Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 19. desember 2006 11 Vit í Tjóðveldisflokkinum hava í løgmansrøðum, fíggjarlógarviðgerðum, og í gerandis politiskum orðaskiftum seinastu árini støðugt víst á, at bú­skapargongdin er á eini álvarsliga avlagaðari kós. Fakfeløgini hava sagt nakað tað sama, og hava serliga vegna lægru inn­ tøk­urnar harmast um óhepnu gongdina í órætt­ vísu skattsetingini av skatt­ gjaldarunum. Tað hevur verið sum at sletta vatn á gá. Nú sigur so Búskapar­ ráðið nakað tað sama, sum vit hava sagt, hóast tað er munandi betri orðað. Ílatið fakliga orðaðan málbúnað og við drúgv­ um taltilfari, hevur lands­ stýrið nú fingið ein tann stórsta lúsingin higartil, og tyngdin í búskapar­ metingunum hjá ráðnum er neyvt tann sama, sum vit hava roynt at víst á. Ov lítið fokus er á, hvussu roknskapurin hjá landskassanum ávirkar samfelagsbúskapin. Vinnan hevur í stóran mun sett seg í størri skuld og fíggjarligan váða. Rentustuðulin hevur elvt til hægri húsaprísir og økta lánibyrðu. Rentustuðulin verður brúktur til onnur keyp enn bert húsakeyp, eitt nú til bilar. Skattalættin stimbrar og økir um hákonjunkturin. Eingin tørvur er á at styrkja búskapin við skatta­lætta. Ein vaksandi partur av tí samlaða skattinum verður útskrivaður, sum proportionalur skattur Meginreglan í skatta­ politikkinum er, at hægru inntøkurnar blíva skattaðar lutfalsliga minni. - sigur Búskaparráðið í desembur 2006. Vit í Tjóðveldis­flokki­ num og fakfeløgini á ar­beiðsmarknaðinum eru sostatt á einari leið samd við Búskaparráðnum í frá­ greiðingini frá desember 2006. Samstundis sum vit øtast, so boðar løg­mað­ ur nú aftur frá, at skatta­ politikkurin verður tann sami framyvir, og at hann framhaldandi fer at virka fyri, at hann viknar um skattaprogressiónina. Harafturat verða fleiri upp­gávur lagdar út á komm­ unurnar, har tær verða fíggjaðar við propor­tional­ um skattum, samstundis sum progressiva skatta­ fíggingin hjá landskass­ anum minkar. Ein støðugt vaksandi partur av skattabyrðini verður soleiðis fluttur av breiðu herðunum, ið hava ráð til at rinda fyri seg og sítt. Samstundis sum Javn­ aðarflokkurin óskamm­að­ ur, opið og erliga stendur og lempar alsamt fleiri og alsamt tyngri byrðar yvir tey veiku boygdu ryggja­stykkini, so sæst eisini tann myndin í svari­ num hjá løgmanni, at góðar inntøkur í dýrum kommunum hava munandi minni eftir enn somu inn­ tøkur aðrastaðni. Løgmaður sigur, at ein inntøka upp á 600.000 kr. fær 20.000 kr. skattalætta í einari 19,5% kommunu, meðan sama inntøka bert fær 2.000 kr. í einari 24% kommunu. Eisini hendan avlagaða myndin elvir til, at fólk við góðum inntøkum aftra seg við at búseta seg í teimum fátæku kommununum í út­ jaðaranum, men leita heldur inn í miðstaðarøki, har tær sleppa fleiri 10.000 tals krónur bíliigari í skatti á hvørjum ári. Og sjálvandi er myndin lutfalsliga nakað tann sama fyri lægru inntøkurnar. Vit skilja væl fólka­ flokkin og sambands­flokk­ in, tí hetta er jú teirra politikkur. Men hvussu vit fegin vilja tað, so skilja vit ikki javnaðarflokkin. Hinvegin skilja vit væl, at eingin tekur telefonina, tá ringt verður til hansara. Tað man gerast meira og meira møðsamt at billa veljarunum inn, at klassa­ stríðið er av, samstundis sum klassa­munurin økist við rívandi ferð. Klassastríð er av, men klassamunurin økist Eg ætli mær ikki at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg