Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 244 - 18. desember 2006 ] Inter jagstrar italskt met Tað gongur strúkandi hjá Inter í italsku fótbólts­ kappingini. Inter er langt á odda í Seriu A, og seinastu nýggju dystirnar hevur Inter vunnið. Hetta er nýtt met hjá felagnum. Í fjør setti Roma italskt met við at vinna 11 dystir á rað, og nú ætla teir í Inter sær at taka hetta metið. Dysturin um vikuskiftið var ímóti Messina, og hann endaði vði 2-0 sigri til Inter. Málini gjørdu Marco Matarazzi og Zlatan Ibrahimovic. Barthez aftur í málinum Franski málmaðurin Fabian Barthez gavst at spæla fótbólt eftir HM-finaluna í summar, men nú hevur hann tikið handskarnar av hillini aftur. Barthez hevur gjørt ein sáttmála við botnliðið Nantes fyri næstu 18 mánaðirnar. - Eg havi fingið tilboð frá 15 feløgum, men eg vildi ikki fara at spæla aftur. Nú havi eg broytt hugsan, og eg havi valt Nantes, tí tað tykist verða eitt gott felag, og forsetin hjá teimum kláraði at sannføra meg um at velja teir, sigur Barthez. Norsku kvinnurnar endurvunnu evropa­ meistaraheitið í kvinnuhondbólti sunnudagin, tá tær vunnu tryggan sigur í finaluni ímóti heimsmeistarunum úr Russlandi HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Finalan bleiv júst tað brak­ið, sum flest øll hond­ bóltsáhugaði høvdu vónað og roknað við. Noreg og Russland spældu seg leyg­ ardagin í finalurnar, og júst hesi bæði londini vóru undan kappingini mett sum allarstørstu favorittarnir at vinna evropameistaraheitið, meðan Frakland og Týsk­ land vóru yvirraskilsini, sum høvdu rokkið hálv­ finalunum, uttan at nakar veruliga hevði roknað við teimum. Vegurin til hálvfinalurnar Í millumspælinum tóku Frakland og Týskland øll á bóli. Flest øll høvdu roknað við, at Ungarn og Noreg fóru at koma víðari úr fyrsta bólki í millumspælinum, men longu í fyrsta dystinum vísti Týskland stóra styrki. Tær vunnu dystin ímóti Ungarn, og hesin dysturin vísti seg seinni at gerast avgerandi fyri, hvat av lið­unum fór at røka hálv­ finalunum. Týskland vann allar sínar dystir eftir hetta í millumspælinum, og so­statt hevði Ungarn ong­an møgu­ leika at fanga Týsk­land aftur. Í seinna bólki í millum­ spælinum væntaðu tey flestu, at Russland fór at vinna bólkin, og at kapp­ing­ in um annað plássið fór at standa ímillum Danmark og Frakland. Danmark hevði tó ongantíð nakran møguleika, og í staðin endaðu vertirnir úr Svøríki í tí góðu støðu, at tær við einum sigri í síðsta dystinum kundu spæla seg í hálvfinalurnar. Her møttu tær Fraklandi, og vinnarin kom helst víð­ ari. Svensku kvinnurnar megnaðu tó ikki at halda høvdið kalt, og so takkaði Frakland fyri, og streyk avstað við síðsta plássinum í hálvfinalunum. Sostatt vóru hálvfinalistarnir, Noreg, Russland, Týskland og Frakland. Favorittar í finaluna Í aðrari hálvfinaluni møttust Russland og Týskland. Her var Russlandi væl betra liðið. Sjálvt um Týskland fekk betru byrjanina, so spældi Russland við eini munandi hægri leikferð. Liðini fylgdust annars væl