Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 244 - 18. desember 2006 tíðindi Sosialurin hevði ein blaðmann við, tá flogfarið hjá Atlantic Airways RCZ fríggjadagin noyddist til Bergen, tí at flapsskipanin ikki virkaði, tá flogfarið skuldi seta seg Vágum. Hetta er hansara frásøgn Ferðafrásøgn Orð & Myndir: Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Umleið kl. 7.35 GMT: Flogfarið RCZ hjá Atlantic Airways fer úr Kastrup við umleið 40 ferðafólkum og nógvum jólaposti. Kós verður sett móti Vágum. Enski flogskiparin greiðir frá, at ætlanin er, at flogfarið setist í Vágum fyri hálvgum ellivu føroyska tíð. Túrurin gongur væl og fryntligu flogternurnar taka sær væl av ferðafólkinum. Túrurin er stillur og als eingin turbu­ lensur er at merkja. Umleið kl. 10.15 GMT: Flogfarið nærkast Vágum. Flogskiparin greiðir frá, at orsaka av tøkniligum trupulleikum ber ikk til at seta seg í Vágum, og verður kósin sett móti Bergen, tí neyðugt er við eini breyt, ið er longri enn tann í Vágum. Eg seti meg í samband við eina flogternu, greiði frá, at eg eri blaðmaður, og at eg fegin vil vita, hvørjar tekniskar trupulleikar talan er um. Flogternan greiðir frá, at hon ikki veit tað, men at hon skal kanna mál­ ið. Løtu seinni sigur flog­ skiparin í hátalaranum, at talan er um trupulleika við flapsskipanini, ið vanliga tekur ferðina av flogfarinum, áðrenn tað setur seg. Av tí, at breytin í Vágum er somikið stutt, ber tí ikki til at seta seg har, men breytin í Bergen er nógv longri, og tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki at sett seg har. Hann greiðir frá, at tað er mest sannlíkt, at lendingin verður heilt vanlig, men av tí at vandi kann vera fyri at flogfarið punkterar, so verða sløkkibilar á breytini. Men at vit ikki skulu vera bangin um hetta, tí hetta er bert av trygdarávum, og at væntandi verður lent uttan trupulleikar. Eg fái fatur á eini flogternu og spyrji, um lendingin verður ein vanlig lending, ella um vit skulu sita og bukka okkum frameftir og halda um høvdið, soleiðis sum vanligt er í neyðlendingum. Hon sigur, at vit bara skulu sita sum vanligt. Umleið kl. 10.40 GMT: Røddin á flogskiparanum ljóðar aftur í hátalaranum. Hann greiðir frá, at um­støðurnar gera, at talan verður um eina sonevna Emergency landing (sam­ bært trygdarlepanum hjá Atlantic Airways er ein Emergency landing ein neyð­lending). Hann biður okkum um at lurta væl eftir flogternunum, ið fara at koma ígjøgnum flogfarið við boðum um, hvussu vit skuldu bera okkum at. Fryntligu flogternurnar vísa okkum á trygdarlepanum. Undir yvirskriftini Emer­ gency Landing/Neyð­lend­ ing er mynd av fólki, ið situr og bukkar seg frameftir og heldur um høvdið. Vit fáa at vita, at vit skulu seta okkum soleiðis, tá vit fáa boð um hetta. Fólk eru eitt sindur bangin. Onkur grætur, meðan onnur royna at troysta tey. Nokkso ógvis­ ligur turbulensur fær ræðsl­ una at breiða seg uppaftur meira, men panikkur kem­ur ikki í, tað er stilt í kabin­ uni. Umleið kl. 11.00 Brace, brace, brace messar flog­ skip­arin. Brace, brace, brace endurtekur ein flog­ terna í hátalaranum. Fólk bukka seg frameftir