Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 245 - 19. desember 2006 ] Burcea- hjúnini venja Tjaldur Hondbóltsfelagið Tjald­ ur hevur sett hjúnini Bogdan og Adelu Bur­ cea sum venjarar hjá felagnum. Bogda og Burcea eru ættað úr Rumenia, og hava tey eisini lokið venjaraútbúgving har. Hondbólt hava tey eisini spælt í Rumenia og Grikkalandi, umframt at tey seinnu árini hava virkað sum ávíkavist spælari og venjari hjá StÍF. - Endamálið við at seta Bogdan og Adelu sum venjarar er at byggja felagið upp, soleiðis at vit aftur verða at síggja í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum. - Ásannandi at vit hava roynt fyrr, og nú royna aftur, meinar felagið, at vit kunnu náa málsetninginum við hesum konsepti­ num, verður sagt í tíð­ indaskrivi frá Tjaldur. Eisini vónar felagið, at teir venjarar, sum eru í felagnum í ár, eisini verða við í arbeiðinum komandi ár. StÍF er mest vinnandi liðið í føroysku steypakappingini hjá monnum seinnu árini. Nú skal Kyndil royna at steðga strandingum í fjórðingsfinaluni teirra millum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvey av mest royndu steypa­ liðunum hittast í høllini á Skála í fjórðingsfinalunum í Coca Cola-kappingini hjá monnum. Her tekur StÍF ímóti Kyndli. Í landskappingini hevur gingið væl hjá StÍF í ár. Teir liggja á øðrum plássi, men teir hava havt tann trupulleikan, at teir hava ikki duga at avgjørt dyst­ irnar fyrrenn allar síðstu minuttirnar. Hjá Kyndli hevur gingið minni væl. Teir fingu eina ræðuliga byrjan uppá kappingarárið, og eftir nøk­ ur umfør lógu teir aftast. Nú hava teir tó fingið gongd á spælið, og síðstu dystirnar hava teir vunnið seg uppá fjórða plássið. Fullmannaðir strandingar StÍF er mest vinnandi steypa­­liðið í Føroyum síðstu árini. Seinastu 6 árini hava teir vunnið fýra steypa­ kappingar. Nú stendur Kyndil fyri framman í fjórðings­final­ unum. Kyndil hevur eisini vunnið onkrar steypa­kapp­ ingar síðstu árini, og tí er talan um dyst í millum tvey tey mest vinnandi steypa­ liðini í Føroyum seinastu árini. Hjá strandingum er at kalla alt fólkið tókt. Ein­ asti ivamálið er Bárður Danielsen, sum hevur ver­ ið sjúkur í nakrar dagar. Hann vandi ikki seinast, men strandingar vænta, at hann verður tøkur til dystin mikukvøldið. Illa sperdir kyndlamenn Hjá Kyndli stendur ikki so væl til. Teir ætla sær heilt víst at vinna dystin á strandingum miku­dag­ in, men fleiri av stuðuls­ leikarunum eru sera iva­ samir til dystin. Vanliga fyrsta valið í málinum, Lars Black, verður ikki tøkur hjá Kyndli. Hann hevur brotið fingurin og veðrur ikki klárur aftur fyrr enn einaferð í komandi ári. Harafturat hevur Ragnar Stakksund sitið uttanfyri síðstu dystirnar við einum liðbandsskaða, meðan Kenn Zachariassen eisini hevur onkran skaða at dragast við. Teir báðir eru eisini ivasamir til dystin. Síðst, men ikki minst, so mangla kyndlamenn eisini Høgna Klein, sum fekk beinleiðis reytt kort í dystin­ um ímóti Neistanum. Hann verður sostatt heldur ikki tøkur til týdningarmikla steypa­dystin ímóti stranding­ um. Bæði H71 og KÍF hava mist í so nógv í mun til oddaliðini í landskappingini í ár, tí kann Coca Cola- kappingin vera einasti møguleiki hjá hesum at vinna nakað í ár HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein dystur verður á skránni í Coca Cola-kappingini hjá monnum í kvøld, týskvøld. Her møtast tvey av liðunum, sum ikki liggja so væl fyri í landskappingini. H71 tekur nevniliga ímóti KÍF, og gongdin hjá hesum báðum liðunum hevur ikki verið tann besta í ár. Tó so, bæði H71 og KÍF hava fleiri góð úrslit at vísa á, men tey hava tó tapt ov nógvar dystir í síðstu minuttunum. Spælið hjá hoyvíkingum hevur gingið rætta vegin síðstu dystirnar. Seinast taptu teir gott nokk stórt í Vestmanna, men undan hesum vunnu teir tryggan sigur á Neistanum, sum er eitt av oddaliðunum. Hjá kollfirðingum hev­ ur ikki gingið so væl. Farna vikuskiftið fingu teir javnleik á StÍF, sum liggur á øðrum plássi, men undan hesum høvdu teir tapt tríggjar dystir á rað. Seinasti sigurin hjá KÍF var fyri einum mánað síðani, tá júst H71 vitjaði í Kollafirði. Tann dystin vann KÍF við 6 málum. Hesi bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðr­um einaferð fyrr í ár. Tað var í fyrsta umfari av lands­ kappingini, og tá vann H71 við 5 málum í Hoyvík. Nú møtast hesi bæði liðini so í steypakappingini. Við gongdini í landskappingini í huga, so er ikki óhugsandi, at hetta kann gerast einasti møguleiki hjá bæði H71 og KÍF at vinna nakað í ár, og tí kunnu fólk vænta ein spennandi dyst í Hoy­ víkshøllini í kvøld. Dysturin byrjar kl. 20.30. Coca Cola-kappingin: Kyndil skal steðga steypaliðnum Coca Cola-kappingin: Einasti møguleikin Mest vinnandi steypaliðini síðstu árini, StÍF og Kyndil, bresta saman í fjórðingsfinaluni í Coca Cola- kappingini mikudagin Hat-trick til Cannavaro Ikki óvæntað vann italski landsliðsskiparin eisini heiðurin sum ársins spælari hjá FIFA. Soleiðis hevur Cannavaro vunnið alt, sum vinnast kann, hetta kappingarárið. Heimsmeistari, Gylta bóltin frá France Football, ársins spælari hjá World Soccer og nú eisini ársins spælari hjá FIFA. Seinasti heiðurin - tann frá FIFA - varð staðfestur á gallaveitslu í Zürich mánakvøldið. Undan hesum var greitt, at Fabio Cannavaro kappaðist við Zinedine Zidane og Ronaldinho um heiðurin, har landsliðsvenjarar og liðformenn á ymsu landsliðunum greiða atkvøðu. Endin varð so, at Cannavaro hevði flestu atkvøðurnar, og ikki sørt errin kundi spælarin, sum nú spælir í Real Madrid, taka ímóti heiðrinum. Petur Reinert góðkendur av FIFA Leirvíkingurin Petur Reinert er nú endaliga góðkendur av FIFA sum altjóða dómari. Hann skal avloysa Lassin Isaksen, sum er fallin fyri aldursmarkinum. Fótbóltssambandið hevði innstillað Petur Reinert til nýggjan altjóða dómara, og FIFA hevur nú boðað FSF frá, at tað hevur góðkent innstillingina. Tað skrivar heimasíðan hjá FSF. FIFA-listin fyri 2007 sær nú soleiðis út: Dómari: Petur Reinert Hjálpardómarar: Jón Kári í Brekkuni, Jens Albert Simonsen og Regin Egholm