mánadagur 18. desember 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 244 - 18. desember 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Russland er eisini ført fyri at senda
hernaðarútgerð út í rúmdina
russiski rúmdarovastin
Stutt sagt
Tíðinda-
maður tikin
Fyri fjúrtan døgum síðani
handtóku kubanskir trygd
arhermenn tíðindamannin
Ahmed
Rodriguez
Albacia,
og Amnesty
International ber ótta fyri,
at hann bleiv tikin, tí hann
hevði brúkt sítt skrivifrælsi
sum tíðindamaður. Ah
med Rodriguez Albacia
varð eisini tikin tann
15.
september.
Tveir
dagar seinni varð hann
latin leysur, men tá hótti
løgreglan við at taka hann
aftur, um hann helt fram
við sínum arbeiði sum
tíðindamaður. Tað gjørdi
hann, og nú situr hann í
varðhaldi í Havana, sigur
Amnesty International,
sum heitir á sínar limir
um at senda kubansku
myndugleikunum
mót
mæli ímóti handtøkuni.
Fara heim
Franska stjórnin kunn
gjørdi um vikuskiftið, at
hon fer at taka 200 av sínum
servandu hermonnum úr
Afghanistan. Almenna frá
greiðingin er, at herurin
skal umskipast. Frakland
hevur havt hermenn í
Afghanistan síðani í juli
í 2003, og afturtøkan kem
ur NATO ill a við. Sam
gongan hevur roynt at fáa
fleiri lond at senda fleiri
hermenn til Afghanistan,
men tey flestu aftra seg
við at gera tað.
útlond
USA er til reiðart
at verja seg ímóti
atsóknum í rúmdini,
og tað kann elva til
nýggja vápnakapping.
Einki land er so heft at
fylgisveinum sum USA.
Teir hava avgerandi týdning
fyri tey mest framkomnu
amerikonsku vápnini, og
Robert G. Joseph, vara
uttanríkisráðharri,
sigur
seg stúra fyri, at yvirgangs
felagsskapir og onnur lond
eru í ferð við at menna
vápn, sum kunnu søkja at
teimum amerikonsku fyrgi
sveinunum.
Tí hevur hann skotið
upp, at USA fer undir at
menna skipanir, sum kunnu
verja
fylgisveinarnar
ímóti atsóknum. Robert
G. Joseph vil ikki siga,
um USA fer at fáa sær
verjustøðir í rúmdini, men
hinvegin dylur hann ikki
fyri, at USA er ímóti øll um
avtalum, sum banna slíkum
vápnum í rúmdini.
Amerikanski varauttan
ríkisráðharrin
hevur
ikki sagt, hvørji lond
ell a hvørjir felagsskapir
kunnu hava ætlanir um at
menna tøkni, sum kann
søkja at fylgisveinunum,
men summir eygleiðarar í
Washington halda, at hann
sipar til Kina. Teir vísa á
tíðindi um, at Kina hevur
ment lasertøkni, sum kann
hótta fylgisveinar.
Onnur halda, at USA er
í ferð við at skapa eina
hóttan, sum ikki er til, og
russar hava longu boðað
frá, at teir ætla sær ikki at
sita hendur í favn, um USA
ger álvara av at fáa sær
herstøðir í rúmdini.
Russar klárir
– Ein tílík avgerð hevði
verið tað fyrsta stigið í ein
ari hernaðarligari kreppu í
rúmdini, sigur ovastin fyri
russisku
rúmdargransk
ingini,Vitalij Davidov, við
tíðindastovuna
Interfax.
Hann leggur afturat, at Russ
land er eisini ført fyri at
senda hernaðarliga útgerð
út í rúmdina.
Summir
amerikanskir
eygleiðarar halda, at orðini
hjá Robert G. Joseph skulu
tulkast sum ein roynd at
fáa Kongressina at játta
meiri pengar til at menna
verjuvápn ímóti álopum í
rúmdini, men at tað er langt
frá ætlanum til veruleika.
Men summir serfrøðingar
ávara um, at málið skal
takast í álvara.
– Umsitingin og Kon
gressin eiga at hugsa seg væl
um, hvat vit skulu gera fyri
at verja okkara fylgisveinar,
sigur Jeff Kueter á George
C. Marshall- stovninum við
Washington Post.
Flogfarið var komið upp
í 9.000 metra hædd, tá
ferðafólkini fingu óbodnar
gestir.
Umleið 110 ferðafólk
vóru við flogfarinum hjá
Saudi Arabian Airlines,
men tað vísti seg, at tey vóru
minni enn so einsamøll , tí
einar 80 mýs vóru eisini
við á ferðini, sigur BBC.
Flogfarið, sum var á
veg
úr
høvuðsstaðnum
Riyadh til býin Tabuk, var
uppi í 8.500 metra hædd,
tá ferðafólkini varnaðust
mýsnar. BBC skrivar, at
fleiri av ferðafólkunum
gjørdust frá sær sjálvum,
tá tey sóu mýsnar, og nøkur
vóru so óheppin at fáa eina
mús niður í føvningin, sum
tey sótu.
Tað vísti seg, at eitt av
ferðafólkunum hevði tikið
tær 80 mýsnar við sær í
hondviðførinum, men at
tær høvdu gnagað hol á
búrið. Maðurin varð tikin
alt fyri eitt, tá flogfarið
hevði sett seg í Tabuk,
og løgreglan kannar nú,
hvussu tað kundi bera til, at
hann slapp umborð á flog
farið við mýsnum.
Ávarar um stjørnukríggj
Mýs í flogfarinum
Amerikanarar ætla sær at menna
tøkni, sum skal verja teir nógvu
fylgisveinarnar ímóti álopum.