Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 244 - 18. desember 2006 tíðindi Hevur ikki skyldina Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, vil ikki hava skyldina av, at flogfelagið FaroeJet er farið av knóranum. Nevndarformaðurin í FaroeJet hevur sagt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum vildi ikki hjálpa felagnum, men tað vil Bjarni Djurholm ikki hava sitandi á sær. Hann sigur, at tað eru danskir myndugleikar, sum góðkenna prísirnar á ferðaseðlum, og at landsstýrið bert kann við- ella frámæla prísbroytingum. Gott fiskarí Tað hevur hilnast rættiliga væl hjá svartkjaftaskipinum Atlantic Navigator í seinastuni, hóast veðrið hevur verið stak ólagaligt burtursæð frá teimum seinastu døgunum. Í gjár var fiskiskapurin góður, og sambært Norðlýsinum komu umleið 100 tons í lastina í gjár. Atlantic Navigator var herfyri inni og legði umleið 300 tons av surimi upp, og við tí, sum teir løfdu upp tá, hevur skipið fingið umleið 1.000 tons av surimi og 300 tons av mjøli hendan túrin. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at hann gjørdist ógvuliga skakkur og vónsvikin í tinginum hendan dagin, tá ið atkvøtt varð um broytingar í grein 266b. – Eg havi gjørt tað, eg havi kunnað fyri at ávirka málið, so tað ikki bleiv samtykt, men tað eydnaðist tíverri ikki. Hetta er ikki gott, og samtyktin harmar meg ógvuliga nógv, sigur hann Eftir 266b Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir endaligu samtyktina í løg­tinginum í síðstu viku, har kynslig orientering er skoytt upp í grein 266b í revsi­­lógini, er Jógvan á Lakj­ uni, landsstýrismaður Fólka­ floks­ins, ein sera vónsvikin maður. Í fyrsta lagi er hann vón­ svikin av sínum egna parta­ manni, Poul Michelsen, sum tók undir við uppískoytinum. Men hann er eisini vónsvikin av teimum løgtingslimum, sum hava broytt støðu – og nú tóku undir við uppí­skoytinum. At enda er hann vónsvikin av Føroya løg­tingi, sum nú hevur latið ”kava­bóltin” farið á rull í hesum máli. Tað næsta... – Eg stúri fyri, at hetta bert verður byrjanin til meira, men eg vóni samstundis, at vit steðga her. Eg vóni sanni­ liga ikki, at Føroya løgting fer longur, og eg fari at gera alt, sum liggur í mínari makt fyri, at so ikki verður. Hann vísir til gongdina í londunum rundan um okk­ um og sigur, at avgerðin hjá løgtinginum helst fer at føra til, at trýstið til enn fleiri broytingar á økinum fer at veksa. Landsstýrismaðurin sigur seg stúra fyri, at næsta kravið verður skrásett parlag. – Nei, hetta er ikki gott, tí við samtyktini góðtaka vit, at tað at liva samkyndur er náttúrligt í okkara samfelag, sigur hann. Jógvan á Lakjuni sigur, at hann bæði hevur roynt á ávirka sín egna partamann og onnur í løgtinginum, men hann ásannar, at hetta eydn­ aðist ikki, nú uppí­skoytið er endaliga samtykt. – Eg eri ómetaliga keddur yvir, at hetta skuldi henda, og eg má ásanna, at eg gjørd­ ist ógvuliga skakkur í ting­ inum hendan dagin, tí hetta hevði eg ikki væntað, sigur landsstýrismaðurin. Harmir veljarar Spurdur, hvat hansara veljarar fara at siga til, at 10 av hansara samgongutinglimum vóru fyri at atkvøða uppískoytið ígjøgnum, sigur Jógvan á Lakjuni: – Sjálvandi eru mínir velj­ ar­ar ikki fegnir um hetta, og eg havi følt meg at hava fullan uppbakning í míni støðu­takan í hesum máli. Eg vænti, at mínir veljarar eru líka so vónsviknir, sum eg eri, leggur hann aftrat. Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið hendan samgongan varð skipað, var tað ein ”tigandi avtala”, sum segði, at skrásett parlag ikki kemur upp á tal, meðan hendan samgongan situr. – Hetta málið kom so ”snýkj­andi” upp á ein und­ ar­­ligan máta á tingborð gjøgn­um andstøðuna, men eg eri ógvuliga vónsvikin av, at samgongan hjálpti so væl til at fremja hesa broyting. Málið um uppískoyti í grein 226b hevur ført til, at eitt nú Karsten Hansen, ting­limur Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum, møguliga fer at taka seg úr Tjóð­veldis­ flokkinum. – Tað er so trupult at rýma úr einum flokki, og eg vóni ikki, at tær røddir, sum tala ímóti hesi gongd, rýma úr flokkum, har rættiliga er brúk fyri teimum – og har tær kanska kunnu hava eina størri ávirkan enn uttanfyri flokkin, sigur Jógvan á Lakjuni. Egin sannføring Vit spurdu eisini landsstýris­ mannin, um tað ikki er í lagi, at tinglimir hava sínar egnu meiningar í etiskum málum sum hesum. – Sjálvandi eigur tað at vera tín egna samvitska sum tinglimur, ið er avgerandi, tá ið tú atkvøður. Summi mál eru størri og meira prinsipiell enn onnur, men eg hevði vón­ að, at Føroya løgting í hesum málinum ikki tók undir við uppískoytinum. Tað, sum undr­ar meg mest í hesum før­inum, er, at so nógvir ting­ limir hava skift meining, end­ ur­tekur ein harmur Jógvan á Lakj­­uni, landsstýrismaður Fólkafloksins. – Eg eri ógvuliga vónsvikin – Sjálvandi eigur tað at vera tín egna samvitska sum tinglimur, ið er avgerandi, tá ið tú atkvøður, men eg hevði vónað, at Føroya løgting í hesum málinum ikki tók undir við uppískoytinum, sig­ur ein harmur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður Mynd: Jens Kr. Vang - Um eg stilli upp aftur fyri Sambands­ flokkin til komandi løgtingsval, er millum annað ein spurningur um, hvør annar verð­ ur á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál, skrivar Helgi Abra­ hamsen, skrivari Sam­bandsfloksins, í lesarabrævi í dag. Edmund Joen­sen hev­ ur onga við­merk­ing Eftir 266b Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í grein í bløðunum í dag, sigur Helgi Abrahamsen, skrivari hjá Sambandsflokkinum, seg harmast um, at tær 241 per­sónligu atkvøðurnar, sum hann fekk á seinasta løgtingsvali, hava verið við til at tryggja einum manni tingsessin, sum atkvøddi fyri broytingunum í §266 b í revsilógini. – Eg eri vísur í, at flestu av mínum veljarum taka als ikki undir við hesum, og tí er hetta at ”traðka teirra trúgv undir fótum”, sum hann tekur til. Helgi heldur, at annar av tinglimunum, sum um­boð­ ar Sambandsflokkin í Eyst­ uroy, soleiðis hevur vanvirt bæði hansara og aðrar sam­ bandsveljarar í oynni. Atkvøðuneyt – Hetta góðtaki eg als ikki, og tað sleppur ikki at endurtaka seg. Um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til kom­andi løgtingsval, er mill­ um annað ein spurningur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál. Skrivarin í Sambands­ flokk­inum sigur, at hann vil ikki uppliva aftur at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum hann og mangir av hansara veljarum hava. Sambandstingmaðurin í Eysturoy, sum tók undir við uppískoytinum í grein 266b, var Edmund Joensen, og tí er tað hann, ið Helgi Abrahamsen sipar til. Eingin viðmerking Sosialurin hevur í morgun lisið partar av lesarabrævinum hjá skrivaranum í Sambands­ flokkinum upp fyri Edmundi Joensen og spurt, um hann hevur nakrar viðmerkingar til tað, sum Helgi Abrahamsen førir fram. Men Edmund Joensen er ógvu­liga fáorðaður um lesarabrævið og sigur, at hann í løtuni als onga viðmerking hevur til lesarabrævið hjá Helga Abrahamsen. Skrivarin í Sambandsflokkinum: - Eg vil ikki vera »atkvøðuneyt«