týsdagur 19. desember 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2006
17
tíðindi
fjølmiðlar, tíðindafundir,
móttøkur, bókamessur
heimasíður
bókacaféir
tíðarrit, ummæli, umrøður
heiðurslønir og
viðurkenningar
lýsingar
Hesi hugtøk gera seg gald
andi uttan mun til, hvønn
bókamarknað, vit tosa um.
Hetta eru nakrar grund
vallartreytir, tú mást ganga
undir, skalt tú hava ein
bókamarknað, sum skal ja,
um ikki ganga væl, so bera
seg.
Hvat siga tølini?
Sambært einari lítlari kann
ing eg gjørdi fyri tveimum
árum síðan høvdu tveir
føroyskir bókahandlar í
2004 ein ársumsetning
upp á uml. 16 milliónir
kr., og 8 av teimum størstu
útgevarunum høvdu til
samans ein ársumsetning
upp á uml. 13,5 mill. kr.
Við tí vaksandi nøgdini
av innfluttum pappíri til
bókaprent,
samstundis
sum færri og færri bøkur
verða prentaðar uttanlands,
kunnu vit staðfesta, at
føroyski bókamarknaðurin
í veruleikanum ger sítt til
at halda samfelagshjólini
gangandi. Tí tølini vísa, at
vaksandi bókaútgávan tey
síðstu 25 árini t.d. hevur
skapað arbeiðspláss fleiri
staðni í samfelagnum.
Við slíkum tølum í hond
ini átti tað ikki at verið
so torført, at víst okkara
játtandi myndugleikum á,
hvussu vit eitt nú kunnu
gera, skulu vit fáa okkum
ein almennan bókmenta
politikk:
1. Vísast kann á, at fagur
bókmentaligar útgávur
tey seinastu árini ikki
eru vaksnar í sama mun
sum aðrar útgávur,
2. at fleiri av útgevarunum
framvegis seta seg í stóra
persónliga skuld,
3. at tað frá almennari før
oyskari síðu verður so
gott sum einki gjørt til
tess at fáa góðar føroyskar
bókmentir út á útlendska
bókamarknaðin,
4. at føroysk bókafram
leiðsla í dag er eitt gott
íkast til handils- og
vinnulívið,
5. og at við tí skattatrýsti
vit hava í Føroyum í
dag, koma nógvir av
pengunum sum stava frá
bókamarknaðinum, aftur
í landskassan, og tí kundi
stuðulin til føroyskar bók
mentir verið nógv størri.
Støðan á
bókamarknaðinum
beint nú
Nøkur dømi:
Fyri stuttum er H.N.Jacob
sens bókahandil uppsjein
aður, Bókasølan í SMS
hevur eisini fingið ein
umgang. Báðir bóka
handlarnir eru seinastu
árini eisini farnir út á
netið við vørunum.
Í mai í ár hátíðarhelt
Føroyaprent
saman
leggingina við Dimma
lætting-bókaprent, har
øll tey vitjandi fingu
tvey endurprentað yrk
ingasøvn og eina spildur
nýggja plakat í hondina,
um tey løgdu í.
Nú um dagarnar hátíðar
helt Bókadeild Føroya
Lærarafelags 50 ára føð
ingardag sín ikki bara við
kransakøku og hvítvíni,
men sanniliga eisini við
bókaútgávu um forlagið,
bókaframsýning av øll
um teimum yvir 1000
útgávunum, tey hava
staðið fyri, og almennum
tiltøkum í fleiri dagar
við m.a. útlendskum og
føroyskum høvundum.
Bókamiðsølan,
sum
leingi hevur verið krum
tappurin
á
føroyska
bókamarknaðinum, er í
ár umskipað og flutt í
nýggj, stór og nógv betri
høli.
Nýggj bókmentalig tíðar
rit eru komin út, eitt í
fjør og eitt annað í ár.
Bókasøvnini hava fing
ið nýggjar bókasavns
telduskipanir.
Skúlabókagrunnurin er
nú á veg út á Google.
Og føroysk forlagsfólk
eru farin at ferðast á
bókamessur í Frankfurt,
Bologna, Keypmanna
havn og aðrastaðni.
Alt hetta var neyvan gjørt,
var støðan á økinum ikki
hampuliga góð. Men tað
er mangt sum týðir upp
á, at støðan aðrastaðni á
okkara
bókamarknaði
framvegis er grundað á
idealismu í alt ov stóran
mun. Eg hugsi í hesum
sambandi fyrst og fremst
um tey, sum skriva og týða.
Men eisini tey, sum prýða
og sum leggja bøkurnar til
rættis og sum geva tær út.
Teirra arbeiðskor líkjast
í mongum førum ikki
teimum, starvsfelagarnir í
grannalondunum arbeiða
undir. Eg haldi, á hesum øki
hevur tað almenna Føroyar
nógv eftir at læra. Her
haltar heilt alvorliga við
hugburðinum hjá almenna
myndugleikanum, tí t.d.:
- Vit hava ein Mentanar
grunn, sum fíggjarliga
skríður í skræðuni.
