týsdagur 19. desember 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 245 - 19. desember 2006
Óli Jacobsen byrjaði stríðið
við at leggja Dan undir
at hava sagt seg verða í
lummanum hjá reiðarunum
- í tí tíðinadskrivi, sum
kom í bløðini í samband
við fráboðanina um, at Dan
stillaði upp móti Óla.
Í tíðindaskrivinum stóð
at »Dan hevur eisini tann
fyrimun, at hann ikki er
heftur at nøkrum reiðara«
og fyri tað næsta var
tað ikki Dan, ið hevði
skrivað
tíðindaskrivið,
men undirritaði. At Óli so
tulkar tað sum hann ger, er
neyvan av tí at hann ikki er
í lummanum hjá nøkrum
reiðarum.
Fyri nøkrum árum síðani
kom ein manning til skipið
fyri at fara til fiskiskap,
men tá hevði reiðarin
biðið annað fólk, tí skipið
skuldi í oljuvinnuna sum
vaktarskip. Hetta hevði so
við sær, at manningin sum
tá var uppsøgd frá einum
degi til annan átti minstuløn
- í so og so langa tíð, alt
eftir hvat starv hann hevði
umborð - frá reiðarinum.
Óli bleiv gjørdur varugur
við málið, og vildi hann
hava ein fund við reiðaran
saman við manningini og
sókanrstýrislimunum sum
umboðaðu
hesa
somu
manning. Fundurin bleiv í
barnaheiminum hjá Óla, í
Norðragøtu.
Spenningurin var sum so
ikki stórur - tí sáttmálin
segði púra greitt, hvat
manningin átti - talan
skuldi bert verið um ein
avgreiðsluspurning, men so
var ikki.
Óli byrjaði fundin við at
spyrja manningina, um teir
ikki kundu vera nøgdir, um
teir fingu helvtina av tí teir
áttu, tí reiðarin var ikki so
væl fyri fíggjarliga.
Hvør segði seg ikki verða
í lummanum hjá nøkrum
reiðara??
Nevndin í Norðoya Sam
bandsfelag hevur á fundi
tann 17. desember 2006
viðgjørt støðuna sum íkom
eftir at stórsti parturin
av sambandstinglimunum
atkvøddu fyri uppskoti
num hjá Tjóðveldisflokk
inum (266b).
Norðoya Sambandsfelag
ásannar,
at
í
etiskum
spurningum hevur Sam
bandsflokkurin altíð havt
ta greiðu linju, at ting
limir kunnu atkvøða eftir
egnari sannføring, og hesa
linjuna stuðlar Norðoya
Sambandsfelag.
Men eftir stendir nú
spurningurin:
Hvat meinar sambands
flokkurin við orðini í stevn
isskránni – »at flokkurin
vil føra ein framfúsnan
politikk á kristiligum
mentanarstøði«?
Tí hevur nevndin í Norð
oya Sambandsfelag í skrivi
til floksleiðsluna mælt til,
at flokkurin fer at viðgera
grein eitt í stevnisskránni,
har flokkurin sigur seg vilja
reka ein »framtaksfúsan
politikk
á
kristiligum
mentanarstøði«
Hvat er politikkur á kristiligum mentanarstøði?
Í mínum arbeiði umborð
eri eg blivin varur við, at
menn hoyra illi. Menn, sum
eru farnir um hálvan aldur
hoyra stak illa. Og summir
eldri eru sum potturin.
Hetta kemst av larmi, ein
um konstantum ólíðiligum
larmi. Serliga ringt er á
fabrikkini.
Óisoleraði
hydraulikrør hvína millum
høvdini á dekkarum, so
ikki hoyrist mannamál.
Menn fáa ikki tosa saman,
uttan teir venda andlit til
andlit og standa tætt.
Larmurin úr maskin
gongini er eisini nógvur.
Gangurin er tó mestur á
trolara, tá ið trolið ferð
afturav. Millum troldekk og
arbeiðsdekk er bert ein 6
m m óisolerað stálpláta. Tá
so trol, bobbensir, breitlar
og ketur fara skramblandi
aftureftir, er ein øgiligur
gangur á fabrikkini, meira
enn oyrað tolir.
Tað verður eitt krav frá
einari nýggjari leiðslu í
F.F., at skipaeftirlitið fer
einkultar túrar til fiskiskap
og fær staðfest, at hesin
larmur er heilsuskaðiligur
og eisini ólógligur.
Tá hetta er staðfest,
kunnu reiðarar fáa eina
freist, kanska 2 ár at fáa
hesi sjálvsøgdu viðurskiftir
í rættlag. Her manglar bara
bjálving.
Arbeiðsumhvørvi verður
raðfest høgt í einum for
nýggjaðum F. F.
