týsdagur 19. desember 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 245 - 19. desember 2006
Í 1932 fór Palli Mortensen, vanliga nevndur Argja Palli, undir smiðjuvirksemi í
Vági. Í dag situr triðja ættarliðið við róðrið á Tangavirkinum, sum er virkið um
alt landið. .
Sum nevnt byrjaði fyritøkan sum smiðjuverkstaður. Í sekstiárunum fóru teir
undir at gera ketlar til miðstøðuhita, men hørð kapping frá innfluttum ketlum
gjørdi, at teir valdu at gevast við tí virkseminum í sjeytiárunum.
Ístaðin fyri legði virkið seg eftir at gera oljutangar, og hesi árini síðani hevur
Tangavirkið gjørt nógvar tangar. Mortan Mortensen, stjóri, sigur, at okkurt árið
hava teir latið einar 700 tangar, men hesi seinastu árini eru millum 200 og 250
tangar farnir út av virkinum um árið. Umframt vanligar oljutangar hevur virkið
gjørt tangar til ymisk onnur endamál so sum flutningstangar.
Tangaframleiðslan svarar kortini ikki til meiri enn eini 10 - 15 prosent av søluni
hjá virkinum, tí høvuðsvirksemið hjá Tangavirkinum í Vági er smiðjuarbeiði av
ymsum slagi. Eitt nú gera teir stúttur og dragarar úr stáli til bygningar, eins og
teir átaka sær ymsar umvælingar og ábøtur innan hita, sanitet og ventilasjón.
Nakrar uppgávur hevur virkið eisini havt fyri fiskiflotan. Eitt nú gjørdu teir
nýggja verksmiðju umborð á trolaranum Sancy, eins og teir umvældu og
nútímansgjørdu verksmiðjuna umborð á Rankanum.
Í dag arbeiða millum 12 og 14 fólk á Tangavirkinum í Vági
Tangavirkið nærkast teimum 75
Tel 42 22 70
Norðskáli
Stanley
Gávur
Leikur
Búnýti
Brá Klædnahandil
460 Norðskáli
Tel 42 27 27
Vit hava klæðini
til alla familjuna
Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · fax 31 07 45
Einar mikkElsEn sp/f
IDA ljóskúla
kr. 159,-
J.C. SVABOS GØTA 8 · FO-100 TÓRSHAVN
TEL. 30 91 30 · WWW.STIKKAN.FO
Nýtt í Føroyum
BERT HJÁ OKKUM
Nálatøvimaskina
Skapið framtíðina saman við okkum...
í desember 2006