- Vit hava eina bókasavns
lóg, sum vit ikki klára
at halda, tí myndugleikin
vil ikki gjalda.
- Vit hava fingið ein Tjóð
pall, sum hvørki hevur
tjóð ella pall.
Tá ið vit í 1996 skrivaðu
landsstýrismanninum eitt
mentanarálit – Avmarkaður
marknaður – varð skotið
upp at samlaða játtanini
til Mentanargrunnin varð
hækkað úr 1.8 mill. upp
í 15 mill. kr. eftir trimum
árum, tá mundu vit verið
etin. Játtanin er í dag, 10
ár seinni, komin upp á 4.5
mill. kr. So her er ómetaliga
langt eftir á mál.
Tá ið vit fyri fimm árum
síðan fingu eina nýggja
bókasavnslóg, varð sagt,
at skuldi hon haldast mátti
játtanin hækka einar 6 – 7
millónir tey næstu árini.
Henda játtanin stendur í
stað. Her er eisini ómetaliga
langt eftir á mál.
Hevði
tann
almenni
myndugleikin syrgt fyri,
at løgtingslógir og fíggjar
løgtingslógin
fylgdust,
hevði kanska ikki verið
neyðugt
við
einum
Pisaáliti.
Vit hava ongan mentanar
politikk, sum er verdur at
reypa av, men landið er fult
av mentanarligum slítarum,
sum vit øll kunnu vera erpin
av. Tað er støðan.
Nærlesur tú umhvørvið,
so kanst tú altíð finna
staklutir, tú kanst finnast
at, og seta fram ynski um
bata. Tú kanst vera samdur
og ósamdur um hendingar
og útgávur, um heiðurslønir
og stuðulsskipanir. Men
øll henda umrøða er við
at skapa marknaðin. Tí
soleiðis er arbeiðslagið
í dag. Tað, at Carl Jóhan
Jensen trínur fram og
sjálvur sigur, at hansara
bók er tann besta føroyska
skaldsøgan í 40 ár, tað
skapar umrøðu og er við at
seta ‘futt’ í bókamarknaðin.
Tað, at Jústines Ejdesgaard
trínur fram og sigur at
Mentanargrunnurin
skal
takast av, tí at hann ikki fær
stuðul úr honum, gevur
eisini umrøðu. Viðhvørt er
tað næstan eitt feitt, um
vøran nyttar nakað ella
ikki. Tað eru altíð nøkur,
sum eru forvitin og sum
vilja kanna málini sjálv. Í
hesum førinum annaðhørt
við at keypa bøkurnar, ella
við at læna tær. Umrøða
er alfa og omega, tá ið tað
snýr seg um ein marknað
av hesum slagi.
Staðfesting og
spurningur.
Til síðst fari eg at varpa
eina staðfesting og ein
spurning fram:
Ómetaliga nógv er broytt
á føroyska bókamarknaðin
um, síðan Sverre Patursson
av sínum eintingum lat
gera ein bókalista í 1905,
sum hann kallaði Færøyskt
bokatal. Eller ei lista yver
alle bøker paa færøyskt
maal og nokre framande um
Færøyarne (Oslo, 1905).
Í dag verður nógv tosað
um elektroniskar miðlar,
útvarp, sjónvarp og teldur,
og sagt verður viðhvørt, at
bókin hevur ongan kjans í
hesum selskapinum. Sam
stundis hava ongantíð so
nógv fólk á allari jørðini
verið før fyri at lesa og
skriva.
Vit kunnu í 2006 bara
staðfesta, at hóast alt tos
ið hesi seinnu árini um
bókadeyða
øðrumegin
og framkomna teldutøkni
hinumegin, so eru ongantíð
prentaðar fleiri bøkur og
dagbløð enn júst nú á døg
um.
Positivt má tað eisini
sigast at vera fyri føroyska
bókamarknaðin, at tveir
ungir listamenn sum Sun
leif Rasmussen og Dánial
Hoydal við íblástri frá
gamla meistaranum, Willi
ami Heinesen, og dygg
um stuðli frá Atlantic
petroleum, seta sær fyri at
blása nýtt lív í eina 50 ára
gamla søgu, sum higartil
hevur verið týdd til fleiri
tungumál eitt nú hebraiskt.
Við bara einari bók um
SEV, men fimm bókum um
torv í ársins bókafagnaði,
haldi eg, hóast alt ikki, at
bókafólk skulu óttast, eg
haldi at vit kunnu bara
gleðast og síggja ljóst uppá
framtíðina.
– At vit so bara fingu
opera og onga olju á hesum
sinni – ger kanska minni.
Prátið um bókamarknaðin
er framvegis sprelllivandi
og alneyðugt.