og flogfarið setist løtu seinni í øllum góðum. Lendingin er sera góð og gongur utt­ an nakrar trupulleikar. Vit sleppa tó ikki beinan­ vegin úr flogarinum. Dekk­ini skulu kannast av brandmyndugleikunum, áðr­enn vit sleppa út. Skjótt verða dyrnar lætnar upp, og vit fáa boð um, at vit skulu fara úr flogfarinum og taka alt við okkum. Bussur bíðar eftir okkum á breytini, og vit verða koyrd til fráfaringarhølið. Har stendur sodavatn, kips og bomm til okkara, Vit fáa vit boð um, at flogskiparin fer at verða skjótur og siga okkum frá, hvat nú skal henda. Umleið kl. 11.30 GMT: Flog­skiparin kemur í frá­ faringarhølið, har vit eru avbyrgd. Hann greiðir frá, at hann ikki hevði væntað, at tað fóru at vera trupulleikar við lendingini, Men at av tí, at breytin var vát, so kundi tað í óhepnum umstøðum gerast trupult at hava tam­ arhald á flogfarinum undir bremsing. Hetta gjørdist tó, sum væntað, ikki nak­ ar trupulleiki. Hann bið­ur okkum orsakað, um trygd­ artiltøkini hava gjørt okkum bangin. Men at hetta var fyri at tryggja sær, at vit vóru so trygg, sum til bar. Eisini boðar hann frá, at tá vit koma til Føroyar verður møguleiki at tosa við sálar­frøðing, um tørvur er á tí. Hann sigur somuleiðis, at flogfarið verð­ur sent til um­væling og eftirsýn, m.a. skulu hjólini skiftast eftir nógva trýstið, ið tey vóru undir, tá flogfarið lendi við nógvari ferð. Eitt flogfar verður um eitt bil sent úr Føroyum eftir okkum, greið­ur hann frá. Umleið kl. 12.20 GMT: Vit hava fingið tvíflísar, kaffi og te umframt uppaftur meira sodavatn. M.a. for­ vitnisligu upplivingina Coca Cola Zero, ið er nýggj­asta uppfinningin hjá Coca Cola, sum norðmenn hava fingið, men ikki er at fáa á okkara leiðum enn. Flogskiparin kemur aftur og sigur, at boð eru komin úr Føroyum, at lúkurnar eru latnar aftur á flogfarinum, ið kemur eftir okkum. Túr­ urin úr Føroyum tekur eini trý korter, og síðan skal farmur umskipast, so um ein tíma og tíggju minuttir, eru tit væntandi á veg til Føroyar, vildi hann mett. Hetta eru síðstu boð, ið vit fáa, og hóast tímin og teir tíggju minuttirnir fara, eru eingi boð um broytingar.. Umleið kl. 13.50 GMT: Flogfarið, ið er komið eftir okkum, lendir í Bergen. Vit síggja tað gjøgnum gluggan í fráfaringarhølinum. Fólk fer undir at umskipa farmin. Løtu seinni kemur flogskiparin aftur og sigur, at hann ikki fer at flúgva okkum til Føroyar. Men at annar flogskipari nú tekur yvir. Vit frætta einki um nær fráferðin, ið longu er hálvan tíma seinkað, verður. Vit sita enn avbyrgd og bíða í fráfaringarhølinum Umleið kl. 15.00 GMT: Ein ensk rødd við sterkari norskari accent biður okk­ um boarda. Umborð fáa vit kaffi og bomm og flog­ ternurnar fara væl um okk­ um. Umleið kl. 16.30 GMT setur flogfarið set í Vág­um, túrurin úr Bergen hev­ur verið sera góður, og ferða­ fólkið klappar av gleði, um endiliga at vera komið til Føroyar seks tímar seinkaði men í øllum góðum. Kastrup, Vágar, Bergen, Vágar Flogfarið hevur sett seg í øllum góðum í Bergen Ferðafólkið bíðar avbyrgt í fráfaringarhølunum í Bergen í útvið 4 tímar Farmurin verður skipaður umborð á flogfarið, ið er komið úr Vágum