frá barnsbeini av, havi bygt mítt lív á. Tann kristna trúgvin eig­ ur ikki at vera ein sunnu­ dagsfrakki, sum vit lata okk­ um í hvønn sunnu­morgun, men sum annars sleppur at hanga í einum myrkum skápi gjøgnum alla vikuna. Um trúgvin ikki stingur djypri enn so, er hon lítið verd. Trúgv er ikki ein ideologi, sum tú kanst toyggjast ella umskriva, fyri at røkka neyð­ semjum. Tí kennist tað sera svárt, tá tú fært kensluna av, at onkur traðkar á tína trúgv. Har er einki at gera, tí tú ert ikki harri yvir trúnni. Men tíverri hevur henda seinasta tíðin víst, at stórur partur av okkara politikarum hava als ikki skilt álvaran í hugtakinum “trúgv”. Kær­ leiksboðið, tolsemi og tað at virða hvønn annan, verða slongd út sum best ber til, og so verður hildið, at hetta ljóðar somikið gott og kristið, at allir trúgvandi føroyingar áttu at kunna tillagað seg eftir hesum - um ikki við góðum so við illum. Men har taka tey stórliga feil! Stevnuskráin Flokkurin, sum eg havi stuðlað á hvørjum vali síð­ ani eg fekk valrætt, Sam­ bandsflokkurin, hevur eina stevnuskrá, har tað stendur í grein 1, at flokkurin vil á øllum økjum reka ein fram­taksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at øll skulu vera kristin (tað er ein persónligur spurn­ingur), men flokkurin gongur inn fyri, at Føroyar framhaldandi skulu hava eina kristna mentan. Kortini atkvøddu 5 av 7 tinglimur hjá Sambandsflokkinum fyri broytingunum í §266 b í revsilógini, sum beinleiðis leiðir okkara samfelag inná eina kós, sum við tíðini vil flyta samfelagið frá at vera kristið, til at vera eitt samfelag, sum byggir á modernaða humanismu. Einki er at ivast í, at nógvir veljarar kenna seg sviknar og venda flokkinum bakið, men onkur heldur, at hetta hevur ikki so nógv at týða, tí nýggir veljarar koma ístaðin fyri teir sum fara. Eg skal ikki útiloka møguleikan fyri hesum, men vit mugu tó minnast til, at tey sum fara, eru kjarnuveljarar (ryggradin í flokkinum), sum kenna seg drignar eftir hárinum. Kjarnuveljarar eru gull verdir fyri ein og hvønn politiskan flokk, og tí hevur eingin flokkur ráð til at missa hesar. Vil ikki vera atkvøðuneyt Tað sum harmar meg ser­ liga nógv er, at tær 241 persónligu atkvøðurnar, sum eg fekk á seinasta løgtingsvali, vóru við til at tryggja einum manni tingsessin, sum atkvøddi fyri broytingunum í §266 b í revsilógini. Eg eri vísur í, at flestu av mínum veljarnum taka als ikki undir við hesum, og at hetta er at traðka teirra trúgv undir fótum. Tí hevur hesin maður vanvirt bæði mínar og aðrar sambandsveljarar í Eysturoy. Tað góðtaki eg als ikki, og tað sleppur ikki at endurtaka seg. Spurningurin um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval er millum annað ein spurn­ ingur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál. Eg vil ikki uppliva aftur at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg, og mangir av mínum veljarum byggja á. Rasmus er komin á føtur aftur, og nú eru tað onnur sum bløða. Men mín trúgv er ikki til sølu. Eri sera skuffaður av Sambandsflokkinum Helgi Abrahamsen Eg havi nú í meira enn ein mánað upplivað eina miðvísa og grova útspill­ ing av mær sjálvum og f iski­mannafelagnum, har alt sum FF stendur fyri á ein hástóran hátt er misteinki­liggjørt og gjørt til einkis. Hetta hevur verið so langt úti, at eg havi sum minst roynt at svara aftur. Sum til dømis tá Dan R Petersen