Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 244 - 18. desember 2006 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 – Tað skelkar meg sum landsliðsvenjara at síggja, hvussu stórt spennið er frá teimum, sum eru best fyri, til teir, sum eru ringast fyri. Jógvan Martin Olsen, landsliðssvenjari í fótbólti ítróttur Venjararnir hava ábyrgd av fráfalli Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt ein kanning av fráfalli millum ungar fótbóltsspælarar, og venjararnir mugu taka ábyrgdina á seg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Trý av hvørjum fýra børn­ um byrja at spæla fótbólt, men tá ið tey gerast 16 ára gomul eru bert 33 prosent av børnunum eftir í fótbóltsspælinum. Tað er ein av niður­støð­ unum í einari kanning, sum Fótbóltssambandið hevur gjørt av fráfallin­ um millum ungar fótbólts­ spælarar. Endamálið við kanning­ ini var at fáa eina hóming av, hví so nógvir ungir fótbóltsspælarar gevast at spæla fótbólt áðrenn teir verða 16 ára gamlir. Kanningin staðfestir, at tað eru tríggjar høvuðs­ orsøkir til, at spælarar halda fram at spæla fót­ bólt. Fyrst orsøkin er av sosialum slagi, tí børn og ung vilja verða saman við vinum í ítrótti. Síðani er ein orsøk, at børnini vilja mennast sum ítróttarfólk, og ein triðja orsøk er viljin til at vinna. Fótbóltssambandið held­ur, at venjararnir hava eina stóra ábyrgd mót­­vegis teimum ungu fótbólts­spælarunum, og venj­arin stendur sentralur í orsøkini til, hví børn gevast at spæla fótbólt. - Tað er nógv, sum bendir á, venjarin og umstøð­ ur­nar at venja undir eru høvuðsorsøkin til stóra fráfallið. Meginparturin av spælarunum spæla fótbólt av sosialum orsøkum, og júst orsøkin, at tað ikki er stuttligt, er ein stór orsøk til, at leikarar gevast, skrivar Pætur Clementsen í seinastu útgávuni av FSF-blaðnum. Hann stóð fyri kanningini av fráfall­ inum. - Venjarin ger venjing­ arnar og hevur tí bein­ leiðis ávirkan á, um tað er stuttligt ella ikki. Tí kann tað hugsast, at tað er meira ella minni orsaka av venjaranum, at børn gevast at spæla fótbólt, sigur hann í viðmerkingunum til kanningina. Føroyskir fótbólts­ spælarar eru langt frá so væl fyri kropsliga, sum elituspælarar úti í heimi. Bæði tá tað kemur til kondtión, skjótleika og eksplosivitet eru føroyskir spælarar munandi verri fyri enn yrkisspælarar uttanlands. Lands­ liðs­venjarin sigur seg verða skelkaðan av, hvussu illa summir føroyskir spælarar eru fyri Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyskir fótbóltsspælarar skulu venja meira miðvíst, um teir skulu standa mát við kropsligu førleikararnar hjá yrkisspælarum uttanlands. Tað er niðurstøðan hjá Jógvani Martini Olsen, lands­liðsvenjara, í eini grein í nýggja FSF-blaðnum. Samanhangandi kann­ing­ ar eru seinasta árið gjørd­ ar av føroysku landsliðs­ spælarunum í fótbólti, og hesar kanningar staðfast turt og greitt, at stórur mun­ ur er millum ein føroyskan landsliðsspælara og ein franskan ella italskan lands­ liðsspælara. Bæði tá tað snýr seg um konditión, skjótleika og ekplosivitet eru føroysku spælararnir verri fyri enn heimselitan. Størsti munurin er í tí, sum verður rópt anaerobum eginleikum. Hetta sigur nak­ að um førleikararnar hjá spælarunum at arbeiða við maximalari orku í stutta tíð. Her eru føroysku spæl­ arar­nir 30 prosent aftan fyri heimselituna, men á øllum økjum tiva før­oysku spælararnir aftaná teimum útlendsku elitu­spælar­un­ um. Skelkandi Kanningarnar av form­in­ um hjá føroysku lands­liðs­ spælarunum vísa, at tað er ymiskt, hvussu væl spæl­ ararnir eru fyri. Eini 20 til 30 prosent av spælarunum eru í nøkt­ andi venjingarstøðu. Eini 30 prosent eru ikki í nøkt­ andi venjingarstøðu, og heili 40 prosent eru í vána­ ligari venjingarstøðu, tá tað verður samanborið við yrkis­spælarar á hægsta stigi uttan­lands. - Tað skelkar meg sum landsliðsvenjara at síggja, hvussu stórt spennið er frá teimum, sum eru best fyri, til teir, sum eru ringast fyri. Her er munurin alt ov stórur, sigur Jógvan Martin Olsen í grein í FSF-tíðindi. Gongdin skal broytast Fótbóltssambandið ætlar sær ikki bara at staðfesta støðuna, og so einki gera við hana. FSF fyrireikar nú eina nýggja test-skipan, sum feløgini kunnu brúka til at kanna, hvussu teirra spælarar eru fyri kropsliga. FSF hevur ognað sær út­gerð til at gera hesar kann­ingar, og ætlanin er, at feløgini skulu umbiða kann­ ingar frá FSF. Tá feløgini vilja hava sínar spælarar kannaðar, verða boð send eftir umboðum frá FSF, sum koma út til feløgini at testa spælararnar. Ætlanin er, at hetta arbeiða skal verða afturvendandi, so at feløgini eisini fáa at vita, hvussu spælararnir taka seg fram, og hvørja ávirkan venjingin hevur á spælararnar. - Eg eri vísur í, at taka vit av møguleikanum at brúka hetta amboðið í tí dagligu fótbóltsvenjingini, vilja vit síggja ein vaksandi áhuga hjá leikarunum sjálvum, og hetta vil økja um tilvitanina í at røkja og betra um sítt egna venjingarstøði, sigur Jógvan Martin Olsen. - Vónandi kunnu allir partar taka lógvatak saman fyri at hækka stæðið mun­ andi til frama fyri leikaran, felagið, landsliðið og før­ oyskan fótbólt, sigur hann. Føroyskir spælarar halta aftaná elituni Føroysku landsliðs­ spælararnir í fótbólti eru langt frá so væl fyri kropsliga, sum útlendsku yrkis­spæl­ ararnir, sum teir spæla altjóða dystir ímóti Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari í fótbólti, vil hava føroyskar fótbóltsspælarar í betri kropsligan form