, sum landið heldur átti at savnað seg um