uttan nakað sum helst grund­ar­lag rør uppundir óreglu­­liga val­ manna­gongd og sam­metir meg við for­setan í Hvíta­ russlandi, sum er kendur fyri at beina fyri politiskum mótstøðumonnum. Hvat Luka­sjenko stendur fyri kann annars lesast á okk­ ara heimasíðu: www. fiskimannafelag.fo Dan boðaði frá, tá hansara upp­stilling varð kunngjørd, at við honum skuldi FF fáa ein nýggjan profil. Hann hava vit nú sæð til fulnar! Nú tekur hansara høvuðs­ stuðul til formansvalið, Mort­an Berjarstein, við. Í bløðunum greiðir hann frá einum fundi um upp­ sagnarløn til eina manning, har “Óli byrjaði fundin við at spyrja manningina, um teir ikki kundu vera nøgdir, um teir fingu helvtina av tí teir áttu, tí reiðarin var ikki so væl fyri fíggjarliga”. Niðurstøðan hjá Mortan er: “Hvør segði seg ikki vera í lummanum hjá nøkr­ um reiðara?” Viðkomandi fiskimenn hava einki at finnast at FF. Umrøddi fundur var heilt aftur í 1999 og málið er tískil 7 ára gamalt. Fyrst skal sigast, at tað er sera ósannlíkt, at eg havi úttalað meg sum endurgivið. Eitt er, hvat eitt slíkt endur­ gjaldsmál endar við í rætti­ num, men tað byrjar ongan­ tíð við øðrum enn at krevja fult endurgjald. Eg havi mánadagin tosað við tríggjar av monnunum, sum vóru á fundinum, og teir minnast heldur einki til, at slík sjónarmið eru sett fram. Men tað avgerandi er, at teir fiskimenn, sum hetta mál viðvíkti, vátta, at á fund­ inum, har reiðar­in eisini var við, varð gjørd ein avtala millum partarnar í málinum um endurgjald. Hesa avtal­ una fylgdi reiðarin. Hesir fiskimenn siga seg einki at hava útistandandi við fiskimannafelagið í hesum máli. Hetta skuldi verið gott. Men tað er eftir øllum at døma tað ringasta, sum kann henda hjá slíkum monnum sum Mortan og Dan, at tað verða funnar loysnir á trætum, sum menn eru nøgdir við. Hetta er enn eitt dømi um ta útspilling, sum fer fram fyri at sleppa Dan R Petersen framat formanssessinum í fiskimannafelagnum. Av­greidd mál verða fiskað upp, snarað og snøggað til, so tey hóska enda­­máli­n­um. Hetta er sami hug­burður, sum Dan sjálvur er kendur fyri at nýta, eisini í sínum polit­iska virk­semi … Rokni við, at fiskimenn duga at skyna á, um ein slíkur gjøgnumførdur nega­ tivur hugburður til alt og øll kann fara at verða teimum til gagns. Undir øllum um­støðum er valið lætt!! Okkara sjómenn eru av­gjørt tann fakbólkur, ið er mest loyalur móti sínum arbeiðs­ gevara. Hetta hevur fleiri orsøkir. Skipið er teirra heim ofta í mong á. Teir eru ærukærir menn, sum altíð gera sína skyldu og meira aftrat. Skiparans leiklutur hevur stóran týdning. Hann er bæði kamme­rátur og mynd­ ug­leiki, og so liggur hann sum eitt frí­holt mill­um reið­ ara og mann­ing. Henda sama loyalitet kann mann tíverri ikki siga um reiðaran. Tað mann vera ein leivd frá gamlari tíð, tá reiðarin átti sítt fólk við húð og hár. Tað eru reiðarar – tó ikki allir – sum konsekvent bróta sáttmálan. Og sum teir einastu arbeiðsgevarar í landinum sleppa teir at gera tað. Hetta er eitt faktum, sum allir sjómenn kenna. Eg fari í seinni greinum at fortelja, hvussu teir gera hetta. Her krevst avgjørt ein hug­burðsbroyting, og hana ætli eg sum formaður í F. F. at læra teir. Teir skulu læra at fara anstendiga við sínum fólki. Teir skulu lærast fólka­ skikk. Hergeir Nielsen Formansvalið: Miðvís útspilling av Fiskimannafelagnum Óli Jacobsen Sáttmálin haldast Dan R. Petersen viðmerkingar