Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 245 - 19. desember 2006 Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona og mamma okkara Anna Hansen Saltangará andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Ein serstøk tøkk skal ljóða til Heimarøktina. Hans Jacob, Ingvard og Jákup Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi Erling Poulsen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech fyri troystarrík orð í kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Takk til Martin Restorff fyri vøkur orð í kirkjuni, Magna Christiansen fyri vakran sang, takk til sangarar og kirkjutænarar. Takk fyri alla ta hjálp, sum veitt varð okkum í samband við jarðarferðina. Takk fyri peningagávu til KFUK. Ein serlig tøkk til Sambýlið á Tvøroyri, takk fyri umsorgan ta tíðina hann var hjá tykkum, tað fløvaði. Familjunnar vegna Bjørghild og Mortan Tøkk Ein hjartans tøkk til tykkum, ið sýndu samkenslu, tá ok- kara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Poula Frida Heilmann Tvøroyri doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólk og leiðslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tøkk fyri blómur, kransar og fyri peningagávur til Salem. Ein serstøk tøkk til John í Skemmuni fyri góð og troystarrík orð og til leiðsluna í Salem fyri hjálpsemi í samband við jarðarferðina. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Við ynski um eini gleðilig jól. Jette, Eyðun og Navja Beinta, Kjartan, Niels Peter og Liam Fríggjadagin 15. desember 2006 var próvhandan á Sjúkra­ røktarfrøðiskúla Føroya, tá Sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava nomið prógv sum Kliniskir vegleiðarar, fingu prógv. Skeiðfyriskipari og undir­vísari á skeiðnum var Ása Róin, Master í pro­ fessiónsmenning. Kliniskir vegleiðarar fingið prógv Frá vinstru: Ása Róin, skeiðfyriskipari og undirvísari, Bodil Finnson, Mirjam Matras Heinesen, Frida Marsten, Ingrid Petersen, Jorie Josephsen, Elin Olsen, Jonna Schrøter Thomsen, Yvonne Drangberg, Helena Poulsen, Hjørdis Weihe, Sigrun Petersen, Elsebeth Sørensen, Elma Mikkelsen, Súsanna Krossteig Hansen, Eileen Djurhuus Ein ferðsluvanlukka í gjár, har ein lastbilur og ein persónbilur rendu saman á Hvítanesvegnum í Havn, kostaði einum 4 ára gomlum smádreingi lívið FERÐSLUVANLUKKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár hendi ein ferðsluvanlukka á vega­strekkinum millum rund­koyringina í Hoyvík, og inn­koyringina oman til Hvítanes. Ein lastbilur var á veg norð eftir og koyrir oman brekkuna. Í lastbilinum er bilførarin einsamallur. Ein persónbilur er á veg suður, og í hesum bilinum er ein familja. Tvey vaksin og tvey børn. Av einhvørjari orsøk renna bilarnir frontalt saman. Hetta kostaði einum 4 ára gomlum dreingi lívið. Hini trý í persónbilinum, vóru saman við lastbilføraranum eisini flutt á Landssjúkrahúsið. Øll eru uttan fyri lívsvanda, men ymiskt er, hvussu stóran skaða tey hava fingið. Løgreglan fekk fráboðan um vanlukkuna klokkan 16.25 í gjár. Beinanvegin varð vegurin avbyrgdur, og í nakrar tímar varð ferðsl­an leidd norður eftir Oyggjar­ vegnum. Orsakað av støðuni hjá teimum, sum vóru við í van­ lukkuni, hevur løgreglan ikki gjørt nakrar avhoyringar í málinum, og tí ber heldur ikki til hjá teimum, at siga nakað um orsøkina til van­ lukkuna enn. Ferðsluvanlukka kostaði smádreingi lívið nøvn Lesið Sosialin - so eru tit við