týsdagur 19. desember 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 245 - 19. desember 2006
– Nú fáa vit góðar møguleikar at síggja allar
leikararnar í dysti
Birgir Hansen, landsliðsvenjari
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Stór hondbólts
kapping verður
í høllini á Hálsi
annan jóladag, har
landsliðsvenjararnir
hava tikið út tvey
lið, sum skulu leika
ímóti tveimum úrvals
liðum, sum Sosialurin
tekur út
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri knøppum mánað síðani
var hondbóltslandsliðið í
Luksemburg, har teir leiktu
tveir dystir ímóti landsliðnum
hjá Luksemburg. Hetta vóru
fyrstu dystirnir undir nýggju
landsliðsvenjarunum.
Kapping á Hálsi
Undan dystunum ímóti
Luksemburg høvdu lands
liðsvenjararnir ikki havt teir
heilt stóru møguleikarnar
at sæð allar leikararnar í
Føroyum, og tí hava teir valt
at skipa fyri eini kapping
annan jóladag, har fýra lið
fara at taka lut.
Landsliðsvenjararnir,
Birgir Hansen og Kári Niel
sen, hava tikið út tvey lið,
sum skulu við í kappingina,
meðan hini bæði liðini vera
tvey úrvalslið, sum sosialurin
fer at taka út.
Birgir Hansen sigur, at
teir vilja gjarna síggja allar
leikararnar í dysti, og tí hava
teir valt at skipa fyri hesi
kapping.
– Hondbóltskappingin
er sjálvandi longu løgd, og
tí hava vit ikki teir heilt
stóru møguleikarnar at
savna leikararnar til lands
liðsvenjing. Tí hildu vit, at
ein kapping annan jóladag
hevði komið væl við. Nú
fáa vit góðar møguleikar
at síggja allar leikararnar í
dysti, samstundis sum aðrir
leikarar eisini fáa møguleika
at vísa sínar dygdir.
Venjingardystir eftir
kappingarárið
Kappingin í høllini á Hálsi
er bara fyrsti liður í eini
venjingætlan hjá lands
liðnum mkillum jóla og
nýggjárs. Landsliðið fer
nevniliga at hava tríggjar
venjingar vikuskiftið 29. og
30. desember.
Í komandi ári ætla
venjararnir eisini at savna
landsliðið til fleiri venjingar,
og her vera eisini onkrir
dystir í væntu, sigur Birgir
Hansen.
– Tað er ikki lætt hjá okkum
at fáa venjingartíðir orsaka
av øllum dystunum, sum eru
á skránni. Ætlanin er tó at
savna landsliðið nakrar ferðir
fyrst í næsta ár. Harafturat
vera tveir venjingardystir á
skránni móti endanum av
kappingarárinum, har vit
antin møta ligalandsliðnum
úr Íslandi ella U-landsliðn
um. Hesir dystir liggja í løt
uni í endanum av okkara kapp
ingarári, men arbeitt verður
við at flyta teir út í apríl
mánað, soleiðis at teir ikki
koma at ávirka endaspurtin
í hondbóltinum.
Málið er HM-
undankappingin
Arbeiði hjá landsliðnum er
partur av eini langtíðarætlan,
har meiningin er, at lands
liðið skal vera við í HM-
undankappingini, sum byrjar
í januar 2008.
Birgir Hansen sigur, at
leikararnr mugu byrja at
halda seg í form alt árið.
– Tá ið hondbólturin er
liðugur tíðliga á vári, so
liggur venjingin still hjá flest
øllum feløgum og leikarum.
Vit halda tað vera umráðandi,
at leikarar eisini halda seg
í gongd í summarhálvuni,
soleiðis at menn eru ordiliga
klárir, tá hondbólturin fer í
gongd aftur. Her haldi eg, at
vit mugu fáa skipaða venjing
av onkrum slag.
Landsliðsleikararnir hava
eisini nógv annað at gleða
seg til. Í november í næsta ár
er ætlanin at hava enn tveir
landsdystir á skránni. Hvat
mótstøðuliðið verður, er ikki
greitt enn. Harafturat ætla
venjararnir at melda liðið
til eina fýralandakapping
í desember mánað í 2007.
Henda kapping skal vera
seinasta fyrireiking til HM-
undakappingina, sum verður
í januar. Her er heldur ikki
greitt enn, hvørji lið fara
at luttaka, men ætlanin hjá
venjarunum er, at liðið skal
møta landsliðum, sum eru
heldur sterkari enn Føroy
ar, soleiðis at føroysku leik
ararnir fáa harðast møgu
liga mótstøðu undan HM-
undankappingini.
Hondbóltur:
Landsliðið í eldin annan jóladag
Landsliðini
Lið 1:
Levi Nybo
H71
Regin Joensen
VÍF
Dann Thorleifsson
Neistin
Áki Mørk
Neistin
Rói Lamhauge
VÍF
Tróndur Kragesten
Neistin
Regin Petersen
Skovbakken
Rókur Akralíð
Kyndil
Hjalti M. Jacobsen
Kyndil
Carl Herup Olsen
Neistin
Lið 2:
Eli Müller
VÍF
John Zachariassen
VÍF
Heini Hanusarson
Team Elite 3000
Sámal Joensen
VÍF
Hans Á. Dal-Christiansen
Kyndil
Agnar Joensen
VÍF
Ingi Olsen
VÍF
Poul Kjartan Dam
H71
Høgni Klein
Kyndil
Mortan Hansen, Lars Black og Niels Viggo Niclassen
hava givið avboð til kappingini annan jóladag.
Landsliðsvenjararnir í hondbólti velja út tvey landslið, sum skulu spæla kapping ímóti
tveimum úrvalsliðum, sum Sosialurin velur. Kappingin verður annan jóladag