Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 245 - 19. desember 2006 Skeltið ger bæði stórt og smátt Skeltið í Runavík, sum ger ymiskt reklamutilfar, byrjaði longu í 1989. Framleiðslan umfatar bæði stórt og smátt. Eitt nú ger virkið nógvar stórar bannarar til fótbóltsvallirnar kring landið. Nógvir bilar skulu eisini hava reklamutilfar, og okkurt smátt er eisini so sum navnabretti til skip og bátar. Eitt nú hevur Skeltið gjørt navnabretti til bátarnar hjá AW Boats síðani 1989, og virkið gjørdi eisini skeltini til bátarnar, sum bátasmiðjan í Runavík bygdi til Grønlands. Skeltið kann næstan gera so stórar reklamur, sum fólk vilja hava, sigur Petur Olivar í Hoyvík, stjóri. Maskinan, sum virkið hevur, kann prenta upp í 1,30 metur í breidd hvørja ferð, og er reklaman størri enn tað, verður hon sett saman. Prentið, sum Skeltið brúkar, heldur rættiliga leingi, og er tað útskorið, heldur tað uppaftur væl longri. Petur Olivar í Hoyvík sigur, at fólk fáa stutt sagt tað, sum tey vilja hava. Tað mesta verður sniðgivið inni á virkinum í Runavík, men ein partur kemur frá teknistovunum kring landið, og virkið plagar eisini at lata teknistovunum uppgávur við sniðgeving. Í løtuni er er nóg mikið at gera á virkinum, sum júst nú er í ferð við at gera plakatir til Fjarðafestivalin næsta ár. Í fjør gjørdi Skeltið nakrar stórar bannarar til festivalin. Umframt skelti, bannarar og tílíkt kann Skeltið útvega innandura skelti til skrivstovur og onnur arbeiðspláss. Vinn ein ferðaseðil - hvønn dag á Atlantic.fo www.sansir.fo Kunningarstovan telefon 30 24 25 Jól í MiðbýnuM Handlarnir hava opið til kl. 20 Jólamenn vitja jólasmátturnar hvønn seinnapart, teir vitja eisini í handlunum í miðbýnum Frelsunarherurin spælir í Tinghúsgarðinum kl. 17.30 og Glymur syngur kl. 19. Mikudag koma jólamenn í býin á rossabaki, teir byrja við Skipshandilin kl. 15. Tá er eisini tónleikur á Kongabrúnni. Tórshavnar Ungdómshornorkestur spælir í Dr. Jakobsens gøtu kl. 18. Børn úr Lítluskóg syngja í býnum kl. 19. Fleiri tiltøk eru á www.kunning.fo og www.torshavn.fo PhotoCare klárar allar jólamyndirnar! 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Skóhornið Føroya bíligasti skóhandil Skógvar til bæði kvinnur, menn og børn Bøgøta 2 Tlf 321326 N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687 Til tann professionella og til nýbyrjaran