mánadagur 18. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 244 - 18. desember 2006
tíðindi
Landsstýrið fer at
taka upp samráðingar
við kommunurnar
um ein samlaðan
útreiðslukarm
og um nýggjar
roknskaparreglur.
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Bárður Nielsen, landsstýr
ismaður i fíggjarmálum
og
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður í innlend
ismálum halda, at tíðin
nú er búgvin til at fáa
tamarhald á útreiðslunum
hjá kommunum, umframt
at seta í gildi nýggjar rokn
skaparreglur, fyri á tann
hátt at fáa meira gjøgnum
skygni í fíggjarviðurskiftini
hjá kommunum.
– Seinnu árini hava
kommunurnar í Føroyum
økt sínar útreiðslur í stór
um. Samstundis er greitt,
at alt fleiri almennar upp
gávur skulu leggjast til
kommunurnar at umsita,
og tí fáa tær støðugt
størri týdning og ávirkan
búskaparliga, siga teir báðir
í tíðindaskrivi.
Teir greiða víðari frá, at
hin samlaði almenni sektor
urin
hevur
ábyrgdina
av at tálma sveiggini í
búskapinum, og tí fer
landsstýrið komandi ár at
samráðast við kommun
urnar um at fáa í lag ein
samlaðan útreiðslukarm.
Stórur kommunalur
vøkstur
Longu nú er greitt, at
kommunalu útreiðslurnar
vaksa nógv skjótari enn
útreiðslurnar hjá landinum.
Í ár hava kommunurnar
væntandi ein vøkstur í
útreiðslunum á í minsta lagi
12 prosent, meðan vøkstur
in hjá landinum liggur niðri
á trimum prosentum, verð
ur sagt í tíðindaskrivinum.
Hagtøl vísa harumframt,
at kommunurnar síðani
2002 hava økt sínar útreiðsl
ur við 7,9 prosentum
árliga. Saman um tikið fara
kommunurnar at standa
fyri 23,7 prosentum av
øllum teimum almennu
útreiðslunum í ár. Henda
gongd er ein av orsøkunum
til, at landsstýrismaður
in
í
fíggjarmálum
og
landsstýrismaðurin í inn
lendismálum
longu
nú
heita á allar kommunur
í landinum um at tálma
útreiðsluvøksturin komandi
ár.
– Tað liggur á bæði
landi og kommunum sum
almennir
myndugleikar
at
tálma
sveiggini
í
búskapinum. Tí mugu vit
ansa væl eftir, at vit ikki eru
við til at seta ov nógva ferð
á. Landið roynir at halda
aftur, og kommunurnar
mugu eisini gera sítt,
siga landsstýrismenninir
í fíggjarmálum og inn
lendismálum, sum á hvør
sín hátt varða av kommun
ala sektorinum.
Nýggjar
roknskaparreglur
Landsstýrismenninir
ásanna, at tørvur er á størri
gjøgnumskygni og innliti
í
fíggjarviðurskiftini
í
kommunala geiranum.
– Í løtuni verður arbeitt
við at gera nýggjar rokn
skaparreglur fyri kommun
urnar í Føroyum. Hetta vil
skapa størri gjøgnumskygni
til fyrimun fyri bæði land og
kommunur og samstundis
hava
stóran
týdning
tá samráðast skal um
útreiðslukarm siga Bárður
Nielsen, landsstýrismaður
i fíggjarmálum og Jacob
Vestergaard, landsstýris
maður í innlendismálum.
Vilja tálma kommunalu útreiðslurnar
Jólakonsert mikukvøldið
kl. 20 í Havnar kirkju
Kristiliga Sangkórið og Kórið hjá Jóhan úr Eysturoynni
syngja jólaløg í Dómkirkjuni mikukvøldið 20. desember
kl. 20. Meira enn hálva øld hevur Kristiliga Sangkórið
havt sum traditión at syngja jólasangir og –sálmar í Havnar
kirkju stutt fyri jól. Hetta verður eisini í ár, hesaferð saman
við Kórinum hjá Jóhan úr Eysturoynni. Kórini bæði syngja
hvør sær og saman, jólaløg úr ymsum londum. Konsertin
tekur ein tíma.
Sangløta í Siloa
Sangbólkurin Salt og Siloakórið fara mikukvøldið at syngja í Siloa í Fuglafirði.
Nógvu tey seinastu árini hevur Siloakórið skipað fyri sangløtu ein av døgunum
upp undir jól. Soleiðis verður eisini í ár. Sangløtan verður í Siloa nú mikukvøldið
klokkan 20.
Umframt Siloakórið fer sangbólkurin Salt at syngja. Kórið og sangbólkurin eiga
umleið hvør sína helvt av skránni. Eisini fer Bárður á Lakjuni at syngja og spæla
tvey løg.
Salt syngur síni eyðkendu a capella løg. Hjá Siloakórinum eru tað fleiri, sum
spæla undir: Martin Simonsen á urgu, Jóhannus Simonsen klaver, David Simonsen
bass, Bárður á Lakjuni floytu og Jóhan á Lakjuni trummur.
