Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 245 - 19. desember 2006 tíðindi Álit um nýggja stjórnarskipan er handað løgmanni, har m.a. minniluta­ viðmerkingar eru prentaðar. M.a. fýlist Jóannes Eidesgaard serliga á, at løgmaður ikki longur skal hava møguleika at útskriva nýval, og at løgtings­ formaðurin í framtíðini møguliga skal staðfesta lógir, sum annars tað útinnandi valdið plagar at gera POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Mánamorgunin handaði Jóan Pauli Joensen, for­ maður í Stjórnarskipanarn evndini, løgmanni álit um stjórnarskipan Føroya. Sambært lóg skuldi hetta sokallaða Jólaálitið hand­ ast fyri nýggjársaftan í ár. Seinastu tíðina hevur nevndin lagt seg eftir at kunna fólk kring landið um uppskotið til ta nýggju stjórnarskipanarlógina, og fleiri kunningarfundir hava verið hildnir. Í fororðinum í álitinum rør formaðurin framundir, at føroyingar skulu hava møguleika til at siga, hvat teir halda um uppskotið til nýggja stjórnarskipanarlóg. Í hesum sambandi eru eisini minnilutaviðmerk­ ingar til álitið prentaðar í tí snøgga bóklinginum, sum hýsir uppskotinum. Fleiri av hesum viðmerk­ ingum eru ikki sørt krit­ iskar til ta nýggju stjórnar­ skipanarlógina. Umframt serfrøðingar sleppa politikarar eisini framat við sínum viðmerk­ ingum. M.a. er Jóannes Eides­ gaard, løgmaður og nevnd­ arlimur í stjórnarskipanarn evndini, atfinningarsamur, og hann sigur seg ikki taka undir við at broyta heitið landsstýrismaður til ráð­ harri. Hann skrivar m.a.: “Eri eg sannførdur um, at tey heitini, sum hava vunnið sær hevd, skal mann ikki beina burtur. Landsstýrismaður er ser­ føroyskt, meðan ráðharri ella ministari er tað heitið, sum øll onnur brúka. Tí haldi eg uppá, at vit eiga at brúka heitið landsstýris­ maður. Av júst somu grund haldi eg, at heitið løgmaður, sum síðan 1948 hevur merkt formaðurin fyri landsstýri­ num, hevur vunnið sær hevd í hesum týdninginum. Tí er tað als ikki rætt at gera eina áseting, sum let­ ur upp fyri møguleikanum at venda aftur til gamla týdningin fyri formannin í Løgtinginum. So kundi eins væl verið umhugsað at brúkt hetta heitið til hægsta embætið í rættarskipanini. Eg mæli tískil frá at sam­ tykkja tær ásetingar í § 59, sum snúgva seg um um­ skipan av løgmansembæti­ num”. Ímóti lógarásettum uttanríkisráðharra Jóannes Eidesgaard sigur seg heldur ikki taka undir við, at einasti landsstýris­ maður, sum er nevndur í uppskotinum til nýggja stjórnarskipan, er lands­ stýrismaðurin í uttanríkis­ málum. “Eg síggi, at við hesum uppskotinum um lands­ stýrismann í uttanríkis­ málum/varaløgmann við heimildum, sum eru fyri­ skrivaðar í stjórnarskipan­ ini, verður gamla siðvenjan tikin burtur, at tað er løg­ maður, sum býtir málsøkini út, tí hetta málsøki er givið frammanundan. Ein fær næstan ta kenslu, at lands­ stýrismaðurin í uttanríkis­ málum fær meira rúmd í hesum uppskoti enn løg­ maður, og tá er lagt á heilt annan bógv. So hesum taki eg als ikki undir við”, skrivar løgmaður millum annað. Løgmaður hava staðfestingarrætt Jóannesi Eidesgaard dámar heldur ikki, at skotið verður upp, at løgmansembætið kann umskipast við tinglóg. “Hetta er