Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 244 - 18. desember 2006 ] Chelsea togaði inn á United Chelsea dró í gjár trý stig inn á Manchester United í toppinum í ensku Premier League. Chelsea spældi á úti­ vølli ímóti Everton, og hóast liðið úr London var í trupulleikum, megn­aðu teir at vinna dystin. Everton legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, men seinastu 10 minuttirnar av dystinum vendi Chelsea øllum á høvdið. Fyrst javnaði Frank Lampard, og síðani tryggj­aði Didier Drogba Chel­sea sigurin við ein­ um sera góðum máli tríggjar minuttir fyri leik­lok. Fyrsta málið hjá Chelsea hevði týski Michael Ballack gjørt. Manchester United endaði eisini í trupul­ leikum í sínum dysti í London, og tað end­ aði við einum tapi til United. West Ham vann dystin 1-0, men tað fekk ikki United- venjaran at falla í fátt. - Vit spældu sera væl í dag, men vit kundu havt avsluttað betur. Vit høvdu stórar kjansir, men kláraðu at skora, segði Sir Alex Ferguson eftir dystin. - Chelsea hevði ein góðan dag í dag, men meistaraheitið verður ikki vunnið í desember. Nú skulu vit vísa, at vit veruliga hava tað í okkum, sum skal til fyri at gerast meistarar, segði Ferguson. Munurin millum Chelsea og Manchester United er nú minkaður niður í tvey stig. Nú stendur strævna jólaskráin fyri framm­ an, tá ið ensku feløg­ ini spæla nógvar dyst­ir innan stutta tíð. Fyrsti dysturin hjá Uni­ted verður á úti­vølli ímóti Aston Villa tollaks­ messudag. Tá spælir Chel­sea á útivølli ímóti Wigan. Blackpool klatrar Tað gongur støðugt fram á hjá enska felagnum Blackpool, sum spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Ein av spælarunum í felagnum er fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen. Leygardagin spældi Blackpool á útivølli ímóti Scunthorpe, og Blackpool vann dystin 3-1. Claus Bech Jørgensen var eykamaður, men spældi við seinasta korterið, tá ið Blackpool skoraði sítt seinasta mál. Blackpool er nú komið fram á áttanda pláss í deildini, har 24 lið spæla við. Alan Curbishley fekk eina dreyma byrjan sum venjari hjá kreppurakta West Ham, har íslendski eigarin hevði mist tolið við undanfarna venjara. Miðvísi og dungaligi Curbishley skal standa á odda fyri felagnum, har hann byrjaði sína yrkisleiðs sum fótbóltsspælari Premier League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kom óvart á tey flestu, at West Ham í gjár vann á oddaliðnum í ensku Premier League, Manchester Uni­ ted. Botnliðið, sum hevur havt stórar trupulleikar í ár, stóð knappliga eftir sum vinnari, og sigurin gjørdi fyrsta veruliga arbeiðsdagin hjá nýggja venjaranum til ein heilt serligan dag. West Ham stóð seg væl í Premier League í fjør. Liðið kom millum annað í steypafinaluna og var eis­ ini við í ovaru helvt av landskappingini. Men í ár hevur gingið illa, og West Ham hevði undan dystin í gjár tapt 11 av sínum 17 dystum í Premier League. Tað var ov mikið fyri nýggja formannin í felag­ num, íslending Eggert Magnusson, og hann gav í farnu viku venjaranum Alan Pardew sekkin. Curbs er tann rætti Nýggjur maður á odda fyri West Ham gjørdist Alan Curbishley, sum í nógv ár var venjari hjá Charlton. - Støðan hjá okkum er sera trupul, men málið í ár verður at yvirliva í Premier League. Eg eri fullvísur í, at Alan Curbishley er rætti maðurin til okkara felag, segði Eggert Magnusson, tá ið nýggi venjarin var avdúkaður. Og tað var vorðið sum byrjan hjá Eggert og Cur­ bishley, tá ið Manchester United vitjaði á Upton Park í gjár. West Ham vann dystin 1-0, og so fekk felagið samband við feløgini, sum liggja omanfyri niður­ flytingarstrikuna í Premier League. Virdur venjari 49 ára gamli Alan Cur­ bishley telist millum teir mest virdu venjararnar í enskum fótbólti. Tá ið enska fótbóltssambandið fyrr í ár setti nýggjan landsliðsvenjara, var Cur­ bishley ein av teimum, sum var upp á tal. Curbishley byrjaði sína yrkisleið sum spælari í West Ham, men eftir seks ár í felagnum skifti hann til Birmingham og seinni Aston Villa og Charlton. Í 1991 gjørdist Curbishley venjari hjá Charlton, og har stóð hann á odda fyri einum stórum frambroti. Charlton var í kreppu bæði ítróttarliga og fíggjarliga, men við Curbishley á odda gekk tað støðugt framá, og Charlton hevur seinnu árini staðið seg væl í fremstu ensku deildini. Eftir 15 ár sum venjari hjá Charlton, gavst Curbishley í summar í felagnum, og hann var fylgdur til hurðina sum ein sonn hetja í felag­ num. Nú er Curbishley komin aftur á slóðina, har alt byrjaði fyri 35 árum síðani – í West Ham. Og við honum á odda, vóna íslendsku eigararnir av West Ham, at tað fer at ganga betur hjá felagnum, sum hevur stórar ætlanir fyri framtíðina. Gravesen skoraði ímóti Rangers Størsti dysturin í skotskum fótbólti er uttan samanlíkning dysturin millum feløgini Rangers og Celtic, sum bæði koma úr Glasgow. Sunnudagin brustu hesi bæði liðini enn einaferð saman, og hesaferð endaði tað við javnleiki. Danin Thomas Gravesen legði Celtic á odda tíðliga í dystinum, men stutt fyri leiklok javnaði Rangers. Celtic er langt fremst í skotsku Premier Division. Liðið er 14 stig frammanfyri næstfremsta liðið. Curbishley skal venda íslendsku skútuni Alan Curbishley skal hjálpa Eggert Magnusson at venda gongdini í kreppurakta West Ham, har íslendsku eigararnir hava stórar ætlanir Mynd: Scanpix