Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 19. desember 2006 7 tíðindi Politiskt sjálvmorð Sambandstingmaðurin í Norðstreymoy, Olav Enomoto, heldur, at hann framdi politiskt sjálvmorð, tá hann í síðstu viku atkvøddi fyri at abroyta grein 266b í revsilógini, so hon eisini umfatar kynsliga sannføring. Við Útvarpið sigur Olav Enomoto, at hann gjørdi av at atkvøða fyri uppskotinum fyri at bjarga umdømi Føroya uttanlands. Hinvegin ivast hann ikki í, at tað fær avleiðingar fyri hann sjálvan, og at hetta ivaleyst var politiskt sjálvmorð. Avtaka 1. mai Borgarstjórin í danska býnum Esbjerg, Johnny Søtrup, heldur ikki, at arbeiðaradagurin 1. mai er tað, sum hann einaferð var. Tí hevur hann skotið upp, at tey, sum arbeiða á barnagørðum og í vøggustovum, skulu arbeiða 1. mai. Borgarstjórin vísir á, at nógv tey flestu eru til arbeiðis 1. mai, og tí er tað burturvið, at dagstovnarnir eru stongdir, sigur hann. Men í LO er hugsanin ein onnur. So kunnu vit eisini avtaka grundlógardagin, siga tey. Tað verður ikki Ice­ land Air, sum skal geva Atlants­flog kapping á Før­oya­ rutuni. Í hvørt fall ikki í nærmastu fram­ tíð. – Vit hava ikki tosað um føroyska marknaðin, men vit eru altíð áhugaðir í at vaksa um okkara virksemi, sigur Gudjón Arngrimsson frá Iceland Air LOFTFERÐSLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Støðan í Føroyum er nú aftur tann, at vit hava monopol innan flogferðslu. FaroeJet er farið í gjaldssteðg, og Atlantsflog er aftur einasti møguleiki hjá føroyingum at sleppa av oyggjunum loftvegis. Monopolstøða Nógv harmast um mono­ pol­støð­una og vilja fegin hava kapping á økinum. Spurn­ingurin er so, um nakað annað felag vil royna seg á Føroyarutuni, tá ið nógv onnur hava roynt seg frammanundan uttan stórvegis eydnu. Summi hava nevnt Iceland Air sum ein møguleika. Teir eru eitt felag, sum ger seg galdandi uttanfyri íslendsku landoddarnar. Teir fylgja, eins og flestir íslendingar, við altjóðagerðingini og royna marknaðir aðrastaðni. Sosialurin hevur tí sett seg í samband við Iceland Air og spurt teir, um teir eru áhugaðir í at fara undir rutuflúgving í Føroyum. Ikki tosað um Føroyar Vit fingu fatur á Guðjón Arn­ grimsson, sum er markn­að­ar­ leiðari hjá Iceland Air. Hann kundi staðfesta, at teir ikki hava nevnt Føroyar sum ein møguleika. Hann var í roynd og veru als ikki kunnaður um støðuna í Føroyum og hann kendi als ikki felagið FaroeJet. – Vit hava ikki tosað um marknaðin í Føroyum. Vit eru sjálvandi altíð áhugaðir í at vaksa um okkara virk­ semi, og vit vilja fegin troyta allar møguleikar. Men marknaðin í Føroyum hava vit als ikki tosað um. Tí kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um føroyska marknaðin, sig­ ur Guðjón og spyr, um tað ikki er Atlantsflog, sum er í stórum trupulleikum. Óvitandi um støðuna í Føroyum Gudjón var als ikki kunnaður um nýggju monopol støðuna í Føroyum, og hann kendist als ikki við felagið FaroeJet. Hann helt undirritaða tos­að um Atlantsflog, tá ið undir­ rit­aði greiddi honum frá ein­ um føroyskum flogfelag, sum er í trupulleikum og er far­ið í gjaldssteðg. Hetta tí, at hann hevur hoyrt um vanlukkuna hjá Atlantsflog og trupulleikarnar við flaps­ unum. Hvør torir? Tað eru nógvar gitingar um, hvat felag kann koma at geva kapping til Atlantsflog. Tað má framtíðin vísa, um eitt nýtt flogfelag fer undir flúgving á Føroyarutuni. Iceland Air ikki til Føroya Avloysari er nú funnin fyri Torleif Johannesen, sjómans­ trúboðara hjá Heima­ missiónini, sum er í farloyvi. Talan er um Henry Christiansen úr Leirvík TRÚBOÐARI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Henry fer at virka sum sjó­ manstrúboðari frá 1. januar til 31. mai 2007. Torleif kemur aftur sum sjómanstrúboðari eftir summarfrítíðina. Henry hevur verið sjómaður allan sín manndóm, og hevur havt sína dagligu gongd í maskinrúminum. Inntil nú hevur Regin Høgne­sen, trúboðari í Leirvík, tikið nakrar av uppgávunum hjá sjómans­ trú­boðaranum á seg. Hann hevur millum annað bor­ið jólapakkarnar, sum sjó­ manskvinnuringarnir gera til sjómenninar, út til skipini. Kelda: www.mission.fo Nýggjur sjómanstrúboðari Aftur í ár skipar Heimamissións­ ungdómur fyri einari nýggjárslegu. Legan verður vikuskiftið 5. til 7. Januar, og er sum vanligt ætlað fyri aldursbólkin 16 ár og eldri LEGA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Nýggjárslegan hevur verið hildin í nógv ár nú, og und­ ir­­tøkan hevur verið sera góð. Í ár verða bíbliutímarnir nakað øðrvísi í mun til undanfarin ár. Undir­ vísararnir fara at greina ein sang úr Heima­missi­ón­ sangbókini í part. Ivaleyst verða hesir sangir sungnir ofta, og møguliga verða teir útsettir øðrvísi við nýggjum lag og øðrum ljóðførum. Tey, ið koma at hava hesar sang-bíbliutímarnar verða Elsa í Garði úr Havn,  Vagn Foldbo úr Leirvík og Bogi Olsen av Glyvrum. Um tit vilja lesa meira um leguna og síggja skránna, kunnu tit fara inn á heimasíðuna hjá heima­ missiónini www.mission. fo. Har ber eisini til at tekna seg til leguna. Kelda: www.mission.fo Nýggjárslegan í Nesvík Myndin er frá nýggjárleguni í fjør. Hetta er í einari avslappaðari fríløtu, har ið hesir stuttleika sær Mynd: Trúboðin Henry Christiansen úr Leirvík skal avloysa Torleif Johanne­ sen, sjómanstrúboðara, inntil Torleif kemur aftur frá farloyvi í summar Mynd: Trúboðin