sera óheppið fyri lógararbeiðið. Vit gera eina stjórnar­ skipan, sum hevur truplar mannagongdir fyri broyt­ ingum, men so verður sagt í sambandi við eitt sera týdningarmikið embæti, at tað kann umskipast við tinglóg – tað ber ikki til. Hetta er í andsøgn við grundarlagið fyri stjórnar skipanarsmíðinum, tí hugs­ anin er, at grundleggjandi broytingar krevja broyt­ ingar í stjórnarskipanini. Tað er sera løgið, og í stríð við andan í teirri nýggju skipanini, at staðfestingar­ rætturin hjá løgmanni kann flytast til tingformannin við tinglóg. Staðfestingar­ rætturin er ein so týdn­ ingarmikil og grundleggj­ andi heimild hjá útinnandi valdinum, at tað er ikki rætt at taka hesa heimild frá løgmanni, og kann tað, sambært uppskotinum, fremjast við broyting í tinglóg (sí § 59, stk. 3). Staðfestingarrættin skal løgmaður hava, og skulu broytingar fara fram hesum viðvíkjandi, skal henda grundleggjandi broytingin fremjast við broyting av stjórnarskipanini”. Løgmaður útskriva val Jóannes Eidesgaard metir eisini, at løgmaður í fram­ tíðini skal hava møguleikan at útskriva val. “Tá ið verandi stýris­ skipanin kom í gildi í 1995, var ein týdningarmikil part­ ur hetta, at tað var ein ávís valdsjavnvág millum løg­ ting og landsstýri. Tí fekk løgmaður møguleikan at skriva út val. Hetta hava vit havt góðar royndir av, kanska ikki tær, ið vit hoyra um, men serliga tær, sum vit ongantíð hoyra um. Tí taki eg ikki undir við, at løgmaður missir henda møguleikan, og eg haldi, at valdssúlurnar forskjóta seg, um hesin rættur verður tikin frá løgmanni. Eg rokni eisini við, at vit kunnu vænta óstabilari politisk viðurskifti, um hesin rættur verður tikin frá løgmanni. Samanblandingin av fólkavaldum tingformanni/ løgmanni, forseta ella kongi, virkar púra órealist­ isk. Hví verður útgangs­ støðið ikki tikið í tí veru­ leika, sum vit liva í? Eg meini, at tá ið fullveldið er vorðið ein veruleiki, so eru vit væl saktans eisini før fyri at broyta hesa stjórn­ arskipanina”, skrivar Jóannes Eidesgaard m.a. í nýggja Jólaálitinum. Løgmaður atfinningarsamur ímóti stjórnarskipanaruppskoti Í minnilutaáliti skriv­ ar Kaj Leo Johannesen m.a., at nýggja upp­ skotið um stjórnar­ uppskotið fløkir tey trý statsvøldini sam­ an, og at grindadráp ikki hoyrir heima í hesi lóg. Somuleiðis krevur hann, at stjórn­ arskipanarlógin verður undir donsku grundlógini POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Kaj Leo Johannesen, for­ maður í Sambandsflokki­ num, hevur vegna sín flokk skrivað nakrar viðmerk­ ingar í tað nýggja Jólaálitið. Hann metir tað m.a. vera neyðugt at staðfesta, hvørj­ um rættarstigi tann nýggja stjórnarskipanarlógin skal vera á. “Sum heild er Sambands­ flokkurin av teirri fatan, at fyriliggjandi uppskot fløk­ ir tað tríbýtta valdið óneyð­ uga nógv saman. Eisini metir flokkurin, at tað er týdningarmikið, at sligið verður fast, á hvørjum rætt­ arstigi stjórnarskipanar­ lógin skal vera. Sambands­ flokkurin er av teirri fatan, at henda lógin skal koma í staðin fyri verandi stýris­ skipanarlóg, og skal tí vera á sama rættarstigi sum hend­ an (tað vil siga undir donsku grundlógini og Heimastýr­ islógini). Sambandsflokkur­ in ynskir tí, at lógin verður orðað soleiðis, at eingin ivi kann vera um hetta”. Burtur við grinda­ drápi, landsbanka og búskapargrunni Kaj Leo Johannesen skrivar eisini, at Sambandsflokk­ urin er ímóti, at møguleikin at útskriva val verður tikin frá løgmanni. Harafturat er flokkurin ímóti at løgmaður skal kunna verða valdur beinleiðis av velj­ arunum. Sambandsflokk­ urin er somuleiðis ímóti, at tað skal standa í stjórnar­ skipanarlógini, at Føroyar skulu hava ein uttanríkis­ ráðharra, tí hesin møgu­ leikin er longu til staðar og skal vera upp til hvørja einstaka samgongu at avgera. Formaður Sambands­ floksins er eisini ímóti, at grindadráp verður nevnt í stjórnarskipanarlógini, og serliga er tað orðingin “nú reka menn hval á land upp”, ið ikki hóvar sambands­ formanninum. Viðurskifti, ið hava við grindadráp at gera, eiga heldur at vera skipað í aðrari lóg, metir Sambands­ flokkurin í sínum minni­ lutaáliti. Hvørki Landsbankin ella Búskapargrunnurin eiga at verða nevnd í stjórnarskip­ anarlógini sambært Kaj Leo Johannesen. Kaj Leo Johannesen: Undir donsku grundlógini Kaj Leo Johannesen heldur, at hendan lógin skal koma í staðin fyri verandi stýris­ skipanarlóg og skal vera á sama rættarstigi sum hendan ­ tað vil siga undir donsku grundlógini og Heima­ stýrislógini Høgni Hoydal metir, at vit heldur eiga at brúka orðið stjórn enn landsstýri, og at møguleiki fyri einum forsetaembæti skal vera nevnt í stjórnarskipanarlógini POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum og nevndarlimur í stjórnarski panarnevndini, skrivar í sínum minnilutaáliti í Jólaálitinum, at ein stjórn­ ardepil átti at verið settur á stovn, “ið kann tryggja, at hetta arbeiðið ikki endar eins og vit hava sæð fyrr við stýriskipanarlógini, at partapolitikkur og sam­ gongu/andstøðuspurn­ ingar taka yvir”. Høgni Hoydal sigur seg taka undir við at broyta tey hugtøk, ið hava verið nýtt um tey ymisku vøldini hjá tí føroyska heimastýrinum. “Eg undrist á, at hugtakið „landsstýri“ framvegis gongur aftur í uppskoti­ num, vit hava fingið send­ andi. Tað var ikki tað, ið stóð, tá undirnevndin hevði sín síðsta fund. Tá nýttu vit hugtakið „stjórn“, ið eisini sam­ svarar við hugtøkini annars (stjórnarstovnar o.a.). Fari at mæla til, at nýta tað, sum lá á borðinum, tá undirnevndin endaði. Alt annað vildi verið skeivt”, skrivar Høgni Hoydal, sum eisini kundi hugsað sær, at tað stóð bæði í formælinum og í grein 1 tí nýggju stjórnarskipanarlógini, at “ føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum”. Høgni Hoydal metir, at fólkavalt forsetaembætið skal vera møguligt sambært stjórnarskipanarlógini. Tó heldur formaður Tjóð­ veldisfloksins, at møgu­ leikin í stjórnarskipanar­ lógini fyri, at løgmaður kann seta landið í undan­ taksstøðu, avgjørt eigur at strikast. Høgni Hoydal metir, at fólkavalt forsetaembætið skal vera møguligt sambært stjórnarskipanarlógini Høgni Hoydal: Stjórn heldur enn landsstýri ­ Tað er sera løgið, og í stríð við andan í teirri nýggju skipanini, at staðfestingarrætturin hjá løgmanni kann flytast til tingformannin við tinglóg, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður