týsdagur 19. desember 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2006
21
tíðindi
Samkoman Immanuel fer at
skipa fyri einum jólatiltaki,
ið kallast Jólatónar, fríggja
dagin 22 desember, kl. 16.
Tiltakið verður uttan fyri
samkomuna, ið er beint
omanfyri FK í Hoyvík.
Ókeypis heitt kakao og
bollar verður at fáa, sam
stundis verður live jólatón
leikur spældur á einum
palli. Tey, ið fara at framføra
eru millum annað Heine
Lützen, Oddbjørg Poulsen,
Tehilah-kórið, og onnur.
Inni í samkomuni verður
ein jólascena sett upp, og
eru vitjandi vælkomin inn
ar at seta seg eina løtu at
hugsa um Jesubarnið í fjósi
num.
Í jólaevangeliinum lesa
vit um einginlin, ið kom
til hirðarnar á markini, og
segði: ”Friður á jørð…
” Mangan eru fólk so upp
tikin við at stákast til jóla,
at orsøkin til jólini verður
gloymd; grundin til vit
halda jól, er fyri at minnast
Jesubarnið í krubbuni, at
Frelsarin er føddur!
Við hesum tiltakinum vil
Samkoman Immanuel geva
fólki eitt upplagt høvi at
”kobla úr” eina løtu í øllum
jólaresinum, og seta fokus
á grundina til vit halda Jól!
Á enskum verður soleiðis
tikið til: Jesus is the Reason
for the Season!
Jólatónar verður fríggja
dagin 22. desember kl.
16 – og øll eru hjartaliga
vælkomin.
Runavíkar kommuna søkir eftir dagrøktarleiðara at
byrja 1. februar 2007 ella skjótast gjørligt.
Dagrøktarskipanin á Skála er í løtuni normerað til
69 børn, tey verða ansa av 16 dagrøktarum, harav
tveir starvast í Oyndarfirði. Í skipanini eru góð
spælistovuhølir
har
økis/spælistovupedagogur
leggur lag á og veitir ráðgeving.
Runavíkar kommuna hevur ítøkiligar ætlanir um
at byggja barnagarð á Skála, sum skal standa klárur
í 2008. Barnaansingin á Skála verður tí fyri
broytingum komandi árini og dagrøktartarleiðarin
kemur at hava ein avgerandi leiklut í hesum
arbeiði.
Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingar-
ligu ábyrgdina av dagrøktini. Tað verður væntað av
umsøkjaranum, at hann á leiðandi og virknan hátt,
saman við starvsfólkunum, heldur fram við at
menna dagrøktina. Umráðandi er, at umsøkjarin
evnar at ganga nýggjar leiðir, dugir væl at sam-
starva og er sjónligur í sínum leiðarastarvi.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya, lønt eftir lønarstigi 17 til 21.
Bert umsøkjarar við námsfrøðiligum prógvi ella
líknandi kunnu søkja starvið.
Nærri fæst at vita um starvið, við at tosa við Jákup
Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir, skal vera Runavíkar
kommunu í hendi týsdagin 9. januar 2007,
kl. 12.00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Postboks 139
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Leiðara til Dagrøktina á Skála
Starvslýsing
www.runavik.fo
…ein kommuna í menning
Hús ella høli
ynskjast til leigu
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Stovnurin skal hýsa 8 starvsfólkum og
5 børnum í aldrinum umleið 7-13 ár.
Ein hóskandi stødd kundi verið umleið 160
- 250 fermetrar í einari ella fleiri hæddum.
Áhugað kunnu seta seg í samband við
Maud Poulsen á telefon 35 35 10 ella á
teldupost maudp@almannastovan.fo
Til ein stovn undir Almanna-
stovuni ynskjast hús ella høli í
miðstaðarøkinum til leigu so
skjótt sum til ber.
Almannastovan . Smyrilsvegur 20 . Postsmoga 3096
110 Tórshavn . www.almannastovan.fo
14. januar 2007,
verður cand. teol.
Magnus Brahé
Jørgensen úr Havn
prestvígdur og
innsettur sum
sóknarprestur í
Norðoya vestara
prestagjaldi
PRESTAVÍGSLA
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vígslan og innsetingin fara
fram í Christianskirkjuni
við guðstænastu, sum byrjar
kl. 11.00. Tað er Hans J.
Joensen, bispur, sum stendur
fyri vígsluni, meðan Bjarni
Bæk, dómpróstur, stendur
fyri innsetingini.
Magnus B. Jørgensen
avloysir Hans Eiler Hamm
er, sóknarprest, sum nú
røkir
prestaembæti
í
Noregi. Við starvinum er
tænastubúðstaður, nevniliga
prestagarðurin á Prestvegi í
Klaksvík. Prestagarðurin,
sum júst er umvældur, er
bygdur í 1928.
Sjey umsóknir vóru til
starvið í Norðoya vestara
prestagjaldið, sum umfatar
kirkjusóknirnar Klaksvík,
Árnafjørð, Kunoy, Húsar
og Mikladal.
Tveir prestar eru í presta
gjaldinum. Hin sóknarprest
urin er Niels Pauli Daniel
sen.
Norðoyggjar vóru til 1934
eitt prestagjald við einum
presti, sum búði í Ónagerði
á Viðareiði. Í 1928 varð
búfastur kappelánur settur í
starv í Klaksvík. Í 1934 varð
Norðoya vestara prestagjald
varð skipað. Í byrjanini var
bert ein prestur, men síðani
1948 hava teir verið tveir.
Báðir prestarnir búgva í
Klaksvík.
kelda: Fólkakirkjan.fo
Farmadeildin hjá Flogfelag
num er nú seld nýstovnaða
felagnum EUR-Express.
Nýggja
felagið,
sum
heldur til á sama stað sum
Flogfelag Føroya, fer at
bjóða fram fleiri flutnings
tænastur bæði loftvegis og
sjóvegis.
EUR-Express hevur gjørt
avtalu við altjóða flutnings-
og speditørfyritøkuna TNT
Freight Managament um
samstarv. Henda fyritøkan
hevur skrivstovur kring all
an heimin.
Stovnarar
av
EUR-
Express eru Eron Debes,
Uni Danielsen og Rúni
Magnusson, hvørs forbók
stavir geva styttingina í
navninum EUR.
Felags fyri stovnararnar
er at teir allir hava tilknýti
til Flogfelagið: Rúni í
bókhaldinum,
Eron
í
avgreiðsluni hjá felagnum
á flogvøllinum og hevur
annars royndir við farma
flutningi, og Uni sum verð
ur nevndarformaður.
Skipanin er hon, at Rúni
og Eron hava ábyrgdina av
dagliga rakstrinum, saman
við tveimum nýggjum
starvsfólkum, Hera Gutte
sen og Jónu Dam.
Felagið bjóðar seg fram
til alla avgreiðslu í samband
við farmaflutning til og úr
Føroyum.
Nýtt fraktfelag
til allan heimin
Jólatónar í Hoyvík
Nýggjur prestur
í Klaksvík