mánadagur 18. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 244 - 18. desember 2006
tíðindi
Hevur ikki skyldina
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, vil
ikki hava skyldina av, at flogfelagið FaroeJet er farið av
knóranum. Nevndarformaðurin í FaroeJet hevur sagt, at
landsstýrismaðurin í vinnumálum vildi ikki hjálpa felagnum,
men tað vil Bjarni Djurholm ikki hava sitandi á sær. Hann
sigur, at tað eru danskir myndugleikar, sum góðkenna
prísirnar á ferðaseðlum, og at landsstýrið bert kann við-
ella frámæla prísbroytingum.
Gott fiskarí
Tað hevur hilnast rættiliga væl hjá svartkjaftaskipinum
Atlantic Navigator í seinastuni, hóast veðrið hevur verið
stak ólagaligt burtursæð frá teimum seinastu døgunum. Í
gjár var fiskiskapurin góður, og sambært Norðlýsinum komu
umleið 100 tons í lastina í gjár. Atlantic Navigator var herfyri
inni og legði umleið 300 tons av surimi upp, og við tí, sum
teir løfdu upp tá, hevur skipið fingið umleið 1.000 tons av
surimi og 300 tons av mjøli hendan túrin.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður,
sigur, at hann gjørdist
ógvuliga skakkur og
vónsvikin í tinginum
hendan dagin, tá
ið atkvøtt varð um
broytingar í grein
266b. – Eg havi gjørt
tað, eg havi kunnað
fyri at ávirka málið,
so tað ikki bleiv
samtykt, men tað
eydnaðist tíverri ikki.
Hetta er ikki gott, og
samtyktin harmar
meg ógvuliga nógv,
sigur hann
Eftir 266b
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir endaligu samtyktina í
løgtinginum í síðstu viku,
har kynslig orientering er
skoytt upp í grein 266b í
revsilógini, er Jógvan á Lakj
uni, landsstýrismaður Fólka
floksins, ein sera vónsvikin
maður.
Í fyrsta lagi er hann vón
svikin av sínum egna parta
manni, Poul Michelsen, sum
tók undir við uppískoytinum.
Men hann er eisini vónsvikin
av teimum løgtingslimum,
sum hava broytt støðu – og nú
tóku undir við uppískoytinum.
At enda er hann vónsvikin av
Føroya løgtingi, sum nú hevur
latið ”kavabóltin” farið á rull
í hesum máli.
Tað næsta...
– Eg stúri fyri, at hetta bert
verður byrjanin til meira,
men eg vóni samstundis, at
vit steðga her. Eg vóni sanni
liga ikki, at Føroya løgting
fer longur, og eg fari at gera
alt, sum liggur í mínari makt
fyri, at so ikki verður.
Hann vísir til gongdina í
londunum rundan um okk
um og sigur, at avgerðin
hjá løgtinginum helst fer at
føra til, at trýstið til enn fleiri
broytingar á økinum fer at
veksa.
Landsstýrismaðurin sigur
seg stúra fyri, at næsta kravið
verður skrásett parlag.
– Nei, hetta er ikki gott, tí
við samtyktini góðtaka vit,
at tað at liva samkyndur er
náttúrligt í okkara samfelag,
sigur hann.
Jógvan á Lakjuni sigur,
at hann bæði hevur roynt á
ávirka sín egna partamann
og onnur í løgtinginum, men
hann ásannar, at hetta eydn
aðist ikki, nú uppískoytið er
endaliga samtykt.
– Eg eri ómetaliga keddur
yvir, at hetta skuldi henda,
og eg má ásanna, at eg gjørd
ist ógvuliga skakkur í ting
inum hendan dagin, tí hetta
hevði eg ikki væntað, sigur
landsstýrismaðurin.
Harmir veljarar
Spurdur, hvat hansara veljarar
fara at siga til, at 10 av hansara
samgongutinglimum vóru
fyri at atkvøða uppískoytið
ígjøgnum, sigur Jógvan á
Lakjuni:
– Sjálvandi eru mínir velj
arar ikki fegnir um hetta,
og eg havi følt meg at hava
fullan uppbakning í míni
støðutakan í hesum máli. Eg
vænti, at mínir veljarar eru
líka so vónsviknir, sum eg
eri, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin sigur,
at tá ið hendan samgongan
varð skipað, var tað ein
”tigandi avtala”, sum segði,
at skrásett parlag ikki kemur
upp á tal, meðan hendan
samgongan situr.