Eftir sangløtuna verður bjóðað til ein drekkamunn í Siloa.
Heldur enn at leggja
so harðliga eftir
kommunum áttu
landsstýrismenninir
at brúkt nøkur
av sínum egnum
vápnum, um teir
veruliga vilja tálma
búskaparligu
gongdini, sigur
Rósa Samuelsen,
forkvinna í Føroya
Kommunufelag
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Seinastu dagarnar hava
ákærurnar skolað niður
yvir kommunurnar, tí hesar
eru farnar undir eitt ósunt
og skilaleyst íløguvirksemi,
sum tikið hevur verið til.
Skotið verður upp, at
landsstýrið í størri mun skal
inn at stýra kommununum.
Hetta hevur fingið ilt í
Føroya
Kommunufelag,
sum nú talar at og heitir
á landsstýrismenninir um
at hyggja at sínum egnu
møguleikum
at
tálma
búskapargongdini, heldur
enn at ákæra kommunurnar
fyri vanrøkt.
– Vit røkja bara okkara
skyldur út frá givnum
kørmum,
sigur
Rósa
Samuelsen. Og hon vísir á,
at um hugt verður nærri at,
hvar íløgurnar fella, so er tó
trupult at síggja, hví hesar
íløgur ikki skulu gerast.
–
Íløguvirksemið
í eini kommunu er í
nógv størri mun tengt at
búskaparvøkstrinum, enn
íløguvirksemið hjá land
inum er. Kommunurnar
virka innanfyri teir karmar,
hægstu
myndugleikar
landsins hava stungið út í
kortið. Hvørki meira ella
minni. Tí tykist løgið, at
landsstýrismaðurin
við
fleiri leggja so harðliga
eftir kommununum, sig
ur forkvinnan í Føroya
Kommunufelag.
Menna samfelagið
Hon heldur tað vera trupult
at síggja, hví íløgurnar ikki
skulu gerast.
– Vit hava eitt uppgávu
býti, ið ásetur okkara
uppgávur. Eitt nú innan
barnaansing,
skúlaút
bygging, útstykking og
vegagerð, bróðurparturin á
eldraøkinum og útbyggingar
av
kloakkskipanum
og
vatnveiting, sigur Rósa
Samuelsen. Og hon stað
festir, at hetta eru øki, ið
komandi árini fara at fylla
meginpartin av íløgunum
hjá kommununum.
– So ella so eru tær allar
við at menna samfelagið
og skapa fortreytir fyri,
at føroyska samfelagið
framyvir kann mennast
og
hava
ein
vøkstur
búskaparliga eins væl og
trivnaðarliga, og fleiri teirra
eru beinleiðis avleiddar av
lógarásettum krøvum, sigur
hon og tekur eitt nú Leirvík
fram sum dømi.
–
Skal
Leirvík
til
dømis siga nei til økta
eftirspurningin, eftir at
Norðoyartunnilin er latin
upp? Og skal Gøta siga
nei takk til eina handilsmið
støð, ið kemur at geva
fleiri enn 100 arbeiðspláss
í kommununi? Við einum
slíkum hugburði hevði øll
menning í kommununum
og harvið eisini landinum
steðgað upp, sigur hon.
Vendið skjútsinum
Og Rósa Samuelsen heitir
á landsstýrismenninar um,
heldur enn at leggja so
harðliga eftir kommunum,
at brúkt nøkur av sínum
egnum
vápnum,
um
teir veruliga vilja tálma
gongdini. Hon reksar upp
øki, sum landið heldur
átti at savnað seg um.
Eitt nú at tað framvegis
verður latin rentustuðul
til øll sethúsalán (ið bert
hækka og hækka), hóast
hetta hevur eina beinleiðis
ávirkan á kostnaðarstøðið.
At handverkarar uttanlands
framvegis fáa sersømdir,
hóast hendur mangla til
arbeiðis í Føroyum. At
skattalætti verður latin,
hóast allar búskaparligar
teoriir meta skattalætta í
góðum tíðum sum eina
óneyðuga
stimbran
av
búskapinum. At byggingar
og útbyggingar av ikki
færri enn fimm av átta
miðnámsskúlum eru settar
í gongd, hóast tørvur er
á handverkarum. At í
Løgtingið í tíðarskeiðinum
2006-2008 hevur samtykt
at brúka 51 milliónir til
útbyggingar á eldraøkinum
og at hetta helst gevur
útbyggingar
fyri
væl
oman fyri 200 milliónir
samanlagt.
– Landið roynir at halda aftur, og kommunurnar mugu eisini gera
sítt, siga Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard, landsstýrismenn í
ávikavist fíggjar – og innlendismálum
Landsstýrið skal sópa fyri egnum durum
Rósa Samuelsen
reksar upp øki, sum
landið heldur átti
at savnað seg um