mánadagur 18. desember 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2006
23
tíðindi
Pipar & Salt letur jólagávu
Sjúrður Skaale og
Jákup Weyhe, sum eru
menninir aftanfyri
Pipar & Salt, hava
latið 100.000 krónur
til sølubúðina
hjá Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar
JÓLAGÁVA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Á tíðindafundi í morgun í
hølinum hjá Iktys varð
gáva á 100.00 krónur latin
til Óla Nielsen, sum er
kontaktpersónur hjá Neyð
hjálp Fólkakirkjunnar í
Føroyum. Tað er Pipar &
Salt, sum hevur latið gáv
una.
Altjóðagerð í praksis
Sjúrður og Jákup søgdu
nøkur orð, áðrenn teir
handaðu kekkin.
– Fyrr vóru nógvir »árs
ins eittellaannað«heiðrar
givnir. Hetta hevur mangla
í ár, og tí hildu vit, at tað
var okkara tørn. Vit hava
so valt at geva Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar eitt herða
klapp, søgdu teir báðir.
– Hendan lítla biksin er
altjóðagerðingin í praksis.
Hon sær sera lokal og
bygdaslig út, men hon
røkkur út um allan heimin
við hjálp sínari. Einans 56
% av inntøkunum fara til
umsiting og restin fer
óskert til neyðhjálp. Hetta
gevur
okkum
álit
á
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar,
søgu Sjúrður og Jákup.
Óli Nielsen var sum vera
man ovurfegin um gávu
na.
– Eg eri heilt ótrúliga
glaður. Fólk hava tikið væl
undir við okkara arbeiði,
og tað hevur verið sera
positivt, segði Óli.
200 geitir og
40.000 hítur
Til
stuttleikar
nevndu
Sjúrður og Jákup nøkur
dømi um, hvat hesar
100.000 krónurnar kunnu
brúkast til í 3. heiminum.
– Vit hava oyramerkt
pengarnar til at keypa 200
geitir, 40.000 hítur, 800
hønir, 1 kúgv og 2 oliventrø.
Eisini ætla vit at fylgja
arbeiðinum hjá Løgtingi
num upp við at stuðla
grundlógararbeiðið á Ma
lawi. Trupulleikin hjá Ma
lawum er, at teir skilja ikki
grundlógina, tí at alt verður
skrivað á enskum. Soleiðis
ætla vit at stuðla malawum
við 20 eintøkum av mala
wisku grundlógini á upp
runamálinum, søgdu teir
báðir við einum skeivum
smíli.
Sjúrður og Jákup hava
fígging fyri gávuna, men
teir vóna at vinna pengarnar
inn aftur við søluni av
Pipar & Salt Classic DVD
fløguni.
– Um hetta ikki eydnast,
mugu vit bara punga út,
segði Sjúrður at enda.
VOX enn eina góða konsert
Kórið VOX, sum er
eitt kristiligt kór,
hevði jólakonsert
í einari nærum
fullsettari Fríðriks
kirkju í gjár
TÓNLEIKUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Afturvendandi
jólakon
sertin hjá VOX var í Fríð
rikskirkjuni í gjár. Seinastu
árini hevur konsertin verið
hildin í Fríðrikskirkjuni á
Toftum, og hon er vorðin
fastur partur av desember
kalendarinum hjá mong
um.
Aftur í ár var konsertin
væl eydnað. Tað hoyrist, at
sangararnir í kórinum eru
royndir
og
dugnaligir.
Konsertin byrjaði flott, har
ið sangararnir komu gang
andi inn, meðan teir sungu.
Tey vóru eisini øll í somu
litum, og hetta sá sera
gott.
Skráin var sera fjølbroytt
við gomlum og nýggjum
sangum. Sumt var gospel,
meðan annað var meira
modernað poppkent.
Fríðrikskirkjan var nær
um fullsett til hesa kon
sertina. Áhoyrararnir tókt
ust at vera væl nøgdir eftir
konsertina.
So er bara at bíða til
næsta ár. Kórið VOX venur
annars regluliga, og tey
kunnu væntast at hoyra til
onkra konsert í næstum.
Óli Nielsen fær handað
kekkin á 100.000 krónur
frá Sjúrða Skaale og Jákupi
Weyhe, menninir aftanfyri
Pipar & Salt
Mynd: Jens Kr. Vang
Konsertin varð hildin í flotta umhvørvinum í Fríðrikskirkjuni
á Toftum
Mynd: Andrea Højgaard
Kórið VOX er mannað av útvaldum royndum sangarum
Mynd: Andrea Højgaard