– Hetta málið kom so
”snýkjandi” upp á ein und
arligan máta á tingborð
gjøgnum andstøðuna, men
eg eri ógvuliga vónsvikin av,
at samgongan hjálpti so væl
til at fremja hesa broyting.
Málið um uppískoyti í
grein 226b hevur ført til,
at eitt nú Karsten Hansen,
tinglimur Tjóðveldisfloksins
í Norðoyggjum, møguliga
fer at taka seg úr Tjóðveldis
flokkinum.
– Tað er so trupult at rýma
úr einum flokki, og eg vóni
ikki, at tær røddir, sum tala
ímóti hesi gongd, rýma úr
flokkum, har rættiliga er
brúk fyri teimum – og har
tær kanska kunnu hava eina
størri ávirkan enn uttanfyri
flokkin, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Egin sannføring
Vit spurdu eisini landsstýris
mannin, um tað ikki er í lagi,
at tinglimir hava sínar egnu
meiningar í etiskum málum
sum hesum.
– Sjálvandi eigur tað at
vera tín egna samvitska sum
tinglimur, ið er avgerandi, tá
ið tú atkvøður. Summi mál
eru størri og meira prinsipiell
enn onnur, men eg hevði vón
að, at Føroya løgting í hesum
málinum ikki tók undir við
uppískoytinum. Tað, sum
undrar meg mest í hesum
førinum, er, at so nógvir ting
limir hava skift meining, end
urtekur ein harmur Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður
Fólkafloksins.
– Eg eri
ógvuliga
vónsvikin
– Sjálvandi eigur tað at
vera tín egna samvitska sum
tinglimur, ið er avgerandi, tá
ið tú atkvøður, men eg hevði
vónað, at Føroya løgting
í hesum málinum ikki tók
undir við uppískoytinum,
sigur ein harmur Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður
Mynd: Jens Kr. Vang
- Um eg stilli upp
aftur fyri Sambands
flokkin til komandi
løgtingsval, er millum
annað ein spurningur
um, hvør annar verð
ur á listanum, og
hvørja støðu hesi
hava til etisk mál,
skrivar Helgi Abra
hamsen, skrivari
Sambandsfloksins,
í lesarabrævi í dag.
Edmund Joensen hev
ur onga viðmerking
Eftir 266b
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grein í bløðunum í dag, sigur
Helgi Abrahamsen, skrivari
hjá Sambandsflokkinum,
seg harmast um, at tær 241
persónligu atkvøðurnar,
sum hann fekk á seinasta
løgtingsvali, hava verið við
til at tryggja einum manni
tingsessin, sum atkvøddi
fyri broytingunum í §266 b
í revsilógini.
– Eg eri vísur í, at flestu
av mínum veljarum taka als
ikki undir við hesum, og tí er
hetta at ”traðka teirra trúgv
undir fótum”, sum hann
tekur til.
Helgi heldur, at annar av
tinglimunum, sum umboð
ar Sambandsflokkin í Eyst
uroy, soleiðis hevur vanvirt
bæði hansara og aðrar sam
bandsveljarar í oynni.
Atkvøðuneyt
– Hetta góðtaki eg als ikki, og
tað sleppur ikki at endurtaka
seg. Um eg stilli upp aftur
fyri Sambandsflokkin til
komandi løgtingsval, er mill
um annað ein spurningur
um, hvør annar verður á
listanum, og hvørja støðu
hesi hava til etisk mál.
Skrivarin í Sambands
flokkinum sigur, at hann
vil ikki uppliva aftur at vera
atkvøðuneyt hjá politikarum,
sum á tingi atkvøða beint
ímóti teirri lívsáskoðan, sum
hann og mangir av hansara
veljarum hava.
Sambandstingmaðurin
í Eysturoy, sum tók undir
við uppískoytinum í grein
266b, var Edmund Joensen,
og tí er tað hann, ið Helgi
Abrahamsen sipar til.
Eingin viðmerking
Sosialurin hevur í morgun
lisið partar av lesarabrævinum
hjá skrivaranum í Sambands
flokkinum upp fyri Edmundi
Joensen og spurt, um hann
hevur nakrar viðmerkingar til
tað, sum Helgi Abrahamsen
førir fram.
Men Edmund Joensen
er ógvuliga fáorðaður um
lesarabrævið og sigur, at hann
í løtuni als onga viðmerking
hevur til lesarabrævið hjá
Helga Abrahamsen.
Skrivarin í Sambandsflokkinum:
- Eg vil ikki vera »atkvøðuneyt«