týsdagur 19. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 245 - 19. desember 2006
Karsten Hansen tekur seg úr sínum flokki. Tað hevur
hann boðað Tjóðveldisflokkinum frá í gjárkvøldið.
Karsten Hansen sigur, at hann ikki kann fara upp
á komprimis við sína andaligu sannføring, og tí
hevur hann tikið hesa avger. Fyri Norðoyatingmannin
hevur hetta verið ein ómetaliga trupul avgerð at
taka, tí Tjóðveldisflokkurin hevur alt tað tingmaðurin
kann minnast verið ein partur av hansara dagligdegi.
Tjóðveldisflokkurin hevur fylgt ómetaliga nógv hjá
honumn, men tað andaliga hevur altíð havt eitt størri
pláss, sigur hann. Tingmaðurin metir ikki, at hann kann
ganga uppá kompromis við hetta, og tí hevur hann
lurtað eftir síni samvitsku, sigur Karsten Hansen við
Portalin. Karsten Hansen fer nú at hugsa um hvussu
hansara framtíð kemur at síggja út, og hevur ikki tikið
nakra avgerð um hann fer í annan flokk ella ikki.
Kortini sigur hann so mikið sum, at hansara politiska
sannføring enn er hin sama.
Finnur Helmsdal var annar av uppskotsstillarunum
í málinum, sum nú er orsøk til, at Karsten Hansen
hevur tikið seg úr Tjóðveldisflokkinum, og hann
harmast um avgerðina sum Karsten Hansen tikið. Við
Portalin sigur Finnur Helmsdal, at tað harmar hann
almikið, at Karsten Hansen nú hevur tikið avgerð um
at fara úr flokkinum. Enn er ongin avgerð tikin um,
hvør verður komandi næstformaður hjá flokkinum, og
heldur ikki er greitt, í hvønn mun hetta fer at ávirka
nevndararbeiðið hjá Tjóðveldisflokkinum.
Tað er ikki so óvanligt, at tingmenn taka seg úr flokki
sum mótmæli móti politisku kósini hjá avvarandi
flokki ella orsakað av persónligum ósemjum. Stundum
eru slíkar avgerðir meira at meta sum eitt mótmæli,
og endar hetta tá ofta við, at viðkomandi tingmaður
eftir eitt ávist tíðarskeið kemur aftur í flokkin. Er
ósemjan hinvegin av djúpum hugsjónarligum slagi,
kann eitt slíkt mál enda við, at viðkomandi tingmaður
antin fer í annan flokk, ella ger nýggjan flokk ella
fer heilt úr politikki. Tað er ilt at siga, hvat, ið er
galdandi fyri Karsten Hansen. Hann hevur verið
ein sera virkin og dugnaligur politikkari og fyri alt
tað púra kompromisleysur. Tað vísti hann, meðan
hann var fíggjarmálaráðharri, har ein mangan kundi
ivast í, hvør ið veruliga hevði valdið í flokkinum,
fíggjarmálar´ðaharrin ella løgmálaráðharrin. Hinvegin
er hann so samangrógvin við flokkin, at ein illa fær seg
til at trúgva, at hann megnar at venda flokkinum bakið
med alla. Heldur vendir hann aftur t.d. á Ólavsøku
við hørðum treytum fyri at koma inn aftur. Karsten
Hansen er ein politikkari, sum Tjóðveldisflokkurin
illa kann vera fyri uttan, og stendur hann tí ikki minni
sterkur í dag enn í gjár. Hendingin kemur flokkinum
sera illa við, og hugsandi er, at flokkurin er til reiðar at
toyggja seg langt fyri at fáa Karsten Hansen inn aftur
um flokksdyr. Hann hevur tí sera góð kort á hondini og
spennandi verður, hvussu hann fer at spæla tey. Livst
so spyrst.
