mánadagur 18. desember 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2006
21
tíðindi
Tvøroyrar Býráð
fer nú at útvega
grundstykki, til tey,
sum hava hug at seta
búgv.
Tvøroyrar Býráð fer nú undir
nakað heilt óvanligt. Og tað
er at útvega grundstykki til
tey, sum hava hug at seta
búgv á Tvøroyri.
Nú Tvøroyrar
Býráð
hevur lagt fíggjarætlan
fyri næsta ár, hava tey sett
tvær milliónur krónur av
til at gera grundstykki
byggibúgvin fyri.
Tað ljóðar ikki sum nakað
serligt, at ein kommuna
útvegar sínum borgarum
og
øðrum
áhuganum,
grundstykki at byggja á.
Men á Tvøroyri er hetta
nakað serligt, tí hetta verður
fyrstu ferð, at kommunan
eigur eitt grundstykki at
lata til onkran, sum hevur
áhugað at byggja, varð
sagt á býráðsfundi nú eitt
kvøldið.
Kommunan eigur nøkur
stykki, har grundstykki
kunnu gerast. Eitt nú hevur
Býráðið samtykt at keypa
Heiðatrøðina, har 18 stykki
kunnu útvegast, men onnur
øki eru eisini til taks.
Enn er ikki heilt vist,
hvussu nógv stykki fáast fyri
tær báðar milliónirnar. Men
tað er heldur ikki avgjørt,
hvar grundstykkini verða.
Ein møguleiki er at gera
nøkur stykki á Heiðatrøðini
og nøkur stykki í longur úti
í kommununi, so at fólk fáa
tvær staðsetingar at velja í.
- Fólk tíma ikki
at arbeiða á
flakavirkjum,
men ein serligur
skattalætti til
flakafólk, kundi
eggja fleiri fólkum
at fari á flakavirki
at arbeiða, sigur Kaj
Leo Johannesen,
formaður í
Sambandsflokkinum
Trot á
Arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann koma upp á tal, at
geva teimum, sum arbeiða
á føroyskum flakavirkjum,
ein serligan skattalætta ið
minnir um skattalættan hjá
fiskimonnum.
Í farnu viku vístu vit á í
Sosialinum, at trot á arbeiðs
megi kostar føroysku flaka
vinnuni minst 300.000 krón
ur um dagin.
Virkini mangla so nógv
fólk, at tey fáa ikki virka
fiskin, sum tey vilja og
tað kostar teimum minst
300.000 krónur um dagin í
mistari inntøku.
Kaj Leo Johannesen, for
maður í sambandsflokkin
um, heldur, at tað er ómeta
liga átrokandi at taka hend
an trupulleikan upp.
Hann hevur eisini uppskot
um, hvussu trupulleikin
kann loysast.
- Vit skulu hava fleiri
arbeiðsfólk og sostatt eisini
fleiri arbeiðstímar inn í
fiskivinnuna á landi, sigur
hann
Skattalætti og útlending
ar
Hann sigur, at tað kann ger
ast upp á tveir mátar.
Annar mátin er at geva
teimum, sum arbeiða á flak
avirkjunum, ein serligan
skattalætta.
Hann vísir á, at tað er ikki
ókent at gera serligar skipan
ir fyri vinnur, sum arbeiða á
altjóða marknaðinum, fyri
at tær kunnu standa seg í
kappingini við onnur lond.
Ein slík skipan er altjóða,
føroyska skipaskrásetingin,
FAS. Ein onnur skipan er
skattafrádrátturin til fiski
menn.
Hann vísir á, at bæði
fiskimaðurin og flakafólki
eru týðandi partur í okkara
høvuðsvinnu.
- Men hví skal ein fiski
maður,
sum
forvinnur
500.000 krónur um árið,
fáa skattafrádrátt framum
eina flakakvinna, sum for
vinnur 200.000 krónur,
spyr hann.
Eisini danir hava eina al
tjóða skipaskráseting, DIS,
sum hevur bjargað danska
handilsflotanum, so at hann
nú gevur milliarda inntøk
ur.
Ein serlig skipan fyri
fiskavirkini, kann eggja
fleiri fólkum at arbeiða á
flakavirkjum, sigur formað
urin í Sambandsflokkinum.
Hin mátin er at fáa útlends
ka arbeiðsmegi til Føroyar
at arbeiða á flakavirkjunum,
har trot er á fólki.
- Hetta er heilt vanligt í
londunum rundanum okk
um, har meginparturin av
arbeiðsmegini er útlendsk.
Um tey so skulu arbeiða
fyri føroyskar ella útlends
kar sáttmálar, er ein annar
spurningur.
Mugu laga okkum til
Kaj Leo Johannesen sigur,
at tað er alneyðugt at gera
serligar skipanir fyri flaka
vinnuna, tí veruleikin er, at
fólk tíma ikki á flakavirki
at arbeiða, og tað er okkara
høvuðsvinna.
Hann heldur, at tað er ov
einfalt til at gera hetta til
ein prinsipiellan spurning
um studning ella ikki.
- Tá ið vit tosa um vinnur
í altjóða kapping, verða vit
noydd at laga okkum til
kappingina rundanum okk
um. Gera vit ikki tað, eiga
vit at satsa upp á aðrar vinn
ur, sigur hann.
- Men tað, sum fer fram nú,
er, at føroysk rávøra, verður
flutt á virki uttanlands at
fáa tað virðisøking, sum
átti at farið fram í Føroyum,
fingu virkini her nokk av
arbeiðsmegi.
- Í løtuni flyta vit fisk
avørur út fyri einar fýra
milliardir. Men hví skulu
vit útflyta hálvlidnar vørur
til útlendsk fiskavirki virðis
økja til tvífaldað virði, ella
enn meiri, tá ið tað einsvæl
kundi verðið gjørt í Føroy
um?, spyr hann.
Hann sigur tí, at avbjóð
ingin er at skapa um støður
í Føroyum, so vit fáa sum
mest av virðisøkingini her
heima, sigur hann.
- Tað, sum nú fer fram, er,
at útlendsk virki virðisøkja
okkara rávøru og sostatt
fara við vinninginum, ið vit
skuldu havt.
Men hann heldur eisini,
at tað er alneyðugt, at vit
tryggja okkum so góðar søm
dir á marknaðinum, sum
gjørligt og tí endurtekur
kann, at vit eiga at taka upp
samráðingar við ES fyri at
vita, hvørjar treytir ES fer
at seta til ein føroyskan
limaskap.
À Tvøroyri fer kommunan nú
at útvega grundstykki og tað
er ein stórhending, tí tað er
fyrstu ferð
Ganga nýggjar leiðir á Tvøroyri
Gularót til fólk á flakavirkjum
- Vit mugu eggja fleiri fólkum at fara á flakavirki at arbeiða og tað kann gerast við einum serligum skattalætta. Ein annar møguleiki er at fáa útlendingar til higar
at arbeiða á flakavirkjum. Í øllum førum er tað ógvuliga átrokandi at gera okkurt, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í sambandsflokkinum