týsdagur 19. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 19. desember 2006
tíðindi
- føroyski bóka
marknaðurin um
aldaskiftið
Martin Næs
Í sambandi við at Bóka
varðafelagið herfyri fylti 20
ár, hevði eg átikið mær at
siga nøkur orð um føroyska
bókamarknaðin um seinasta
aldaskiftið. Tað, sum eg
segði bygdi í høvuðsheitum
á eina ritgerð, eg gjørdi í
2005.
Nógvastaðni í føroyska
bókaheiminum hava vit,
sum so nógva aðrastaðni
í okkara samfelag, at gera
við eina sokallaða mini
útgávu av tí stóra heims
samfelagnum. Í hesum
føri eina miniútgávu av
tí stóra bókasamfelagum.
Men hóast hetta kann sigast
at vera ein miniútgáva av
teimum stóru, so hevur
tann bókamarknaður, eg
fari at umrøða næstan alla
ta fyllu, sum hoyrir við til
eina nýmótans, bókmenta
frøðiliga viðgerð.
Ì hesum sambandi skal
eg beinanvegin siga, at
yvirskriftin, eg havi givið
hesum hugleiðingum sipar
til seinastu hendingina á
bókamarknaðinum,
har
ein av góðu søgunum hjá
Williami Heinesen verður
latin í sum opera við stuðli
úr oljuvinnuni.
Opera men eingin olja
- Ein pottur av tunnuni,
segði
Gunnar
Hoydal
í einum fyrilestri í 1999
(Land í sjónum, s. 153),
skilt soleiðis, at ein pottur
av hvørjari tunnu av olju
í framtíðini skuldi fara til
mentanina. Nú kann sigast,
at tað spakuliga er farið at
dryppa.
Bókmentakønir útlendingar
og føroyski bóka-
marknaðurin
Tá ið tú hittir bókmentakønar
ella
bókmentaáhugaðar
útlendingar á máli, og tey
spyrja teg um føroyska
bókaútgávu og fregnast eftir
teimum umstøðum, sum
bókin hevur hjá okkum, so
hendir tað ferð eftir ferð, at
tey øtast.
Tey undrast yvir, at
hugtakið føroyskur bóka
marknaður yvirhøvur er til.
Orsøkirnar til hesa undran
kunnu sjálvandi vera nógv
ar.
Ætlanin er at tosa eitt
sindur um, hvussu hesin
marknaðurin sær út í dag.
Hvussu hann fer at
síggja út í framtíðini, tá
ið hugtøk sum elektronisk
talgilding
av
skrivaða
mentanararvinum fara at
gera meira og meira um
seg, skal eg lata liggja í
hesum umfarinum, stundir
verða ikki til eina slíka
hypotetiska viðgerð.
Skalt tú tosa um føroyska
bókamarknaðin í dag, so
mást tú hava okkurt at
bera hann saman við. Her
eru møguleikarnir ikki so
nógvir. Tú kanst samanbera
hann við eitt nú føroyska
bókamarknaðin um næst
seinasta
aldarskftið,
tvs. um ár 1900 ella tú
kanst samanbera hann við
bókamarknaðin í granna
londunum, ella í londum,
sum eru á stødd við Føroyar
osfr.
Vit hava onga vísindaliga
heildarlýsing av føroyskum
bókmentum, og tískil hava
vit heldur onga lýsing av
tí uppaftur yngra marknað
inum. Tað, sum eg tí havi
roynt at viðgera, byggir
á tilfar, eg útvegaði mær
frá persónum, stovnum og
fyritøkum, og harumframt
byggir hetta eisini á upp
livingar og eygleiðingar, eg
sjálvur havi gjørt.
Við summar av lærdu
háskúlunum í grannalond
unum er bókmentafrøði,
litteratursociologi, vorðin
ein sjálvstøðug vísindagrein
innan bókmentalesnaðin.
Menn sum Robert Escarpit
(1918-2000) í Fraklandi,
sviarnir
Lars
Furuland
(1928) og Johan Svedjedal
(1956), Hans Hertel (1939)
í Danmark og norðmaðurin
Trond Andreassen (1951),
bara fyri at nevna nakrar,
hava
gjørt
stórarbeiði
í teirra londum við at
kanna og viðgera umstøð
urnar hjá teirra bókment
um, tí teir mettu og
meta, at umstøðurnar hjá
bókmentunum og høvund
unum hava ómetaliga nógv
at siga fyri samlaða bók
mentaliga úrslitið.
Alt tað, sum hesi fólk
ini
hava
skrivað
um
bókamarknaðin er skrivað
aftaná seinna heimsbar
daga. Skuldu vit tikið hetta
fyri tað einasta sanna,
so fær lesarin skjótt ta
fatan, at eingin føroyskur
bókamarknaður hevur verið
til seinna partin av 20. øld.
Við undantaki av 5 reglum
um føroyska felagsskapin
Fjølrit, í bókini Bok-
Norge (2000) eftir Trond
Andreassen,
so
verður
okkara bókamarknaður so
gott sum ikki umrøddur
uttan fyri landoddarnar.
Orsøkin til hetta er sjálvandi
ikki bara tí, at útlendsku
bókmentafrøðingarnir ikki
eru nóg væl dagførdir,
men eisini vantandi pro
fessionalisering á okkara
egna bókamarknaði. Okk
um vantar almenn tøl og
aðrar upplýsingar um t.d.
framleiðslu, útgávu og sølu,
tøl, sum kunnu vera við
at geva eina heildarmynd
av støðuni. Okkum vant
ar eisini sáttmálar á fleiri
økjum millum upphavs
rættarfólk og forløg/for
midlarar.
