Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 246 - 20. desember 2006 tíðindi Bjóða barnagarðin út í vár Miðvágur: Fyrireikingarnar til nýggja barnagarðin eru komnar so mikið langt, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út til várs. Barnagarðurin fer at liggja vestanfyri Heilsumiðstøðina. Talan er um ein stóran barnagarð við 1800 fermetrum, har pláss verður fyri omanfyri 140 børnum á 10 stovum. Hesin verður sostatt tann størsti av sínum slagi í landinum. Farið verður nú undir at fyrireika útgrevsturin, samstundis sum jørð- og betongarbeiðið verður prosjekterað, soleiðis at tað kann bjóðast út í vár. Arkitekturin, Jákup á Stongum frá West-Tec hevur gjørt tekningarnar til nýggja barna­garðin. sb. Fyrrapartin hós­ dagin verður tunn­ ilin til Gásadals alment tikin í nýtslu. Samlaða arbeiðið hevur kostað um 40 mió kr. Samferðsla Snorri Brend Gásadalur: Tað er nakað langt síðani at seinasta skotið var skotið ígjøgnum og koyrandi varð til hesa fjarskotnu bygdina. Kortini hevur tunnilin ongatíð verið opin fyri al­mennari ferðslu. Men tað verður hann altso hós­ dagin. Í hesum sambandi verð­ ur hátíðarhald við tunn­ ilsmunnan, har innboðin verða boðin við til mót­ tøkuna sum Landsverk skip­ar fyri. Hátíðarhaldið byrjar kl. 10, tá Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri letur tunnilin alment upp. Aftaná verður móttøka fyri innbodnum í pakk­ húsi­num í Bø, har borgar­ stjórin í Sørvági og Gása­ dali, Jákup Suni Lauritsen heldur røðu. Í eina tíð hava menn hjá Landsverki arbeitt við at seta upp ljós- og trygdarútbúnað í tunlinum, eins teir hava arbeitt við at vatn- og frosttryggja tunnilin. Hetta arbeiðið er nú komið so mikið langt, at tunnilin kann latast upp alment hósdagin. Longdin á tunlinum er 1410 metrar og er koyri­ breytin 3,5 metrar breið. Vegalongdin Bíggjar­meg­ in er 400 metrar og Gása­ dalsmegin 850 metrar. Strendur: Fíggjarætlanin hjá Sjóvar kommunu fyri 2007 javnvigar við 41,4 mió kr. Av hesum ætlar kommun­ an at gera íløgur fyri 23,6 mió, samstundis sum rakst­urin av kommununi er mettur til 17,7 mió. Inntøkurnar eru mettar til 20,6 mió, men so er hinvegin roknað við ein­ um halli uppá nærum tað sama, nevniliga 20,7 mió. – Hetta hallið verður fíggjað við lántøku uppá 15 mió., og restin við inni­ standandi peningi, verður sagt úr Sjóvar kommunu. Komandi árið ætlar komm­unan at arbeiða víð­ari við eini nýggjari útstykking, íbinding í veg, vatn­brunnar og reinsiverki, eins og arbeitt verður við mál­um, sum snúgva seg um skúlan, bátahylin og sambýlið. Skattaprosentið verður 21,5 og barnafrádrátturin 4.500 kr. sb. Íløgur fyri slakar 24 mió kr. Alment loyvt at koyra til Gásadals Sørvágs kommuna fyrireikar í løtuni eina spennandi ætlan innan eldraøkið. - Talan er um rættiliga nýhugsan, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági Eldraøkið Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvág: Ætlanin hjá komm­ ununi er stutt sagt, at veita teimum eldru borgarunum tær bestu umstøðurnar til sein­asta partin av lívi teirra. Fígging er longu fingin til raksturin av einum sambýli í Sørvági. Ætlanin er at gera ein praktiskan bygning við íalt 10 íbúðum. Tað serstaka við ætlanini er, at hetta sambýlið skal byggjast niðri í tí gamla partinum av bygdini. Her standa í løtuni fleiri gomul hús, har eingin býr í. Kommunan hevur keypt fleiri teirra, og er ætlanin ístaðin at leggja sambýlið á hesum staði. - Vit miða eftir at taka fyrstu húsini niður beint eftir jól, sigur borgarstjórin. Verður sambýlið, sum ætlað, lagt á hesum staði verð­ur tað mitt í bygd­ini. Higani er stuttur veg­ur bæði til handils, pen­inga­ stovn, posthús, komm­unu­ skrivstovu og annað. Ein fyrimynd Frammanundan hesum er gjørt eitt stórt fyrireik­ ingararbeiði í kommununi – og verður tað framvegis gjørt. Trivnaðarnevndin í komm­ ununi fer eisini í komandi ári at arbeiða víðari við ætlanini, sum byggir á tekn­ ingar hjá arkitektinum, Árna Winther. Talan er ikki um smávegis arbeiði, tí støða skal veru­ liga takast til nógvar sera ymiskar og víttfevndar spurn­ingar í hesum máli: Skulu fólk kunnu keypa eina íbúð, leiga hana ella koma við innskotum? Skal kommunan eiga sambýlið, ella skal ein grunnur setast á stovn at reka tað? Hvussu við starvsfólki? Eingin ivi er um, at støða skal takast til mangar aðrar spurningar aftrat hesum. Her er veruliga lagt upp til eina spennandi og ný­hugs­aða ætlan, sum sjálvt lands­stýris­maðurin í almanna­málum hevur víst áhuga. Eitt modell av ætlaða sambýlinum varð víst fram á eini ráðstevnu um eldraøkið í Norðurlandahúsinum fyrr í vetur. Her høvdu mong á orði, m.a. Hans Pauli Strøm sjálvur, at henda ætlanin kundi gerast ein fyrimynd fyri framtíðar útbygging á økinum. Spennandi verður, hvørja støðu kommunan at enda kemur til. Í øllum førum greitt, at tey eldru í bygdini hava gott í væntu. Lív aftur í gamla býlingin Ætlaða sambýlið í Sørvági kemur at liggja í gamla partinum av bygdini. Í dag síggjast fleiri ellifarin hús her, men um nøkur ár verður nýggjur stásiligur bygningur her ístaðin Mynd: Jens Kr. Vang Modellið av sambýlinum hevur stóran áhuga millum manna. Tað kann lættliga gerast eitt fyridømi fyri slíkari bygging í framtíðini Nýggi barna­ garðurin í Miðvági verður tann størsti í landinum Mynd: midvag.fo