týsdagur 19. desember 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 245 - 19. desember 2006
tíðindi
Saman við 25 øðrum
starvsfelagum í
FaroeJet stóð Maria
Samson Lamhauge
uttan arbeiði
leygarmorgunin.
- Nú skal familjan
prioriterast, sigur
henda 32 ára gamla
sørvágskvinnan, sum
eisini er mamma at
tveimum gentum
Eingin flúgving
Orð og mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sørvágur: - Í dag hevur tann
elsta dótturin føðingardag.
Og tað rokast vit við at
fyrireika nú í morgun, sigur
Maria.
Líka síðani hon byrjaði í
starvi hjá nýggja føroyska
flogfelagnum
FaroeJet
hevur hon íðin ynskt, trúð
uppá og starvast fyri, at
tað skuldi bera til at hava
kapping á Føroya-rutuni.
Øll starvsfólkini hava
offrað seg 110% fyri sakini,
men máttu leygarmorgunin
bert staðfesta, at ætlanin
riggaði ikki.
Færri ferðafólk enn mett
var helst høvuðsorsøkin
til, at FaroeJet ikki var lív
lagað. Eftir standa nú 26
starvsfólk uttan arbeiði.
- Hóast fleiri dagar eru
farnir, síðani vit fingu
hesi tungu boðini, er hetta
ikki enn gingið rættiliga
upp fyri mær. Hetta er í
veruleikanum so óveruligt.
- Slíkt kemur altíð púra
óvart á. Eingin okkara
grunaði, at tað stóð so illa
til hjá FaroeJet, sigur Maria
í samrøðu við Sosialin.
Hon er gift við sjómanni,
sum fór avstað nú beint
undan jólum. Og so fekk
hon haraftrat eina serstaka
jólagávu, sum hon helst
vildi verið fyri uttan.
Tað er helst so sum Maria
tekur til: - Hetta verða eini
undarlig jól. Gott at mamma
mín er her!
Standa sína roynd
Maria var í starvi hjá
Atlantsflogi, meðan menn
arbeiddu við at fyrireika
eitt nýtt føroyskt flogfelag.
Hon var útbúgvin innan
bókhaldið hjá felagnum
og arbeiddi haraftrat í eini
tvey ár á marknaðardeildini
hjá Atlantsflogi, inntil hon
fekk ein fyrispurning frá
FaroeJet um fast starv.
Her vóru fleiri fólk tá
komin rættiliga væl áleiðis
við fyrireikingunum til
nýggja flogfelagið, og tað
var í hesum sambandi at
tey vendu sær til Mariu.
Hon fekk nevniliga boðið
starvið sum sølu- og markn
aðarleiðari hjá FaroeJet.
- Hetta ljóðaði sum ein
kempi avbjóðing, og ikki
minst ein møguleiki at
royna okkurt annað í somu
vinnu.
- At fara í starv hjá
FaroeJet var jú at fara frá
einum tryggum starvi í eitt
annað, sum veruliga skuldi
standa sína roynd. Eg mátti
simpelthen bara taka av, tí
hetta ljóðaði so spennandi,
sigur Maria.
Maria er við sínum 32
árum ein ung kvinna, sum
veruliga ynskti at fáa størri
royndir innan yrkið við
sølu og marknaðarføring av
einum flogfelagi.
- Ja, tú kanst ætla at tað
var spennandi at kunna
vera við í einum slíkum
felagi frá fyrsta degi av!
Familjan afturum
Tað var veruliga spennandi
at vera í starvi hjá FaroeJet.
Eingin ivi um tað.
Øll høvdu góðar vónir
um at hetta skuldi fara at
bera til, og bjartskygnið
var tað sum eyðkendi øll
starvsfólkini – bæði frá
ovastu leiðsluni og víðari
út í skipanini.
Starvsfólkini gjørdu øll
sítt til at alt skuldi ganga,
og tey hava øll lagt nógvar
dagtímar – og nógvar
kvøld- og vikuskiftistímar
aftrat – fyri felagið.
Sjálv arbeiddi Maria í
dagtímunum á skrivstovuni
á flogvøllinum, men tók
so fartelduna við sær heim
til hús at halda fram við
arbeiðinum um kvøldið og
vikuskiftini.
- Eg varð eisini ofta
uppringd frá forharmaðum
ferðafólkum uttanfyri van
liga arbeiðstíð. Tey høvdu
kanska ongan ferðaseðil,
ella høvdu bókað ferða
seðilin skeivan veg. Hesum
mátti eg sjálvandi veita
eina hjálpandi hond, greiðir
Maria frá, uttan at hon á
nakran hátt vil rósa sær
av tí.
- Hetta var ein partur
av arbeiði mínum. Av tí
sama er familjan komin
langt aftur um hesar níggju
mánaðirnar, tá eg satsaði
alt uppá FaroeJet.
- Nú skal broyting koma
í!
– Hetta verða eini undarlig jól
Eitt stórt arbeiði var gjørt fyri at
marknaðarføra FaroeJet heima og í
útlondum. Her er Maria Lamhauge
á Vestnorden Travel Mart í Reykjavík
í september mánaði í práti við eitt
viðskiftafólk. – Vit trúðu øll at tað kundi
bera til at hava tvey flogfeløg á Føroya-
rutuni, sigur hon