Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 245 - 19. desember 2006 tíðindi Burtur eftir Bergtóru Hanusardóttir Skaldsøga, 418 bls. Mentunargrunnur studentafelagsins 2006 Ummæli: Carl Jóhan Jensen Ein pastisja Ketilin stóð útiá, men kók­ aði tíbetur ikki turrur, hóast skerpikjøtið mátti goymast úti á svalanum, donsk nøs so viðkvom, men prát­ið gekk lívliga, hóast frika­dell­ urnar vóru ræstar á Garði, men omaneftir gøtuni bar til at keypa morgunbreyð, stórbýurin so stórur, men drongurin, ið onkuntíð mynti hana inneftir viðar­ lund­ini í regni undir ein­um furutræ í Havn, var knapp­ liga so svartsjúkur nú, so illoygdur í einum bakgarði í eini íbúð, sum tey hava vaskað saman og málað, so hon andar av hugna, hóast tað ikki er innkomandi út í garðin og vesið fyri súrum deymi og eiturkoppum, men tíbetur dekkini á súkkl­ uni vóru heil, hóast hon var gomul, kortini vóru ófriðar­maðkar í búkinum, tá ið Tjaldrið legði frá landi á triðja klassa við keiina, har øll standa og vinka, mamman og pápin, men tí­betur fæst drekkamunnur eisini inneftir gøtuni niðri í tí stórfremmanda stór­bý­ num, hóast drongurin melur fullur, men átti at lisið sína verkfrøði fyri Føroyar og framtíðina og ikki fríggjað seg svartsjúkan við øðrum, nei, heldur kroyst seg í stað­ in í songini ella í gongini ella úti í Neystinum í Norð­ havnini, tað heldur hon so vist, meðan orglið spælir hart uttan at skumpa í kirkj­uni vesturi í Vágum, men tey sita so einsamøll tveyeini og hon kreyp inn í føvningin á honum og smyr bæði breyð og ger honum drekkamunn, dreinginum, sum er hundasjúkur um morgunin, sum hann hevur keypt øl eftir Krystallgade, men sálin fer kortini á flog við henni sum ein smáfuglur í sólarrenningini og leggur seg sum eitt ljósareytt fon oman á øllum, men tí­betur fekk hon p-bollar og hann tók sum sagt um onnur bróst, men kíndi ikki seg, tað veit hon, og best sum er fær vinkonan barn, so hon noyðist at gift­ast, men tíbetur kókaði ketilin, hóast tað bæði er drúgt og leingi at lesa til lækna, ræðuliga leingi og drongurin svartsjúkari enn nakrantíð, fullur og knúskar og skræðir seg, tey føroysku klæðini hjá sær fyri ongum, meðan Donovan syngur donna donna okkurt, men tíbetur var mjølk út í te­munnin, hóast sjóverkin við Tjaldrinum og stoktar lippur og slagsmál við Neyst­ið og vónbrotið, sum bilgdist í sær, tað veit hon, til drongurin spreingir seg av einum motori í einum kjallara, heilt ólógliga, men tíbetur so frægt gekst á DTH, hóast bruna í langa­ botni, at ráð eru fyri hon­ um: maskinskúla heima, konu (aðrari enn sær, tað veit hon), so skittur í ill­ sinnið, tá ið hann svakur av brennivíni gongur á seg inn eftir á Kannibalin ella á Garð ella onkustaðni út á Amager, men tíbetur var breyðflísin til at taka, tíbetur hjá sær, heldur hon, og ikki minst drekkamunnurin og rullupylsan, og so koma jól­ini og jóladunnan, sum tíbetur ikki brendist í ovni­ num í stórbýnum við stearin­ ljósi í vindeyganum, óviss­ um tárum, heimlongsli og reyðkáli, men tað er langligt at lesa, tað veit Guð, serliga til lækna, langligt at dragast við danskarar, teir fittu við vælmeintum fordómum eins væl og klapptoskarnar við hinum fordómunum, teir sum altíð grenja um Føroyar og føroyingar, um matin, sum tey pakka eftir Áarvegnum heima, eftir allari keiini og sendu niður við Tjaldrinum, hvat hevur turrfiskurin gjørt dønum, hví ilskast teir um knettini, skinsakjøtið og alt hitt, ja, hví vilja teir upp í EEC eftir øllum Ráðhúsplássinum, hví unna teir okkum so illa hatta sindrið av skatta­ pengunum hjá sær, hví skilja teir ikki føroyskt, hví geva teir ikki okkum sjálvstýri, hví, ja hví, hví, men tíbetur er hugnin og bindiklubbin, sum gongur so lívliga, meðan hon bíð­ ar eftir framtíðini, ja tøkk fái Guð, tøkk fyri drekka­ munnin, takk og tøkk. Einki frábregðilsi Henda eftirgerðin (ella pastisj­an) átti at tikið væl saman um megininntakið í nýggjastu bókini eftir Bergtóru Hanusardóttir, skald­søguni: Burtur. Evnisfangið, sum høv­ und­urin ger burtur úr, er lestrartíðin í Keyp­manna­ havn í trýssunum, og bókin hevur longu fingið gott skoðsmál frá ið minsta lagi einum ummælara. Í eini grein í Sosialinum her fyri rósti viðkomandi ummælari Bergtóru Hanus­ ar­dóttir og helt, at hon við hesum verkinum av álvara sýndi, at hon bæði hevði hegni og handahógv til skaldsøguskriving, ja, breyt upp úr nýggjum og legði alin aftur at teirri sponn, hon higartil hevði rokkið bæði í máli og frásagnartøkni. Og tað er ikki bara lygn. Bergtóra Hanusardóttir hev­ur av sonnum lagt alin afturat sponnini, tá ið um síðutalið ræður. Bókin er til longdar sum allar hinar bøkurnar til samans, ið hon, tíverri, hevur lagt eftir seg higartil. Í aðrar mátar er Burtur tó einki frábregðilsi. Tvørturímóti. Hon liggur mitt í tí slag­ num av bókmentum, tí ser­ føroyska frábrigdinum av royndskygni, drekkamuns- realismuni. Hetta er eitt bók­ mentaslag, ið skjótt sagt, bregdar smástúran um verð­ ina og suss saman til eitt eiti av nýtíðarligari lívskenslu, har eingin sút (hvørki til­ verulig ella politisk) er so tung, at hon ikki kann linnast við drekkamunni, práti og innihugna. Tað er valla ovmikið sagt, at drekkamunsrealisman um­boðar tær bókmentir, ið føroyskir lesarar hava tikið best undir við tey seinastu tjúgu, fimmtjúgu árini (kóki­ bøkur óíroknaðar (verðs­ ligar sum andligar) og sið­ søga). Tak bert bøkurnar, ið eitt nú Marianna D. Dahl og Oddvør Johansen hava latið frá sær. Kortini hevur drekkamuns-realisman yvir­ høvur ikki bjóðað líkindi til stóra lestrargleði. Og tað ger Burtur heldur ikki. Sum ein blaðlús Sum lesari kennir tú teg sum blaðlús á ferð um eina lyngklógv, málsliga so skorpnaða, skaldsliga so eiðasøra, at tað má eita undur, at hon ikki langt síðani er molnað og fokin út í einki. Burtur er ikki keðiligur lesnaður, hon er burtur úr vón og viti keðilig. Steindeyður setningur dett­ ur av steindeyðum setn­ ingi allar fýra hundrað og átjan síðurnar á tamb. Sjálvt lívsseigasta blaðlús má falla í fátt, tí hóast ein feril av andligum lívi kann vera onkustaðni djúpt inni í lyngklónni, ein feril av bók­ mentaskili, av feminismu, av tjóðskapi, av tilviti um menniskjanslig kor osfrv, so er umhvørvið kortini so trænað, so turrpínt, at tað drepur allan lestrarvilja. Og hvat er tá at gera hjá einari neyðar blaðlús? Hvørji ráð kann hon finna til at forða øðrum frá at turrpína lestrarhugin til deyða enn tey at seta í eitt gallróp so hvølt, at høvundurin skilur tað burtur úr meldrinum av søgdum og prentaðum skammrósi: Gevst, fyri Guðs skyld, gevst, gevst! 4 nýggjar bøkur frá Bókadeildini Góða nátt barnið Bókin Góða nátt barnið hevur pappdukku hangandi í silkisloyfu, sum kann flytast av einari síðu á aðra, so barnið kann vera við í søgugongdini um tað, ið fer fram rundan um songartíð hjá barninum. Allen & Brooks Góða nátt barnið 10 blaðsíður, er prentað á hart papp 75 krónur. Skipini Bókin Skipini er ein bók við snyrilsryggi og hevur klaffar at lata upp, hon er stuttlig at lesa fyri barninum, samstundis sum hon letur frá sær eina rúgvu at upplýsingum um skip, skipabygging, havnir og mangt annað. Andrea Erne Skipini 14 blaðsíður, er prentað á hart papp 90 krónur. Vetur Meldurbókin Í Vetur Meldurbókini er stórur dentur lagdur á tekningar, og hon leggur eisini upp til, at barnið er við í søgugongdini um lívið í og rundan um ein bý, um fólk og tað tey havast at. Susanne Rotraut Berner fekk Deutscher Jugendlitteraturpreis í ár fyri myndprýðingarnar. Susanne Rotraut Berner Vetur Meldurbókin 16 blaðsíður, í stórari stødd, er prentað á hart papp 140 krónur Álvur og hermannapápin Søgurnar um drongin Álv Ákason, sum býr saman við pápa sínum, eru sera væl kendar um okkara leiðir. Tær eru um gerandisdagin hjá Álvi, og sum hjá so mongum øðrum børnum er gerandisdagurin hjá Álvi eisini broyttur. Í bókini Álvur og hermannapápin spælir hann við ein drong, sum er komin úr einum landi langt burturi, og sum nú býr í grannalagnum, har Álvur býr. Teir verða væl, og Álvur kemur at sanna, at fólk eru ymisk og hava upplivað ymiskt, sum er verri enn vanligt klandur millum børn. Gunille Bergström Álvur og hermannapápin Høvundurin hevur sjálv teknað Bókin er 28 bls, innbundin og kostar 130 kr. Um blaðlýs og drekka­muns- realismu