Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 19. desember 2006 13 Svenn Askham, Tórshavn, andaðist á Umlættingar­ heiminum 17. desember, 74 ára gamal. Bønarhald veður í Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin kl. 14.00. Oluf Bunk Larsen, Tórshavn, andaðist í heiminum 15. desember, 36 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­sjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 18.00 Jarðar­ferðin verður úr Mariu kirkjuni mikudagin kl. 12.00. Mánadagin 18. desember andaðist Frede Benjamin­ sen á Nesi, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni klokkan 13 fríggjadagin. Tey, ið vilja minnast Frede kunnu lata Fríðrikskirkjuni eina gávu. Kristin Holm, Nólsoy fer til gravar úr Nólsoyar kirkju mikudagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin 20. desember. Ábraham. Dagur til minnis um patriarkin Ábraham. Bíbilska navnið merkir faðir at mongum. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið mintust meg á 80 ára føðingardegi mínum 16. juni 2006. Takk fyri gávur, kort, blómur og takk til tykkum, sum stukku inn á gólvið og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Paula Davidsen, Sørvágur Tøkk Eg takki tykkum øllum fyri eina ógloymandi tíð í summar. Tað var eitt stórt upplivilsi at verða saman við tykkum øllum. Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Dagmar Karslund, Brønshøj Tøkk Eg takki øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu 75 ára føðingardag mín so hugnaligan, og ynski annars vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Johild Joensen, Tvøroyri Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið mintust okkum á diamantbrúðleypsdegnum og 80 og 85 ára døgunum. Samstundis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Jenny og Sigmund Hansen, Hvannasund Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 85 ára føðingardegnum 4. oktober. Takk fyri gávur, fjarrit, uppringingar og tøkk til tykkum øll, sum komu inn á gólvið í Vesturskin. Eg vil ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Heilsan Kristian Rasmussen, Skála Tøkk Hjartaliga takki eg fyri vøkru heilsanirnar til 70 ára føðingardagin 15. desember. Gleðilig jól og gott nýttár Vinarligar heilsanir Jóna Lindenskov Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Mikudagin 20. desember fyllir Jógvan Christiansen í Havn 60 ár. Jógvan er havnarmaður. Hann arbeiðir hjá Trygg­ ing­arfelagnum Føroyar, har hann hevur verið, síðan hann var heilt ungur, tey flestu árini á Brunatryggingini. Hann er uppvaksin á Dala­vegnum saman við 6 syskjum, fýra beiggjum, Johan, Dánjal Malvinus (rópt­ur Beðin), Andrew, Krisj­an, og tveimum systr­ um, Herborg og Elsa Maria (doyði 14 ára gomul í 1972). Forelrini vóru: Hanna, f. Hansen, úr Vátutoft í Klaks­ vík, og Eli Christiansen úr Havn. Sum ungir dreingir á Dalavegnun vóru beiggj­ar­ nir kendir fyri sínar flottu kassabilar. Ta einu tíð­ina varð mamman, Hanna, í skemti varð rópt ”kassa­ bilamamman”. Jógvan hevur ein serligan humoristiskan sans og dugir væl at taka til. Hann lesur nógvar bøkur, serliga føroyskar, og honum dámar væl at syngja til ser­ lig høvi. Hann hevur eis­ ini áhuga fyri ítrótti, og spældi fótbólt sum ungur. Í dag er tað hugnafótbóltur leygarmorgnar saman við øðrum. Hann er sera trúfastur, bæði móti arbeiðsfeløgum, famlijuni og í samkomuni í Ebenezer, har hann hevur verið við í frítíðarbeiðinum, næstan síðan tað byrjaði í 60-unum. Jógvan er giftur við Jón­ vør, fødd Joensen, úr Leir­ vík. Tey eiga trý børn: Eli 21, Súsanna 20 og Sólja 15. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Jógvan Christiansen 60 ár