Sosialurin
Karsten góð kort
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Á álitisfólkafundi í Al
manna- og heilsurøktara
felagnum fríggjadagin 8.
desembur hoyrdu vit ein
fyrilestur m.a. um tiltøk
og fyriskipanir í sam
bandi við skerdan arbeiðs
førleika.
Ásannandi
at
arbeiðið í almanna – og
heilsuverkinum kann vera
ógvuliga slítandi sálarliga
og kropsliga, heita vit á
avvarðandi
mynduleikar
at arbeiða miðvíst við
ætlanum, ið stuðla upp
undir at fólk kunnu verða
verandi í arbeiði, hóast
arbeiðsførleikin eitt tíðar
skeið er skerdur ella varandi
skerdur vegna sjúku ella
annað.
Sjúkrameldingar
eru kostnaðarmiklar fyri
samfeløg, og er tað tí fyrst
og fremst fyribyrging av
at fólk verða sjúkrameldað,
ella at tey fara úr starvi
í úrtíð, vit mugu arbeiða
við. At fyribyrgja krevur
fyrst og fremst at arbeiðs
plássini hava eina starvs
fólkanormering, ið er hósk
andi til teirra virksemi.
Hetta at fyribyrgja at fólk
verða overvað bæði krops-
og sálarliga. Somuleiðis
eru hjálpartól ógvuliga
týdningarmikil, eins og frá
læra í røttum arbeiðsstøð
um og hjálpartólum eigur
at vera ein sjálvfylgja.
Kanningar vísa at fólk,
ið fara úr arbeiði vegna
sjúku, hava torført at koma
aftur í arbeiði, longu tá tey
hava verið úr arbeiðinum
í ein mánaða. Tí er tað í
grannalondunum vanligt at
hava umsorganarsamrøður,
tá ið starvsfólk hevur verið
sjúkrameldað í ein mánaða.
Starvsfólkið og leiðarin
hava tá eina samrøðu, ið
hevur til endamáls at viðgera
støðuna hjá starvsfólkinum
í sambandi við sjúkuna.
Møguliga kunnu tey, ta
tíðina
arbeiðsførleikin
er skerdur, finna eina
loysn á arbeiðsplássinum,
ið tekur atlit til sjúkuna
hetta tíðarskeiðið starvs
fólkið er sjúkt, tí tá er
stórur møguleiki fyri at
starvsfólkið
varðveitir
sítt arbeiði. Hetta kann til
dømis gerast við lutvísari
sjúkramelding. Í sambandi
við lutvísari sjúkramelding
er tó týdningarmikið at
hava í huga, at normeringin
á arbeiðsplássinum ikki
verður skerd, soleiðis at tað
gongur útyvir hini starvs
fólkini. Arbeiðsgevarin er
tá noyddur at taka inn eyka
fólk at røkja uppgávurnar,
ið viðkomandi er sjúkra
meldaður frá, tí annars
verða øll hini starvsfólkini,
ið noyðast at taka eyka nógv
ar tungar uppgávur uppá
seg, skjótt niðurslitin.
Almanna- og heilsurøkt
arafelagið mælir til smid
ligar loysnir á arbeiðsmarkn
aðinum fyri øll starvsfólk,
soleiðis at vit øll fáa ein
týðandi leiklut á arbeiðs
plássinum.
Álitisfólkini og
forkvinnan í Almanna-
og heilsurøktarafelagnum
Svar til greinina “Ryggbrotið
samfelag”
Bill málbær seg sera skelk
andi 14. desembur í Sosial
inum. Hann nevndi fleiri
ferðir næstakærleika, men
hvørja ferð setti hann hesa
kardinaldygd í kristindóm
inum í eitt ringt ljós. Í stað
in undirstrikaði hann guds
óttan. Altso er óttin fyri
Gudi tað sentrala fyri Bill!
Òttin fyri Gudi og óttin fyri
útheiminum: alheimsgerðin,
minnilutar, tolsemi! Ja alt
nýtt.