at størsta partin av fyrra hálvleiki, men móti endanum stjól russiska stjørn­an, Liudmila Post­ nova, myndina. Hon skoraði tríggjar ferð á rað í endanum av fyrra hálvleiki, og sostatt førdi Russland við trimum málum í hálvleikinum. Í seinni hálvleiki streyk Russland avstað, og skjótt var munurin heili 7 mál, áðrenn Týskland aftur slapp at spæla við í dystinum. Týsku kvinnurnar komu eis­ ini heilt niður á tvey mál, men so vildi Russland ikki meir, og at enda vunnu tær ein fult uppibornan 33- 29 sigur. Trupulleikin hjá Týsklandi henda dagin var breiddin. EM-toppskjúttin Nadine Krause livdi slett ikki upp til vónirnar henda dagin, og tá ein so markantur leikari hjá Týsklandi ikki slær til, so hava tær onga aðra at seta inn í staðin. Í seinnu hálvfinaluni hitt­ ust Noreg og Frakland. Her gjørdust Lunde-tvíburðarnir sera avgeradi fyri Noreg. Fyrsta løtan var óvanliga málrík. Bæði Noreg og Frakland byrjaðu við sera ágangandi verjuspæli, og hetta gav stór hol í verjuni, samstundis sum bæði liðini fingu fleiri mótálop. Eftir 10 minttir vóru heili 14 mál skotin, og tá førdi Frakland 8-6. Næstu løtuna bleiv tó heil friðarligt á vøllinum, og einu løtuna skoraði Noreg ikki í 12 minuttir, meðan Frakland bert fekk tvey mál hesa løtuna. Tá liðini fóru til hálvleiks var so at siga eingin munur, so avgerðin skuldi fella í seinna hálvleiki. Her fylgd­ust liðini eisini allan vegin, og fimm minuttir fyri leiklok var støðan 24- 24, men so tóku Lunde- tvíburðarnir yvir. Katrine Lunde í málinum hevði tvær sera góðar bjargingar síðstu løtuna, og í hinum endanum skeyt Kristine Lunde trý av síðstu fýra málunum, og sostatt vann Noreg 28-24. Noreg endurvann meistaraheitið Nú vóru finalistarnir funn­ ir, og her møttust teir allar størstu favorittarnir, nevniliga Noreg og Russ­ land. Noreg legið hart út í EM-finaluni. Eftir at Russland hevði ført fyrstu fáu minuttirnar, so leyp Noregi avstað. Ser­liga vinstri vongurin, Kari Mette Johansen, vísti heims­­klassa. Ferð aftaná ferð rann hon frá tngu russ­­isku leikar­un­um, og ikki gekk log tíð, so førdi Noreg 6-3. So gekk javnt á í eina løtu, men knappliga steðgaði fullkomiliga upp hjá Russlandi. Hesa løtuna legði Noreg seg á odda við 6 málum, áðrenn Russland kundi pynta eitt sindur um støðuna und­an hálvleikinum. Í hálvleik­ inum førdi Noreg við fýra málum. Í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, tí Noreg var nógv betri. Tær spældi sum eitt lið, meðan Russland koyrdi í so nógv ein og ein. Í seinna hálvleiki kom Russland tó nógv betur við, men Noreg var alla tíð eitt fet framman fyri. Sum hálvleikurin leið gjørdist meir og meir greitt, at henda dystin fór Noreg at vinna. Tá Russland var tættast við, var bert eitt mál á muni, men tær komu ongantíð upp á javnelik, og sostatt vann Noreg 27-24, og dagsins leikari gjørdist Kari Mette Johansen, sum skeyt 9 mál eftir 9 royndir. Noreg megnaði sostatt at endurvinna evropa­meist­ araheitið, meðan Russland mátti taka til takkar við øðrum plássi. Dystin