Dan R.
Petersen
Formansstríðið í FF
Mortan
Berjastein
formaður. Vegna
nevndina í Norðoya
Sambandsfelag
John William
Joensen
Larmur
Avrokning
Er ikki avroknað fyri ísfiskalast í seinasta lagi 14
dagar eftir søludag eigur manningin 1,5 % í rentu fyri
hvønn byrjaðan mánað, eftir at túrurin átti at verið
avroknaður.
Eru langfaramenn ikki avroknaðir í seinasta lagi 30
dagar eftir søludag, eiga teir 1,5 % í rentu fyri hvønn
byrjaðan mánað...
Rætt skal vera rætt: Onkur hendinga reiðari avroknar
til tíðina, men teir eru fáir. Tað er ikki óvanligt, at
ísfiskamenn eiga 4-6 túrar niðurfyri, alt eftir hvørjum
teir sigla hjá.
Summir langfaramenn bíða bæði tveir mánaðir og
longur eftir avrokning, aftan á at teir eru heimkomnir.
Tvs., at frá tí at menn fara avstað, til avrokning kemur,
kunnu ganga fýra - fimm mánaðir.
Hesa longu tíð livir sjómansfamiljan av forskoti úr
Lønjavningarstovuni.
Eingin hevur nakrantíð hoyrt um, at sjómenn hava
fingið rentu fyri ov seina avrokning.
Hetta óskilið hevur tvær orsøkir:
1. Reiðarin hevur ikki virðing fyri sínum fólki, og
2. Formaðurin í F. F. hondhevjar ikki sín egna
sáttmála.
Gud náði tann arbeiðsgevara á landi, ið ikki betalir
sínum fólki til tíðina.
Menn, ið hava siglt undir íslendskum flaggi, siga
mær, at har avroknar reiðarin tveir dagar eftir avmynst
ring við 90% og restina ein mánað seinni. Slíkt kann
mann finna seg í.
Til stuttleika kann eg nevna, at einaferð fiskaði eg
við donskum báti út frá Nexø á Bornholm.
Ein hálvan tíma eftir, at síðsti fiskakassin var
landaður, fingu vit kekkin í hondina. Slíkt kann mann
eisini finna seg í.
Nei, føroyskir reiðarar hava nógv at læra, tað er vist.
Og her skal strammast upp.
Dan R.
Petersen
viðmerkingar
Karsten Hansen er farin úr
Tjóðveldisflokkinum. Tað
eru vit mong, sum harmast
um. Hann hevur greitt
grundað sína støðu, og hana
virða vit. Eins og tað var
ein samvitskuspurningur
og
trúarspurningur
hjá
mær at atkvøða fyri 266b
í revsulógini í 1988, so
er sami spurningur fyri
hann ein forðing fyri
framhaldandi limaskapi í
Tjóveldisflokkinum vegna
hansara trúgv og sam
vitsku.
Tað var í 1983, at vit bæði
fóru úr arbeiði okkara til tess
at arbeiða á floksblaðnum
14. September. Stavnhaldið
var at fáa skikk á. Hann
sum fyritaksstjóri og eg sum
blaðstjóri. Bæði fóru niður í
løn og fingu ein arbeidsdag,
ið ikki var í ætt við 40 tíma
arbeiðsviku. Sigast má,
at tað eyðnaðist. Í øllum
førum fekk Karsten ikki
bert skil á tað fíggjarliga.
Flokkurin fekk eisini eini
flokshús, ið so leingi hevði
verið ein dreymur. Og tað
var ikki minst honum fyri
at takka.
Karsten er heilur, har
hann er, har er onki himpr.
Sum eygleiðari av løgtings
arbeiði sum heild í dag er
hetta fólkaslag doyggjandi.
Í tí tilgongd, sum er farin
fram í samband við broyting
í revsilógini hevur Karsten
í almenna rúminum eisini
víst, at hann kann stýra sær
sjálvum, sum er aðaltreytin
fyri at stýra einum landi.
Tað er meira enn sigast kann
um fleiri av teimum, ið eru
samsintur við honum í
spurninginum um § 266 b.
Løgið sum aðrir flokkar
fegnir vilja hava fatur á
tjóðveldisfólkum, tá hugsað
verður um atburðarlag og
arbeiðsmentan í føroyskan
politikki.
Jú eisini eg fekk tilboð
um at stilla upp fyri aðrar
flokkar, tá eg ikki still
aði upp longur. Men fyri
tjóðveldisfólk
er
onki
alternativ.
Góði Karsten, takk fyri
gott samstarv í ein mans
aldur. Gleðilig jól og Jesus
fylgi tær.
Karin
Kjølbro
Drúgvur og trúgvur floksarbeiðari
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.