Hevði
hetta
tilfarið verið tøkt, hevði
tað lætt munandi um, at
fingið eina heildarlýsing
av støðuni. Men hóast hesi
viðurskifti, so hava vit ein
føroyskan bókamarknað.
Og so kunnu vit kjakast í
allar ævir, um vit hava ein
góðan ella ein vánaligan
bókamarknað. Tað er ein
annar spurningur.
- Onkursvegna haldi eg,
at okkum vantar ein felags
front, har tey sum manna
marknaðin standa meira
saman.
Øll skaldaverk eru meira
enn bara ein einføld, lítil
hending, sum fer fram, tá
ið ein høvundur skrivar ein
tekst, sum fyrr ella seinni
kemur fyri eygu lesarans.
Nú á døgum kanst tú siga
um ta bókmentaliga til
gongdina, og tað er líka
mikið um tú býrt í Føroyum
ella í Fraklandi, í Grønlandi
ella í Týsklandi, at hetta
er ein handilslig tilgongd,
sum setur fíggjarlig krøv
í fleiri liðum. Í næstan øll
um førum eru tað í dag
hesi bæði tingini, sum seta
dagsskránna á bókamarknað
inum: tað handilsliga og
tað fíggjarliga. Hvat so
við tí mentanarliga? kann
verða spurt, hevur tað ikki
størsta týdningin? Kaldi
veruleikin er tann, at er
tað handilsliga og tað
fíggjarliga ikki komið upp
á pláss, so kanst tú bíða
leingi eftir tí mentanarliga.
Hóast føroyski bóka
marknaðurin í sær sjálv
um ikki er væl lýstur á
hesum øki, so kanst tú við
at lesa hesar útlendsku bók
mentafrøðingarnar, eisini
lesa ymiskt um okkara
egnu viðurskifti. Fyri okk
um kann eisini tað, sum
teir lítið og einki skriva um
– hava stóran týdning.
Sum lesari verður tú skjótt
varugur við, at ikki bara í
Føroyum, men víða hvar í
heiminum eru tað heilt fitt
av fólki , sum byggir teirra
fíggjarligu tilveru upp um
tað, at bókin livir, og at
bókin í heimssamfelagnum
í dag livir eitt góða lív.
Bókin verður enn givin út,
men lutfalsliga fá av øllum
teimum fólkum í verðini,
sum, á ein ella annan hátt,
liva av at fáa bókina út
til lesaran, eru rithøvundar
ella upphavsfólk. – So
kunnu vit spyrja, hvussu
hava hesi tað?
Í okkara samfelag hava
hesi fólkini tað ikki gott,
og tað hava tey ongantíð
havt. Við hesum havi eg
ikki sagt, at tey ikki hava
tað betur í dag enn t.d. tá
ið M.A.Jacobsensheiðurslø
nirnar vóru latnar á fyrsta
sinni í 1958 – tá, ljóðandi
upp á 500 ella 1000,- kr.
haldi eg.
Seta
vit
ljóskastaran
á okkara egna samfelag,
síggja vit skjótt, at tað er
heilt vanligt, at tann sum
letur rávøruna, rithøvundin,
livir av onkrum heilt øðrum
enn tí at skriva bøkur, meðan
tað at bøkur verða skrivaðar
útvegar nógvum øðrum
menniskjum daglønir. Odd
vør Johansen segði herfyri
í einari samrøðu: “eg kann
ikki loyva mær at læsa meg
inni og skriva. Eg arbeiði
alla tíðina; eg spæli orgul
og undirvísi eisini. Men eg
haldi, at alt tað sum eg
geri, og sum er við til at
gera, at eg ikki kann skriva
alla tíðina, ger meg ríkari.
Ein ummælari vildi kanska
sagt, at hatta kundi eg gjørt
betri, men tað kann eg ikki,
tá ið viðurskiftini eru, sum
tey eru.” (Vísir. Jólini 2004,
s.9-10). –
So kann man siga, at
hetta er einki nýtt, soleiðis
hevur tað altíð verið, og tú
kanst rokna við, at hetta
eru stórt sæð treytirnar, tá
ið tú hevur valt at búleik
ast
í
einum
samfelag
sum hesum. Tú kanst t.d.
hyggja at, hvussu tað í veru
leikanum kann gangast í
øðrum yrkjum í okkara
samfelag, uttan tó at taka
hetta sum eitt gott dømi.
Tak ein føroyskan bónda.
Hvussu nógvar føroyskar
bøndur t.d. kennir tú
ikki, sum framvegis í dag,
mugu klára at fíggja árliga
húsarhaldið, við at arbeiða
upp á veg fyri kommununa,
nær sagt ‘tá ið fjøllini eru
gingin’, tí teir klára ikki at
liva sum bøndur?
Støðan á føroyska
bókamarknaðinum
um aldarskiftið :
Sum dømi um nøkur fyri
brigdi, sum eru við at
mynda ein bókamarknað,
kundi eg nevnt:
rithøvundar og týðarar
ritstjórar og bókaprýðarar
forløg, bókaútgevarar,
bókaklubbar
stuðulsgrunnar
prentarar
lesarar
bókahandlar, bókaútsølur
bókasøvn og bókasavnslóg
skúlar, miðnámsskúlar og
hægri útbúgvingar
Opera men eingin olja