Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2006 29 Klose er undirmettur Týski álopsspælarin Miroslav Klose heldur, at hann verður undirmettur sum fótbóltsspælari, hóast hann hevur skorað 50 mál í 72 dystum fyri Werder Bremen. - Eg kann bara siga, at eg hevði klárað at spæla í einum hvørjum felag í heiminum. Tað haldi eg, at eg vísti undir HM, sigur Klose við blaðið Bild. Klose, sum er føddur í Pólandi, sigur, at tað eru bara fimm feløg, sum eru upp á tal, um hann fer úr Werder Bremen næsta ár. Arsenal bannar fløgg Enska felagið Arsenal heitir nú á síni viðhaldsfólk um ikki at taka tjóðarfløgg við sær til dystir á Emirates Stadium. Bólkar av fjepparum hava sagt fyri felagnum, at teimum dámar ikki, at ymisk fløgg fyri fremmand lond verða tikin inn á stadion, og hetta ger felagið nú nakað við. Frameftir skulu fjepparar hjá Arsenal bara taka Arsenal-fløgg við sær inn á leikvøllin, og tað skulu ikki verða nøkur national eyðkenni á fløggunum Mjølnir-TB 0-3 (14-25, 21-25, 30-32) TB á annað plássið TB vann sannfør­ andi sigur, tá tær vitjaðu hjá Mjølni í KI-høllini í meist­ ara­deildini hjá kvinnum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Toppur og botnur møttust í meistaradeildini hjá kvinnum í viku­skift­in­um, tá Mjølnir tók ímóti TB. TB hevur havt sera gott tak á Mjølni í ár. Liðini møttust tvær ferðir í grundspælinum, og í báðum dystunum vann TB tryggan 3-0 sigur. Í dystinum um viku­ skiftið var heldur eingin slingur í valsinum hjá TB. Enn einaferð var talan um tryggan 3-0 sigur til tvørákvinnur., og serliga í fyrsta setti var klassamunur á lið­ un­um. Her legði TB hart út, og sum settið leið øktu tær bara um leiðsluna. Hetta settið endaði 14-25. Í øðrum setti var Mjøln­ir betur við. Her gekk heldur meir javnt á, men TB tóktist vera heldur oman á í hesum settinum eisini. Tað eydnaðist eisini hjá TB at vinna hetta settið. Úrslitið gjørdist 21-25. Var munurin stórur á liðunum í fyrsta og øðrum setti, so gjørdist 3. sett hinvegin ein sannur gysari. Her fylgdus lið­ ini allan vegin, og tey máttu eisini væl út um tey 25 stigini, áðrenn ein vinnari var funnin. Enn einaferð var TB drúgv­ari, og tær vunnu 30-32. Við sigrinum hava tær vunnið seg upp á næst­ fremsta pláss í deildini. Spælið var gott og spenningurin var í hásæti í topp­dystinum í meist­ara­deildini hjá kvinnum, tá Dráttur tók ímóti ÍF FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Undan dystinum lógu júst Dráttur og ÍF jøvn í oddinum í bestu kvinnudeildini, so vinnarin av hesum dystinum kundi leggja seg einsamalt á odda í meistaradeildini. Dráttur hevur tó havt takið á ÍF í ár. Tvær ferðir hittust liðini í grundspælinum, og í báðum førum megnaði liðið úr Vágunum at vinna 3-2. Liðini vildu vinna Fyrstu løtuna av dystinum var líkt til, at Dráttur væl og virðiliga var farið í jólaferiu. ÍF setti seg tungt á dystin, og fyrstu løtuna var stórur munur á liðunum. ÍF dugdi eisini væl at gera sær dælt av, at kvinnurnar hjá Drátti slett ikki vóru klárar til upp­ gávuna í byrjanini, og tíðliga í settinum høvdu tær vunnið seg 9 stig fram um. So við og við raknaði Dráttur tó við, og spakuliga byrjaðu tær at eta av stóru leiðsluni, sum ÍF hevði vunnið sær. Tær koma eisini heilt tætt síðstu løt­una, men ÍF kláraði at halda fast, og fyrsta settið fór til gestirnar, sum vunnu 23-25. Í øðrum settið svav Dráttur eisini