Kærleikin er sostatt nakað
vit mugu ansa eftir. Sambært
Bill (og floksfelagum? – vóni
tað ikki). Vit mugu, um vit
fylgja logikki Bills, ansa eftir,
at vit ikki vísa “yvasomum”
bólkum okkara høgtvirdað
næstakærleika, tí “hini” hava
ikki sama hugburð!? Eiga
tey ikki kærleika?
Hetta næstakærleikaBOÐ,
sum stendur í Gamla Testa
menti, øllum evangeliunum
(beinleiðis ella óbeinleiðis)
og Paulus tekur eisini
hetta boð fram í sínum
brøvum. Hetta boð vil Bill
Justinussen síggja stórt uppá
og heldur leggja dent á tað
meira autoritera hugtakið:
óttan. Jamen so livdi Jesus
til onga nyttu!
Og so roynir Bill at sverta
altjóðagerðina til. Hvør
var tað, sum áheitti sínar
lærusveinar, at teir skuldu
gera øll fólk til lærusveinar
sínar? Var hetta ikki tað
fyrsta ella í øllum førum tað
størsta stiðið fram ímóti eini
alheims- ella altjóðagerð,
sum heimurin hevur sæð?
Alheimurin, Islam og
Europa
Bill tekur, sum so nógv
onnur í síðstani, eisini Dan
mark fram, sum eitt “ræð
andi” dømi, har tolsemi og
næstakæeleikin hevur fing
ið ov fríar teymar(!). Eitt
nú islamofobiin skínur her
ígjøgnum. Ja tað eru nógv,
sum halda tað, at kristin
dómurin ikki er sterkur nokk
við sínum næstakærleika til
at standa ímóti einum slíkum
átrúnaði sum islam. Her má
eg líka koma við nøkrum
fakta: Europa, Norður- og
Suðuramerika, Afrika og
Australia hava kristindóm
sum majoritetsátrúnað!
Og Ásia hevur eins nógvar
hinduistar og næstan eins
nógvar buddistar sum mus
limar. Ja sjálvt tann síðsti
heimsparturin, Antarktis,
er domineraður av kristnum
tjóðum!
Einaferð var Europa tó
meiri merkt av hóttan frá
einum islamskum imperii:
Osmanniska Turkaland.
Hesir turkar høvdu Balkan-
hálvoynna undir sær í 500 ár,
tó eru muslimar bert ein lítil
minniluti, og hava altíð verið
tað, her á hesari hálvoyggj.
Ein kundi eisini nevnt
Spania í Miðøld, har arabarar
vóru í fleiri hundrað ár.
Tað eg vil við hesum er
bert hetta: antin eru hesir
muslimar nógv mildari enn
nógv fólk í dag vilja vera
við, ella er kristindómurin
nógv sterkari enn fólk sum
Bill vilja vera við.
Men sjálvandi: í Miðøld
var kristindómurin nógv
sterkari, tí tá spældi óttin
– gudsóttin – ein nógv størri
leiklut, og Pávin stýrdi, fólk
kendu sítt pláss osfr. Ikki
so?
Nei altóða-/alheimsgerðin
er ein tilgongd sum er í
gongd, og sjálvandi er tað
upp til tær einstøku tjóðirnar,
hvussu skjótt og hvussu
nógv tær vilja takast uppí
hesa tilgongd, men at steðga
henni ella ignorera hana,
tað er eftir mínum tøkki
burturvið. Og um ein tjóð
er kristin, so haldi eg, at júst
næstakærleikin, meira enn
óttin, er ein stak góð dygd at
fara inn í alheimin við.
Eitt samfelag bygt á og sum
praktiserar næstakærleika er
ikki “ryggbrotið”.
Næstakærleiki er ikki ein
veikleiki.
Kærleiki er altíð ein styrki.
Tann størsta styrkin í
longdini.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Vil Bill Justinussen avtaka næstakærleikan?
lesandi
Gunnar
Isfeld