mánadagur 18. desember 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2006
9
tíðindi
Elvita elketil
Tekur 1,7 l. Fjalt hitalikam
Kann halda vatnið heitt
Einans 298
MElissa
baðivekt
Elektroniskan LCD
skíggja. Maks 150 kg.
Sløknar sjálv.
Einans 148
REMington slættijarn
Proffessionelt slættijarn
Keramik og teflon belagdar plátur.
Hitin kann justerast
Einans 398
MElissa
oyra og nøs
trimmari
Lætt og effektivt at fjerna
hár við (nøs, oyrir og
eygnabrýn). Roterandi
rustfríur stál skerari
Skerihøvd ið kann takast av
Einans 48
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
Ein arbeiðsbólkur
hevur handað løg
manni eitt álit um,
hvussu øll skúlabørn
fáa nøktandi læru
líkindi
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í álitinum verður sagt, at
tað snýr seg um, at skúlin
skipar fyri eykatiltøkum,
ið eru neyðug fyri at skapa
øllum børnum lærulíkindi.
Arbeiðsbólkurin metir, at
slík tiltøk kunnu verða um
50 børnum at gagni.
Bólkurin peikar á fleiri
ítøkilig átøk, harav tað
týdningarmesta er at seta
av tann pening, sum skal
til. Tilmælini í álitinum eru
hesi:
• at uppgávan og ábyrgdin
fyri at veita skúlabørnum
persónligan
stuðul
skal liggja hjá lands
stýrismanninum í menta
málum,
• stýrt eigur at verða
eftir meginregluni um
sektorábyrgd,
• játtanin til sernámsfrøðiligt
virksemi í fólkaskúlanum
skal hækkast við 6,35 mió.
kr.,
• Mentamálaráðið skal gera
kunngerð um sernámsfrøði
í fólkaskúlanum, ið
útgreinar, at skúlin veitir
persónligan stuðul til
skúlabørn,
• kærunevnd, sum skal
viðgerða kærur innan
sernámsfrøðiliga virksemi
í skúlum, skal setast á
stovn,
• setanarviðurskiftini hjá
stuðlum í fólkaskúlanum
skulu betrast,
• samstarvsnevnd at sam
skipa tilboð til børn við
serligum tørvi verður sett
á stovn.
50 børn fáa betri sømdir
í skúlanum
Í áliti um giktasjúk
lingar verður millum
annað mælt til, at
seta giktaskúlar á
stovn, og at styrkja
um reumatologisku
tænanstuna
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mikudagin fekk Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum
handað álit um, hvussu
viðgerðin hjá giktasjúkum
kunnu betrast í framtíðini.
Í Føroyum eru eingi hag
tøl yvir, hvussu nógvir
giktasjúkingar eru, men
arbeiðsbólkurin metir, at
umleið 7.500 føroyingar
hava giktasjúku, harav
umleið 500 liðagikt.
Arbeiðsbólkurin metir
als ikki, at viðgerðin hjá
giktasjúklingum eru nóg góð
í Føroyum. Eitt nú er eingin
serlækni í giktasjúkum
(reumatologur) í Føroyum,
men ein konsulentskipan er
á Landssjúkrahúsinum. Tí
mælir bólkurin millum annað
til, at søkt verður eftir einum
reumatologi til føroyska
sjúkrahúsverkið, og um hetta
ikki eydnast verður mælt til,
at konsulentskipanin verður
útbygd.
Millum tey 7 tilmælini um at
betra viðgerðarviðurskiftini
verður eisini mælt til, at
rehabiliteringsmøguleikar
nir eiga at betrast, við at
giktaskúlar verða settir á stovn
á øllum 3 sjúkrahúsunum.
Á einum giktaskúla lærir
sjuklingurin um sjúkuna,
og hvussu ein skal liva
við henni. Meginreglan er
hjálp til sjálvhjálp. Roynd
ir aðrastaðni vísa, at sjúk
lingurin fær eitt betri lív, um
hann fær vitan um sjúkuna
og tekur ábyrgd av sjúkuni.
Álit um giktasjúklingar
handað
VELJARAKANNING
Jógvan Mørkøre
Týsdagin í seinastu viku fall
uppskot til samtyktar í løg
tinginum, at Føroyar skuldu
skipast sum eitt valdømi. 11
atkvøddu fyri, 18 ímóti og
1 blankt.
Júst samstundis varð
veljarakanning gjørd, har
veljarar fingu høvi at siga
sína støðu til sama spurning.
Úrslitið gjørdist tað øvugta
av tí í tingsalinum. Ein góð
helvt var fyri, ein triðingur
ímóti og ein tíggjundapartur
var ivasamur.
Meginøkið fyri
Sum væntað, so var ein
ruddiligur meiriluti fyri í
Suðurstreymoy. Meir enn
tveir triðingar tóku undir.
Knappur fjórðingur var
ímóti. Í Norðurstreymoy
og Eysturoy var somuleiðis
dyggur stuðul fyri hesum; í
báðum støðum var góð helvt
fyri og umleið ein triðingur
ímóti. Ein tepur meiriluti
tykist eisini at vera fyri í
Suðuroy.
Í Vágunum og Sandoy
eru veljarar ímóti. Úr
góðari helvt og táttandi í
tveir triðingar. Tey, ið eru
fyri liggja um triðingin. Í
Norðoyggjum er ein tepur
meiriluti somuleiðis ímóti.
Eingin munur á
kvinnum og monnum
Róð hevur verið framundir,
at eitt valdømi hevði tryggjað
frægari kvinnuluttøku á løg
tingi. Tískil kundi væntast, at
kvinnur sum heild tóku betur
undir við hesum uppskoti
enn menn. So er ikki. Her
eru tølini rættuliga líka. 55
% av monnunum taka undir,
meðan 53 % av kvinnunum
siga ja.
Greiður meiriluti fyri
Føroyar sum eitt valdømi
Amnesty
fegnast
Amnesty International
fegnast um, at Tingið sam
tyktið at skoyta ”kynsligan
samleika” uppí 266b.
Amnesty International
Føroya deild sigur í
tíðindaskrivi, at felagið
fegnast um avgerðina hjá
Føroya løgtingi um at
víðka mannamunsgreinina
soleiðis, at hon eisini fevnir
um ”kynsligan samleika”.
– Avgerðin í dag er
eitt stig á leiðini at skapa
størri tolsemi mótvegis
samkyndum í Føroyum
og sendir somuleiðis
greið og ivaleys boð um,
at mismunur ikki verður
góðtikin í Føroyum, sigur
felagið.
rd.