fyrstu løtuna, og ÍF kom fram um við 5 stigum beinanvegin. Men hesa ferð fótaði Dráttur sær skjótari, og so gekk javnt, sum settið leið. ÍF hevði tó allatíð leiðsl­ una, men munurin var ikki stórur, og tað sást týðiligt, at bæði liðini vildu vinna henda dystin. Leikararnir kempaðu um hvønn bólt, og fleiri lang­ ir og spennandi bóltar blivu spældir. Móti endanum av settinum eydnaðist Drátti at fáa fatur á ÍF, og hetta settið vann Dráttur eisini 26-24. Triðja sett gjørdist tað mest spennandi í dystinum. Dráttur var oman á at kalla allan vegin, men munurin var ongantíð stórur. ÍF fylgdi væl við, og tó settið leið ímóti endanum gjørdist greitt, at her mátti spælast longur enn til tey vanligu 25 stigini. Dráttur var eisini framman fyri í hesum bóltunum, og tær høvdu fimm settbóltar, sum tær ikki kláraðu at vinna. ÍF takkaði fyri, og at enda vunnu kvinnurnar úr Fuglafirði 28-30. Javnbrótari mátti til Í fjórða setti fekk Dráttur aftur betru byrjanina, og sum settið leið, øktu tær bara um leiðsluna. Hetta settið var munur á liðunum, tí Dráttur var væl betri. Teimum eydnaðist eisini at vinna fjórða sett 25-19. Nú skuldi liðini út í triðja innanhýsis javnbrótaran í hesum kappingarárinum, og undanfarnu ferðirnar hevði Dráttur vunnið. Hesaferð legði ÍF tó fyri sum eitt ódnarveður, og Dráttur gjørdi ótrúliga nógvar feilir fyrstu løtuna. Ikki gekk long tíð, so hevði ÍF lagt seg á odda heili 3-13, og nú var í roynd og veru avgjørt. Dráttur vann seg tó upp á 10- 13, áðrenn ÍF setti punktum við tveimum bóltum. Sostatt vann ÍF toppdystin, og harvið hava tær lagt seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum. Dráttur-ÍF 2-3 (23-25, 26-24, 28-30, 25-19, 10-15) Sannur toppdystur á Giljanesi KÍF líktist einum greiðum vinnara í dystinum ímóti SÍ í meistaradeildini hjá kvinnum, men síðstu settini megnaði SÍ at venda dystinum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Seinast KÍF og SÍ møttust í landskappingini var seinni dysturin í grundspælinnum, tá liðini bæði brustu saman í Sørvági. Tann dysturin var sera spennandi, og at enda eydnaðist sørvágskvinnum at vinna 3-2. Í vikuskiftinum brustu hesi liðini saman aftur, men nú var dysturin í Kollafirði. Undan dystinum vóru liðini at finna í hvør sínum enda á stigatalvuni. SÍ var í oddinum, meðan KÍF var at finna í botninum. Heimaliðið legði tó betur fyri. KÍF-kvinnurnar virkaðu sera væl upplagdar henda dagin, og teimum eydnaðist eisini at vinna fyrstu tvey settini. Fyrsta sett endaði 25- 21, og í øðrum setti vunnu tær eisini 25-21. Vend kom í Í triðja setti var annars líkt til, at KÍF skuldi vinna trygt. Tær løgdu fyri sum eitt óløgi, men knappliga raknaði SÍ við. Eftir at hava verið aftanfyri við 6 stigum vunnu sørvágskvinnur støðugt inn á KÍF, og at enda vunnu tær eisini settið 21-25. Í fjórða setti var SÍ aftur oman á. Her førdu tær at kalla allan vegin, og at enda gjørdust tær eisini drúgvari hetta settið, sum tær enn einaferð vunnu 21-25. Nú var aftur púra javnt, og ein javnbrótari skuldi til fyri at finna ein vinnara. Aftur dró SÍ longra stráðið, tá tær vunnu 13-15. Sostattt vann SÍ dystin, og við sigrinum halda tær enn fast um oddin. KÍF-SÍ 2-3 (25-21, 25-21, 21-25, 21-25, 13-15) SÍ bardi seg til sigurs Dysturin millum toppliðini í meistaradeildini hjá kvinnum var sera tættur og spennandi. Endin var tó, at ÍF vann á Drátti ítróttur