týsdagur 19. desember 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 245 - 19. desember 2006
tíðindi
Í nýggju bókini hjá
Jústinusi Leivsson
Eidesgaard um tíð
hansara í Singapore,
frætta vit um søguna
hjá Singapore.
Um, hvussu ein
deknur trívist sum
“shippingmaður”,
og eitt sindur um,
hvussu tað er at
vera so langt burtur
heiman
Ummæli
Edvard Joensen
Eg minnist, hvat eg hugs
aði, tá eg á táverandi fe
lags arbeiðsplássi okkara,
Jústinusar
og
mínum,
frætti, at Jústinus skuldi
til Singapore at vera hjálp
armaður í sjómanskirkjuni.
Eg ynskti, at tað var eg, sum
fekk hendan møguleikan.
Og eftir at hava lisið bókina
“900 dagar í Singapore”, er
ikki sørt, at tann hugurin er
við at vakna aftur.
Hendan bókin er tann
triðja, eg siti við frá Jústin
usar hond, hesi seinastu
trý árini. Og eins og hinar
báðar fyrru, tær um Kaj
Johannesen, er hendan
ein frásøga við tí besta av
kynstrinum, Jústinus klárar
at borðreiða, Og tað er ikki
so lítið.
Eg meti Jústinus sum
ein í tí frægara endanum
til frásøgukynstur, eins og
hann sum eygleiðari er
millum teir bestu. At seta
hesi bæði, eygleiðing og
frásøgu saman, er hann
óførur, og tí verður tað eisini
bæði stuttligt og spennandi
at lesa tað, hann skrivar.
Eisini er Jústinus áhugaður
í søgu og veit væl, sum
eisini gongur aftur í hesi
bókini, tó at eg sanni, at
tað kann tykjast eitt sindur
einstáttað, at mestsum alt
tað søguliga tilfarið, sum er
nógv, er bygt á frásøgn hjá
“landsfaðirinum”, Harry
Lee Kuan Yew, sum stýrdi
Singapore í eitt manna
minni.
Tú fært ikki annað enn
sett tær spurningin, um nú
alt er so, og bert so, sum
maðurin sjálvur sigur tað
vera. Og hóast Jústinus
vísir á júst hendan ivan,
er tað ikki sørt, at tú sum
lesari hevur eitt sindur
av somu kenslu, sum tá
lisið verður úr søgubókum
Josefusar
Flavius,
har
hann sjálvur viðhvørt er
høvuðspersónurin í tí, sum
hendir. Tað kann leggja eitt
sindur av “skepsis” eftir
seg.
Men ikki skerst burtur, at
júst hesin táttur Jústinusar,
at taka eitt slíkt verk sum
tað hjá Lee og mestsum
grunda bók sína á tað,
ger, at lesarin, sum heilt
vist ikki kennir so nógv
til Singapore annað enn,
at býurin er nevndur í
sanginum “Í góðum veðri
hann dyrgdi” og onkuntíð
í skipalistunum, sum fyrr
vórðu lisnir í Útvarpinum,
fær eina rúgvu av annars
ókendum tilfari at lesa.
Bygnaðurin
Bókin er skipað eitt sindur
øðrvísi, enn flestu føroyskar
bøkur annars, soleiðis at
skilja, at hon fylgir ikki
eini neyvari søgugongd
frá fyrsta til seinasta dag í
Singapore, hóast hon byrjar
við ferðini til Singapore
og endar við seinasta úti
setabrævinum.
Hon er bygd yvir tey úti
setabrøvini, høvundin skriv
aði til Útvarp Føroya, ta
tíðina, hann var í Singapore,
saman við tilfari burtur
úr endurminningum Lee
Kuan Yew’s og egnum eyg
leiðingum.
Høvundin sigur í bókini,
at hann er hugtikin av týska
rithøvundanum
Günther
Grass, sum dugir tað kynstr
ið at skriva bøkur, har inni
haldið sveimar í eystur og
vestur, uttan at tað nervar
lesaran. Hetta sama hevur
Jústinus eftir øllum at døma
sett sær fyri at royna, og
satt at siga tykir mær, at tað
hevur eydnast rímiliga væl.