um triðja plássið vann Frakland yvir Týsklandi. EM-Hondbóltur: Noreg gjørdist evropameistari Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Neistin 8 6 - 1 - 1 217 164 53 13 2 Stjørnan 8 6 - 0 - 2 199 161 38 12 3 VB 8 4 - 0 - 4 180 199 -19 8 4 Kyndil 8 1 - 2 - 5 187 215 -28 4 5 StÍF 8 1 - 1 - 6 178 222 -44 3 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 10 8 - 1 - 1 304 272 32 17 2 StÍF 10 5 - 4 - 1 279 267 12 14 3 Neistin 10 5 - 1 - 4 321 297 24 11 4 Kyndil 10 3 - 1 - 6 273 272 1 7 5 KÍF 10 2 - 2 - 6 261 284 -23 6 6 H71 10 2 - 1 - 7 269 315 -46 5 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 12 9 - 3 31 21 10 11 2 TB 12 8 - 4 28 14 14 10 3 Dráttur 12 8 - 4 29 22 7 9 4 SÍ 12 7 - 5 26 22 4 8 5 KÍF 12 2 - 10 19 30 -11 2 6 Mjølnir 12 2 - 10 9 33 -24 2 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 9 8 - 1 24 12 12 9 2 Mjølnir 8 6 - 2 21 12 9 6 3 Fram 9 4 - 5 16 20 -4 4 4 Fleyr 9 3 - 6 15 20 -5 4 5 SÍ 9 1 - 8 14 26 -12 1 Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Man Utd. 18 14 - 2 - 2 38 10 28 44 2 Chelsea 18 13 - 3 - 2 30 11 19 42 3 Liverpool 18 9 - 4 - 5 26 15 11 31 4 Arsenal 18 8 - 6 - 4 29 15 14 30 5 Bolton 18 9 - 3 - 6 20 15 5 30 6 Portsmouth 18 8 - 5 - 5 25 16 9 29 7 Tottenham 18 8 - 4 - 6 22 22 0 28 8 Reading 18 8 - 2 - 8 20 23 -3 26 9 Aston Villa 18 5 - 10 - 3 21 18 3 25 10 Everton 18 6 - 6 - 6 22 20 2 24 11 Wigan 18 6 - 4 - 8 20 23 -3 22 12 Newcastle 18 6 - 4 - 8 17 20 -3 22 13 Man City 18 5 - 5 - 8 15 22 -7 20 14 Sheffield Utd. 18 5 - 5 - 8 14 22 -8 20 15 Fulham 17 5 - 5 - 7 16 27 -11 20 16 Blackburn 17 5 - 4 - 8 16 22 -6 19 17 Middlesbr. 17 4 - 5 - 8 14 22 -8 17 18 West Ham 18 5 - 2 - 11 11 24 -13 17 19 Charlton 18 3 - 3 - 12 13 31 -18 12 20 Watford 17 1 - 8 - 8 11 22 -11 11 Enska League One v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Nottm Forest 22 13 - 5 - 4 31 18 13 44 2 Bristol City 22 12 - 4 - 6 28 19 9 40 3 Scunthorpe 22 11 - 6 - 5 33 18 15 39 4 Oldham 22 10 - 6 - 6 31 19 12 36 5 Tranmere 21 10 - 6 - 5 25 15 10 36 6 Swansea 22 10 - 5 - 7 34 24 10 35 7 Yeovil 21 9 - 7 - 5 25 19 6 34 8 Blackpool 22 8 - 8 - 6 32 24 8 32 9 Port Vale 22 10 - 2 - 10 29 28 1 32 10 Brighton 22 9 - 4 - 9 30 32 -2 31 11 Doncaster 21 7 - 9 - 5 23 17 6 30 12 Carlisle 22 8 - 6 - 8 23 28 -5 30 13 Bradford 22 8 - 5 - 9 27 27 0 29 14 Gillingham 22 8 - 4 - 10 30 37 -7 28 15 Crewe 21 8 - 3 - 10 37 38 -1 27 16 Chesterfield 22 7 - 6 - 9 28 29 -1 27 17 Hudddersfield 22 6 - 8 - 8 26 32 -6 26 18 Northampton 21 5 - 9 - 7 16 21 -5 24 19 Rotherham * 22 9 - 5 - 8 33 29 4 22 20 Bournemouth 22 4 - 9 - 9 20 31 -11 21 21 Leyton Orient 21 5 - 6 - 10 25 37 -12 21 22 Millwall 22 5 - 6 - 11 20 32 -12 21 23 Cheltenham 22 7 - 0 - 15 20 32 -12 21 24 Brentford 22 3 - 9 - 10 17 37 -20 18 Føroyskir spælarar Claus Bech Jørgensen (Blackpool) *) Rotherham byrjaði árið við 10 minusstigum. Hetta tí felagið er sett undir umsiting Norsku kvinnurnar eru tær bestu í Europa, tá tað kemur til at spæla hondbólt Mynd. Scanpix