Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú vóru bert fimm dagar eftir til jólaftan. Og Trøllapætur ork­ aði næstan ikki at bíða longur. Í gomlu trækistuni í hugna­ligu trøllastovuni lógu prýðiligir pakkar í reyð­um, gráum og brúnum jóla­pappíri, men framvegis visti Trøllapætur ikki hvat hann skuldi geva ommuni í jólagávu. Kanska skuldi hann tekna okkurt!  Hevði hann bara dugað at tekna eina vakra mynd av Trøllaommuni, sum var bæði fín og snollað, júst sum í morgun, tá ið hon fór avstað til morgunmatarborð hjá Trøllastinu, hinumegin Stórafjall. Tað var fastur siður, at elstu konutrøllini hittust til kaffi og kleynur tríggjar dagar áðrenn myrkastu nátt. Trøllapætur sat við farvum og pappíri og royndi at tekna ommuna. Nei, ikki var tað lætt. Hóast hann gjørdi sær ómak so blivu eyguni ov stór og nøsin ov lítil. Trøllapætur tveitti tekningina burtur og royndi umaftur. Hesaferð bleiv høkan ov spísk og kjálkarnir ov rundir. Eisini sá hárið út sum eitt ódnarveður. Men á triðja pappírinum byrjaði at líkjast. Trøllapætur sat pinnastillur og kýtti seg fyri at fáa ommuna so vakra og væleydnaða sum gjørligt. Og tá tey vísu eyg­ uni og tað hárugráa hárið var komið uppá pláss, farvaði hann varrarnar á ommuni reyð­ar og litaði eygnabrýnnar svartar, soleiðis at omman sá út sum ein trølladama í besta blóma. Tá ið Trøllapætur hugdi eftir myndini kundi hann ikki annað enn vera errin og vælnøgdur.  Nú var at gera skjótt av, áðrenn Trølla­omman kom aftur. Hann límaði myndina niður á eitt stívt papp, gjørdi eitt hol í pappið og bant ein lítlan enda í, soleiðis at myndin var klár at hanga uppá veggin. Trøllapætur hevði ikki meira enn fingið pakkað tekningina inn í trøllabrúnt jólapappír, tá ið omman kom brestandi aftur... – Hey, hey!  Nú eri eg umsíðir komin aftur. Eg mundi ikki sloppið avstað. Trøllaommur hava altíð so nógv at snakka um... Trøllapætur var júst liðugur at pakka gávuna inn og royndi at goyma pakkan í føvninginum. – Hvat hevur tú har, spurdi omman forvitin. – Noy noy, noy omma. Hesin pakkin skal goymast til jólaaftan. Og eg vil ikki siga meira!         Trøllaomman skilti væl, at eisini hon mátti geva tol. Men tá er gott at hava jóla­ kalendaran, tí so hendir okkurt spenanndi hvønn dag.           – Kom Trøllapætur. Vit kunnu fara at hyggja hvat  er í jóla­kalendanum í dag. Hvør veit kanska goymir seg okkurt gott jólagávuhugskot aftanfyri lúkuna?! Trøllapætur lá ikki á boðunum. Nú vóru einans fimm dagar eftir til jólaaftan, so nú var tað lúka 19 sum stóð fyri tørni. – Hygg omma! Farvublýantar og bók at tekna í. Næstan líkasum Trøllapætur litbókin... Trøllapætur hugdi bilsin og  fegin uppá ommuna. Hevði hon bara vitað! Hevði hon bara vitað