týsdagur 19. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2006
25
tíðindi
Sum at fara til egna jarðarferð
Halda jól
í friði
Allar hesar ógvusligu og
skakandi hendingarnar
hava sjálvandi havt sína
ávirkan á Mariu og hini
starvsfólkini.
Spurningur teirra er,
hvat tey nú skulu gera.
Frá leiðsluni er sagt,
at tey fáa løn í tríggjar
mánaðir aftrat. Hvat
hendir aftaná tað, veit
eingin teirra.
- Men vit eru øgiliga,
øgiliga kedd, milt sagt.
Ein dag ert tú í tryggum
arbeiði, og morgunin
eftir stendur tú á berum.
- Slíkt er bara so
óskiljandi!
Maria hevur, hóast sín
unga aldur, longu drúgv
ar royndir innan sølu
og marknaðarføring av
einum flogfelagi. Hon
dylir ikki fyri, at hetta
er eitt arbeiði sum henni
dámar væl.
- Trupulleikin her vest
uri er, at arbeiðsplássini
í oynni eru so fá. Men eg
havi faktiskt longu fingið
uppringing um okkurt
spennandi arbeiði.
- Men nú lata vit fyrst
jólini og nýggjárið fara
framvið. So fáa vit at
síggja, sigur Maria, sum
samstundis vil takka
bæði starvsfelagum og
viðskiftafólkum fyri tíð
ina, tey høvdu saman.
Fríggjadagin var
seinastu ferð at
FaroeJet var á flogi.
Á skrivstovuni bendi
einki á, at hetta
skuldi gerast seinasti
arbeiðsdagur teirra.
Flogfelag
Snorri Brend
Maria
Lamhauge
og
hini starvsfólkini fóru til
arbeiðis sum vanligt fríggja
morgunin, og dagurin gekk
sum hann skuldi. Øll vóru
tey spent uppá, hvussu
gangast skuldi dagin eftir
við fyrstu leiguferðini hjá
felagnum millum Kastrup
og Kosovo.
- Vit fóru so til hús seinna
partin. Vit ynsktu hvørjum
øðrum eitt gott vikuskiftið,
og at vit síggjast aftur
mánadagin.
- Men soleiðis kom
altso ikki at verða. Leygar
morgunin fekk eg fyrst ta
ringastu telefonsamtaluna,
og síðani tey tyngstu boðini
eg nakrantíð havi fingið,
sigur Maria, sera hørm á
málinum.
Tey á skrivstovuni vistu,
at leiðslan í felagnum
skuldi á fund við ein stóran
íleggjara fríggjadagin. Tað
lá í luftini, at útgangsstøðið
var positivt, og at hesin
íleggjarin vildi hjálpa felag
num víðari fram.
- Og skal eg siga sum er,
so visti vit ikki at tað stóð
so illa til, sum tað veruliga
var. Tað kom púrasta bak
upp á okkum!
Nógvir spurningar
Leygarmorgunin kl. 8 fór
so kavabólturin á rull:
Stjórin, Johan Simonsen
ringdi til Mariu og bað
hana
boðsenda
hinum
starvsfólkunum á fund tveir
tímar seinni á skrivstovuni í
Vágum.
- Hesin fundurin hevði
eftir øllum at døma skund,
tí vit skuldu kunnast um
støðuna, áðrenn eitt tíðinda
skriv fór út. Hetta var ein
ræðulig uppgáva at skula
útføra, skal eg siga tær.
- Eg hugsaði beinanvegin,
at her er okkurt sum ikki
ruggar rætt: Eru vit keypt
ella seld? Er ein nýggj nevnd
komin til? Ella hvat? Ja,
tað vóru nógvir spurningar
sum mólu í høvdinum á
mær hesa løtuna, greiður
Maria frá.
Hetta vóru tveir óút
haldiligir tímar, fram til kl.
10 tá fundurin byrjaði.
Goliath vann
Á fundinum kl. 10 møttu
starvsfólkini, nevndin og
stjórin. Her fingu starvs
fólkini
frágreiðing
um
orsøkina til henda fundin.
Teir greiddu skelkaðu
starvsfólkunum frá, at teir
høvdu roynt at fáa nýggjan
íleggjara at seta pening í.
Teir høvdu roynt bæði í
Føroyum,
Hetlandi
og
Danmark, allastaðni. Men
har var einki at gera.
Maria sat eisini og lurtaði
eftir tí, sum teir greiddu
frá. Í hennara høvdi mólu
túsund tankar hesa løtuna.
Her eru tríggir teirra:
- Tað fyrsta eg hugsaði
var, at nú var alt tað farið
fyri skeyti, tað sum vit
høvdu lagt bæði lív og sál
í.
- Tað næsta eg hugsaði
var, at nú vann altso Goliath.
Tað størra felagið vann á tí
minna, greiður Maria.
Leiðirnar skiltust
Í øllum hesum kom eis
ini
fram
spurningurin:
- Hvat nú, Maria? Eitt
gott arbeiðspláss er latið
aftur, og leiðirnar hjá
starvsfólkunum, sum hava
havt so mangar góðar løtur
saman, skiltust nú.
Fólk vóru sum vera
man skelkað, og tey grótu
sum var tað teirra egna
jarðarferð.
Samstundis
vóru tey takksom fyri, at
ferðafólkini hjá FaroeJet
kundu sleppa avstað við
flogførunum hjá Atlants
flogi.
Eftir fundin sótu øll
starvsfólkini og prátaðu
eina góða løtu. Eitt teirra
boðaði so hinum frá, at
heima hjá teimum vórðu
tey øll vælkomin til eina
hugnaløtu sama kvøld.
- Vit fingu mat frá hotelli
num, og høvdu eitt gott
kvøld saman, greiðir Maria
frá.
”
At fara í starv hjá FaroeJet var jú at
fara frá einum tryggum starvi í eitt
annað, sum veruliga skuldi standa
sína roynd. Eg mátti simpelthen bara
taka av, tí hetta ljóðaði so spennandi
”
Tað fyrsta eg
hugsaði var, at nú
var alt tað farið
fyri skeyti, tað
sum vit høvdu
lagt bæði lív og
sál í. Tað næsta eg
hugsaði var, at nú
vann altso Goliath.
Tað størra felagið
vann á tí minna!
Flogskipari, flogternur og
stjóri práta saman, meðan
tað stóð væl til. Fríggjadagin
fór FaroeJet í gjaldssteðg.
– Leygarmorgunin fekk
eg tyngstu boðini, sum eg
nakrantíð havi fingið, sigur
Maria Lamhauge
Mynd: Vilmund Jacobsen