Kanska tí, at hann longu á
blaðsíðu 35 ávarar um, at
hann fer at gera soleiðis.
So vita vit, meðan vit
lesa, hví hann skiftir frá
einum útsetabrævi frá 1997
til eina krígssøgu frá 1943
og aftur ella í hvussu er
hálva leið heimaftur.
Eygleiðingarnar
Journalisturin í Jústinusi
fjalir seg ikki í bókini.
Hansara forvitni og eyg
leiðaraevni koma týðuliga
til sjóndar í øllum tí,
hann sjálvur sigur frá.
Tá eg sigi so, er tað tí,
at tað, hann skrivar eftir
endurminningunum
hjá
Lee, meti eg sum umsetta
endurgeving, sum tó eigur
sín fulla rætt í bókini, tí
tað gevur lesaranum eina
”óvurderiliga” fatan av tí,
sum sagt verður frá, og um
søguna hjá býnum.
Og so hesar sammeting
arnar við viðurskiftini í
Singapore og Oyndarfirði
og aðrastaðni í Føroyum,
sum vit alla tíðina fáa
serveraðar. Her melur alt
hvørt um annað. Hvussu
Singaporebúgvar eta livandi
rækjur og svínavomb, eins
og hvussu tað er at eta grind
í tropuhita.
Men einaferð varð hann
tó settur mát, okkara frálíki
frásøgumaður úr Oyndar
firði. Hann setti seg ikki,
eftir egnari frásøgn, føran
fyri at greiða kinesarum í
tropunum frá føroyskum
kjøtterra. Og eg, sum helt,
at hann uttan nakað sum
helst kundi fáa hvønn sum
helst at trúgva hvørjum
helst.
Løtt at lesa
Bókin er sum annars lesn
aður hjá Jústinusi løtt at
lesa. Tað, at hon er bygd upp
við stuttum kapitlum, har
journalistiski stílur hansara
er eyðsýndur, ger hana
bara uppaftur lættari. Og
tær nógvu myndirnar gera
bókina sera forvitnisliga.
Myndirnar eru, sum rest
in av innihaldinum, eisini
sera blandaðar og spjaddar
soleiðis hissini yvir síður
nar. Tó er ein linja, sum er
greið. Litmyndirnar hevur
høvundurin sjálvur tikið, og
tær svart/hvítu myndirnar
eru slíkar, hann hevur ognað
sær aðrar vegir. Sum skilst
nógvar á ymsum marknaður
og sølutorgum í Singapore,
eins og onkur eisini er úr
onkrari bók, hann vísir til.
Nágreiniligur myndatekstur
er til myndirnar, Tó tykist
onkuntíð, sum minnið hev
ur spælt høvundanum eitt
puss, tí tað kemur nakrar
ferðir fyri, at hann ikki
minnist aftur nøvnini á teim
um persónum, hann hevur á
myndunum.
Allar hesar myndirnar av
fólki, sum hesar dagarnar
vitjaði sjómanskirkjuna og
høvundan og familju hans
ara heima í Singapore, gera
eisini bókina áhugaverda
og geva eina ábending um,
hvussu víða og nógv før
oyingurin ferðast. Bæði til
arbeiðis og stuttleika.
Aftast í bókini er listi
við notum, víst verður til,
eins og bókmentalisti og
kut úr gestabók høvundans,
har til ber at síggja, nær tey
ymsu fólkini, vit síggja á
myndunum, hava verið í
Singapore. Eisini tey hava
sína søgu, sum broytist við
tíðini, sum hjá so mongum
øðrum.
Jústinus hevur sett sær
fyri, sigur hann, at fáa bók
ina týdda til enskt mál og
givna út í Singapore. Kann
vera, at onkur har eysturi
fer at halda tað vera eitt
gott hugskot.
Hjá okkum er hon komin
á føroyskum við 382 blað
síðum, sum kosta 399,-
krón ur, ið eftir mínum
tykki er væl givnar fyri
hesa bókina.
