Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 244 - 18. desember 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Russland er eisini ført fyri at senda hernaðarútgerð út í rúmdina russiski rúmdarovastin Stutt sagt Tíðinda- maður tikin Fyri fjúrtan døgum síðani handtóku kubanskir trygd­ arhermenn tíðindamannin Ahmed Rodriguez Al­bacia, og Amnesty Inter­national ber ótta fyri, at hann bleiv tikin, tí hann hevði brúkt sítt skrivifrælsi sum tíðindamaður. Ah­ med Rodriguez Alba­cia varð eisini tikin tann 15. september. Tveir dag­ar seinni varð hann latin leysur, men tá hótti løgreglan við at taka hann aftur, um hann helt fram við sínum arbeiði sum tíðindamaður. Tað gjørdi hann, og nú situr hann í varðhaldi í Havana, sigur Amnesty International, sum heitir á sínar limir um at senda kubansku myndugleikunum mót­ mæli ímóti handtøkuni. Fara heim Franska stjórnin kunn­ gjørdi um vikuskiftið, at hon fer at taka 200 av sínum servandu hermonnum úr Afghanistan. Almenna frá­ greiðingin er, at herurin skal umskipast. Frakland hevur havt hermenn í Afghanistan síðani í juli í 2003, og afturtøkan kem­ ur NATO ill a við. Sam­ gongan hevur roynt at fáa fleiri lond at senda fleiri hermenn til Afghanistan, men tey flestu aftra seg við at gera tað. útlond USA er til reiðart at verja seg ímóti atsóknum í rúmdini, og tað kann elva til nýggja vápnakapping. Einki land er so heft at fylgisveinum sum USA. Teir hava avgerandi týdning fyri tey mest framkomnu amerikonsku vápnini, og Robert G. Joseph, vara­ uttanríkisráðharri, sigur seg stúra fyri, at yvirgangs­ felagsskapir og onnur lond eru í ferð við at menna vápn, sum kunnu søkja at teimum amerikonsku fyrgi­ sveinunum. Tí hevur hann skotið upp, at USA fer undir at menna skipanir, sum kunnu verja fylgisveinarnar ímóti atsóknum. Robert G. Joseph vil ikki siga, um USA fer at fáa sær verju­støðir í rúmdini, men hinvegin dylur hann ikki fyri, at USA er ímóti øll um avtalum, sum banna slíkum vápnum í rúmdini. Amerikanski vara­uttan­ ríkisráðharrin hevur ikki sagt, hvørji lond ell a hvørjir felagsskapir kunnu hava ætlanir um at menna tøkni, sum kann søkja at fylgisveinunum, men summir eygleiðarar í Washington halda, at hann sipar til Kina. Teir vísa á tíðindi um, at Kina hevur ment lasertøkni, sum kann hótta fylgisveinar. Onnur halda, at USA er í ferð við at skapa eina hóttan, sum ikki er til, og russar hava longu boðað frá, at teir ætla sær ikki at sita hendur í favn, um USA ger álvara av at fáa sær herstøðir í rúmdini. Russar klárir – Ein tílík avgerð hevði verið tað fyrsta stigið í ein­ ari hernaðarligari kreppu í rúmdini, sigur ovastin fyri russisku rúmdargransk­ ingini,Vitalij Davidov, við tíðindastovuna Interfax. Hann leggur afturat, at Russ­ land er eisini ført fyri at senda hernaðarliga útgerð út í rúmdina. Summir amerikanskir eygleiðarar halda, at orðini hjá Robert G. Joseph skulu tulkast sum ein roynd at fáa Kongressina at játta meiri pengar til at menna verjuvápn ímóti álopum í rúmdini, men at tað er langt frá ætlanum til veruleika. Men summir serfrøðingar ávara um, at málið skal takast í álvara. – Umsitingin og Kon­ gressin eiga at hugsa seg væl um, hvat vit skulu gera fyri at verja okkara fylgisveinar, sigur Jeff Kueter á George C. Marshall- stovninum við Washington Post. Flogfarið var komið upp í 9.000 metra hædd, tá ferðafólkini fingu óbodnar gestir. Umleið 110 ferðafólk vóru við flogfarinum hjá Saudi Arabian Airlines, men tað vísti seg, at tey vóru minni enn so einsamøll , tí einar 80 mýs vóru eisini við á ferðini, sigur BBC. Flogfarið, sum var á veg úr høvuðsstaðnum Riy­adh til býin Tabuk, var uppi í 8.500 metra hædd, tá ferðafólkini varnaðust mýsnar. BBC skrivar, at fleiri av ferðafólkunum gjørdust frá sær sjálvum, tá tey sóu mýsnar, og nøkur vóru so óheppin at fáa eina mús niður í føvningin, sum tey sótu. Tað vísti seg, at eitt av ferðafólkunum hevði tikið tær 80 mýsnar við sær í hondviðførinum, men at tær høvdu gnagað hol á búrið. Maðurin varð tikin alt fyri eitt, tá flogfarið hevði sett seg í Tabuk, og løg­reglan kannar nú, hvussu tað kundi bera til, at hann slapp umborð á flog­ farið við mýsnum. Ávarar um stjørnukríggj Mýs í flogfarinum Amerikanarar ætla sær at menna tøkni, sum skal verja teir nógvu fylgisveinarnar ímóti álopum.