týsdagur 19. desember 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2006
15
Hósdagin 14. desem
ber var móttøka í
deildini hjá Føroya
Sparikassa í Vest
manna, hetta var
bæði í sambandi við
at deildin hevur fylt
50 ár, og at hølini eru
liðugt umbygd
Móttøka
Tvinnandu orsøkir eru til, at
vit hava móttøku í Vestmanna
í dag. Deildin fyllir 50 ár í
ár, og hon er eisini vorðin
umbygd. Við hesi móttøku
fáa okkara viðskiftafólk høvi
at síggja nýggju hølini, segði
Bjarni Olseni, stjóri í Føroya
Sparikassa, og vísti hann
m.a. á at deildin í Vestmanna
hevur ein serligan status í
Føroya Sparikassa, tí hon
var fyrsta deild, sum læt upp
uttan fyri Havnina. Hetta
hendi tann 25. oktober í
1956. Tað bar ikki til at halda
dagin tann 25. oktober, tí tá
var umbyggingararbeiðið í
fult sving.
Tey fyrstu árini var tað í
kommunuhølunum, og Hans
Nolsøe, kommunuskrivari,
og frk. Maria Olsen, sýslu
fulltrúi, vóru sett sum
ávikavist deildarstjóri og
kassameistari á deildini,
sum tá bert hevði opið tveir
tímar tveir dagar um vikuna.
Deildin hevði tá heitið Norð
streymoyar Sparikassi, men
var ein deild av Føroya Spari
kassa.
Har var um eg havi skilt
tað rætt ein yngri dama, sum
seinni inn í millum traðkaði til
á deildini. Henda daman, sum
æt Ásla Olsen, kom seinni til
at eita Friis til eftirnavn. Hon
var so tann 15. okt. 1976 sett í
fast starv hjá Sparikassanum
og hon var fyri sløkum 20
árum síðani sett sum leiðari
á deildini. Ásla hevði sostatt
30 ára starvsdag hjá okkum
herfyri. Tá Ásla hevði arbeitt
í 25 ár gavst hon sum leiðari á
deildini og Jóni Mohr Olsen
tók við. Hann hevur sostatt
verið leiðari í Vestmanna í
5 ár.
Á deildini arbeiða í dag
7 fólk, umframt tvær dam
ur, sum eru í barnsburðar
farloyvi. Umframt Jóna og
Áslu er talan um Harriet
Olsen, Brittu Joensen, Sólvá
á Rógvi Joensen, Barbaru
Brattaberg og Rúna Joensen,
sum er næmingur. Tær báðar
Kristgunn Jacobsen og Jórun
Durhuus eru í farloyvi.
Umbyggingin av deildini
hevur við sær, at fermetra
talið á niðastu hædd økist úr
96 til 130 fermetrar, tvs. at
uml. 35 fermetrar eru komnir
aftrat á niðastu hædd. Høv
uðsarbeiðstakari var Timbur-
og Snikkaratænastan v/Hjart
vard Kjærbæk, Vestmanna,
og Pauli Dam Joensen og
onnur frá Árna Winther
Arkitektum hava teknað og
prosjekterað.
Nógvar nýggjar deildir
eru komnar síðani deildin
í Vestmanna lat upp í
1956, men tað gingu heili
13 ár áðrenn enn næsta
bygdadeildin var latin upp.
Tað var deildin í Runavík, ið
at kalla gjørdist eitt startskot
til stovnseting av flestu av
teimum deildunum sum
Sparikassin hevur í dag.
Sparikassin er vaksin nógv
síðani fyrsta deildin uttan
fyri Havnina varð latin upp.
Í 1956 vóru tilsamans 8-9
starvsfólk í Sparikassanum.
Í 1970 vóru 21 fulltíðar
starvfolk í Sparikassanum.
Í 1988 vóru 135. Í 2003
vóru um 180 fulltíðar
starvsfólk og í dag rokna
vit 199 fulltíðarstarvsfólk í
Sparikassanum, segði Bjarni
Olsen.
Føroya Sparikassi hevur
nú skift navn og eitur Eik
Banki P/F.
mg.
Føroya Sparikassi 50 ár í Vestmanna
Bjarni Olsen, sparikassa
stjóri, heldur røðu undir
liðuni á Janusi Petersen
Starvsfólk á deild Sparikassans í Vestmanna: Aftara rað f.v.:
Rúni Joensen, Jóni Mohr Olsen og Barbara Brattaberg.
Fremra rað f.v.: Britta Joensen, Sólvá á Rógvi Joensen,
Ásla Friis og Harriet Olsen. Kristgunn Jacobsen og Jórun
Durhuus, sum eru í farloyvi, vanta á myndini
Nógv fólk vóru til móttøkuna í
nýggju hølunum. Fermetratalið á
niðastu hædd er økt úr 96 til 130
fermetrar
nøvn