Eitt orð í dag
Forvitnislig bók við lestrum eftir norska
prestin Ludvig Hope. Kristian Osvald
Viderø prestur týddi. Bókagarður gevur út
Tíðindaskriv
Ludvig Hope (1871-
1954) var nógv
umhildin prædiku
maður og virkaði
m.a. sum skrivari
í Norsk Luthersk
Misjonssamband
Ein sjáldsom og
fyri mong áhugaverd
bók er júst komin
á føroyska bóka
marknaðin. Hetta er
lestrabókin »Eitt orð
í dag« eftir norska
prestin, høvundin
og hugsjónarmannin
Ludvig Hope, sum livdi frá 1871 til 1954.
Í bókini eru lestrar til hvønn dag í árinum, og
byrjað verður 1. januar. Fyri nøkrum árum síðan
vórðu hesir somu lestrar lisnir í Útvarpi Føroya. Tað
er forlagið Bókagarður, sum gevur lestrabókina út.
Ludvig Hope var íðin stríðsmaður fyri
leikmannarørsluni og varð m.a. kendur fyri at hava
sagt, at leikmonnum skuldi verða loyvt at stíla fyri
altargongd. Hann var ein sera virkin kristin, bæði
sum talari og høvundur, og hann var við til at stovna
fleiri kristnar felagsskapir í Noregi, eitt nú Kristent
Samråd. Undir seinna heimsbardaga var hann
virkin í stríðnum ímóti týska hersetingarvaldinum.
Í 1943 handtóku týskarar hann og ein annan kendan
norðmann, Hallesby, og frá mai til august sótu teir í
varðhaldi á Grini.
Bókin »Et ord i dag« við lestrum til hvønn dag
í árinum, kom út í Bergen fyrstu ferð í 1930. Ein
donsk týðing kom í 1954, og tað er henda, sum
Kristian Osvald Viderø hevur nýtt sum grundarlag
undir síni týðing. Málið er tað serstaka forna og
hátíðarliga, sum Kristian Osvald eisini er so kendur
fyri.
Hjá teimum, ið hava kunnleika, og øðrum, sum
vilja kunna seg meira um hetta serstaka forna mál,
er henda bók ein dýrgripur.
Danskar kvinnur
ynskja, at menninar
fara longri í
barsilsfarloyvi
Javnstøða
Rigmor dam
rigmor@sosialurin.fo
Danskar kvinnur eru
meira positivar enn menn
inir fyri at seta eitt longri
tíðarskeið av barsilsfar
loyvinum av til páparnir,
vísir ein nýggj kanning.
Serfrøðingar
halda,
at tað hevði merkt, at
nógv fleiri pápar brúktu
farloyvið, um ein størri
partur var settur av til
teirra.
Kvinnur hava 14 vikur
barsilsfarloyvi eftir føð
ing og menn hava 2 vik
ur. Harumframt eru 32
vikur, sum tey kunnu
býta sínamillum eftir egn
um ynski.
Av samlaða barsilsfar
loyvinum kunnu donsk
foreldur
í
dag
frítt
velja – ella stríðast um
– hvussu tey býta tær 32
vikurnar við dagpengum
sínamillum. Yvir 4 av 10
kvinnum eru tó við uppá
at gera valið eitt sindur
minni frítt. Tær halda,
at eitt longri tíðarskeið
av farloyvinum skal oyra
markast til pápan, sum
mamman væl at merkja
ikki skal kunna yvirtaka.
38% av kvinnunum eru
ímóti hesum, meðan rest
in ikki hevur tikið støðu.
Menninir eru meira iva
samir. 46% eru ímóti,
37% fyri, og restin veit
ikki.
Sum er, eru danskir
menn í miðal 18 dagar
í barsilsfarloyvi. Í mong
um førum er orsøkin
til, at kvinnurnar taka
meginpartin av farloyv
inum tann, at menninir
hava hægstu inntøkuna,
og tískil loysir tað seg
betur, at kvinnan tekur
mest farloyvi, skrivar
javnstøðunevndin
á
heimasíðuni
www.javnratt.fo
Páparnir skulu hava
longri barsilsfarloyvi
900 dagar
við forvitni
og søgu