Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 245 - 19. desember 2006 tíðindi Stevnuskrá lýsast Norðoya Sambandsfelag vil hava at vita frá leiðsluni í Sambandsflokkinum, hvussu grein eitt í stevnuskrá floksins skal skiljast. Í greinini stendur, at flokkurin vil føra "ein framfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði", men lokalfelagið í Norðoyggjum er í iva um hetta, eftir at teir flestu tinglimirnir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri at broyta grein 266b í revsilógini. Tí vil felagið hava at vita, hvussu orðingin skal skiljast. Kunnu nú fáa lán Løgtingið samtykti í gjár endaliga, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann loyva kommununum í Suðuroy at taka lán til at byggja ellis- og røktarheim í Vági. Upprunaliga vildi landsstýrismaðurin hava heimild til at geva kommununum í syðru helvt í Suðuroy loyvi at læna, men Løgtingið samtykti, at allar kommunurnar í oynni kunnu fáa somu heimild. Kommununnar partur av ellis- og røktarheiminum verður 26 mió. krónur. Navnið Føroya Sparikassi er nú farið í søguna, og nýggi samleiki bankans er Eik Banki – í vanligari talu róptur Eik Navnaskifti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Marner Jacobsen, forstjóri, heldur, at nýggja navnið hóskar væl til virksemið bankans, og frameftir verður munandi lættari hjá bankanum at samskifta á útlendskum marknaði. - Gamla navnið lýsir ikki longur virksemið hjá fyritøku okkara nóg væl, nú longu fleiri ár eru liðin, síðan vit fóru frá sparikassavirksemi til bankavirksemi. Við hesum verð­ur navnið lagað til virk­ sem­ið hjá okkum. Hann sigur, at formliga navn­ið nú er Eik Banki P/F. - Hetta hevur verið í umbúna leingi, og í gjár varð so nýggi samleiki okkara sam­tyktur á eyðaaðalfundi. Altjóða virksemi Forstjórin sigur, at navnaskiftið er eisini ein staðfesting av, at virksemið hjá fyritøkuni er vorðið meira altjóða seinnu árini. - Við dóttirbankanum, Eik Bank A/S í Keypmannahavn, láns­virk­semi og fíggjarlig- um áhugamálum í fleiri lond­um, er hent at hava eitt stutt og lætt navn – eitt navn, ið bæði kann sigast á føroyskum og flestu øðrum tungumálum. Marner vísir á, at eik hevur sama týdning á før- oyskum, íslendskum og norskum. - Við navninum fylgir eisini ein nýggjur grafiskur samleiki. Hesin ber við sær, at búmerki, litir, bókstavir og sjálv sniðgevingin kring samskiftið og banka- virksemið verða nýggj. Sama rótfesti Forstjórin leggur dent á, at hóast broytingina, hevur nýggi grafiski samleikin og navnið kortini rót í sparikassanum og út við 175 ára longu søgu hansara. - Hóast navnið er nýtt, er talan um sama peningastovn – við somu góðu starvsfólkum og kappingarføru tænastum. Forstjórin, Marner Jacob­ sen, sigur seg vóna, at við­ skifta­fólk fara at taka væl ímóti nýggja samleikanum. Eik Banki P/F er savningarmerkið Her verður nýggi samleiki sparikassans ”avdúkaður” av forstjóra, stjóra og nevndarformanni Mynd: Jens Kr. Vang Marner Jacobsen, forstjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður og Bjarni Olsen stjóri Mynd: Jens Kr. Vang Á tíðindafundi í morgun greiddi forstjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen, í stuttum frá Føroya Sparikassa upp í gjøgnum tíðirnar, samstundis sum hann vísti á, at ein røð av útlendskum sparikassum og bankum hava skift navn seinastu árini Navnaskifti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Forstjórin vísti á ymiskar fyri­mun­ir við nýggja navn­ in­um, og felags fyri hesar er, at tað verður lættari at mark­nað­ar­føra samtakið við nýggja navninum, Eik Banki. - Fyritøkan er ein nú­tím­­ ans fíggjarfyritøka og ikki longur ein sparikassi. Dót­ tir­feløg fáa illa brúkt gamla navnið, og nýggja navn­ið hóskar væl í altjóða sam­ an­han­gi. Øll fegnast Eins og Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevn­dar­for­ mað­ur og Ólavur Jensen á marknaðardeildini, segði Marn­er seg fegnast um nýgg­ja navnið, búmerkið og visuella samleikan, sum sam­t­akið nú hevur fingið. - Árini frá stovnan í 1832 til umleið 1955 hevði fyri­ tøk­an einki búmerki. Fyrsta bú­merk­ið kom miðskeiðis í fimtiárunum. Hetta var ein av­lang­ur skjøldur við einum før­oya­korti og navninum, Færø Amts Sparekasse. Marner segði, at í 1957 var eikin fyrstu ferð at síggja í einum minningarriti og sum frá leið, trokaði hon skaldramerkið burtur. - Navnið Føroya Spari­kas­ si varð tikið í nýtslu í 1963, men í 1994 varð búmerkið aftur broytt. Tá fingu vit eik­ina, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Hann segði, at í 2002 varð navn­ið á fyritøkuni broytt til P/F Føroya Sparikassi. Broytta virksemið Forstjórin greiddi eisini frá gongdini hjá Føroya Sparikassa seinastu árini. Hann ásannaði, at talan hev­ur verið um stórar broyt­ ing­ar­tíð­ir. - Vit hava verið í øktari kapp­ing, og nógv ferð hev­ ur verið á virkseminum, sum seinastu árini hevur ver­ið fyri stórum vøkstri. Marner Jacobsen nam síð­an við nøkur ”týðandi fakta”, sum hann tók til í síni framløgu á tíðindafundinum í morgun. - Sparikassin varð fevn­ d­ur av banka-og spari­kas­ sa­lóg­ini í 1994, P/F Inni varð stovnað í 1998, í 2000 gjørdi felagið íløgur í Kaupthing FR og í Íslandi, í 2001 íløgur í Kaupthing Bank í Danmark – og í 2002 var Føroya Sparikassi umskipaður til partafelag. Hann segði, at fyritøkan byrj­aði at gera íløgur í Spron í Íslandi við ársenda í 2004, og 1. januar 2005 varð Eik Bank í Danmark keyptur. At enda nevndi hann Real­ kre­ditt í november 2005 og í­lø­gu í Ejendomsvækst í mai 2006. Framtíðarætlanir Marner Jacobsen nam ei­si­ ni við strategi og fram­tíð­ ar­æt­lan­ir hjá Eik Banka í framtíðini. Hann segði, at samtakið í enn størri mun enn higartil fer at váðaspjaða virk­se­mi, og somuleiðis fer fyri­tø­kan framhaldandi at effekt­iv­is­era, automatisera og differentiera. - Vit leggja stóran dent á at seta røttu fólkini í starv, og vit leggja stóran dent á útbúgving, eisini av næmingum. Marner Jacobsen segði, at Eik Banki fer at styrkja uppaftur meira um vøruútboðið, eins og samtakið ætlar at veksa enn meira um virksemið uttanlands við eitt nú øktum virksemi í teimum londum, har fyritøkan longu er virkin. - Vit hyggja eisini at Lættari at m føra Eikina u